Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. apríl 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tidindabladid xx Nr. 62 — 1. APRIL 1998 Eftir at hava staðið fyri Landsskjalasavninum árini 1980-92 og aftur frá 1993. bleiv søgu- frødingurin Jóannes Dalsgaard stjóri fyri mentadeildini í nýskip- aða Undirvísingar- og Mentamálastýrinum Mikukvøldid klokkan 19.30 fer Jóannes á al- mennum fundi í Norð- urlandahusinum, sum Norrena Felagið skipar fyri, at hugleiða um ein føroyskan mentapolit- ikk. Jóannes, sum hevur verið virkin í norrønum samstarvi, fer eisini at gera samanberingar við norrønu grannalondini hvat mentanararbeiði og fyrisiting viðvíkur Sum tingmaður fyri Javnaðarflokkin, var Jó- annes Dalsgaard valdur í Norðurlandaráð- ið tingsetuna 1991-92 og frá ársbyrjan 1995 varð hann limur í stýr- limur inum fyri Norður- lendska Mentanar- grunnin (Nordisk Kul- turfond) Frá Norróna Felagnum: »Ein føroyskur mentapolitikkur« Mikukveldið klokkan 19.30 fer Jóannes Dalsgaard doktari og stjóri á menta- deildini í Undirvísingar- og Mentamála- stýrinum at hugleiða um ein føroyskan mentapolitikk í Norðurlandahúsinum. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri tiltakinum, sum er alment og ókeypis Jóannes Dalsgaard hevur eisini roynt seg sum yrkjara. Tað var tá ið hann í 1987 gav út yrkingasavnið >Fram- tíðin kemur ikki av sær sjålvari«. Stuttsøgur frá hansara hond hava ver- ið prentaðar í ymsum bløðum og tíðarritum. I fjør gav hann út søg- una um »Fylking« og við stødid í hesum verkið, bleiv Jóannes Dalsgaard í fjør dokt- art Næsti fundur í Norr- øna Felagnum verður hin 22. apríl, tá Jákup Thorsteinsson fer at halda fyrilestur undir heitinum »Heimastyri í fimti ár - yvirlit og met- ing< Fundirnir, sum Norr- øna Felagið í Føroyum skipar fyri, eru í Norð- urlandahúsinum og eru almennir Norrena Felagið í Føroyvum KrF verjir fiski- og útróðrarmannin, familjuna, børnini, pensjonistarnar og tey veiku KrF stendur sum hinir norðurlendsku kristiligu fólkaflokkarnir í miðj- uni, meðan Fólkaflokk- urin er tann flokkur í Føroyum, sum stendur longst til høgru. Ti er tad påra burtur- vid, tá ið Jákup Olsen, ngmadur, í samrødu 3 Utvarp Føroya sigur KrF vera tað sama sum F kaflokkin. Tað er og ður KrF ikki byggir á ta lívs- og menn kodanina og vil verja famil) rnini og heimið ak útróðrar- og fiskimanna, pensjonist- anna og teirra veiku, hava tað lætt í teimum korum, sum Fólka- flokkurin saman við ødrum flokkum hevur givið teimum at liva undir Hesi kor er tað, KrF vil broyta og beta mun- andi um. Og tað verður als ikki gjørt við at fara upp í Fólkaflokkin, hin mest høgravenda flokk- in í Føroyum Virdingarmest, Niels Pauli Danielsen og Lasse Klein | Lýsið í sosialinum - ET remme) Nú nista javnaðarumboð Javnaðarumboð í Vágum roynir í blaðgrein eftir blað- grein at niðurgerða okkum aðrar í vónini um, at fólk skal gloyma at Javnaðar- flokkurin er størsta mót- stødan móti einum føstum sambandi um Vestmanna- sund. . Men hesin åtti at vita, at vágafólk hava ikki gloymt stóra fundin á Giljanesi, tá 200 vágafólk hoyrdu Hen- rík Old, vegna Javnaðar- flokkin lova, at allur Javn- aðarflokkurin skuldi at- kveða fyri at seta pening í fast samband um Vei mannasund. Heldur ikki hava vága- fólk gloymt, at hesin í somu ødi fór til Havnar og sum einasti flokkur á løgtingid atkvøddi Javnaðarflokkur- in, allur sum hann var, ímóti føstum sambandi um Vest- mannasund. Landssjúkrahúsið fyrst Eftir atkvøduna boðaði Jóa- nes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, frá, at grundin til at flokkurin var ímóti, var, at sambandið um Vestmannasund var nóg gott og at fyrst mátti Lands- sjúkrahúsið útbyggjast, nýggj ferja til Suðuroyar- siglingina og aðrar eftir hansara metan meiri týð- andi íløgur gerast, áðrenn talan var um at brúka pen- ing í Vestmannasundi. Øll tey politisku valfeløg- ini i Vågum avtaladu at åvirka sinar flokkar i løg- tinginum, og tað sást týði- liga, hver gjørdi sítt arbeiði til fulnar og hver flokkur virkar fyri einum føstum sambandi. Fólkaflokkurin fyri Fólkaflokkurin var sum ein- asti flokkur við seks atkvød- um fyri og ongari ímóti, flokkurin, sum bjargaði milliónunum til fasta sam- bandið. Samtykt varð at seta 20 mió. kr. í grunn, umframt 60 mió. kr. á iløguætlanina næstu 3 árini, og harvið