hósdagur 26. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk:
Joensen,
i Bertholdsen,
Emil L. Jacobsen
Sveinur Poulsen
Niclas Johannesen
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Lysingar og søla:
Jonhard Hammer
vari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
postesosialurin.fo
r
Óhugnaligir tónar frå
CD-leiðaranum
Oddagrein
AVISIR danskir politikarar eru á gosi, tí føroyski
fólkatingsmaðurin , Jóannes Eidesgaard hevur
gjørt av ikki at atkvøda í sambandi vid formans-
valið í fólkatinginum. Grundgeving hansara er
tann, at hann ynskir ikki at leggja seg út í danskan
innanríkispolitikk. Hetta var so eisini tað hann
og javnaðarflokkurin fóru til val uppá - og fingu
eina dygga álitisváttan frá veljarunum afturfyri.
HETTA er sama støda hann tók eftir valid, tå hann
gjørdi av ikki at leggja sína atkvødu í hvorki tann
borgarliga og tann sosialdemokratiska leirin. At
hann tó meldaði út, at hann ætlaði sær ikki at
vera við til at fella eina javnaðarstjórn byggir fyrst
og fremst á, at Jóannes Eidesgaard vil hava hesa
stjórn at reka ein rættvísan og positivan politikk
mótvegis Feroyum. Tilsøgn um hetta fekk hann
á fundi við Nyrup
ORMAÐURIN í CD, Mimi Jacobsen, hevur lagt
liga út eftir Jóannes Eidesgaard fyri stoðu
sína. Sjálvandi hevur hon loyvi til at hava sína
meining, men tað er ikki serliga hugaligt, tá ein
so framstandandi persónur í donskum politikki
og nú eisini stuðul hjá stjórnini, ber seg fram á
Fr
8
=
JG
nærum kolonialistiskan hátt móti foroyingum.
Vit hava heldur ikki gloymt orð hennara við eitt
danskt blað valdagin, tá hon ikki kundi bara sær
fyri at niðurgera foroyingar, tí hesir gjørdust tung-
n á vágskálini. Tað er líkasum, at Mimi Jacobsen
hevur yvirtikið leiklutin hjá Kirsten Jacobsen, tá
hon hevur verið mest hatsk móti foroyingum og
Føroyum. At stjórnin skal byggja sína tilveru á
slíkan flokk sigur okkum somikið, at foroyingar
iga at vera á varðhaldi
V
AT ein føroyskur fólkatingsmaður velur at halda
síni vallyfti nú eitt løgtingsval stendur fyri framm-
an er einki annað enn ein sjálvfylgja. Tá hugsað
verður um, hvussu lítla virðing ávísir danskir
politikarar hava havt fyri føroysku fólkatings-
umboðunum - ja hvussu tað er gingið uttan um
hesar, tá tað hevur snúð seg um Feroya framtíð
og lagnu - so er einki legið í, at foroyskir fólka-
tingsmenn - í hesum feri Jóannes Eidesgaard -
leggja á annan bógv og velja at standa meira leysir
av floksbýtinum á Christiansborg
TA hugsað verður um, hvussu javnaðarflokkurin
varð syndraður við seinasta val m.a. orsakað av
ti harðrendu støðu, hansara egni bróðurflokkur í
hevði til foroysk mál, so hevur danski javnað-
arflokkurin á ongan hátt nakran rætt til at krevja
nakað sum helst frá einum føroyskum fólkatings-
manni. At hava fingið trygd fyri valdagin, at for-
oyska umboðið fór ikki at fella eina javnaðar-
stjórn átti at verið nóg mikið. Tað má standa
fólkatingsmonnum frítt at velja, hvussu teir ann-
ars atkvøda ella ikki. Krøvini hjá Jóannesi Eid-
esgaard fyri ikki at fella eina javnaðarstjórn hava
tíðina verið krystalklár: nevniliga at fáa trygd
ma stjórn fer at ganga foroyskum ynskj
viðgerð av bankamålin-
ttarligu stødu okkara
málið um formansvalid
ng millum åvisar danskar poi
sum jú eru tætt knýttir at
ja gera alt fyri at hála teppið
g Tað vera so teir um. Men tað
við ikki sert av bangilsi, at vit ásanna, at so
ýðandi danskir politikarar sum Mimi Jacobsen
bruka so nidursetandi og kolonialistiskan mål-
Hetta serliga tå sami pol-
4
burð móti foroyingum
itikari tykist at koma at hava so týðandi leiklut í
avgerðum, sum takast skulu í fólkatinginum í
framtíðini - eisini avgerðir, sum viðvíkja Føroyum
og Grenlandi. Tað eru sanniliga ikki hesi fólk, ið
ein javnaðarstjórn, sum sigur seg vilja Føroyum
væl, eigur at heinta sín stuðul Í <Gostaburin
Viðmerking
Vagar og Streymoy
verða saman bundnar
I javnaðarsamgonguni
Tað er áhugavert, at áhugin fyri vágafólki er afturíaftur komin millum
politisku flokkarnar, sum hava umboðað valdómi okkara tey seinastu árini
Sjálvt gamli fólkafloks-
høvdingin er farin at taka
til pennin og meta um, hver
er góður at umboða okkum
og hver als ikki má sleppa
framat
Fasta sambandið
stig nr. 1 í íleguætlan
Javnaðarfloksins
Vit fara í samgongu at
leggja alla orku í at binda
Vágar og Streymoy saman.
