Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 20. november 2003 15 Klaversnillingurin Jákup Thomsen hev- ur givið fløgu út, ið kallast Klavertónar og við hesum er m.a. vælkenda Romansan at fáa á fløgu, eftir at hava verið at hoyrt í Útvarpinum í mong ár TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Vágbingurin Jákup Thom- sen er væl kendur klaver- snillingur. Og nú gevur hann fløgu út við klaver- tónleiki. Á fløguni eru 11 verk ella løg og eisini vælkenda Romansan er at hoyra. Hon hevur verið at hoyra í ÚF í mong ár. Jákup Thomsen hevur í áravís havt tónlekin sum livibreyð. Hann býr í dag í Oslo og er klaverleikari á hotellum og caféum. Tónleikaleiðin byrjaði í Vági og kendt er m.a. singleplátan við bólkinum Robert, Jákup og Ólavi, ið kom í 1977. Har var Har- monikusørin ein slagari og eisini lagið Traffic gjørdist kent og tykist at standa seg enn, hóast tíðartonn. Hetta lag skrivaði Jákup. Hann hevur skrivað ymiskt mill- um ár og dag og eigur t.d. eisini lagið til "Tað er leygarkvøld í kvøld", ið er fólkaogn. Tey 11 løgini á fløguni eru yndisligur klavertón- leikur fyri stóran part og okkurt lag swingar eisini, t.d. Túnadansur. Jákup hevur skrivað øll løgini og leikar klaver og onnur tangentljóðfør. Hann hevur eisinistaðið fyri upp- tøkuni. Fløgan er marg- faldað í Týsklandi. Forsíðumyndin er av Vágseiði og eitt lag hevur eisini sama heitið. Bjartur V. Joensen tók myndina. Tutl marknaðarførur fløguna og hon fæst kring alt landið. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 6 4 - 2 15 6 9 8 2 Mjølnir 6 4 - 2 13 8 5 8 3 KÍF 6 4 - 2 13 11 2 8 4 Dráttur 6 3 - 3 13 12 1 6 5 ÍF 5 2 - 3 7 9 -2 4 6 Fleyr 7 1 - 6 5 20 -15 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 4 4 - 0 12 0 12 8 2 ÍF 5 4 - 1 12 5 7 8 3 SÍ 5 3 - 2 11 8 3 6 4 Fram 5 1 - 4 5 13 -8 2 5 Fleyr 5 0 - 5 1 15 -14 0 Brasilski áleyparin hjá vágamonnum fer komandi árið at spæla við B71 LEIKARASKIFTI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta staðfestir heimasíðan hjá B71, www.b71- sandoy.com. Clayton kom til landið undan kappingarárinum í fjør, tá hann serliga í fyrru hálvu var við til at skjóta FS Vágar upp á uppflyting- arsessin, sum teir eisini hildu fast um alt kappingar- árið. Seinnu hálvu tað árið var hann tó fyri tað nógva skaddur, men avrikið fram til hetta var tó somikið gott, at tey í Vágum ikki ivaðust í at halda fast um leikligu dygdir hansara, tá farast skuldi undir kappingarárið 2003. Eisini her megnaði hann at gera nakað um seg, og við sjey málum var hann besti málskjúttin hjá FS Vágum, men hóast hetta, so endaði árið sum kunnugt við niðurflyting. ‘ Komandi árið verður tað so í B71, at Clayton skal skjóta málini, og einki er at ivast í, at sandoyingar eru fegnir um styrkin. Ikki minst tí júst málskjótingin mundi vera størsti trupul- leikin hjá liðnum í fjør. Fuglfirðingar tog- aðu seg týskvøldið ájavnt Mjølni í meistaradeildini hjá monnum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tveir dystir vórðu leiktir í flogbóltskappingini týs- dagin. Í Hoyvíkarhøllini tók Fram ímóti ÍF, og her gjørdist úrslitið ikki óvæntað, at fuglfirðingar vunnu tryggan 3-0 sigur. Við sigrinum er ÍF nú ájavnt Mjølni á stigatalv- uni, men klaksvíkingarnir hava tó leikt ein dyst færri. Á Giljanesi vitjaðu kvinnurnar hjá Fleyr, og her høvdu tær helst vónir um eina endurtøku av einasta sigrinum, sum tær hava vunnið á árinum, men hetta gjørdist tó av ongum. Fleyr mutaði ímóti eina løtu, men enda- liga úrslitið gjørdist tó