hósdagur 9. apríl 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Abyrgdarbladst i: | Blaðfólk Ljésmyndari: Útgevari, uppseting og prent: | Telefon: 11820
| Jan Miller " Dagny Joensen, Jens Kristian Vang Sp/t Sosialurin Telefax. 14720
| Áki Bertholdsen, Bústaður: ARI „mal
Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen Lýsingar og sola: rgjavegur 26, Argjum e HO
| ; Eirikur Lindenskov Sveinur Poulsen Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, ” | post sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo Turid Kjølbro | 110 Térshavn
Marknatræta å dags-
skrånna eftir valid
Oddagrein
TAÐ eru ikki bert bankamálið og uttanlandsskuldin,
sum hava terv á eini loysn eftir valið í næstum. Eitt
annað stórmál, sum hevur verið tagt burtur nú í eina
tíð, er marknatrætan við bretar
HETTA er eitt eins týðandi stórmál sum bæði banka-
málið og uttanlandsskuldin
EINS og við hinum báðum umreddu málunum kann
eisini sigast um marknatrætuna við bretar, at nú hon
hevur vart so leingi, hevur tað ikki skund at fáa eina
avgerð her og nú undan valinum. Tá kunnu vit eisini
bíða í nakrar vikur og latið nýggjar kreftir sleppa framat
HETTA málið hevur staðið óloyst nú í meira enn 20 ár.
Partarnir høvdu nærkast nógv hverjum ødrum, tá løg-
madur gjørdi av at taka målid år hondunum å sam-
rådingarnevndini og flyta tad upp å hægsta politiska
stødi. I brævi 27. januar heitir Edmund Joensen. løg-
maður á danska forsætisráðharran um at fáa í lag ein
fund við bretska starvsfelagan, Blair, har teir triggir
leidararnir kunnu vidgera marknatrætuna 6
E
FOLKATINGSVALID gjørdi, at málið varð útsett og nu
løgtingsval vard utskrivad må roknast vid, at danski
forsætisráðharrin hevur tikið somu stødu í hesum
málinum eins og hann hevur gjørt í bankamálinum
nevniliga hana at bíða til eftir valið
EFTIR okkara tykki eigur ikki at verða drálað við
marknatrætuni. Men vit halda tó, at tað er best fyri
allar partar, um tað verður tað landsstýrið, sum skal
T
styra Førovum
1 komandi fýra árini, sum tekur sær av
hesum álvarsspurninginum - og ikki núverandi stýrið
við Edmund Joensen, løgmanni á odda. Tað eru eisini
ymsar áskoðanir um, hvussu væl júst løgmadur hevur
dugað at handfarið hetta málið. Fýlst hevur verið at
honum fyri ikki at hava lurtað nóg væ! eftir sakkunn-
leikanum
MARKNAMÁLIÐ er heilt náttúrliga tengt at einum
eðrum stórmáli, nevniliga tí nógv umrøddu oljuleit-
ingini á føroyska landgrunninum. Hesi málini eru
tvinnað saman, og hava sum so ómetaliga stóran týdn-
ing fyri Feroya framtíð.
UM somu tíð sum vit tí bíða eftir eini loysn á markna-
málinum bíða útlendsku oljufeløgini eftir tí fyrstu út-
bjóðingarrunduni á føroyskum oki. Løgmadur hevur
sagt, at hann prioriterar markið framum eina olju-
leiting vid Føroyar. Tað kann ljóða skilagott, men eigur
tó ikki at setast so ultimativt upp kortini. Ti við tí rætta
handalagnum eigur at bera ti! at fáa eina útbjóðing
um somu tíð sum vit leggja seinastu hond á markna-
trætuna. Hóast vit ikki eiga at skunda nakra oljuleiting
igjegnum, so er eisini greitt, at oljufeløgini, sum longu
hava brúkt nógva tíð og orku uppá at fyrireika seg til
leitingina vid Føroyar, vilja sleppa í gongd
NU eru so bert fáar vikur eftir til valið. og kann tað
eisini vera gott at reinsa luftina og harvið fáa nýggj
andlit í Tinganes at standi á odda fyri bæði markna-
samráðingunum og menningini av oljuvinnuni. Tá
okkara politikarar leggja so stóran dent á bankamálið
og skuldarspurningin, so eiga teir haraftrat at taka
marknamál og oljumenning uppí sum ein minst líka
týdningarmiklan spurning. Eins og hini fyrrnevndu
eigur mark og oljuleiting at fáa fyrsta prioritet hjá tí
nýggja landsstýrinum. Um tað so verður tásitandi løg-
maður ella ein av landsstyrismonnunum. sum kemur
at umsita hesi målini, so er i hvussu er greitt, at hesi
målsøkini verða kanska tey mest týðandi í nýggja kom-
ardi landsstýrinum. Og eftir okkara tykki fer tað íkki
al tæna sek Føroya, um ein borgarlig samgonga fram-
haldandi skal umsita hesi málini. Tað mugu aðrir
flokkar gera. Og hjá hesum flokkum ræður fyrst og
fremst um at brúka allan tann neyðuga sakkunnleikan,
sum vit hava til taks. Politikararnir skulu hava mein-
ingar, men teir mugu eisini loyva okkara professionellu
lakfólkum at sleppa til arbeiðis -
Sosialurin
ælferðarsamfelagið
— —
skal styrkjast
Nú er tað vælferðarsamfelagið, pensjónirnar, sjúkrahúsini, skúlarnir, ið skulu
styrkjast, og hetta aðalmál er ikki sambærilig við kósina at avskriva blokkin
her og nú, skrivar Eyðólv Dimon m.a.
Nú er tíðin komin at fara
undir at endurreisa sam-
felagið eftir ógvusligu
skerjingarnar í 93-94. Allir
føroyingar vórðu raktir av
sparingunum, men øll vóru
ikki eins fyri, tá sparingar-
nar vóru gjørdar, og tí raktu
tær meinari hjå summum.
Tey veikastu í okkara sam-
felagið, tey eru barna-
familjurnar, pensjonistarnir
og tey, sum í 80'unum
bygdu sær sethús, hesi vóru
frammanundan illa fyri
fíggjarliga, og tí raktu spar-
ingarnar sera meint hjá
teimum
Útlit at styrkja
vælferðarsamfelagið
Men tíbetur eru nú útlit til,
at man aftur kann fara undir
at styrkja vælferðarsam-
felagið, men treytin er, at
tað er henda politiska kósin,
ið fær undirtøku til komandi
løgtingsval. Tiverri hava
fleiri av politisku flokku-
num lagt eina heili aðra kós.
Her hugsi eg um teir flokk-
ar, sum siga seg vilja avtaka
blokkstuðulin her og nú.
Sjálvandi skulu vit arbeiða
fram ímóti, at samfelagið
skal standa á egnum bein-
um, men at avskriva blokk-
stuðulin her og nú merkir
skerjingar í gerandisdeg-
num, og her vil Javnaðar-
flokkurin ikki vera við.
Ábyrdarleyst at
avskriva blokkin
Av royndum vita vit, at tað
eru teir bólkar sum seta sítt
álit á Javnaðarflokkin, ið
verða harðast raktir, og ti
siga vit korta nei til ábyrdar-
leysan politik, sum tann
Tjóðveldisflokkurin = og
Fólkaflokkurin umboða.
Avgerðandi er, at vit føra
ein sostalistiskan politik. Vit
kunnu ikki gera sum Tjóð-
veldisflokkurin mælir til, at
7
bíða við spurninginum um
vinstra ella høgra, til eftir
at vit hava tikið loysingina,
tí dreymurin um eitt Tjóð-
veldi verður ongantíð ann-
að enn ein dreymur, um
hann ikki byggir á eitt
sosialistisku hugsjónina
Ríkisrættarliga
broytingar
Broytingar mugu gerast í
okkara ríkisrættarligu støðu,
men nú er tað ikki loysing-
in, men vælferðarsamfelag-
ið, pensjónirnar, heilsu-
verkið, skúlarnir, ið skulu
styrkjast og setast ovast á
breddan, so vit kunnu skapa
eitt gott samfelag, sum er
gott hjá ØLLUM at búgva
í. Hetta aðalmál er ikki sam-
bariligt við kósini at av-
skriva blokkstuðulin her og
nú
Eyðólv Dimon
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Javnaðarflokkurin
trygd fyri vælferðini
Orðini eigur kendi danski
vísindamaðurin Vagn Wáh-
lin, sum starvast við Arhus
Universitet og er dosentur
á sentrinum fyri norðuratl-
antiskar vísindir.
Hesin vísindamaður
kennir væl til og hevur fylgt
við føroyskum viðurskift-
um seinastu umleið 15 árini.
Hann ávarar okkum føroy-
ingar móti at blaka ríkisfel-
agsskapin burtur eftir 600
ára samstarv fyri eina
bankagølu, tí tað kann koma
okkum føroyingum aftur
um brekku og til óbótaligan
skaða.
Men vísindamaðurin
heldur tað vera skilagott at
gera broytingar, og tað er
júst tað, sum føroyski Javn-
aðarflokkurin hevur gjørt
seg til talsmann fyri.
Men at krevja loysing nú,
tað er at spæla við vælferð
føroyinga, og tað vil javn-
aðarflokkurin ikki.
Javnaðarflokkurin — vil
hava eina nýggja lóg sum
karmur um ríkisfelagsskap-
in. I hesi lóg leggja vit til
rættis, hvussu vidurskiftini
skulu vera komandi árini,
og vit skulu í semju við dan-
ir virka fyri stórri sjálvstýri
innan fyri ríkisfelagsskapin.
Vit skulu hava greiðu á
bankagøluni, sum vit føroy-
ingar sjálvir við løgmanni
á odda nú eru við at hava
gjørt til ein vavgreyt. Vit
skulu hava eitt sømuligt
endurgjald fyri tapið i
bankagøluni. Tað næsta vit
skulu hava eina avtalu við
danir um er, uttanlanda-
skuld okkara. Vit skulu
gjalda skuldina aftur, men
vilja hava eina lagaliga
gjaldsskipan frå dønum. Vit
skulu hava eina greiða
avtalu um blokkin, eisini
um at minka hendan, um vit
fáa stórri inntøkur til lands-
kassan og kunna umvera
blokkin heilt ella partvíst.
Harumframt skulu vit
varðveita okkara rættindir í
Danmark sambært ríkisfel-
agsskapin.
Loysingarflokkarnir hava
einki boð upp á, hvussu vit
skulu húsast, um vit taka
loysing úr ríkisfelagsskap-
inum nú! Hví? Tí teir tora
ikki at geva svarið sum er,
at okkara vælferðarsamfel-
ag fer fyri bakka. Vit fáa
fólkaflyting og armóð fyri
loysing, og tað er ein alt ov
høgur prísur at gjalda
Ti tiga loysingarflokkarn-
ir vid svarinum. Og at lata
danir gjalda fyri at vit loysa
frá teimum, tað er óverdugt
og mannminkandi. Javnað-
arflokkurin sigur, at tað
skulu stoltar loysnir til stolt-
ar avgerðir.
Vit hava beint nú verið
gjógnum eima búskapar-
kreppu, og vit upplivdu øll,
hvat tað vil siga, um vit
missa munandi part av okk-
ara landskassainntøkum.
Tann føroyski Javnaðar-
flokkurin vil ikki gjalda
loysing frá Danmørk við
vælferð fólksins. Tað vilja
loysingarfólkini gera, men
Javnaðarflokkurin sigur nei.
Men størri sjálvstýri, stórri
sjålvbjargni og stórri sjålvs-
ábyrgd fyri føroyingar inn-
an fyri ríkisfelagsskapin,
tað vil Javnaðarflokkurin.
Javnadarflokkurin er
trygdin fyri vælferðini í
Føroyum.
Føroyingar veljið tí Javn-
aðarflokkin til løgtingsvalid
30. april i år. Birgir Mohr
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum å ymiskan
hått syndu okkum samkenslu og mintust kæru
mammu, vermammu, ommu og langommu okkara
JØRGINU JOHANNESSON
Aberdeen
nå hon før heim til Harran.
Takk fyri øll somul, heilsan
Sofus, John, Oluva, Marjun,
Gudmund og Ruth