Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mars 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tidindabladid + hl Nr. 60 — 28. MARS 1998 Karin Hansen, StlF-málverji: Einki avgjørt áðrenn seinasta briksi Hondbóltur: — Sjálv havi eg ongantíð tikið gullið fyri givið, sigur ein av teimum trimum málverjunum. StIF hevur Anna Maria Berthelsen og hinar í StÍF hava í dag møguleikan fyri at gerast føroyameistarar Hondbóltur: »Finalan« i kvinnudeildini millum StIF og Kyndil verdur i dag Nú er dagurin komin, sum fólk bæði á Strond- um, Skála, í Havn og aðrastaðni hava bíðað eftir í eina langa viku. Fortreytirnar eru greið- ar: Liðið, sum vinnur, er føroyameistari hjá kvinnum 1998. Tað er sjálvandi dysturin millum StÍF og Kyndil, tal- an er um. Eitt umfar er eftir av landskappingini, og tað hevur lagað seg soleiðis, at Sannleikans timi StÍF er á odda, bert eitt stig framman fyri Kyndil á ødr- um plássi. Hesi bæði liðini eru tey einastu, sum kunnu vinna føroyameistaraheitid, og tey spæla ímóti hvørjum ðrum á Skála í dag. Meira spennandi kann tað ikki vera! StiF hevur ligið á odda so at siga alt endaspælið, og tað einu tíðina bendi alt á, at spurningurin um FM- heitið fór at verða svar- aður áðrenn seinasta umfar. Men seinasta víkuskiftið fekk StÍF bert javnleik móti botn- liðnum Stjørnuni, með- | an Kyndil hinvegin vann sannførandi á Neistan- | um, so nú er framvegis alt at spæla um. elj Skal eg tosa út frá mær sjálvum, so havi eg ongan- tíð tikið tað sum eina sjálv- fylgju, at vit fóru at vinna gull Tað sigur Karin Hansen, sum er ein av teimum trim- um málverjunum hjá StIF - Tá tað vóru eini fimm dystir eftir, fóru fólk so smátt at tosa um, at Vit fóru at gerast føroyameistarar, men eingin dystur er av- gjørdur áðrenn hann er spældur, sigur hon StIF hevur havt eitt sindur av trupulleikum við skaðum seinastu tíðina. Alis Høg- hamar hevur havt trupul- leikar við liðbandinum, og bæði Eyðleyg Mikkelsen og Karin Hansen keiktu fótin herfyri, men tær vera allar tríggjar við í dag. — Vit hava ansað væl eftir hesa vikuna undir venjing, so at einki býtt hendir áðr- enn dystin í dag, sigur Karin Hansen. Annars hevur venjingin verið sum vanligt Vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna alla kapp- ingina, og tað hava vit eisini gjørt hesa vikuna. Vit eru eisini nógv saman annars og hava tað gott sosialt, sigur Karin Nekulunda sama steði Tey flestu eru á einum máli um, at dysturin á Skála í dag verður spennandi, ikki bert tí, at so nógv stendur upp á spæl, men eisini tí, at talan er um tvey jøvn lið. — Eg haldi, at liðini eru á nøkulunda sama stødi. Tær eru eitt sindur yngri enn vit — miðalaldurin hjá okkum man liggja onkustaðni sein- ast í júgunum — men eg veit ikki, um tað kann gerast ein fyrimunur fyri okkum, sigur Karin Hansen. Ein munur er, at fleiri av spælarunum hjá StÍF hava verið føroyameistarar fyrr. Í 1991 og 1993 vann Skála fóroyameistaraheitið hjá kvinnunum, og hóast liðið nú eitur StIF, eru fleiri spæl- arar, sum ganga aftur Hinvegin hevur Kyndil ikki verið føroyameistari síðani 1981. Tað eru 17 ár síðani, og sum vera man er eingin eftir av teimum, sum spældu tá Ikki altíð fyrimunur at hava heimavøll