leygardagur 28. mars 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 60 — 28. MARS 1998
Hans Meinhard á Høgaboli, flogskipari, tekur ímóti javnaldrunum hjá Atlantsflog, Trygva Askham, Henry á Fríðriks-
og Mikkjal Petur O. Viderø og handar teimum fødingardagsgåvu
mørk Borðoy
(Mynd: Álvur Haraldsen)
Teir hava sama føding-
ardag sum Atlantsflog
Í sambandi við at Atlantsflog hevur 10 ára fødingardag, hevði felagið funnið fram
til tríggjar dreingir, sum eisini hava 10 ára fødingardag í dag. Teir vórðu bodnir ein
tår í tyrluni á flogvøllin, har teir fingu gávur frá Atlantsflog og heilsaðu uppá Hans
Meinhard á Høgab6li, flogskipara
SVEINUR POULSEN
Í dag eru liðin 10 ár síðan
Atlantsflog byrjaði flúgving
millum Feroyar og Dan-
mark og í tí sambandinum
heldur felagið fødingardag
Men tað eru eisini onnur
sum hava fødingardag í dag
Teir tríggir ungu menninir
á myndini, hava allir tað til
felags við Atlantsflog, at teir
eisini hava fødingardag í
dag
Tað hevði Atlantsflog
funnið fram til, og teir settu
seg í samband við foreldr-
ini, sum vóru sera fegin um
áheitanina
Dreingirnir vóru bidnir at
meta upp á tyrlupallinum
fríggjamorgunin klokkan
9.30
Klokkan 9.45 fóru teir við
tyrluni á Flogvøllin, har teir
vóru móttiknir av Hans
Meinhard á Hegabóli, flog-
skipara, sum beyð teimum
vælkomnum, og sum hand-
aði teimum fødingardags-
gávu frá Atlantsflog.
Og tað vóru ikki eiti á
gávur - eitt modellflogfar
og eitt gávukort uppá ein
ferðaseðil, til teir sjálvar.
Haðani fóru dreingirnir,
saman við flogskiparanum,
umborð á flogfarið, har teir
kannaðu um alt var í lagið,
áðrenn tað fór á flog
Eisini fingu teir loyvi til
at seta seg í stýrhúsið og
royna tólini har.
Eftir hetta fór flogskip-
arin við teimum upp í torn-
ið, har teir vórðu vístir runt.
Teir fingu m. a. at vita,
hvussu tað gongur fyri seg,
tá flogførini koma og fara.
Síðan gekk leiðin aftur til
Havnar við tyrluni, og teir
lendu klokkan 11.12 og so
var ein spennandi dagur av.
Sosialurin ynskir føding-
ardagsbørnunum tillukku
við degnum.
Tilhaldið í Torsgøtu
|= góða undirtøku
Fyri stuttari tíð síðan, lat upp tilhald í
gamla Føroya Banka í Torsgøtu og tað
| hevur verið stak væl móttikið sigur
nevndin í tíðinda- og takkarskrivið
| SVEINUR POULSEN
Tað man hava verið harð-
| liga tiltrongt - Tilhaldið í
| Tórsgetu, tí tað hevur
| fingið so sera góða und-
| tóku
Fyrstu vikuna opið var,
vóru ikki færri enn 272
fólk inni og vitjaðu og tað
| hóast veðrið var rættiliga
| baldrut.
| Men hóast ta3 framm-
Í anundan mest varð tosað
| um, at tilhaldið var ætlað
| eldri fólki, so hava bæði
| yngri og eldri verið á vitj-
Í an.
|
Seinasta friggjadag vóru
børn úr Dr. Ingridar Barna-
garði og vitjaðu.
Tey hugnaðu sær eina
létu í tilhaldinum - sungu
og fingu saft og smákøkur.
Týsdagin vóru gestir av
Lágargarði inni á gólvinum.
Og øll eru tey samd um,
at hølimi eru stak hugnalig.
Komandi månadag og
týsdag verður opið hús, har
ein og hver kann koma við
hugskotum og uppskotum -
Hyde Park Corner, kaliast
tað
Nú Tilhaldið hevur latið
upp er onkur sum hevur
spurt, um
tað er neyð-
ugt at verða
limur fyri at
koma inn,
men so er
ikki. Øll eru
hjartaliga
vælkomin.
Jákup Lindenskov sígur,
at nevndin fyri Tilhaldið er
stak væl nøgd við undir-
tøkuna, sum hølid hevur
fingið frá byrjan.
