Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 20. november 2003 17 Nr. 221 • hósdagur • 20. november 2003 • 77. árg. Renault Mégane Scenic sum er frá 1996, verður nú skift- ur út við ein nýggjan Mégane Scénic II, sum er nakað størri og rúmligari enn for- gangarin. Talan er um ein 5 persóna bil, men fyrst í komandi ári kemur eisini ein útgáva til 7 persónar BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tá Renault Mégane Scénic fyrstu ferð kom á marknað- in í 1996, var hann fyrsti MPV í sinum klassa. Síðan eru nógvir komnir honum á baki. Nú hava so gott sum øll bilmerkir ein MPV í hesum klassanum. Nú er so ein nýggjur Mégane Scénic komin, sum er ein nakað størri og rúm- ligari fimm persóna MPV. Talan er um ein innbjóð- andi, væl útgjørdan og væl- koyrandi bil við nógvum hillum og smáum rúmum til at leggja lutir frá sær á. Bilførarin og tey ferðandi í bilinum sita høgt og hava gott útsýni allar vegir. Gir- stongin situr í instrument- borðinum og instrumentini eru í miðjuni og ikki framman fyri bilføraran, tó eru tey løtt at avlesa. Dúrkið er heilt slætt og ein gardanboks fæst til bilin, sum kann flytast frá instrumentborðinum og heilt aftur til baksetrið, so- leiðis at tey ferðandi framman og aftan kunnu deilast um hana. Baksetrið kann flytsat soleiðis at viðførisrúmið kann broytast frá 430 til 480 litrar Mégane Scénic II fæst við trimum bensinmotorum við ávikavist 1,4 litur við 95 hk, 1,6 litur við 115 hk, 2,0 litur við 136 hk, og tveimum dCi turbodiesel motorum við common-rail innspræning: 1,5 litur við 82 hk, 1,9 litur við 120 hk. Trygdin í Mégane Scénic II er heilt í topp, bilurin fekk fimm stjørnur í EuroNCAP krasj-testunum. Eisini fingu teir heiðurs- tekin, fyri at bilurin hevur nógvar innbygdar trygdar- skipanir, sum arbeiða væl saman, soleiðis at persón- arnir í kabinuni altíð er væl vardir. Fyrst í komandi ári kem- ur ein Mégane, sum verður 23 cm longri við trimum røðum av setrum og siti- plássum til sjey persónar. Byrjunarprísurin fyri ein Megane Scenic II er Kr. 215.000,- Renault Mégane Scénic II Størri, rúmligari og tryggari Renault Mégane Scénic II 1,6 Comfort Authentique Motorurin 1,6 litur 4 syl. bensin 115 hk 0-100 km/t 12,5 sek Bensinnýtsla 13,9 sek Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 426,0 cm Breidd 181,0 cm Hædd 162,0 cm Eginvekt 1.320 kg Viðførisrúm 430 - 480 litrar Prísur kr. 235.000,- Søluumboð VR Bilar Hoyvíksvegur 61 FO-100 Tórshavn Tel. 322110 Renault Mégane Scénic II 1,6 Comfort Autentique við 115 hk. Mynd: Jens Kristian Vang Renault Megane II innan. Eins og á fleiri nýggjum bilum eru instrumentini í miðjuni á instrumentborðinum Mynd: Jens Kristian Vang Baklúkan er stór og lessi hæddin lág. Viðførisrúmið kann broytast frá 430 til 480 litrar Mynd: Jens Kristian Vang Týsdagin 18. november fekk Reyni Service í Hoyvík góðkenning eftir nýggja TSM- standardinum hjá Toyota. Fyri fimm árum síðan fekk fyri- tøkan eisini góð- kenning frá Dansk Automobil For- handlerforening, DAF BILASØLA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Á middegi týsdagin vóru øll starvsfólkini hjá Reyni Service savnaði í hugnaligu kantinuni í Hoyvík. Orsøk- in var at økisstjórin fyri Føroyar hjá Toyota Dan- mark A/S, Jørgen Steen Frederiksen, handaði teim- um eitt certificat, nú teir vórðu góðkendir eftir nýggja TSM-standardinum hjá Toyota. TSM stendur fyri Toyota Service Marketing. Hetta er eitt konsept, sum er við til at tryggja, at fyritøkan framvegis er millum tær fremstu og búgvin at taka ímóti teimum stóru avbjóð- ingunum, sum eru fyri framman. Hugsjónin aftan fyri konseptið er: Tænasta á høgum støði og kvalitetur til kappingarførar prísir saman við at kundanøgd- semi. Samstundis tekur konseptið støði í kjarnu- virðunum hjá Toyota, sum t.d.eru: Kvalitetur, nýhugs- an, individualitetur, innliv- ing og at duga lurta eftir kundanum. Toyota Service Marke- ting er ment við støði í heimskenda "Lean Produc- tion System" hjá Toyota, sum verður brúkt í sam- bandi bilaframleiðsluna. Skipanin hevur verið við til at tryggja Toyota sum ein av heimsins effektivastu bilaframleiðarum av veru- ligum kvalitetsproduktum. Fyri fimm árum síðan bleiv Reyni Service eisini góðkend av Dansk Auto- mobil Forhandlerforening, DAF. Reyni Service: Toyota Service Marketing góðkenning Økisstjórin hjá Toyota Danmark A/S, Jørgen Steen Frederiksen, handar her stjóranum á Reyni Service, Eivind av Reyni, TSM gókenningina Mynd: Magnus Gunnarsson Starvsfólk og leiðsla hjá Reyni Service hava samstarvað um at fáa fyritøkuna TSM góðkenda. Á fyritøkuni arbeiða umleið 50 fólk Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 17 16