hósdagur 2. apríl 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 63 — 2. APRÍL 1998
tíðindablaðið
Leila á Lo ti, fy siotera etur og er, 3onomiráð revi:
8 g
Músin kann vera
eitt skadadjor
Músaskaðarnir, ið koma av støðugum telduarbeiði gerast
alt fleiri í tali og í ringasta føri kunnu teir føra til varandi
mein. Men skaðarnir kunnu fyribyrgjast við at innrætta
arbeidsumhvørvid eftir tørvinum hjá hverjum einstøkum,
sigur Leila á Lofti, fysioterapeutur, sum gevur frálæru á
arbeiðsplássum um, hvussu arbeidsumhvørvid verður inn-
rættað sum frægast
TURIÐ KJØLBRO
JENs KR. VANG
Teldan er ivaleyst eitt hitt
mest nýtta arbeiðstólið í
dag. Hon er á øllum ar-
beiðsplássum, í nógvum
heimum og er av álvara á
veg inn í allar skúlarnar í
Føroyum. Men hóast teldan
er hent, kann hon elva til
álvarsamar — trupulleikar
Vanligt telduarbeiði, sum
eitt nú skrivstovuarbeiði,
har tú situr framman fyri
telduni dagin langan og ger
sama arbeiðið við lítlari og
ongari variasjon, kann geva
tær støðuga pínu í øksl, arm,
alboga, handlið, fremsta-
fingur og tummil. Skaðin,
sum í í høvudsheitum
stendst av arbeiði, man ger
við smáum, léttum rørslum
— verður á fakmáli róptur
RSI, ið stendur fyri Repe-
tetive Strain Injurie ella á
fólkamunni músaskaði.
— Tað eru eini 5-6 ár
síðani, at eg sá fyrstu fólkini
i mini klinikk við arbeiðs-
skadum av hesum slag. I
dag meti eg, at vit try i kli-
nikkini hava eini 10 fólk í
miðal um vikuna í viðgerð
móti músaskaða, sigur Leila
á Lofti, sum hevur fysio-
terapiviðgerð á Argjum.
— Fólkini, ið koma við
sjúkraeyðkennum av hesum
slag, venda sær til okkara
við eitt nú ilt í nakka ella
høvudpinu. Tá ið vit so
kanna, hvaðani pínan kem-
ur, vísir tað seg, at hon stav-
ar frá arbeidsumhvørvinum.
— Alt telduarbeiði må
metast vera strævið, tað er
minst líka strævið fyri
kroppin sum eitt og hvert
grovt arbeiði. Tí fólk eru
gjørd til grovt arbeiði.
Telduarbeiði gevur tær eitt
læst arbeidsumhvørvi, har
tú situr í eini læstari stóðu
framman fyri skíggjan.
Varandi mein
— Vit síggja lættari og verri
tilfeldi, men í høvudsheitum
gera fólk ikki vart við seg
fyrr enn tað er komið hartil,
at tey ikki eru pínuleys í
frítíðini. Og tá kunnu vit
tosa um ein arbeiðsskaða. Í
dagliga arbeiði teirra merkir
tað, at pínan byrjar at gera
vart við seg einar 2-3 tímar
eftir at tey eru komin til ar-
beiðis. Í fyrstu atløgu sum
ein afturvendandi mødi,
men eftir nakrar mánaðir
sum pína.
— Stóri syndarin er hesin
spenningurin, sum verður
hildin yvir langa tíð. Fólk
kunnu fáa varandi skaða, tí
fáa spengurnar ikki neyð-
uga blóðflutningin oyði-
leggjast tær. Og tað ber ikki
til at gera aftur. Liggja nerv-
arnar í klemmu, kann føl-
ilsið út í hendurnar og fingr-
arnar órógvast. Fleiri hava
fingið skurðviðgerð, men
tað er ikki nøkur varandi
loysn um ein kemur í sama
arbeidsumhvørvi aftur, sig-
ur Leila á Lofti.
Ein varandi loysn er hin-
vegin, at ein og hvør inn-
rættar sær arbeidshølid eftir
tørvi. Har eru nógvar loysn-
ir. Tól, borð, stólar, ljós og
telda verða sett soleiðis, at
tað ber til at variera arbeiðs-
støðuna so væl sum til ber.
Ofta er tað ógvuliga lítið
sum ger tann stóra munin,
t.d. flyta eitt borðbein ella
ein leidning, sum ger at tú
ikki kanst brúka tínar limir
opumalt
- Tað er ikki av minni
týdningi, at tú dugir at
steðga á, tað eg kalli mikro-
steðgir. Ístaðin fyri at halda
músini meðan teldan ar-
beiðir, so hvíl armin. Tað
krevur gott borðpláss. Tak
so ein steðg á 2-5 minuttir
av og á, har tú fert yvir til
eitt hvert annað arbeiði.
— Ein møguleiki er eisini
at kanna, hvørjar møguleik-
ar tú hevur til at variera ar-
beiðið hjá tær, so tað ikki
alla tíðina verður tað sama.
Og hjá teimum flestu ber til.
Ein longri steðgur er eisini
av týdningi, har tú fert út úr
telduumhvørvinum, suðin-
um, og dustinum. Men tað
tydningarmesta av øllum er,
at tå avmarkar nytsluna av
músini sum minst, tí ongar
arbeidsstødur eru so góðar,
at tú kanst sita fleiri saman-
hangandi tímar uttan at fáa
trupuleikar.
Samanrenning
Músaskaðar kunnu standast
av eini samanrenning
nógvum ymiskum viður-
skiftum, hvussu eru tólini,
hvussu verður arbeiðið lagt
til rættis, hvussu er arbeiðs-
stødan og annað.
Ein fyribyrging ella ein
lætti er, um ein, ið hevur
Leila á Lofti, fysioterapeutur og ergonomiráðgevi, heldur, at arbeiðsplássini sum heild
eru positiv yvir loysnum, sum fyribyrgja arbeiðsskaðum av telduarbeiði. Eftir áheitan
gevur hon frálæru í, hvussu eitt telduumhvørvi verður innrættað
støðugt telduarbeidi, er
virkin í frítíðini og ger
annað arbeiði øvugt av tí
vanabundna, eitt nú íðkar
ítrótt.
— Tað er fyrst og fremst
ábyrgdin hjá hverjum ein-
støkum at hava eitt gott ar-
beidsumhvørvi. Mín var-
hugi er, at arbeiðsgevarar
eru ógvuliga positivir yvir
fyri loysnum á trupulleikum
í telduumhvgrvinum. I
nógvum fórum hava teir als
ikki vitað av trupulleikun-
um fyrr enn ein arbeiðsfel-
agi ger vart við seg. Tað er
hugburðurin hjá arbeiðs-
plássinum, sum er avger-
andi fyri, hvussu arbeiðs-
umhvørvid er. Tá er tað av
stórum týdningi, at arbeiðs-
fólkið stuðlar hvønn annan,
og at tað verður virt, at onk-
ur fer frá at fáa hvíld. Eg
kann nevna eitt dómi um
eina ógvuliga positiva
broyting í arbeidsumhvørv-
inum, har tað er loyvt ar-
beiðsfólkinum at fara frá
telduarbeiðinum og leggja
seg niður á gólvið eina løtu
til hvíld
Músaskaðar eru ikki við-
urkendir skaðar enn. Sostatt
ber ikki til at fáa endurgjald
frá arbeiðsplássinum, um
ein hevur fingið varandi
skaða. Men viðurkenningin
er kanska ávegis, tí í Dan
mark verður hesin arbeiðs
skaði fyri fyrstu ferð lagdur
fyri Erhvervssygdomsud
valget. Tað er av alstórum
týdningi, at fólk verða gjørd
varug við trupulleikarnar, so
skaðarnir verða fráboðaðir
Skaðarnir eru har, tað ræður
bara um at gera vart við teir,
so kanningartilfarið er nøkt
andi
Bernini vandabólkur
Ein donsk kanning, sum
varð kunngjørd seinasta
heyst, vísir, at sokallaða
„zappara-ættarliðið“, tey
ungu millum 12-16 ár, eru
stórbrúkarar av teldu. Hag-
tølini vístu, at tey brúka 6-
7 tímar um dagin til elek-
tronisku fjølmidlarnar, eina
mest til telduna — um dagin.
— Tað óhugnaliga er, at
børnini reint motoriskt ikki
verda ment, ti samspælid
millum vøddar, nervar og
heila verður ikki stimbrad.
Likamliga búningin hongur
saman vid ti sålarligu. Tå
10 hesi, sum byrja små at
sita nógvar tímar frammar
fyri telduni kanska við
telduspølum, eina ferð
seinni gera vart við árinini,
verður tað ikki talan um
músaskaðar, men nógv
stórri skaðar. Tí eiga øll for-
eldur og avvarðandi at av-
marka tíðina, børnini sita
framman fyri telduna. Eisini
skúlarnir hava eina ábyrgd,
nú teldurnar av álvara eru á
veg inn í allar skúlar. Allir
skúlarnir og allar skúla-
nevndirnar í Føroyum fáa
tilfar, sum felagið hjá
donskum fysioterapeutum
hevur gjørt um hvussu
skaðar kunnu fyribyrgjast,
sigur Leila á Lofti, fysio-
terapeutur og ergonomiráð-
gevi at enda í viðtali.
fA Gott inniklima
Turran bil
Døgsfriar rutar
— tí hevur FORD MONDEO aircondition
sum standard
=
VA Oll snakka um veðrið, men FORD MONDEO
ger nakað við tað
€z P/F WENZEL
Akranesgøta 5 - Box 3043 - Havn - Tlf. 13873