ein 3-1 sigur til Drátt, sum við hesum bert er tvey stig aftan fyri tey trý oddaliðini í deildini. Tættari í oddinum Clayton á Sandi Jákup Thomsen gevur klavertónar út Jákup Thomsen er framúr klaverleikari og hevur í nøkur ár verið klaverleikari burturav í Oslo Vágseiðið er á fløguhúsanum á nýggju fløguni, ið Jákup Thomsen gevur út Elektron snýr sær uttanum Tað ræður um at snúgva sær. Elektron gevur nú viðskifta- fólkunum hjá bank- unum eitt fiff, so teir kortini kunnu melda seg til Gjaldskipanina hjá peningastovnun- um, ið mest sum er steðgað av Dátueftir- litinum PBS-MÁLIÐ Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Nýggjar sjálvvirkandi flyt- ingar kunnu ikki stovnast í Gjaldskipanini gjøgnum føroysku peningastovnar- nar. Tað er avleiðingin av avgerðini hjá Dátueftirlit- inum tann 28. oktober. Men nú heldur Elektron seg hava funnið ein útveg, so nýggir gjaldarar kortini kunnu koma upp í skipan- ina. uttan um peninga- stovnarnar. – Galdandi kunngerð, sum einans er miðað ímóti føroyskum peningastovn- um, er ikki til hindurs fyri, at ognarar gera avtalu við PBS um at greiða uppkrøv gjøgnum danska makan hjá Gjaldskipanini, Betal- ingsService, sigur Elektron í einum tíðindaskrivi. Hetta líkist einari roynd at koma uttan um kunn- gerðina, ið skal forða fyri, at upplýsingar í sambandi við peningaligar flytingar millum fólk og fyritøkur í Føroyum, liggja uttanlands. Elektron sigur, at tað ein- asta, sum er galdandi, er at avtalur um sjálvvirkandi flytingar ikki kunnu fara um diskin hjá einum før- oyskum peningastovni. Viðskiftafólk kunnu frítt melda seg í Gjaldskipanini, um ognari teirra hevur av- talu við PBS, eins og við- skiftafólk um homebank- ing skipanina frítt kunnu greiða gjaldingar gjøgnum Gjaldskipanina. Sostatt er einki til hind- urs fyri, at skuldarar – gamlir sum nýggir – gera nýtslu av teimum gjalds- møguleikum, sum eru í Gjaldskipanini, sigur Elek- tron í tíðindaskrivinum. Eftir fatan Elektrons er avgerð Dátueftirlitsins ikki sambærilig við løgtingslóg um viðgerð av persónsupp- lýsingum, og Elektron hev- ur sostatt tann 30. oktober 2003 lagt avgerð Dátueftir- litsins fyri Føroya Rætt at taka støðu til. Elektron hevur annars heitt á Dátu- eftirlitið um at lata sakar- málið hava útsetandi ávirk- an á avgerðina frá 28. okto- ber 2003. Dátueftirlitið hevur ikki gingið hesi umbøn á møti, og føroysku peningastovn- arnir kenna seg tí noyddar til fyribils at steðga øllum nýggjum tilmeldingum til sjálvvirkandi gjaldingar í GjaldSkipanini. 15 Nr. 221 • hósdagur • 20. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Sum seinasta krúllan á útlendingamálinum hevur VÍF fingið svar upp á sín fyrispurn- ing til fútan, og í hes- um verður eisini stað- fest, at einki er um skuldsetingarnar móti einum starvs- fólki hjá fútanum ÚTLENDINGAMÁLIÐ Jákup Mørk Ringurin viðvíkjandi út- lendingamálinum í hond- bóltskappingini tykist nú vera endaður. Týsdagin fekk VÍF skriv frá fútanum, har fútin svar- aði teimum spurningum, sum vestmenningar settu fyri góðum mánaði síðani. - Jú, vit hava fingið svar upp á okkara fyrispurning. Tað kom við postinum týs- dagin, og har staðfestir fút- in, at tey hava kannað tey trý feløgini, sum vit nevndu í skrivinum, sigur Jógvan Sigurd Poulsen, formaður í VÍF. Í skrivinum bað VÍF ann- ars um at fáa at vita, hvørt tey í Vestmanna høvdu gjørt nakað skeivt, og tí áttu tað helst at verið fýra feløg, sum skuldu kannast, men nú er so staðfest, at meira verður ikki gjørt við málini, fyrr enn