mikudagur 1. apríl 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Nr. 62 — 1. APRÍL 1998
ÍTRÓ
Neistin sleppur
tíðindablaðið
UR
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo
17
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www. sosialurin.fo
undan nidurflyting
Hondbóltur: Hóast Neistin endaði
niðast í 1. deild, flytir liðið ikki niður.
Leygardagin tapti Neistin móti KÍF
Tað hevur gingið heilt av
skriðuni hjá mansliðnum
hjá Neistanum í ár, og í
endaspælinum taptu teir all-
ar tíggju dystirnir.
Tað gjørdist greitt longu
næstseinasta vikuskifti, at
Neistin endar niðast í |.
deild og sostatt átti at flutt
niður. Men av tí at NSÍ, sum
BP
er einasta lid i 2. deild, sum
kann flyta upp, ikki møtti
upp til tveir dystir fyrr í ár,
flyta teir ikki upp, og tískil
verður eingin upp- og niður-
flyting millum 1. og 2. deild
hjá monnum í ár.
Sum skilst játtaði | SUF at
flyta dystin, sum NSÍ skuldi
spæla móti teimum, men
ikki fekk mannað lið til,
men eftirsum dómaraseðil
kom inn til Hondbóltssam-
bandið frá upprunaliga
»dystinum«, sum StIF vann
uttan dyst, er dysturin at
meta sum spældur og kann
ikki spælast umaftur.
Sostatt verður NSÍ ver-
andi í 2. deild, meðan Neist-
in aftur verður at síggja í |.
deild komandi kappingarár.
Í dystinum í Havn leyg-
ardagin fingu kollfirðingar
betru byrjanina, men skjótt
kom Neistin eisini við, og
liðini skiftust um at vera á
odda.
Í hálvleikinum var stóðan
13-12 til KIF, men Neistin
kom fram um aftur beinan-
vegin i seinna hålvleiki, og
soleiðis skiftust liðini um at
hava longra endan í dystin-
um. Tá klokkan i høllini
vísti 28 minuttir spældir av
seinna hálvleiki, var stødan
23-22 til Neistan, men KIF
fekk síðani trý skjót mál og
vann henda týdningarleysa
dystin við 25 málum móti
23. elj
1. deild menn:
Neistin-KIF 23-25 (12-13)
Neistin: Kåri Mortensen 8,
Benny Vium 7, Páll Nólsoy
3, Finnur Petersen 3, Teitur
Samuelsen 2, Jåkup Sverri
Kass |.
KÍF: Eddi Joensen 10, Jóan
P. Olsen 9, Petur M. Johan-
sen 4, Vagnur Johannesen
1, Petur M. Poulsen |.
Utvisingar: Neistin 3, KÍF
>
2.
Neistakvinnur hildu høvdid høgt
Hondbóltur: Hóast kvinnuliðið hjá Neistanum mátti
noyðast við bronsu í ár, endaðu tær káppingina við einum
sigri og kundu sostatt halda hgvdið hørt
Tað var lítið annað at spæla
um enn heiðurin í dystinum
millum kvinnuliðini hjá
Neistanum og VB leygar-
dagin. Tað var longu greitt
undan dystinum, at Neistin
endaði sum nummar trý og
VB nummar fýra. GI kundi
taka fjórða plássið frá VB,
men bert um tær vunnu stórt
á Stjórnuni, samstundis sum
VB tapti sannførandi móti
Neistanum. Hvørki av hes-
um hendi.
Dysturin var íkki gamal,
tá tað gjørdist greitt, at
Neistin fór at vinna, men
stórsigur var ongantíð í luft-
ini, og at enda vann Neistin
29-22.
VB fylgdi væl við fyrstu
tiggju minuttirnar, men so
fór Neistin at draga frá, og í
hálvleikinum vóru fimm
mál á muni, og tað er sjáld-
an, at Neistaliðið letur eina
sovorðna leiðslu frá sær.
Tað gjørdu tær heldur ikki
hesaferð, og at enda vunnu
tær við sjey málum. Vágs-
kvinnur kunnu tó vera væl
nøgdar við kappingina í år.
Tær sluppu úr botninum
rímiliga tíðliga, og hóast
skaðar oydiløgdu eitt sindur
av rútmuni, vóru tær so at
siga ongantíð í Banda fyri
at flyta niður.
Neistin má byrja av
nýggjum komandi heyst, tá
tær skulu royna at endur-
vinna meistaraheitið, tær
hava havt einarætt til
seinastu árini. Hóast tað fyri
Neistan ikki kann sigast at
vera nóg gott at enda á 3.
plássið, vw bert tvey stig
upp til gullið, og Neistin
vann eisini steypakapping-
ina, so heilt sért hevur tað
ikki verið hjá teimum í ár.
Og tær vera so avgjørt eisini
eitt lið, roknast kann við
næsta ár. elj
1. deild kvinnur:
Neistin-VB 29-22 (15-10)
Neistin: Inga Danberg 10,
Kára á Dunga 7, Rúna
Wardum 5, Mildrið Jacob-
sen 3, Inga Dahl 2, Lovisa
Jørgensen 1, Súna Mørk |.
VB: Sólrun Krosslå 8, Eyð-
britt Krosslå 4, Kristina
Holm 3, Rannvå Augustin-
ussen 2, Eydis Kjærbo 2,
Arnleyð Krosslå 1, Mary
Krosslå 1, Carol Strøm |
Utvisingar: Neistin 0, VB
3
"Tebindaskiiv
frå Havnar
Svmijifelag. 8:
HS tvey
gull i SUM-
kappingini
Havnar Svimjifelag
hevur um vikuskiftid
tuttíkið við 50 svimj-
arum í SUM-kapp-
ingini í Klaksvík.
Og svimjararnir
hjá HS vunnu tvey
gullmerki:
Randi Jacobsen í
$0 metur re (bólkur
D.
4x100 metur fri
fyri gentur í bólki 3
(María í Brekkun-
um, Heidi Andrea-
sen, Bára S. Giinth-
er, Hildur Jacobsen).
Sama liðið fekk silv-
ur í 4x50 metur fri
og im.
Umframt tey bæði
gullmerkini fekk Eli
Christiansen tvey
bronsumerki í ávika-
vist 100 og 200 met-
ur br (bólkur 3), Ak-
sel Eliasen fekk
bronsu í 200 metur
re (bólkur 3), Hanna
Absalonsen silvur i
200 m (bólkur 3),
umframt tvær Silvur
til Hannus Eysturdal
f SO metur rygg og
50 metur frí (bólkur
1)
Harafturat gjørðist
HO hjá HS í bólki
] nummar tvey i
4x50 metur frí.
Næsta avbjóðing
hjá svimjarunum í
Havnar Svimjifelag
verður 22. april, tå
innanhysis felags-
kappingin hjå HS
verdur i Havn
Hóast neistakvinnur i
landskappingini måttu
noydast vid bronsu i år,
vunnu tær i februar
steypakappingina, so
heilt sørt hevur tad ikki
verið
Savnsmynd:
Alvur Haraldsen)