fríggjadagur 27. mars 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Havnar Tennisfelag
havt aðalfund
R Fr
Tennis: Havnar Tennisfelag hevði
aðalfud herfyri, og nýggj nevnd varð
vald. Fyrsta kappingin í ár verður um
slakar tríggjar vikur
Hósdagin 26. februar hevði
Havnar Tennisfelag
aðalfund
Martin N. Simonsen er
farin til Danmarkar í
lestrarørindum, og i
hansara stad i nevndina
varð valdur Hjarnar
Djurhuus
Havnar Tennisfelag, sum
varð endurreist í maí
mánaði 1996, hevur nú havt
sítt fyrsta fulla kappingarár
Felagið tekur sær nú av
tennisítróttinum í Havnini
og hevur í 1997 fingið
himaskap í ISF, Tórshavnar
ltróttarráð, og er komið í
serdeildarsambandið fyri
nýstovnaðan ítrótt (DSNI)
Nr. 59 — 27. MARS 1998
Nevndarval var i
felagnum og skipadi seg
soleiðis: Erling í Lida
(formaður), Hjarnar
Djurhuus (næstformaður),
Kristian Christiansen
(skrivari), Gunnar
Streymoy (kassameistari),
og Frode Jensen
Kristian Christiansen og
Gunnar Streymoy stóðu fyri
valið og vórðu afturvaldir
Hjarnar Djurhuus er
nývaldur og komin í
nevndina fyri Martin N
Simonsen, sum er farin av
landinum í lestrarørindum
Ætlanin er, at tann fyrsta
kappingin byrjar umleið 20.
apríl, og verður hon fyri
dreingir undir 14 ár og
dreingir undir 17 ár, og fyri
menn og gentur/kvinnur
Tilmelding fer fram á
tennisvgllinum ella á
Kunningarstovuni.
Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni
komnir heim aftur úr Watford
Fótbóltur: Heðin á Lakjuni spældi
allar 90 minuttirnar í sínum seinasta
dysti á eykaliðnum hjá Watford
Jákup á Borg (v.m.) og
Heðin á Lakjuni eru nú
komnir heim aftur úr
Watford
' Ítróttardagurin hjá ÍSB
verður leygardagin
Leygardagin skipar ISB fyri sínum
árliga ítróttardegt, har kappast verður
í m.a. boccia og badminton
Arligi ítróttardagurin hjá
ISB verður í ítróttarhelliri
á Hálsi í Havn leygardagin
28. mars (í morgin) frá
klokkan 10.00 til klokkan
14.00
Ítróttardagurin er fyri øll
brekað í Førovum, oe hfá
hverjum einstaka lu 'ak ara
verður høvi at luttaka í
ítróttargreinum, sum hava
verið royndar, og í nýggjum
ítróttargreinum
Samstundis verður høvi
at síggja onnur brekað í Før
oyum og leiðarar teirra
Skráin fyri dagin sær so
leiðis út
Kl. 10.00: Øll mýta upp
og finna seg til rættis í høll
ini.
KI. 10.30: Upphiting fyri
oll
Kl. 11.00: Boccia og
bordtennis
Kl. 11.30: Rullufjøl/sla-
lom og badminton
Kl. 12.00: Ballónspæl og
fótbóltur
Kl. 12.30: Steðgur
Kl. 13.00: Indiaka og
hockey
KI. 13.30: Bóltkast og
posarenning
Í steðginum verður mat
pakkin etin. Kantinan verð
ur eisini opin, so at tey, ið
ikki hava smurt sær breyð,
eisini kunnu fáa sær okkurt
Skreytblað verður latið
øllum luttakarunum
ISB vónar at enda í tid-
indaskrivinum, at hetta fer
at vera ein góður dagur hjá
luttakarunum