politisk útmelding er komin um viðurskftini. Og Jógvan Sigurd sigur eisini, at tey í VÍF ikki hava ætlanir um at gera meira við málið her og nú. Eingin slatraði Meðan málið hevur rumbl- að í føroysku miðlunum hesa seinastu vikuna, hevur navnið á Lindu Hessel- bjerg, fulltrúi, ofta verið havt á munni. Bæði tí hon hevur verið tann, sum hev- ur havt málið um hendi, og ikki minst tí tað ljóðaði – eftir útsøgn frá VÍF – at hon á eini flogferð hevði gjørt tey í VB varug við málið. Hetta seinasta avnoktar fútin staðiliga í brævinum til VÍF. Har verður nevnliga staðfest, at Linda Hessel- bjerg ongan kunnleika hevði um málið, fyrr enn hon 26. oktober kom aftur til Føroya, og at hon sostatt ómøguliga kundi havt kunnað VB um málið fyri hetta. Sostatt tykist útlendinga- málið í fyrstu atløgu at ver- ið liðugt, og í øllum førum munnu ítróttarfeløgini kring landið vera fegin um, at útlit eru fyri einari var- andi loysn á hesum økin- um. Tað er ikki víst, at tað fer at verða so nógv lættari at fáa fólk til landið, men í øllum førum vilja vit hava eina greiða manna- gongd, sigur Høgni Hoydal, landsstýris- maður í lógarmálum ÚTLENDINGAMÁLIÐ Jákup Mørk Greitt er nú, at málið við- víkjandi útlendingum í før- oyskum ítrótti verður eitt mál, sum skal hava eina politiska viðgerð, áðrenn nakað meira hendir í hes- um. Torbjørn Jacobsen, fólka- tingslimur, hevur boðað frá, at hetta verður ein part- ur av tí, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Bertel Haarder, integratiónsmin- istari, skulu hava greiðu á, tá teir hittast um eina viku. Umframt ítróttarfólkini, so eru sjálvandi nógv onnur viðurskifti, sum viðvíkja málinum um útlendska arbeiðsmegi, men Høgni Hoydal sigur tó, at hann vónar at fáa eina greiðu á hesum partinum av málin- um. - Orsøkin til, at eg vendi mær til danska útlendinga- stýrið var, at hetta málið við útlendingunum í hond- bóltinum nú tók seg upp, og ikki minst, hvussu tað tók seg upp. - Her í Føroyum hava vit jú ikki havt serstakar reglur á økinum, og vit vóru heldur ikki kunnaðir um, hvussu júst hesin parturin av málinum varð umsitin í Danmark. Arbeitt hevur jú verið við eini yvirtøku av málinum, og fyri mín part kann eg bara siga, at hon heldur skuldi verið í gjár enn í dag, men tað tekur so sína tíð, sigur Høgni Hoy- dal. - Viðvíkjandi ítróttarfólk- unum, so er tað tó neyðugt, at vit nú finna eina loysn, sum eisini kann verða gald- andi fram til eina yvirtøku av málinum. Fyrst og fremst er neyðugt, at tað er myndugleiki, sum ábyrgd- ina á økinum. Sum er, so hevur tað verið alt ov fløkt hjá teimum, sum hava roynt at fingið fólk til landið, og ein avleiðing av hesum hevur verið, at málsvið- gerðin verður alt ov drúgv. Tað er ikki nakað, sum ítróttarfeløgini kunnu liva við. Tey hava ofta tørv á eini skjótari avgreiðslu av málunum. Júst avgreiðslutíðin er eisini nakað, sum lands- stýrismaðurin leggur stóran dent á hesum viðvíkjandi, og við einum myndugleika á økinum vónar hann, at hendan kann styttast mun- andi. - Hinvegin er tað ikki víst, at tað verður so nógv lættari at fáa fólk til landið, tí tað verða framvegis ymisk krøv galdandi. Men tá hava vit eina greiðari skipan, sum ger tað einfald- ari at arbeiða við málinum, har tað vónandi verður tal- an um munandi styttri avgreiðslutíð, sigur altso Høgni Hoydal at enda. Fútin liðugur Skulu hava greiðari reglur Longu í komandi viku fer Høgni Hoydal á fund við Bertel Haarder, har millum annað viðurskiftini hjá útlendskum ítróttarfólkum verða umrødd C M Y K 14