— Vit vilja samstundis
nýta høvid at takka bæði
einstaklingum og stovnum
fyri tær stórfingnu gávur og
blómuheilsanir vit fingu,
tá Tilhaldið lat upp.
Tað er vert at leggja
afturat, at pensjonistafel- |
agið í Havn hevur inni- |
víst í Tilhaldinum hvert |
héskvøld. |
Giljanestiltakið
fekk stóra
undirtøku
Årliga Giljanestiltakid, sum Lions Club
Vágar skipar fyri, fekk so stóra undirtøku
sum ongantíð fyrr. Eini 100.000 krónur
verða at býta, tá alt er goldið
SVEINUR POULSEN
Fyri okkurt um einum
mánað síðani skipaði
Lions Club Vágar fyri
stórum tiltakið á Gilja-
nesi.
Væl varð gjørt burturúr,
fyri at fáa fólk at koma
og veita felagnum fíggj-
arligan stuðul.
Og væl varð rikið, tí
undirtøkan var so stór
sum ongantíð fyrr.
Tá uppgjørt varð, beint
eftir Giljanestiltakið, lógu
um!. 160.000 krónur, og
tå alt er goldið, eru meiri
enn 100.000 krónur eftir
at býta út tíl ymisk enda-
mál, sígur Jens Eli Ellef-
sen, frá Lions Club Vág-
ar.
Ætlanin við tiltakinum
er at savna inn pening,
sum so skal latast út til
ymisk vælgerandi enda-
mál, og eitt teirra er at
keypa eitt hjartatól til
læknamidstødina í Vág-
um.
Og hetta er longu gjørt,
sigur Jens Eli Ellefsen.
— Hjartatólið er keypt,
og verður latið skjótt.
Annars vil hann vegna
nevndina i Lions Club
Vágar nýta høvid til at
takka øllum fyri stuðulin.
— Tað eru so nógv, sum
fáa gagn av tiltakinum,
bæði her heima í Føroy-
um og úti í heimi.
— Men skulu vit hava
nakað at deila út, so er
neyðugt, at vit fáa pening
inn slíkar dagar. Og tað
er við takksemi at vit
síggja hvussu góða und-
irtøku tiltakið fekk, sigur
hann.
— Uttan stuðul frá
Vágafólkið at keypa luta-
seðlar, vildi tiltakið ikki
verið møguligt og tað vil
Lions Club Vágar takka
øllum fyri, sigur Jens Eli
Ellefsen, at enda
Tjóðveldislistin
í Suðurstreymoy
liðugur
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði
seinasta uppstillingarfundin hóskvgldið
og neyðugt var við atkvødugreidslu fyri
at fáa talið av valevnum niður á 11
SVEINUR POULSEN
Uppstillingin til løgtings-
valid fer nå at nærkast
endanum og hóskveldið
hevði Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag seinasta
uppstillingsfundin.
Hugurin at stilla upp á
Tjóðveldislistanum í Suð-
urstreymoy var sera góð-
ur hesaferð. So góður, at
ikki var pláss á listanum
fyri øllum valevnunum.
Tí mátti atkvødast um
hvør skuldi å listan og
hvør ikki skuldi.
— Vit høvdu ein stak
góðan fund, sigur Jóannes
Dalsgarð, og vit høvdu
nógv ótrúliga góð val-
evni.
— Men tå so nógv eru,
og bert 11 kunnu stilla
upp, so må atkvødu-
greiðsla til og hon
avgjørdi at hesi 11 komu
upp á listan.
— Men, sigur Jåannes
Dalsgarð, øll 21 skulu
hava eina hjartans tékk
fyri tað arbeiðið tey hava
gjørt, og fyri at tey vildu
stilla upp.
Og tað eru nógv kend
fólk á listanum. Teirra
millum er atkvøduslik-
arin á fólkatingsvalinum
Annita á Fríðriksmerk..
Eisini er Høgni Hoy-
dal, sjónvarpsmaður upp-,
stillaður. Les annars við-
merking frá honum aðra-
staðni í blaðnum.
Snorri Fjalsbak, sum
gjørdist landskendur i
sambandi vid verkfallid
hjå Yrkislærarunum, er
eisini uppstillaður.
Listin sær annars soleiðis
út:
Hildur Eyðunsdóttir
Snorri Fjalsbak
Annita á Fridriksmørk
Finnur Helmsdal
Høgni Hoydal
Finnbogi Ísakson
Vilmund Jacobsen
Ingrid Jensen
Hildur Patursson
Olavur Rasmussen
Olavur Waag-Høgnesen
be