fríggjadagur 3. apríl 1998síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a Á
så
Nr. 64 — 3. APRIL 1998
iTR
tíðindablaðið 06
ÓTTUR
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil &sosialurin.fo
25
Lesið eisini
Hrottin á
internetinum
www.sosialurin.fo
NS
FM-bolkurin í talvi i ár
er tann sterkasti i søguni
Talv: Tað verður sterkasti FM-bólkur higartil í føroysku
talvsøguni, sum f morgin setir seg vid talvbordini i
Eysturskúlanum at dystast um fóroyameistaraheitið í talvi
fyri einstaklingar
Í annadkvøld, leygardagin,
klokkan 18.00 byrjar talv-
kappingin fyri einstakling-
ar, og í ár er lagt upp til eina
sera spennandi kapping í
landsliðsbólkinum, ið væl
man vera tann bólkurin, ið
hevur størstan áhuga mill-
um fólk.
Landsliðsbólkurin er í ár
sterkari enn hann nakrantíð
hevur verið fyrr. Meðal-
styrkitalið til landsliðsbólk-
in í ár er 2133. Í 1993, sum
var sterkasti bólkur inntil í
ár, var meðalstyrkitalið
2112
Høga meðaltalið kemst
einamest av, at tað hevur
eydnast Havnar Telvingar-
felag, sum skipar fyri kapp-
ingini, at fingið Heina Ol-
sen, John Rødgård og John
Arna Nilssen upp ur Dan-
mark til kappingina. Nevnd-
in í HT hevur miðvíst roynt
at virka fyri, at hesir tríggir,
sum mugu sigast at vera
millum okkara allarfremstu
telvarar, komu við til hesa
kappingina. Ein góð føding-
ardagsgáva til Havnar Telv-
ingarfelag, sum fyllir 75 ár
í ár.
Spenningurin varðveit-
ast til seinasta umfar?
I fjør var kappingin merkt
av. at fleigi av teimum heilt
góðu telvarunum ikki vóru
við, og tf hevur tað eisini
havt tydning at fáa kapp-
ingina so sterka sum gjørligt
í ár, so trúvirðið í henni ikki
fer heilt fyri skeytið.
Men hóast kappingin er
sterk í ár, eru nakrir av teim-
um bestu einstaklingunum,
sum resta i. Størst saknur
er sjålvandi i føroyameist-
aranum frå i fjør, Rana
Nolsøe, men eisini høvdu
menn sum Jens Christian
Hansen av Toftum, Torkil
Nielsen úr Sandavågi, Tor-
bjørn Thomsen år Kolla-
firdi og Régvi W. Rasmus-
sen úr Havn kunnað gjørt
seg galdandi.
Sum áður nevnt, og sum
eisini kann lesast á næstu
síðu, eru tað hesir triggir,
sum eru komnir upp úr Dan-
mark, sum eru favorittar,
men tað er ikki vist, at eing-
in av hinum kann geva
teimum góða mótstøðu og
koma við onkrum óvæntað-
um úrslit.
Men hesir tríggir mugu í
løtuni metast sum okkara
sterkastu telvarar, og tað
sæst eisini á kappingar-
skránni, at tað eru hesir
tríggir, sum eru hægst í met-
um hjá fyrireikarunum.
Tíggju telvarar eru við í
landsliðsbólkinum, og teir
telva allir móti hvørjumødr-
um. Dysturin millum John
Rødgård og Heina Olsen er
lagdur í seinasta umfari,
sum verður páskaaftan.
Dagin fyri tað telva í næst-
seinasta umfari John Rød-
gárd og John Arni Nilssen,
og í triðseinasta umfari eru
tað John Arni Nilssen og
Heini Olsen, sum skulu
dystast.
Stórur
almennur bólkur
I 1. bólki er eisini lagt upp
til eina spennandi kapping.
Vanliga riggar blandið mill-
um gamlar og nýggjar telv-
arar væl. Bjarki Ziska er
komin við aftur og er komin
í bólkin við sínum gamla
styrkitali. Hann hevur
hægsta styrkitalið í bólkin-
um, men ivasamt er, um
dystarvenjingin er tann
besta. Eisini Hanus Brekkå
år Streymi, sum plagdi at
vera fastur fúsur, er komin
við aftur. Hann hevur sein-
astu árini búð í Danmark,
men ger nú eitt legg heim
at telva.
