Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 7. APRÍL 1998 pege: | | | tíðindablaðið R. — Tilboðini eru fleiri og vegurin í skúla styttri, sigur Jóhan Samuelsen, limur í skúlaráðnum í Havn TURIÐ KJØLBRO - Eg eri sannførdur um, at foreldrini at skúlabórnum í Kollafirði verða fegnari um at senda børn teirra í skúla í Havn heldur enn á megin- skúlan á Oyrabakka. Hetta sigur Jóhan Sam- uelsen, limur í skúlaráðnum í Tórshavnar kommunu í viðmerking til tað, Eilif Samuelsen, landsstýris- maður í skúlamálum segði í Dimmalætting seinasta hósdag, um at skúlabórnini nýtast ikki at flyta til Hav nar hóast kommunusaman leggingina. Grundgeving hansara var, at tað er eingin orsøk at steðga einum sam starvi, 10 riggar væl fyri all- Jóhan Samuelsen, limur í skúlaráðnum í Havn: ar partar Vit hava ikki vidgjørt málið í skúlaráðnum enn men tað er heilt vist, at teir hálvt hundrað skúlanæm ingarnir úr Kollafirði fáa nógv fleiri valmøguleikar í Havn, nú tá ið breytatilboð ini verða sett í verk. Skúlin á Oyrabakka er lítil og til bodini í nýggju skúlaskip anini verða ikki nøktandi har. Jú stórri skúlin er, jú stórri møguleikar. Harum framt er styttri vegur at fara í skúla í Havn og sambandið við bussi er gott Umhvervið og freisting Naturligt at børnini = koma til Havnar Havn enn å Ovrabakka Jú, men tað snýr seg bugvin børn og tey sku undir øllum umstødur skifta skúla. Børn koma eisini úr Kaldbak, Hestoy, Velbastað Kirkjubø og lutvíst Nólsoy til Havnar at ganga í skúla »g tað verður ikki ødrvis fyri kollfirðingar enn hes sigur Johan Samuc enda í viðtali Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn: Foreldrini eiga avgerðina — Eg havi varhugan av, at tey flestu foreldrini í Kollafirði ynskja, at børnini skulu til Havnar at ganga í skúla eftir at kommunurnar eru lagdar saman, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn Leygardagin søgdu kollfirðingar ja til at leggja saman við Havnini. Tað inniber eisini, at kollfjarðabórn koma til Havnar at ganga í skúla. TuriÐ KJØLBRO Hóast Kollafjarðar og Tórs- havnar kommuna verða lagdar saman um sløk trý ár, verður tað upp til for- eldrini í Kollafirði, hvagar tey senda børn teirra í skúla aftaná 7. flokk. Sum er fara uml. 50 børn hvønn dag til meginskúlan á Oyrabakka í skúla. Kollafjarðar komm- una er bundin trý ár afturat til skúlan á Oyrabakka, men tann sáttmálin er nú sagdur upp. Tað er ikki sért, at ampi er á foreldrum, nú børnini skulu til Havnar at ganga í skúla — Tað verða foreldrini, ið gera av, hvagar børn teirra skulu ganga í skúla. Tey flestu arbeiða í Havn og tí er tað nógv høgligari at børnini ganga í skúla í Havn. Men hvussu akkurát hesi viðurskiftini verða av- greidd, dugi eg ikki at siga enn, tí vit skulu samráðast um tað. Í gllum fórum leggja vit onga forðing í vegin fyri, hvørja loysn for- eldrini velja. Hinvegin er talan um stór børn og tey duga at ansa sær, sigur Leivur Hansen, býráðsfor- maður í Havn. Havnin gongur undan Avbjóðingarnar vera mun andi stórri at ganga í skúla í Havn enn á Oyrabakka, nú farið verður undir nýggju skúlaskipanina, har næm- ingarnir velja seg inn á ym- iskar breytir. Í høvudsheit- um snýr tað seg um, a næmingar í framhaldsdeild- ini velja millum triggjar breytir, handverk, ítrótt ella list, og ein dagur um vikuna verður settur av til bert tað Venjingarskúlin fer eitt nú at bjóða næminum í 10 flokki ta fjórðu breytina, handilsbreytina, ið verður í samstarvi við Handilsskúl- an. 0 — Á hesum øki ganga skúlarnir í Havn undan og jú stórri skúlarnir eru, betri og stórri vera møguleikarnir hjá næmingum, sigur Leiv- ur Hansen. Eysturskúlin kemur at hýsa teimum hálvt hundrað næmingunum úr Kollafirði. Tey verða øll savnað í sama skúla, eins og tradisjónin er, at børn úr øðrum skúlum, til dómis úr Hoyvík verða savnað. Kommunurnar verða lagdar saman |. januar 2001, men politiska sam- starvið byrjar 1. januar komandi ár. t Tey eldru gloymd — Politikararnir lova ov nógv og gera ov lítið, tå ið tað kemur tii tann elsta bólkin í okkara samfelag, sigur Sím- un Pauli Poulsen, limur í Landsfelag Pensjónistanna og Eldraráðnum. TURIÐ KJOLBRO Leygardagin eftir páskir skipa Landsfelag Pensjón- istanna, Pensjónistafelagið Hugni og Eldradaganevnd- in fyri Eldradegi. Hesa ferð verður dagurin hildin í Osá skúlanum í Klaksvík Tað er fjórðu ferð, at skip að verður fyri hesum tiltaki tvær tær fyrstu ferðirnar var tað hildið í Norðurlanda húsinum í Havn, í fjør Suðuroy, og komandi á verður tað hildið í Eystur oynni Tey eldru taka ógvuliga væl undir við tiltakinum Norðurlandahúsið var full- sett á sinni, og eini 200 fólk vóru til tiltakið í Suðuroy í fjør. Nógv ymisk mál standa á skránni á Eldradegnum leygardagin 18. apríl — Endamálið er at fáa samband við politikarar, sum hava skil á samfelags- viðurskiftum. Tey eldru eru ein gloymdur bólkur í sam- felagnum. Størsti trupul- leikin hjá iesum bólkinum eru íbúðarviðurskiftini, tí alt ov fáa ellis- og umlætting- arheim eru í landinum. Vit hava lyndi til at gera alt eftir útlendskum mynstri, ístaðin fyri at arbeiða út frá okkara egna. Eldraráðið, sum Landsfelag pensjónistanna, Almannastovan og Føroya Kommunufelag velja, hev- ur verið í Íslandi og kannað viðurskiftini har viðvíkjandi íbúðum og tær loysnirnar eru nógv betri enn okkara Tær føroysku loysnirnar eru altíð ov dýrar e nóg Pauli Poulsen Vit royna at galdandi: 'g fåaå | it SI 10 evo ut f e Í N nk DL Kun ent p UK il val, sigur Símun Pa men gera alt ov líuð. Vit vilja heldur hava, at teir lova minni og gera meir Nógvir fyrilestrar vera á Eldradegnum. Guðrið An dreasen fer at kunna um nýggju heiluvágkunngerð- ina, Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum, um íbúðarviðurskifti og fígg- ing, € Elin Lindenskov byrådslimur i Havn fer at greida frå sinari meting um íbúðir. Petur Ellefsen, lækni fer at tosa um hoyribrek hjá eldri fólki, Herman Oskars- son um samfelagsbrúk og pensjónir, Jóngerð Biskop- stø, fysioterapeutur, um fys iskar venjingar, og Jógvan Fridriksson, prestur, fer at hugleiða um lívsvirði og eldratilveruna