er grundin løgd og komandi samgonga fær sett arbeiðið í gongd. Javnaðarumboð í Vágum royna nú at billa vágafólki inn, at flokkurin er fyri føst- um sambandi um Vest- mannasund, men tá tú ikki kanst líta á javnaðarfloksins orð miðskeiðis í einum val- skeiði, hvussu kanst tú so líta á tey upp undir eitt val? Hóast javnadarumbod væl skiljandi nísta, so kann eg ugga tey við, at sleppur Javnaðarflokkurin uppí eina Fólkaflokssamgongu, sleppur javnaðarflokkurin ikki undan at gjøgnumføra fast samband um Vest- mannasund. Jergen Niclasen, løgtingsmadur I jóðveldisflokkurin til reiðar at taka við landsins leiðslu Fundarsamtykt frá flokstingi Tjóðveld- isfloksins í Vági 20. og 21. mars 1998 Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at taka við landsins leiðslu! Gongdin í okkara samfelag seinastu 4 ár- ini hevur prógvað, at heimastýrislógin hevur ikki gjørt okkum føroy- ingar meira sjálvbjargn- ar, men heldur prógvað, hvussu lítið vit føroy- ingar hava at siga í okk- ara egna landi. Tjóð- veldisflokkurin vísir tí á uppskot sítt um framtíð- arstødu Føroya, sum m.a. ber í sær, at evsta vald føroyinga er i Før- oyum og ikki á Christi- ansborg. Tjóðveldisflokkurin heldur, at stundin er komin, at vit fremja fult tjóðarf.ælsi fyri tjóð okkara, ið eisini ber í sær, at vit átaka okkum fulla ábyrgd av landi okkara. Tjóðveldisflokkurin heldur tað verða umráð- andi at fáa eitt betri sam- felag fyri øll. Til tess at skapa størri framburð verða lunnar lagdir und- ir at menna vinnulívið á sjógvi og landi Møgulig oljuvinna er uttan iva okkara besti møguleik: fyri at skapa ettt alternativ til fisk vinnuna, um hett Ta C CIK amt at møgu tjóðagera framleiðslu og tænastu- vinnu. Tjóðveldisflokk- urin leggur tó stóran dent á, at lagt verður so- leiðis til rættis, at pláss verður fyri bæði fiski- og oljuvinnu á føroyska landgrunninum. Tað er av stórum týdningi, at alt samfel- agið fær lut í framburð- inum - eisini tey ungu og eldru, og eisini tey, sum í løtuni eru arbeiðs- tók. Eisini útjaðaragkini eru ein náttúrligur partur í einari frælsari samfel- agsskipan. Flokstingið hevur við- gjørt spurningin um løg- mansevni. Flokstingið heldur, at royndirnar tey seinastu 4 árini hava tíðuliga prógvað, hvussu landsskaðiligt tað er, tá ein løgmaður ikki hevur stuðul í ting- bólkinum hjá sínum egna flokki. Tjóðveldis- flokkurin hevur tí tíkið ta stóðu at tilnevna løg- mansevni, tá tað er greitt, hverji umboð vera eftir løgmansvalid 30. apríl 1998 Starvsnevnd Tjóð- veldisfloksins varð øll afturvald, í henni síta Oli Holm formaður, Annita á Fridriksmørk skrivart og Atli Eiriks son kassameistari Tjóðveldisflokkurin Frá Føroya Skúlabókagrunni og drekka Skúlabóka- Føroya grunnur hevur givið út bóklingin >Hvat kostar matur og drekka - Um livikor føroyinga«. I 1995 gav Skúla- bókagrunnurin út bókl- ingin »Um livikor før- oyinga«. I innganginum varð sagt, at ein meting er gjørd yvir føstu hus- arhaldsútreiðslurnar. men eftir stóð, hvat eitt húski skal hava eftir til mat og klæðir. Fyri at fáa svara spurninginum, hvussu nógvar pening einum húski nýtist at hava til mat, heitti Gransking- arbólkur yrkisfelaganna á Elisabeth Akursmørk og Sigrid Dalsgaard at gera eina haldgóða met- ing av, hvat tað kostar einum húski at borð reiða við heilsugóðum mátt Metingin er gjørd við Um livikor føroyinga: Hvat kostar matur stødi f nordurlendskum kosttilrådingum og skuldi givið eina reiðil- iga góða ábending um, hvat eitt einsamalt fólk og t.d. eitt húski kunnu klára seg við til matna. Hjá fakfeløgunum og samfelagnum sum heild, er neydugt at fåa kannað, hvat heilsugóð- ur kostur er. Tað er vís- indaliga prógvað, at maturin hevur sera stóra ávirkan á heilsustøduna hjá fólki. Ein dagskost- ur, sum nektar tørvin til orku og til tey fødslu- evni, sum mannakropp- urin hevur fyri neyðini, er sera týdningarmikil liður í heilsu- og trivn- adarumstødum hjá bæði børnum og vaksnum, og tí umfatar hendan kann- ingin eisini dómi um heilsugóðan dagskost. Henda kanning kann - eins og fyrra kanningin - nýtast í undirvísingini í samfelagsfrødiligum evnum, køki o.ø. í fram- haldsdeild fólkaskúlans og í miðnámsskúlunum. Hestprest hevur gjørt satsin og permuna. Olivur vid Neyst hevur teknad, og Estra hevur prentað Bóklingurin er 26 síð- ur til støddar og fæst fyri 30 krónur