Karin Hansen roknar ikki við, at tað verður nakar ser- ligur fyrimunur hjá StIF at spæla á heimavølli. — Tað hevur ikki altíð ver- ið ein fyrimunur hjá okkum. Vit hava eisini fingið minst líka góð úrslit á útivelli sum á heimavelli, sigur hon. — Men tað verður í øllum fórum ein spennandi dystur, tað ivist eg ikki í, sigur Karin Hansen. — Einki er avgjørt fyrr enn seinasta bríksl. Verður tað gull, er tað jú frálíkt, men verður tað silvur, mugu vit siga sum so, at vit hava spælt okkum til silvur. Men vit fara so í øllum fórum at gera okkara besta, sigur Karin Hansen at enda. elj Sophus Dal Christiansen, Kyndla-venjari: Tað verður ein dystur til strikuna Hondbóltur: Venjarin hjá Kyndli roknar við einum sera spennandi dysti í dag nhu TD C rig nse u er an cins spentur i - r GysUm í dag sum øli onr | r SÍRU biða Kyndli, sum gjørt nakað serligt burtur úr venjingini hesa vikuna — Tað er eingin ivi um, at tað hevur alt at siga at vinna Tað er tað einasta, vit kunnu brúka til nakað, sigur hann Kyndil hevur ongar skað- ar at hugsa um — allir spæl- ararnir eru tøkir — Vit hava tosað rættiliga nógv um dystin í dag. Tapa vit, mugu vit bara siga sum so, at hetta var tað, og at tað er ein dagur aftur í morgin. Um vit tapa móti einum liði, sum hevur spælt betri enn vit, er tað greið tala, men um vit hinvegin søpla tað burtur sjålvi, er tað sera spell, sigur Sophus Dal Christiansen, sum roknar ikk: hevur it dysturin í dag verður ein dystur til strikuna — Dystirnir millum okk- kappingini hava R 4 m fvrr um FVTI verið javnir, og ofta hevur tað verið liðið, sum var bet- ur fyri tann dagin, sum hev- ur vunnið. Tað kann eisini lættliga enda við, at liðið, er betur fyri í dag, vinnur, sigur hann sun Tikið ein dyst í senn Fyri nøkrum vikum síðani var hampuliga stórur munur ðunum, men tann mun- urin er minkaður niður í eitt — Tað var eitt sindur av nun: á í stigum, men vit hava bert tikið ein dyst 1 senr kki hugsad longri fram enn ein dag. Undan- takið var dysturin móti VB í Havn, sum var eina viku áðrenn steypafinaluna, vg sum vit taptu. Tá haldi e7, * at vit ikk: høvdu tankarnir, har teir skuldu vera, sigur Sophus Dal Christiansen. Summi halda, at StIF hevur fleiri fyrimunir við tað, at tær spæla á heima- velli, hava eitt stig meira, og at summar á liðnum fyrr hava roynt at vinna føroya- meistaraheitið, men hetta heldur Sophus ikki hava so nógv at siga — Vit spældu jú steypafin- alu fyrr í ár, so spælararnir vita eisini, hvussu tað er at spæla so avgerandi dystir, sum tann í dag er, sigur hann StIF kann hava eitt sindur av sálarligari yvirvág við tað, at tær eru eitt stig frammanfyri, men tað stigið hevur sum so einki at siga, tí kravið til Kyndil er fram- vegis ein sigur Og áhugin fyri dystinum í Havn er eisini so stórur, at Kyndil hevur leigað tveir bussar til dystin, sum fara frá Gundadalshøllini klokk- an 12.30, so tað er væl hugs- andi, at tað vera so at siga eins nógv viðhaldsfólk hjá Kyndli at síggja og hoyra í høllini á Skála í dag. elj — Í dystinum móti VB fyrr í ár høvdu vit tankarnir eina viku longri frammi, tá steypafinalan var, men annars hava vit bert tikið ein dyst í senn, sigur Sophus Dal Christiansen, venjarin hjá Kyndli