mikudagur 25. mars 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 25. MARS 1998
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo
tíðindablaðið SAT
ÍTRÓTTUR
—
17
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
U www.sosialurin.fo ;
Todi nærkast toppforminum
á
5 af
Á Í
Fótbóltur: FCK tapti stórdystin móti
Brøndby, og nú er gullið longri burtur enn tað
nakrantíð-hevur verið í hesum
kappingarårinum
KEYPMANNAHAVN: Friggja-
kveldið var fótbóltsbrakið millum
Brøndby og FC Keypmannahavn
stóra hendingin í Keypmanna-
havn, og frá tíðliga seinnapartin
til langt út á kveldið vóru nógv
viðhaldsfólk hjá teimum báðum
stóru feløgunum at síggja í danska
høvudsstadnum.
Dysturin millum arvafiggind-
amar Brøndby og FCK er å einum
stødi fyri seg, tá talan er um
danskan fótbólt. Dysturin lokkar
fleiri áskoðarar enn nakar annar
dystur, og bæði á vøllinum og á
áskoðaraplássunum er stríðið
harðari enn vanligt.
17.612 áskoðarar møttu hesa-
ferð til dystin, sum umframt at
vera dysturin um ræðið í høvuds-
staðnum, eisini hevði týðandi leik-
lut í spælinum um DM-heitið,
gullið og Champions League.
Brøndby var undan dystinum
nummar eitt, fýra stig framman-
fyri FCK, sum var nummar tvey.
Tað hava áður staðist trupul-
leikar av viðhaldsfólkunum hjá
FCK og Brøndby, og løgreglan
møtti hesaferð við 100 monnum
umframt tey 180 varktarfólkini hjá
FCK og Brøndby. Og tað var eis-
ini friður á áskoðaraplássunum
undir dystinum, og eftir dystin var
heldur eingin ófriður. Atta fólk
vórðu handtikin friggjakvøldid,
men tað heldur løgreglan verða
lítið.
Danski Framburðsflokkurin er
ikki nøgdur við umstødunar uttan
um fótbóltsdystirnar, og vil hava
at vita frá løgmålarådharranum,
hvat tað kostar í krónum og oyr-
um, at løgreglan má brúka fleiri
og fleiri fólk fyri at tryggja friðin
undir fótbóltsdystum.
— Tað almenna skal ikki gjalda
fyri vaktarhald undir fótbóltsdyst-
um. Tað skulu felggini sjálvi, og
nógv av teimum eiga nógvar
pengar at taka av, heldur Tom
Behnke.
FCK trýsti men
Brøndby skoraði
FCK-fólkini vistu øll, at teirra lið
hevði ikki ráð at tapa dystin, tí so
var teinurin upp til Bróndby vorð-
in so langur, at møguleikin fyri at
vinna meistaraheitið var nærum
burtur. Men tað sum FCK-spæl-
arar og leiðarar undan dystinum
søgdu ikki mátti henda hendi:
Brøndby vann dystin.
Samanlagt spældi FCK betri,
men tvey framúr góð mål avgjørdi
dystin til fyrimun fyri Brøndby.
Fyrra málið kom eftir ein knappan
hálvan tíma, tá FCK hevði stýrt
dystinum og tóktist hava tamar-
hald á støduni. Aðrenn nakran
vardi hevði ungi Brøndby-ålops-
maðurin Thomas Lindrup sligið
FCK groggy. Við eini tekniskum
meistarastykki sendi hann bóltin
úr 35 metrum í einum bleytum
boga upp um FCK-málverjan og
niður í málhornið. Málið minsti
nógv um tað, sum Todi Jónsson
gjørdi móti júst Brøndby í fyrsta
FC Keypmannahavn tapti 0-2
móti Brøndby fríggjadagin,
men Todi Jónsson er á veg
móti stórforminum
dystinum millum liðini í år
Eftir hetta málið kom órógv á
FCK-spælið, og ikki fyrr enn eftir
steðgin fingu teir aftur gongd á
Trupulleikin var bara allatíðina,
at Bróndby-verjan við einum stór
spælandi Per Nielsen á odda var
ov sterk til FCK-álopini. Roynd-
irnar vóru nakrar, men ongantíð
so vandamiklar, at tað førdi mál
við sær. Alopsmakkarin hjá Toda
Jónsson, David Nielsen, hevði
bestu royndina við einum drøn-
andi langskoti úr 25 metrum, sum
streyk omanfyri tvørstongina, og
føroyski álopsspælarin hevði tvær
góðar royndir, sum Mogens
Krogh í Brøndby-målinum tók
sær av.
FCK gjørdi tað teir vóru mentir
fyri at javna leiðsluna hjá Brønd-
by, og teir høvdu eisini yvirtakið
í seinna hálvleiki. Men so sló
Brøndby aftur til. Toppskjúttin í
donsku kappingini, Ebbe Sand,
vann bóltin frá innskifta FCK-
áleyparanum Thomas Thorninger
á miðjum vølli, og so setti hann
beina kós móti málinum. Hann fór
fyrst fram við einum verjuspælara,
millum tveir aðrar og so eisini
fram við málverjanum áðrenn
hann skoraði — eitt framúr gott
mál, sum uttan iva fær útlendska
áhugan fyri álopsspælaranum at
vaksa.
Málið avgjørdi dystin, og sein-
asta korterið var eingin spenn-
ingur í. Brøndby var nærri at økja
til 3-0 enn FCK var at minka um
munin.