Hetta er ikki bara tí, at flog-
vøllurin er her, og restin av
føroyingum hevur brúk fyri
hesum sambandi, men tí at
ein slík samferdsluiløga er
avgerandi partur í einari
miðvísari útbygging a
landi okkara. Landinum fyri
allar føroyingar
Allur flokkurin
stendur aftanfyri
Fremsta ætlan Javnaðar-
floksins er, at í Føroyum
skulu allir landsmenn okk-
ara liva, hvar enn teir í
landinum velja at búseta
seg. Vit ganga harðliga
ímóti tí miðsavning, sum í
kjalarvørrinum av kreppuni
1992 og 1993 hevur ukið
rættiligt dik á seg. Flokkurin
tekur als ikki undir vid
teimum útlendsku serfrød-
ingunum, sum góðu mið-
savningarkreftunum í Suð-
urstreymi vind í seglini
Lætt hjá Javnaðar-
flokkinum í Vágum
Tí er tað so lætt hjá Javnað-
arflokkinum í Vágum at
taka so avgjørda stóðu fyri
fasta sambandinum. Vit
hava bæði verandi ting-
manning, starvsnevnd og
floksleidslu einmælt aftan-
fyri okkum. Tad var eisini
ti, Marita Petersen i SVF,
tað kveldið valid varð út-
skrivað, floksins vegna
kundi siga, at Javnaðar-
flokkurin fór til val uppá
m.a. júst at skapa fortreytir
fyri, at tað eisini verður livi-
ligt í útjaðaranum
Vit verða virðiliga
umboðið á tingi
Fyri okkum í Javnaðar-
flokkinum í Vágum er tað
lætt at bjóða okkum fram
sum umboð á løgtingi og i
landsstýri. Vit vita, at vit
hava allan flokkin aftanfyri
okkum í stríðnum at skapa
eina framtíð í Vágum
Vit hava allan flokkin aft-
anfyri okkum í málinum um
fasta sambandið um Vest-
mannasund, og vit hava all-
an flokkin aftan fyri okkum
í málinum um nútímansgerð
og útbygging av Vága Flog-
havn
Fara ikki at brúka ork-
una uppá Fólkaflokkin
Vit í Javnaðarflokkinum
ætla ikki at brúka okkara
orku at sannføra vágafólk
og aðrar føroyingar um, at
Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin als ikki vóru
sína uppgávu vaksnir. Tað
er at undirmeta veljaran
Sv. Aage ilt við
at vera sakligur
At Sv. Aage Ellefsen hevur
ilt við at vera sakligur og
sannførur er einki nýtt. Eitt
gott dómi er reypið um
pengarnar, hann sum lands-
stýrismaður sigur seg hava
sett á fíggjarlógina til
tunnilsgerð í Vágum. Satt
er, at 6 milliónir vórðu settar
á fíggjarlógina. Men hesar
vóru als ikki ætlaðar til
Vestmannasund. Og hvat
vildi Aage við 6 mill. til
Vestmannasund, annað enn
eisini tá at halda vágafólk
fyri tað turra spott?
Tað skal sigast, at hin við-
merkjarin, Ivan Johannesen,
er sakligari.
Okkum nytist ikki nakran
politiskan orðsnilling at siga
okkum, at umboðini á løg-
tingi og landsstýri úr Vág-
um hava snorksovið.
Ikki eitt oyra
sett á figgjarlogina
Í uppskoti landsstýrisins til
fíggjarlóg 1996 og 1997 var
einki oyra til fasta samband-
ið um Vestmannasund.
Hvørki Ivan Johannesen,
Suni Jacobsen ella umboðið
hjá Aaga, Jørgin Niclassen,
høvdu hugsað um og minni
strongt á samgongufelagan
Sámal Petur í Grund, lands-
stýrismannin í samferðslu-
málum. Hetta er bara so,
tíverri.
Ambitiónsstigið lágt
Heldur Aage framvegis, at
hetta eru réttu umboðini ella
hann sjálvur, sum við sínum
politiska snildi kláraði at
seta seks milliónir á fíggj-
arlógina í 1993 til >tunnils-
gerð<, so vita vágafólk, hvat
tey kunnu vænta. Ambi-
tionsstigid er ikki serliga
høgt.
Virðiliga
Hans Jørgensen
Geykareidrid i Sambandsflokkinum
Formansval hevur júst verið
í Sambandsflokkinum. For-
maðurin var valdur fólka-
tingsmaður, m6tvalevni
lænti sessin frá honum og
setti seg upp ímóti
Olikari formansevni skal
ein leita leingi eftir. Kontr-
astirnar eru sjónskar. Annar
velur sær orðini og er sátt-
ligur. Hin er orðaríkur og
átroðkandi
Ikki bert í framburði eru
teir ólíkir. Sum persónar
roynast teir sera ymiskir.
Annar stendur fyri fíggjar-
ligum stødufesti, ið eyð-
kennir sannan sambands-
politikk. Hin mátti flýggja
undan egnum fallittbúgvi
Annar er sidiligur í orði og
verki, hin íklæðir seg missi-
ónsklæði fyri at ímynda trú-
virði.
Formaðurin er valdur løg-
tingsmadur, meðan vara-
maður lænir sessin frå hon-
um. Hesin geykurin fyrir
ikki fyri at breggja sær og
bíta í bak, hóast sera skitnar
veingir.
Varamaðurin í Danmark,
varamaðurin í Eysturoy og
varamaðurin í Vágum lýða
av markeringstrongd fyri at
tryggja sær sess í geyka-
reiðrinum.
Ger skálkinum gott, hann
lønar tær aftur við háð og
spott, sigur gamla orðatak-
10.
Illa royndust teir, vara-
menninir.
Sambandsmaður
|
|