Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Bjarni Djurholm, tingmaður í Fólkaflokkinum: Málið endað í rådaloysi — Vit kunnu bert takka løgmanni fyri stóðuna í bankamálinum. Bert hann hevur hvat lykilin, sum kundi loyst málið, sigur Bjarni Djurholm DAGNY JOENSEN 1 av øllum. Tað okkinum, sun hann, ið legði neinum á málinum 16. januar, og sigur, at øll vóru nøgd við tað ak 25 januar fekk bólkurin handað tilfar frå serfrøding- arbólkinum. Bjarni Djur- holm metti tá, at besta var samráðingar bein- n, I semja var vegin, men al andstødu ella sam at fara Ul NvørK gongu ta — Semja var tó um at løg- fréðingarbólkurin = skuldi gera eitt uppskot, sum teir skuldu hava einar 10 dagar at evna til. Síðani skuldu samráðingarnar við donsku stjórnina byrja — So úrskrivaði Nyrup val í Danmark 6. februar og segði at hann ikki vildi sam- ráðast við føroyingar fyrr enn eftir danska valið, sum var 11. mars, men 18. mars útskrivar løgmaður val i Føroyum, men tå var einki uppskot komið frå serfrød- ingarbólkinum — Síðan varð tosað um at geva løgmanni misålitis- váttan, men tað visti seg heldur ikk: at bera til, tí tá var vandi fyri at fyrningar- freistin ikk: kundi haldast Frá Stokkastovuni í Runavík — Var legmaður koyrdur frå, so hevði Landsstýrið »ngar heimildir at samráð- ast. Harnæst kundi fíggjar nevndin ikki játta peningin sum skuldi brúkast til stevt »ngar heim ildir vóru, um løgmaður var koyrdur heim, sigur Bjarni Djurholm — Trupulleikin er, at einki mál verður loyst, tí løgmad- ur situr við lyklinum, og hann leggur ikki frá sær. Vit kunnu ikki biða um sam- ráðingar, tí hann hevur út- skrivað val, og vit kunnu ikki stevna, um løgmaður verður koyrdur frá — Góðtekur Fólkaflokk- urin í samgongu hetta? — Eg góðtaki ikki, at vit ikki fóru undir samráðing- arnar í januar mánað, men tá var eingin samdur við mær — Tí havi eg skotið upp, at stevna pørtunum í måli- num, so at nyggja Lands- styrid kann fara undir sam- rådingarnar, sigur Bjarni Djurholm — Torir Fólkaflokkurin at fara í samgongu við Sam- bandsflokkin aftur - og við Edmundi Joensen á odda? — Vit eru opin fyri sam- starvi allar vegir. Eg havi ikki valt Edmund Joensen til løgmann og eg fari ong- antíð at velja hann, sigur Bjarni Djurholm ingina, av U al Pizzakøkurin er opin hvønn dag Minnist til dagsins rætt og A la carte matseðilin! Vit skipa eisini fyri stórum sum smáum veitslum. Stokkastovan - TIf. 48850 tíðindablaðið SOS 2117 „Nr. 66 — 7. APRIL 1998 Holger Arnbjerg, lærari, Heri D. Dahl, Dann Jacobsen Kári Davidsen og Dávur Clementsen European Business Game avgjórt í Vestmanna: Næmingar í Hoydølum vunnu við laksa- olju úr laksaslogvi Leygardagin 4. april var før- oyska endakappingin i European Business Game í Vestmanna. Vestmanna Kommuna hevði átikið sær at leggja karmarnar fyri kappingina til rættis, og vóru teir av teimum bestu. Aðrenn kappingin byrjaði, sang Vestmanna Sangkór, á middegi var smurt breyð til allar luttakarar, og áðrenn årslitid av kappingini varð nunngjørt, spældi ein tón- leikabólkur ymisk løg. Sjálv endakappingin varð sett av Eilif Samuelsen, landsstýrismanni. = Hann segði millum annað, at tað var gott at síggja, hvssu væl vinnulívið hevði tikið móti verkætlanini European Business Gamel. I dag er tað umráðandi, at vinnulív og skúlaverk samstarva, og eitt víðkað endamál í hesum samstarvi er at broyta hug- burðin hjá næmingunum, so dentur verður lagdur á, at tað ber til hjá næmingunum sjálvum at vera arbeiðs- skapari - ein skal ikki bara sita hendur í favn og bíða eftir, at onnur skulu skapa arbeiðspláss. Broytti hugs- anarhátturin verður í óðrum londum kallaður entrepren- ørskapur, ígongdsetari, íverksetari. Fæst meiri av hesum hugburði inn í skúla- skapin, hevur tað við sær, at meiri av virksemi verður í nærumhvørvinum. Eilif Samuelsen nevndi, at nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til, at tættari samstarv skal skipast mill- um skúlaskap og vinnulív. Síðani fóru bólkarnir at leggja verkætlanirnar hjá sær fram. Tað var sjónligt, at allir bólkarnir høvdu ar- beitt sera nógv og gjølla við uppgávuni. Talan var um vælaverk. Sum ein av dóm- arunum segði, so hevði staðið væl til, um stødid á veruligum verkætlanum hevði verið lika høgt. So professionelt var stóðið á uppgávunum í European Business Game. Dómararnir høvdu ringt við at finna fram til, hver vinnari skuldi vera, tí allar verkætlanir høvdu sterkar og minni sterkar síður í sær, men úrslitið varð, at verk- ætlanin P/f FOLAX, sum ein bólkur frå Føroya Stu- dentaskúla og HF-skeiði hevði gjørt, vann. Hugskot- ið í verkætlanini var, at framleiða laksaolju úr laksaslógvi. I løtuni fáa al- ararnir einki fyri slógvið, men P/f FOLAX kann bjóða alarunum 32 oyru kiloið, samstundis sum P/f Folax kann framleiða eina dygdarvøru, ið á marknað- inum hevur góðan prís. Teir 4 næmingarnir, sum høvdu gjørt verkætlanina, vóru: Kári Davidsen, Heri D. Dahl, Dann Jacobsen og Dávur Clementsen. Hesir 4 fara víðari til evropeisku endakappingina, sum verð- ur í dógunum 4.-8. juli nær- hendis Vejle. Fyritøkurnar, sum í hes- um skúlaári hava stuðlað European Business Game eru: Statoil, Føroya Spari- kassi, Norðoya Sparikassi, Føroya Banki og Atlantic Airways. Uttan peningalig- an studul og rådgeving frå vinnulfvinum hevdi ikki borið til at framt tiltakið European Business Game, og sum eisini landsstýris- maðurin í skúlamálum segði, er tað neyðugt, at vinnulív og skúlaverk ar- beiða saman, so tað ber til at menna nýggjar fram- leiðslur. Kári Davidsen greiðir frá verkætlanini