Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið =. ú af Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy: Nýtt skip avgerandi fyri trivnaðin Tíðin er nú farin frá Måsanum, sum hevur røkt farleiðina til Svínoyar og Fugl- oyar stórt sæð síðani 1959. Og nú pengar eru settir av til at kanna møgu- leikarnar á leiðini, vóna fólkini á staðnum, at ein varandi loysn verður funnin Turm KJøLBRO Farleidin til eystastu bygd- irnar i Føroyum, Svinoy og Fugloy, stendur aftur å skránni. Ætlanin er at brúka 300.000 krónur at kanna møguleikarnar á farleiðini Másin, ið varð bygdur í 1959 og sum hevur røkt far- leiðina mest sum alla tíðina, hevur nú tænt fyri seg. Ætl- anin at longja hann nakrar metrar er slept og tí verður hugsað um aðrar loysnir — Besta loysnin fyri okk- um hevði verið at fingið eitt nýtt skip. Tað er vónleyst at finna eitt, ið hóskar til far- leiðina. Í løtuni siglir Súlan, sum annars rgkir rutuna til Mykinesar, bygdirnar Svín- oy, Hattarvík og Kirkju Men hon er als ikki egnað Tað skal so øgiliga lítið til, at hon ikki fær lagt at. Hon er ov lítil, nógv minni enn Másin og hon er ikki sjógott skip. Fólk dámar hana illa og setast aftur at fara nakran veg. Nú tað stundar til påsk- ir plaga nógv fólk at koma út til okkara at ferðast, men mín varhug! er, at tey setast aftur orsakað av Súluni. Og tað er harmiligt, tí tað er so lætt at venja fólk av við at ferðast. Heldur ikki mann- ingin umborð heldur hana at vera egnaða, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygda- ráðsformaður í Svínoy Svínoyingar og fugloy- ingar eru ónggdir við, at so fáir túrar verða sigldir. Sum er ber ikki til at fara av oynni og koma aftur sama dag um veturin og siglt verður ikki hvønn dag í viku. Um summarið verða tveir túrar gjørdir tveir dagar um vik- una — í tveir mánaðir. Heldur ikki farmaflutningurin, sum er øktur nógv, er nøktandi. Eingin trygd er fyri, at tað fólkini í Svínoy og Fugloy senda og fáa sendandi við skipinum er heilt og óskal- að, tá ið tað kemur fram: Akfør sleppa ikki við uttan at eykaferð verður gjørd og tað kostar nógv — Tað hevur avgerandi týdning fyri trivnaðin í bygdunum, at umstødurnar eru góðar at sleppa til og frå. Sum er er tað ógvuliga bundið, tá ið fólk ikki kunnu fara og koma, tá ið tey vilja. Tað kennist innilæst og ólagaligt, og skalt tå ørindi aðra staðni verður tå ofta noyddur at gista nátt. — Sagt verður, at rutan gevur stórt undirskot, men tað er heilt vist, at undirskot- ið hevði verið minni, um fleiri túrar vórðu sigldir, tí útreiðslurnar til skip og manning høvdu verið tær somu. Fólk høvdu ferðast oftari, vóru túrarnir fleiri, og tað hevði dryppað heilt suð- ur til Havnar, tí fólk fara vanliga tann vegin, sigur Jógvan Edmuid. Taka stig 5 milliónir krónur vórðu upprunaliga settar av til at longja Másan. Nú tann ætl- anin er slept, verður megin- parturin av upphæddini brúkt til at hava Norrønu siglandi til Suðuroyar með- an Smyril er til umvælingar og til at dýpa havnina í Leir- vík, so Dúgvan fær betri lagt at — Hjá okkum hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu nógvir pengar eru til taks til endamálið, bara tað røkkur til uppgávuna, sum nú er fyri