Todi er á veg
Kent Karlsson, svenski venjarin
hjá FCK, hevði aftur hesaferð valt
Toda Jónsson og David Nielsen
til álopið hjá sær. Teir báðir byrj-
aðu eisini dystin móti AB seinasta
vikuskiftið, men hvørgin gjørdi
serliga vart við seg. Hinvegin vísti
Thomas Thorninger, at hann er
vandamikil, tá hann avloysti Toda
eftir eina tíma, og tað lá í luftini,
at hann fór at byrja inni móti
Brøndby.
Men aftur hesaferð mátti
Thorninger finna seg í at sita á
beinkinum, og verða settur inn tá
ein hálvur tími restaði. Hesaferð
kom hann á vøllin fyri David Niel-
sen, og tað var skiljandi. Todi
Jónsson vísti nógv meiri hesaferð
enn í fyrsta dystinum í ár, og hann
var nógv naskari enn David Niel
sen, sum fyriuttan eina frálíka
langskotsroynd ikki vísti tað stóra
Todi Jónsson er á veg móti stór
forminum, sus áður hevur verið
nær við at skaffa honum sáttmála
longri niðri í Europa, men hann
manglar í løtuni tað síðsta av bólt-
fórleikanum sum skal til. Móti
Brøndby setti hann fleiri ferðir
ferð á móti Brøndby-målinum,
men spælararnir hjá meistaraliðn-
um dugdu væl at steðga honum
við frispørkum áðrenn tað gjørdist
vandamikið. Nakrar ferðir kom
Todi tó til skot úti frá, men bert
einaferð kravdi tað eina veruliga
bjarging av Mogens Krogh
Donsku blødini góvu ikki før-
oyska álopsmanninum besta
skoðsmálið eftir dystin, men tey
vóru samd um, at hann hevði vist
meiri enn álopsmakkarin hjá sær
David Nielsen. Thomas Thorn-
inger fekk aftur hesaferð bestu
skoðsmálini, og uppstillingin í
næsta dystinum hjá FCK, sum
verður í Parkini móti botnliðnum
Arhus Fremad, líkist einum álops-
samstarvi millum Toda og Thorn-
inger.
Avgerðin næstan fallin
FCK-spælarar og leiðarar vóru
vónbrotnir eftir tapið móti Brønd-
by, og teir vóru mest sum á einum
máli um, at nú er næsta ógjørligt
at vinna meistaraskapið í ár
Brøndby er á odda við sjey stigum
og tað er nógv at skula vinna aftur,
tá 13 dystir eru eftir at spæla og
hugsað verður um, hvussu sterkt
Brendby-liðið er.
— Vit høvdu tamarhald á dyst-
inum, til Brøndby gjørdi fyrra
målid. Tvey mistøk gjørdu at vit
taptu, segði FCK-venjarin Kent
Karlsson eftir dystin.
— Dysturin um meistaraskapid
er ikki avgjørdur enn, men tad er
torført at hugsa sær, at Brøndby
missir fleiri enn sjey stig i dyst-
unum, sum eru eftir
Brøndby-venjarin var ikki heilt
samdur í metingini hjá FCK-venj
aranum
Vit fingu tað burtur úr í dag
sum vit skuldu hava, men vit
kunnu renna okkum inn í dystir
har vit ikki hava marginalarnar við
okkum. Tí er tað langur vegur eftir
enn, segði hann.
Millum teir mongu áskoðarar
nar á Brøndby Stadion vóru nógv
ir áhugaverdir gestir
landsliðsvenjarin Bo Jol
var sjálvandi á staðnum s
hjálparvenjaranum hjá sær í
fylgja teimum spælarunum, sun
bjóða seg til landsliðið. Eftir dyst
in úttók hann FCK-spælaran
Bjarne Goldbæk fyri Thomas
Gravesen, sum mátti geva avboð
vegna skaða
Umframt venjarar hjá øðrum
donskum feløgum, týðandi fólk í
danska fótbóltsheiminum og
kendar politikarar, vóru eisini
nógv umboð fyri útlendsk feløg
til staðar. Ensku feløgini Totten-
ham, Blackburn og Nottingham
Forest høvdu sent umboð at fylgja
teimum báðum bestu donsku fel-
øgunum, og úr Týsklandi komu
eisini umboð fyri Bayern Mún-
chen og Hansa Rostock. Franska
felagið Lyon hevði sent mann at
fylgja dystinum, og hann vísti ser-
liga 21-åra gamla FCK-áleypar-
anum David Nielsen áhuga
ek
Dansk
Tølini hjá Toda
Royndir móti málinum 4
Góðar avleveringar 18
Misti bóltin 5
Trekk 8
Gjørdi frispark 1
Fekk frispark 4
Spælitid 80 min.
| Superligan
20. umfar, 20. og 22. mars
Brøndby-FCK 2-0
AB-Herfølge 2-1
Lyngby-AGF 3-0
Århus Fremad-Silkeborg 0-1
Ikast-OB 1-4
Vejle-AaB 1-1
Stødan
1. Brøndby 20 51-23 46
2. FCK 20 41-27 39
3. Silkeborg 20 32-22 39
4. AaB 20 39-27 32
5. AB 20 39-31 30
6. Vejle 20 32-32 30
7. Lyngby 19 35-41 26
8. AGF 20 29-31 2
0 Herfølge 20 30-44 2
10. OB 19 24-35 15
} 11. Arhus Fr. 20 32-47 5
12. Ikast 20 31-5