Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Varaskúlastjórastarv í Argja Skúla Eitt starv sum varaskúlastjóri í Argja Skúla verður hervið lýst leyst til setanar frá 1. august 1998. Í skúlanum eru nú 271 næmingar í 10 ár- gangum. 22 lærarar starvast í skúlanum. Sokt verður eftir varaskúlastjóra sum * undir ábyrgd skúlastjórans skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfroðiligu leiðsluni av virksemi skúlans * er góður at samstarva við og fyrikomandi * er fúsur at taka á seg uppgávur eftir fyrisetan skúlastjórans. Varaskúlastjórin skal * vera næsti medarbeiðari skúlastjórans * saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd * undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgd- ina av leiðslu skúlans * vera førur fyri at loysa møguligar trupul- leikar * saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstødur hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraút- búgving og drúgvar starvsroyndir í fólka- skúlanum. Setanarokið eru undir Undirvisingar- og Mentamálastýrinum, og tænastustaðið er fyribils í Argja Skúla. Starvið verður lent í 29. lønarflokki sam- bært semju millum Feroya Landsstýri og Føroya Lærarafelag, dagfest 29. mai 1996. Tað skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum um tænastutíð- ina hjá tænastumonnum í fólkaskúlanum. Umsókn, sum verður skrivað á oyðiblað, ið fæst frá Undirvísingar- og Mentamála- stýrinum, skal verða send Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, Falkavegi 6, postrúm 3279, 110 Tórshavn, skjótast til ber og soleiðis, at hon er Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. apríl 1998. Við um- sóknini eiga at verða løgd ljóstok av próv- brævi og møgulig viðmæli. Tórshavn, 24. mars 1998 Undirvísingar- og Mentamálastýrið Eysturoyar Javnaðarfelag Annar og meguliga 3. uppstillingar- fundur verður á Runavíkar sjómans- heimi månakvøldid 30. mars kl. 20. Jóannes og Marita verða við á fund- inum Nevndin tíðindablaðið SOS Lýsing eftir skipi Kortlegging av ungum svartkalva við Suðurgronland summarið 1998 Royndin er ein norðurlendsk verkætlan í sam- arbeiði millum Grenland (Grenlands Natur- institut), Noreg (Møreforskning Ålesund), Ísland (Hafrannsoknastofnunin) og Føroyar (Fiskirann- sóknarstovan). Um endalig fígging fæst, hevur verkætlanin torv á einum ísstyrktum skipi til tilfeingiskanningar í umráðum við Suðureystur- og Suðurvesturgren- land summarið 1998. Túrurin kemur at vara í tríggjar vikur, og væntandi verður byrjað 10. august. Fiskað verður við serligum gernum á dýpum frå 200 til 800 m. Skipið má í minsta lagi hava 4 lugarpláss tok. Farið verður til Julianeháp/Nanortalik eftir og við granskarum við byrjan og enda á túrinum. Ynskiligt er at manningin hevur royndir frá fiski- skapi í líknandi umráðum. Aðrar upplýsingar fáast við at venda sær til Fiski- rannsóknarstovuna, tlf. 1.5092. Umsókn við til- boði skal sendast Fiskirannsóknarstovuni, post- boks 3051, 110 Tórshavn, innan 20. apríl 1998. Brævbjålvin skal merkjast > Ungur svartkalvi við Sudurgrønland 1998«. Tofta kvøldskuli 1997/98 Kvøldskulin bjóðar undirvísing i Calla- netic fimleiki fyri byrjarar og vand 10 ferðir - fyrstu ferð 15. apríl 1998. Kvinnur í ollum aldri kunnu verða við. Lærarar: Åshild Kristiansen, tlf. 44621. Steintóra H. Nesá, tlf. 44720, Tilmelding beinanvegin hjå lærarunum. Neyðugt er at avmarka luttøkuna. Upplysingar fåast frå kvøldskulaleidar- anum tlf. 47332. Tofta kvøldskuli Kunngerð Vallistin til logtingsvalið tann 30. april 1998 fyri Nes kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í døgunum frå 26. mars til og við 2. apríl 1998 á kommunuskrivstovuni á Toftum í vanligari skrivstovutíð. Kæra um at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órettum er tikin við, skal vera boðað til kommunuskrivstovuna í seinasta lagi 7. apríl 1998. Valkort verða send øllum í Nes kommunu, sum sambært vallistan hava atkvoðurætt til legtingsvalið 30. apríl 1998. Nes kommuna Nr. 59 — 27. MARS 1998 Kunngerð Sambært kunngerð frå Føroya løgmanni er val til Foroya Logting útskrivað at verða tann 30. apríl 1998. Valevnislistarnir í Eysturoyar valdømi skulu verða formanninum fyri Igøtingsvalnevndina í Eysturoy í hendi í seinasta lagi 9. apríl 1998 kl. 18.00. Veljast skulu 5 limir í Eysturoyar valdomi. Val- evnislistarnir mugu ikki hava fleiri valevni enn 3 fleiri enn talið á løgtingsmonnum, ið veljast skulu í valdøminum. Valevnini skulu verða skilliga lýst við navni, starvi og bústað, at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón kann standast av. Listin skal verða undirskrivaður av valevnunum og av í minsta lagi 10 og í mesta lagi 15 stillar- um, og hjålagdur skal verða serligur, listi yvir stillararnar, har teir eru lýstir við navn, starvi og bústaði. Stillarar og valevni kunnu eisini undirskriva á avrit av valevnislistanum. Valevn- ini kunnu eisini vátta sína uppstilling við brævi, fjarriti, telexi 0.a. Fuglafjørdur, tann 21. mars 1998 f. Løgtingsvalnevndina fyri Eysturoyar valdømi Arnold Abrahamsen, formaður Veltistudningur Við heimild í fíggjarlegtingslóg fyri 1998, konto 6.33.2.10 og vísandi til kunngerð nr. 106 frá 17.6.1996 verður studningur veittur til nývelting, boum- væling og vegagerð í nýveltum lendi. Umsóknir um studning skulu verða ráðnum í hendi áðrenn 20. apríl 1998. Fyri at fáa studning, skal * bóndin vera meirvirðisgjaldsskrásett- ur * bóndin vera bókhaldsskyldigur * og arbeiðsætlanin vera góðkend frammanundan. Tað vil siga, at lend- ir, sum skulu veltast uppúr nýggjum ella umvælast og vegir, sum skulu gerast, skulu uppmátast og góðkenn- ast áðrenn farið verður undir arbeiðið * kort yvir tað, sum sekt verður studn- ing fyri, skal fylgja við umsóknini. Umsóknarbloð fáast við at venda sær til skrivstovu ráðsins tlf. 311180. Føroya Jarðarráð Postsmoga 50 110 Torshavn Frå Vermakannafylkingini Verkamannafylkingin hevur uppstilling- arfund å Hotel Øravik Leygardagin 28.3.98. Áhugað eru vælkomin.