Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—————"[——||—DQ-————— eee Nr. 66 — 7. APRIL 1998 Å <A Månadagin 18. mars fekk almenni sektorurin — av tingsins rødarapalli — van- ligu fólkafloksskoluna om- an fyri seg. Hesaferð vóru tað starvs- fólkini á Strandferðsluni, sum stóðu fyri skotum, og stovnurin varð skýrdur »køstadungi« og >rottureið- ur«. (Oskiljandi og harmiligt var tað eisini, at tingfor- maðurin nakrar dagar seinni royndi at burturforklára 6- hoyrda orðavalið við, at hetta var >stílurin< hjá framsøgumanninum). Sum borgari føli eg meg rætti- liga illa, tá onkur politikari roynir at finna sær synda- bukkar í onkrum samfelags- stætti. Hetta er øllum kunn- ugt roynt áður aðrastaðni í Europa við ræðuligum av- leiðingum. At tað kann koma fyri í dag í okkara landi, at ein politikari kann vinna sær uml. 4.000 persónarligar at- kvødur við einum ófgroysk- um boðskapi til menniskj- ans innaru loyniligur kreftir, er syrgiligt, men tíanverri ein beiskur veruleiki í okk- ara annars so hálovaða kristna samfelag. Hvat siga fólkafloksvelj- arar og valevni fólkafloks- ins, sum í hópatali sjálvi eru í almennum størvum? Eitt = skúladómi um, hvussu »nemesis« kann vitja aftur sum ein marra, mundu mong okkara upp- liva í farnu viku, har ruðu- leikin á samferðslugkinum bæði uttanlands og innan- lands førdi til toltal-kollaps. Eitt sindur tragikomisk gjørdist stødan serliga hjá teimum framman undan hart royndu suðuroyingum, tá teir fyrr í vikuni fingu játtað >Norrønu< og seinni í vikuni vórðu spístir av við »Pride«. Av tí at »Blikur« hevði fingið maskinskada, var vandi fyri, at føroyskar fyri- tøkur vildu missa fisk fyri milliónaupphæddir, = um hesin ikki fekst av landin- tíðindablaðið 00 »Rotturnar« bjargaðu útflutninginum! THERE 15 fo SOMETHING R ROTTEN SCOTLAND IN THE | um til Skotlands og víðari til Tysklands. Utflutnings- virðið av fiskinum var uml. IS mill. kr., og um út- flutningsfyritøkan varð noydd til at frysta fiskin, vildi hesin mist o.u helvtina av virðinum. Nú vóru góð ráð dýr. Privata, frílynta initiativid varð steðgað upp og útflut- ningskervið kvett. Well, endin á søguni varð tann, at privata initiativid noyddist inn í »rottureidrid« at biðja um hjáp (sum ikki eina- ferð). Fiskurin slapp av landinum, nøgdir útflytarar, nøgdir fiskakeyparar, ør- kymladar »rottur« og 6- nøgdir suduroyingar (vid røttum). Tad er nokkso undarligt at hugsa sær, at medan rakstrarrópini um sjålv- bjargni, tjóðveldi og loys- ing í hesum ålvadøgum RAEST FISH fúka gjøgnum luftina, er tað lagnunnar speiðsemi, at eitt maskinbrek umborð á ein- um tilvildarligum flutnings- skipi kann skapa landsum- fatandi panikk og himmal- rópandi kaos. (Vónandi frætti onki oljufelag um hetta okkara fyrimyndarliga organisatiónstalent). Hvat verður tað næsta. Javnaðarflokkurin hevur alstóran áhuga í, at fiska- úrdráttur okkara hevur opti- malt virði, tá hann er frammi hjá keyparanum. Tí vilja vit arbeiða fyri og krevja, at út- og innflutn- ingskervini altíð eru up to date til frama fyri fiski- vinnuna og samfelag okk- ara. Heri H. Niclasen, valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi Hvi varðveita mentan — fóroyska mentanin hevur altíð verið grundvøllur okkara, tí má hon ikki bert fara aftur við borðinum og drukna í meldrinum av nýggjum fyribrygdum Tjóðveldisflokkurin vil ikki, at Føroyar skulu byggjast oman á húðaskógvamentan- ina, men flokkurin vil, at føroyska mentanin, sum í øldir hevur verið grundvøll- urin hjá fólkinum, skal varðveitast og mennast. Tað er lítið at ivast í, at tað er málið, bæði í talu og skrift, sum er mesta orsøkin til, at vit framvegis eru føroying- ar. Og tað er at meta sum eitt rættiligt bragd, at før- oyingurin gjøgnum tidirnar hevur megnað at skapa og varðveitt hetta mál. Tá hugs- að verður um tær umstødur, føroyingurin hevur havt til at gera hetta. Skúlar og skúlagongd hevur verið nið- urløgd, tað hevur verið bannað at nýta føroyska málið í undirvísingini í fólkaskúlanum, og føroy- ingurin hevur annars íkki havt umstødur og stundir til at lívga um málið. Og við málinum er tað so ómeta liga nógv annað, sum verð ur tilevnað og varðveitt A Málið er stutt sagt nervin í mentan okkara. Tosið við bernini Spurningurin er so hvussu vit varðveita mentan og ikki minst mál okkara. Tí ágang- urin uttan ífrá er nógvur og stødugur. Og tíverri er helst soleiðis, at í nógvum før- oyskum heimum verður so at siga bert borðreitt við út- lendskum boðskapum og vendingum - og er tað gjøgnum