framman, nevni- liga at finna út av, hvat skip skal røkja okkara rutu, sigur Jógvan Edmund. Mett verður, at ein nýtt skip fyri Másan kostar um 15 milliónir krónur. Fólk í Svínoy og Fugloy vóna, at tað gongur ikki long tíð, til farið verður undir at byggja nýtt skip. — Tað ræður um at hanga í og ikki sleppa tráðnum. Tað eru vit, sum eiga at tosa okkara søk og so er bert at vóna, at politikararnir lofta tí og gera nakað við tað, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy, at enda í viðtali. Tjóðveldisflokkurin 2* stendur saman Tað er at øtast yvir, hvussu rong tíðindini eru, ið fjøl miðlarnir bera frá Tjóðveld isflokkinum Sum fundarstjóri á cyka- flokstingi í Havn 24. januar og á regluliga flokstingi floksins í Vági 20. og 21 mars skal hervið verða sagt frå, at cimgin stórvegis Ó- semja yvirhøvur, heldur ikkr um luttøku floksins í farna fólkatingsvali, hevur verið A fundinum í Vági un víkuskifuð var hvørki for- mans- ella løgtingsval ti.ið upp á tungu uttan í fund lýsing, har full semja var um, at løgmansevni floksins skuldi finnast aftan á kom- andi løgtingsval. Tjóðveldiskvinnur og -menn eru fullsamd um í sátt og semju at virka fyri einum frælsum Føroyum, og kunnu ikki annað enn % H H harmast og venda øllum royndum, ið forða fyri hes- um, bakið. Vági 25. mars 98 Hergeir Nielsen Nr. 65 — 4. APRÍL 1998 Eitt ljós á gótu míni Andreas Andreassen, prestur skrivar >Og meðan hann var í Betaniu, inni hjá Símuni hinum spitalska, og sat til borðs, kom har ein kvinna við eini Alabasturkrukku av reinari, sera dýrabærari nardus-salvu; og hon breyt alabasturkrukkuna sundur og helti salvuna út yvir hevur hansara. Mark. 14,3. Í sanginum >her leikti tær lendi< yrkir Chr. Matras í einum erindi: >Ein óskrivað soga, ein orðaleys roða, um fólkið her livdi, skapaði tjóð<! Her er talan um skaldskap á høvum stødi. Skaldið vil vísa okkum á, at søgan ongantíð er skrivað, á sama hátt er roaðn ongantíð hildin. Men minnini frá teimum farnu tíðunum standa sjónlig og minna á, at her hevur búleikast eitt fólk, sum setti fotur í spenni, fyri at bøta um livikorini. Kvinnan í prædikutekstinum í morgin ger eina góða gerð ímóti Jesusi. Vit vita ikki, hvor hon er, men hon hevur ein serligan tokka til jesus. Tí salvar hon hann til burturferðina. Vit leggja merki til, at eins og hjá Chr. Matras er her talan um viðurskifti, ið skulu vísa okkum á, at okkara tilverugrundarlag ikki er komið bert eftir einum degi! Vit eru ein partur av einum ættarliði, men minnini um farnar tíðir standa sum varðar, ið skulu vísa okkum vegin. Og vegurin er gingin, kvinnan vísir okkum á hann við síni góðu gerð. I fólks- ins eygum er hon tápulig, tí hon snýr sína kostbæru salvu upp á Jesus, hon kundi jú havt vunnið nógvan pening fyri hana. Men andi Harrans vísir henni á, at maðurin, hon salvar, er sjálvur Guð í mannalíki. Amen. GRAVSTEINAR 8 KANTSTEINAR | Vit hava fram- sýningar í R.C. Effersøes- gøtu 19 i Havn og yvir av skulanum i Runavik DANSTEIN | Vit eru altíð fúsir at seta | steinar upp fyri tykkum | Senda fegnir príslista | við litmyndum. Svara eisini i vikuskift- unum og eftir arbeiðstíð. 18323 4 Runavík: | 47512 84512 ; 23050 DANSTEIN Tórshavn: