Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 9. APRÍL 1998 tíðindablaðið 25 Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út bókina: Stóra smábarna- og tøtlarabokin um ALT: eftir Roger Priddy. Pauli Hansen týddi úr enskum SKAÐA TRS Nú er hon her! Bókin um alt millum himmal og jørð. Við vøkrum mynd- um, óteljandi smálutum, undranarverdum stórum og smáum, litum og hug- skotum tekur bókin børnini við út at ferðast eina hugtakandi fer, har tey helst fáa enn stórri fong enn tey fyrstu orð- ini. Tú fert á flog á tí flúgvandi = teppinum Heimanífrá. Út í náttúr- una. Longri. Yvir markir, har alskyns litfagrar og villar blómur vaksa. Tú koyrir í einum stórum lastbili á einum veldig- um byggigki. Tú svimur á víðum havi, meðan fiskatorvur spæla sær í tí myrka dýpinum. Tú flýgur uppi yvir einum striputum Zebrafylgi, sum liggur á biti á teim heitu, afrikansku slætt- unum. . og vit kundu hildid fram… Ein mynd kann siga meir enn túsund orð, og í Stóru smábarna- og tétlarabókini eru fleiri enn 800 myndir, ið heilt vist geva børnum og for- eldrum nakað at tosa um Avaring: Tað er púra vist, at henda bókin fær ikki børn at tiga »Stora småbarna- og tótlarabókin um alt« er 61 sidur f litum. Spf. Gramar st60 fyri prent- gerðini, og bókin kostar kr. 99,- í bókhandlunum. Um Nyrup ikki vil samrådast eigur Jóannes Eidesgaard at fella stjórnina Val ella ei. Føroysku og donsku myndugleikarnir eiga og hava skyldu at samráðast, áðrenn fyrningarfreistin er úti 30. apríl. Og koma til eitt fyri okk- um nýtiligt úrslit. »Føroyavinurin« Nyrup roynir nú aftur at lumpa før- oyingar. Við at lumpa Jóannes Eidesgaard. Tí tá ið fyrningar- freistin er úti, er onki at sam- ráðast um. Tá er bert eftir at leggja sak Jóannes Eidesgaard eigur nú at spæla hart út og vera oyalur ímóti føroysku tjóðini, sum undir samráðingunum verður umboðað av Føroya Lands- stýri: Pkt. 1: Um landsstýrið vil samrådast um m.a. Bankamål- ið, eigur Jóannes Eidesgaard at krevja, at Nyrup ger tað og at endalig loysn fyriliggur væl áðrenn fyrningarfreistin er úti. Pkt. 2: Um pkt. I ikki verður gjørt, eigur Jóannes Eidesgaard at fella Nyrupstjórnina. Báðir fólkatingslimir okkara eiga sjálvandi áðrenn at kanna, Í 7 um ikki betri møguleikar eru fyri eini samráðingarloysn hjá teimum borgarligu í Danmark. Tað tykist sum um Nyrup heldur vil snýta enn gjalda. Eg vil heita á Jóannes Eidesgaard um ikki at lata seg misnýta av Nyrup til skaða fyri føroysku tjóðina. Tí í bankamálinum hevur Nyrup ongantíð hugsað um føroysku tj6dina, og tað ger hann heldur ikki enn. — Tíverri. 4. apríl 1998 Marjus Dam, valevni sambands- floksins Folkapensionin bara minkar? Teir borgarligu hava gloymt tey veikastu í okkara samfelagi! Nú hava Sambandsflokkur- in og Fólkaflokkurin reypað av, at alt hevur gingið upp eftir í okkara samfelagi seinastu 4 árini. Hví hevur so fólkapensiónin staðið í stað síðan 1980-ini? Sannleikin er tann, at borgarligu flokkarnir ong- antíð hava havt ans fyri teim veikastu í samfelagnum. Tí hava veikastu bólkarnir einki fingið til bata frá sit- andi samgongu. Fólkapensionistar, av- lamispensionistar, tey við skerdum møguleikum, hava verið slept upp á fjall, og fólkapensiónin hevur staðið í stað, síðani áðrenn krepp- an kom. Tá kostnaðarstøðið fyri dagligt livibreyð er hækkað hesi árini, ja, so er fólka- pensiónin og aðrar pensi- ónir minkaðar, og verri gerst hjá pensionistum at liva í Føroyum. Men við borgarligum stýri var kanska ikki annað at vænta? Flest gll tey, sum fóru niður í løn, meðan kreppan leikaði harðast á, eru kom- in upp aftur á stóðið undan kreppuni, men pensionist- arnir hava ongan bata fing- ið, og borgarligu flokkarnir ætlaðu enntá at lækka fólka- pensiónina, og summir at avtaka hana Tey, sum bert hava fólka- pensiónina at líta á, liva á hungursmarkinum. Tey, sum treingja til stórri um- sorgan og trygd á ellisårun- um, hava lítlan møguleika í Føroyum í dag. Ti hevur Javnadarflokk- urin sett sær fyri, at eftir komandi val, hvar flokkurin vónandi kemur í eina sterka samgongu, skal eitt av høv- uðsmálunum vera, at bóta um korini hjá teim veikastu í samfelagnum. Fólkapen- sionin skal hækkast bein- anvegin og fleiri rgktar- heimspláss og sambýlis- pláss skulu útvegast. Tey evnaveiku og møguleika- skerdu skulu hava betri kor í Føroyum. Samhaldsfasta eftirlønar- skipanin skal betrast til at blíva eitt veruligt ískoyti til fólkapensiónina, og ein eftirlønarreformur skal fyri- reikast, sum kann tryggja øllum eina rimuliga eftirløn og trygg kor å ellisårum. 2 ? Tann stødan, vit hava í løtuni, har summi liva á hungursmarkinum, onnur hava ivaleyst á ellisårum, fremur stættamun, sum vit annars nærum høvdu út- ruddað í okkara samfelag Vitandi, at góðskan av einum samfelag mátast eftir støduni hjá tí veikasta bólk inum í samfelagnum, so er tað ein sjálvfylgja fyri Javn aðarflokkin, at nýta stóra orku til frama fyri hesar bólkar Føroyingar, tit vita, hvor flokkur setti fólkapensión ina á stovn, hver flokkur setti samhaldsføstu pen siónina á stovn. Tað var Javnaðarflokkurin. Fyri nú at seta skjøtil á at betra munandi um hjá hesum samfelagsbólkum, sum liva av pensión, verður neyðugt við einum sterkari Javnað- arflokki á løgtingi Ongin annar politiskur flokkur hevur bædi vilja og evni til at fremja eitt slikt mål — og als ikki teir borg- arligu flokkarnir, sum einki hava gjørt við hetta øk1d, tó teir hava havt maktina har- til. Veljið tí Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum. Birgir Mohr, valevni Javnaðar- floksins Hvat er eitt gott samfelag? Gomul, materialistisk vana- hugsan er, at eitt gott sam- felag er eitt samfelag, har tú hevur eitt gott arbeiði góða løn, nóg mikið av fri- tíð, tryggjaða eftirløn, eini góð hús, sjónvarp, bil o.s.fr. Hetta er alt so sjálvsagt fyri tey flestu, at vit kunnu ikki hugsað okkum eitt lív uttan alt hetta! Men nøkur hava lítið og einki av hes- um! Nøkur, sum høvdu gott arbeiði, mistu tað — og mistu harvið alt sum tey áttu. Tey rýmdu av landinum. Er tað eitt gott samfelag, sum fer soleiðis við bórnum sínum? Men nú eru ngkur ár farin síðan kreppan byrjaði, og vit kunnu takka skaparan- um fyri, at Hann gav okk- um nógvan fisk. Politikar- arnir rósa sær og siga, at teir hava vent gongdini, — og lat teir bara tað. Tað sigur eitt sindur um teirra fatan av støduni! Nu hava vit vant okkum við, at nøkur hava arbeiði — og hava ov mikið at gera, meðan onnur einki arbeiði hava, og tí hava ov lítið at liva av. Er tað eitt gott sam- felag, har nókur túsund fólk eru flýdd av landinum, har partar av landinum liggja í vinnuloysi, og har partar av fólkinum einki arbeiði hava? Eru vit nøgd við støðuna? Tað kann ikki bera til, at vit góðtaka hesa støðuna! Urslitid, sum vit nú síggja, er hetta, at vit hava fingið eitt stættasamfelag, har vit stórt sæð hava tríggj- ar flokkar: 1. flokkur: tey, sum hava gott og >trygt< arbeiði (hesi liva næstan sum í 80-unum), 2. flokkur: tey, sum hava arbeiði av og á (hesi royna at klára seg við tí lítla, tey hava, — og vóna at tíðirnar vera betri), 3. flokkur: og tey, sum einki arbeiði hava (stórur partur av hesum hevur mist vón- ina um at fáa arbeiði). Hetta er ein ræðandi gongd! Øll, sum stilla upp til leg tingsvalið hesaferð, e SO SÆT við he at cer fyri at broyta he na! Men hetta er ikki bert ein almennur trupulleiki. Vit eiga øll at gera tað vit kunnu! Tað ber ikki til at vit lata eitt heilt ættarlið fara fyri skeytið Vit eiga at skapa eitt meira menniskjansligt sam- felag! Og tað gera vit bert við at velja politikarar, sum seta menniskjaligu virðini fremst! Pengar skulu til, men eitt gott samfelag er ikki bert krónur og oyru! Álvur Kirke, Miðflokkurin Hvønn arv ætla vit at geva okkara eftirkomarum? Tá vit hugsa um, hvussu okkara ættarlið kom meir ella minni til skorin klæði, orsakað av at tey, ið fóru undan okkum, høvdu lagt eitt grundarlag til okkum at byggja á, ið var so trygt, so kemur spurningurin til okk- um, hvat grundarlag geva vit okkara eftirkomarum at byggja á? Vit kunnu fara út og gera allar tær avtalur, vit vilja við danir, men um ikki grund- lógin verður broytt, ella vit fáa eina grundlóg fyri Før- oyar, so eru allar tær avtalur, vit fáa, bert delegatiónir og onki annað. Um lógar- grundarlagið ikki er í lagi, so hava vit onki. Tá vit hugsa um okkara samfelag í dag, so hava vit eitt væl útbygt samfelag, men vit hava eisini eina órímiliga uttanlandsskuld, og skal hon gjaldast aftur. Nógv hevur verið tosað um undirgrundina og tað rikidømi, ið har er. Er veru- leikin tann, at olja er í undir- grundini, so eigur enn stórri dentur at verða lagdur á, at vit fáa eina avtalu við Dan- mark, har yvirtøkan av und- irgrundini ikki er ein dele- gatión, men at vit føroy- ingar eiga hetta land, og tað rikidømi, ið her er. Skylda vit ikki okkara eftirkomarum at teimum hesi tryggja viðurskifti? Ella skal tað einasta, tey ein dag fáa í arv frå okkum, vera eim órímilig uttan- landsskuld? Ása Djurhuus