sjónvarpið. Var so heppin nú ein dagin at vera hjástaddur, meðan tveir kendir mentamenn tos- aðu um málið og umstødur tess. Nógv skilagóð orð fullu, men tað eg hefti meg mest við, var at annar teirra segði, at tað kennist á børn- um og ungum í dag, at for- eldrini hava ikki tosað við børn síni í umleið 20 ár Børn tosa ikki longur eitt mál, sum tey hava hoyrt for- eldrini tosað. Bern tosa ógvuliga líkt í dag, og stavar hetta frá tí tey hoyra og síggja í Ld. sjónvarpinum. Tað at orðavalið og tos- ingarlagið hjá børnunum stavar frá ofta einkisigandi sjónvarpssendingum, eigur at vera mett sum ein hóttan og forðing í mun til møgu- leikarnar at varveita og menna føroysku mentanina Ti fer mål okkara fyrst av lagi og kanska dettur sundur eisini, so er so skjótt, at sjálv mentanin fer sama veg Tí eiga vit foreldur at taka í egnan barm, og vit eiga at gera okkara til, at børnini aftur fara at tosa eitt mål, sum hevur sínar røtur í før- oyskum og føroyska daglig- degnum. Og besti håtturin at gera hetta uppá, er at tosa við børnini um føroysk við- urskifti. Um stórt og smátt og annars alt tað, sum fyri- ferst í landi okkara. Tá verð- ur tað av sær sjálvum, at ein fer at tosa føroyskt við før oyskum orðum. Og tað fara børnini eisini at gera. Varðveita vit mál og ment- an, varðveita vit eisini før oysku tjóðina Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður Til reiðar at taka við landsins leiðslu Tað er ikki eiti á, sum virk andi løgmadur Sambands floksins, Eilif Samuelsen leikar í, tí at Poul Nyrup Rasmussen ikki ynskir at samráðast við landsstýrið fyri valið. Og sjálvandi er tað Poul Nyrup Rasmussen sum gongur sneisagrindi fyri Javnaðarflokkin og Jó- annes Eidesgaard...! Eg skilji væl, at samb- andsmenn eru óðir um, at teir nú ikki fáa høvi at mis- nýta bankamálið og sam- ráðingarnar í valstríðnum - hetta hevði uttan iva kunna givið flokkinum atkvødur Kortini er tað øllum hugs- andi fólki greitt, at tað ber ikki til at samráðast beint undan einum løgtingsvali - í øllum fórum ikki. um før- oyingar ætla at fáa eitt lík- inda úrslit burtur úr. Verður farið at samráðast nú, endar tað sum eftir fólkaatkvoð- una í 1946 - at hver flokkur hevur sína stóðu, at danir skera igjøgnum, og at einki líkinda úrslit fæst burturúr Flokkarnir hava annars staðið væl saman í hesum máli, og allir hava verið samdir um, at teir skulu fara til samráðingar við eini fel- ags stóðu. Hetta kundi verið gjørt í vár, men tá løgmaður framskundaði valið meira enn tveir mánaðir, so hevur hann sjálvur skyldina í, at samráðingar mugu útsetast. Og talan má vera um topp- máldan naivitet, tá løgmad- ur væntar, at politikarar úr ødrum flokkum skulu hava álit á honum, tá hansara egnu ikki eingang hava tað Vit skulu eisini minnast til, at tá løgmaður útskrivaði valið - orsakað av valds- stríði í Sambandsflokki- num, segði hann samstund- is, at hann ikki kundi standa á odda fyri samráðingunum Hetta var ikki nakað, sum glapp honum av munni, tí hann, ið staddur var í tingi- num så, at løgmaður læs hetta upp úr tí, hann sjálvur hevur skrivað! Vit kunnu eisini staðfesta, at bert fáir politikarar hava álit á løgmanni. Umframt teir seks fólkafloksting- menninar eru tað bert Lis- beth Petersen og Jákup Jo- ensen úr Sambandsflokki- num, sum hava álit á løg- manni. Hinir 24 tingmenn- — tá okkurt skal koyrast ella geymast DANNY TRANSPORT Tlf. 19192 488 Eirikur Lindensk« stødu g hava ein san ingarleiðara, sum politi arar og fólk annars hava álit á Nú má valstríðið í Før- oyum ikki fara at snúgva seg um, hver hevur skuldina av, at bankamálið ikki varð loyst fyri valið. Tó er longu staðfest, at klandur, split og maktstríð í Sambandsflokk- inum er høvudsatvoldin Javnaðarflokkurin er til reiðar at taka við landsins leiðslu eftir valið. Flokkurin stóð við endan, tá harðastu búskaparligu inntrivini nakrantíð vórðu gjørd i 1993, og harvið legði flokk- urin búskaparligu lunnarnar undir samfelagið, sum nú er drigið úr svárastu kreppuni Umframt at standa á odda fyri at loysa bankamálið, er flokkurin eisini til reiðar at átaka sær leiðsluna fyri samráðingarnar um skuld arspurningin til statskassan Javnaðarflokkurin hevur eisini stungið út í kortið kósina í rikisrættarligu við- urskiftunum. Í komandi samgongu verður eitt av høvudsmålunum at fáa tikið av heimastýrislógina og í staðin at samtykkja eina sjálvstýrislóg, sum ein breiður meiriluti av Foroya Løgtingi kann taka undir við Eirikur Lindenskov valevni Javnaðarfloksins sosialurin - meira enn tíðindi