Heili 26 telvarar eru við í
almenna bólkinum, og í
unglingabólkinum hava 22
boðað frá luttøku, so eisini
her verður spennandi at
síggja, hvussu leikur fer.
Kappingin á
internetinum
Telvað verður hvønn dag frá
í morgin og fram til páska-
aftan, tá kappingin endar.
Kappingin verður í Eystur-
skúlanum í Havn. Fyrstu
tríggjar dagarnar verður
telvad í trimum ymsum
skúlastovum orsakað av, at
kveldskúlin hevur framsýn-
ing í auluni. Mánadagin
flytir kappingin so inn í aul-
una
Sjálvan páskadag verður
einki telvað, men 2. páska-
dag verður opin snarkapp-
ing, har øll sum hava hug
kunnu luttaka.
Ætlanin er eisini at gera
eitt sindur burtur år kapp-
ingini å internetinum. I Int-
ernetsosialinum fer tad at
vera gjørligt at fylgja vid
kappingini å tann hått, at
talv verða løgd út á netið,
umframt at tíðindi frá kapp-
ingini verða at lesa. Tað er
ikki neyðugt at vera haldari
av Internetsosialinum fyri at
fáa atgongd til talvkapping-
ina.
elj
Venjarar og dómarar
tosa saman í morgin
Fótbóltur: Norðmenn hava góðar
royndir við tiltakinum, sum í morgin
verður roynt á Svangaskarði
Seinnapartin í morgin hava
fótbóltsvenjarar og fótbólts-
dómarar sett hvgrjum gðr-
um stevnu á Svangaskarði.
Allir dómarar og venjarar
eru vælkomnir til samkom-
una, sum verður klokkan
14. Teir rokna við, at tiltakið
í hvussu so er verður liðugt
klokkan 17.
Skráin
Petur Simonsen, sum er for-
maður í Fótbóltsvenjarafel-
agnum, sígur, at teir hava
tikid stig til hetta tiltakið
saman við Fótbóltsdómara-
felagnum:
— Vit hava sent øllum lim-
unum hjå okkum skriv, og
vit vóna at síggja so nógvar
av teimum, sum tað á nakr-
an hátt ber til. Eg veit ikki,
um Dómarafelagið hevur
sent sínum limum skriv,
men dómararnir skulu vita,
at vit vóna at síggja teir.
Tankin aftanfyri hetta er
júst, at venjarar og dómarar
hittast og tosa saman um
spurningar, sum eru av fel-
ags áhuga. Vit síggja undir
dystum, at tað eru nógvir
spurningar, sum eru av fel-
ags áhuga millum dómara
og venjarar, og partarnir eru
ikki altíð samdir. Tað skulu
teir kanska heldur ikki vera,
men vit halda, at tað hevði
hjálpt pørtunum at skilja
hvønn annan, um teir tosaðu
saman. Tí er tað, at vit hava
tikið stig til hetta.
Á skránni verður m.a.
»Stevnan 1998«, sum Fót-
bóltssambandið hevur sam-
tykt og sum stendur í Fót-
bóltssskipanini, sum er farin
til prentingar. Harafturat
fara Johan Nielsen og Hans
Mourits Foldbo, venjarar, at
greiða frá einum skeiði í
Barcelona, sum Útbúgving-
arnevndin hjá FSF sendi teir
á í februar. Har høvdu teir
báðir eisini høvi til at fylgja
venjingini hjá kenda stórfel-
agnum.
Iblåsturin
Tiltakið í morgin er óform-
ligt, men vísir tað seg, at
undirtøkan verður góð, og
tað annars eydnast væl, so
er ikki óhugsandi, at hetta
fer at gerast ein afturvend-
andi partur av fyrireiking-
unum til nýggja fótbólts-
árið:
é á
— Hugskotið fingu vit frá
norðmonnum, tá teir vóru
her og høvdu skeið við okk-
um eina ferð í vetur. Teir
hava skipað fyri tílíkum til-
tókum í fleiri ár, og teir siga,
at tað er heilt týðuligt, at
venjarar og dómarar hava
gott av at tosa saman undir
ødrvisi umstødum, enn teir
annars hittast undir, tá teir
so at siga eru í arbeiði, sigur
Petur Simonsen. jh
Fótbóltsvenjarar og
dómarar hittast á
Svangaskarði
seinnapartin í morgin