Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: Dagny Joensen, Áki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen per, Sosial Argiavegur 26, Arg rgjavegur 26, Argjum Rg føre 76, uppseting og prent: unn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post 8 sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Térshavn Gloymið ikki vinnuna og arbeiðsloysið! Oddagrein VALSTRÍÐIÐ er ikki komið í hæddina, men líkt er til, at summir flokkar royna at fjala út yvir stórar trupulleikar í foroyska samfelag- num, og einans hugsa um støduna í ríkisfe- lagsskapinum. VELJARAKANNINGIN hjá sjónvarpinum bendir eisini á, at veljararnir halda, at tann størsta uppgávan hjá komandi landsstyri er at fáa greiði á trupulleikunum millum heima- stýrið og stjórnina. Hetta sigur okkum, at bæði veljarar og politiskir flokkar gloyma vinnumál, arbeiðsloysi, sosialar trupulleikar, pensións- mål, uttanlandsskuld, marknaðarmál, sam- feråslumål, skúlamál o.s.fr. EINGIN flokkur tekur t.d. vinnuna upp á tung- una, hóast tað kann staðfestast, at framvegis fer ein stórur partur av okkara tilfeingi óvirkað- ur av landinum. Hesin útflutningur kemur onkr- um til góða, men tað kann ikki vera rætt at útflyta okkara náttúrutilfeingi til Bretlands ella europeiska meginlandið at virka. HETTA tilfeingið — hesin fiskur — mugu før- oyskar hendur virka. Tað eru ikki bara hesi flakafólk, sum fáa ágóðan, tí hetta arbeiðið og henda virdisøkingin kasta fleirfalt av sær til aðrar vinnur. LÍKA lítið taka politisku flokkarnir upp á tung- una, at framvegis hava eini 8-10 prosent av fólkinum einki arbeiði, og at ungdómsarbeiðs- loysið er stórt. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er tvingandi neyðugt við einum virknum og skilagóðum vinnupolitikki. Ikki bara í fiski- idnadinum, men eisini í ødrum vinnugrein- um. UTTANLANDSSKULDIN liggur sum ein tíðar- stillað bumba. Talið av pensiónistum veksur í mun til tey arbeiåsføru, men pensiónin er alt ov lág til eitt somiligt lív. Fólk, sum eru dottin úr ALS, og bara fáa forsorgarhjálp, hava ikki ein livandi tjans at klára seg. Hetta eru mál og trupulleikar, sum eingin tekur upp á tung- una. Tað sama kann sigast um tann yvir- ordnaða búskaparpolitikkin. FYRSTA fjórðingin av hesi øldini setti toganin millum sjálvstýri og samband aðrar átroðk- andi samfelagsspurningar til viks. Ikki fyrr enn Javnaðarflokkurin kom upp í, komu veruligu trupulleikarnir hjá foroyska fólkinum á dags- skránna. Javnaðarflokkurin hevur áður prógv- að, at hann er millum fremstu ábyrgdarflokk- ar Feroya. Flokkur og valevni eiga tí eisini at seta onnur mál á dagsskránna til valið, tí við eini sjálvstýrislóg hevur Javnaðarflokkurin longu besta realpolitiska uppskotið í tjóðskap- arspurninginum, sum alt fleiri taka undir við! Sosialurin Vilhelm Johannesen, logtingsmaður: Starvsstjorn setur út í kortið Beint fyri hogtíðina fingu vit ein lognan boðskap um almennan eftirlonarpolitikk. Óli Jacobsen, landsstýrismaður, boðar frá, at hann hevur sett eina nevnd at gera tilmæli um almenna eftir- lonarpolitikkin. Hetta er sera login mannagongd eftir at val er útskrivað Tá val er útskrivað, verður roknað við, at landsstýrið, ið tá situr, bert verður sit- andi sum ein starvsstjórn. Hetta merkir, at ongar týð- andi politiskar avgerðir verða tiknar, og at ongin politisk kós verður sett út í kortið Men nú á døgum er alt ødrvisi. Um dagarnar frættu vit, at Oli Jacobsen, ið situr sum bráðfeingis landsstýris- maður í m.a. almanna- og arbeiðsmarknaðarmálum í eini starvsstjórn, hevur sett eina nevnd at gera tilmæli um almenna eftirlønarpoli- tikkin í framtíðini. Higartil hevur verið van- ligt, at tá samgonga verður skipað aftan á eitt løgtings- val, verður eitt samgongu- skjal skrivað, og har verður sett út í kortið fyri tey kom- andi fýra árini. Landsstýrið, sum verður valt av viðkom- andi samgonguflokkum, arbeiðir síðani út frá sam- gonguskjalinum, so leingi tað hevur meiriluta aftan fyri seg í løgtinginum. Tað, sum Edmund Joen- sen og Oli Jacobsen nú fá- ast við, er nakað heilt nýtt. Teir seta út í kortið fyri næsta valskeið. Teir seta út í kortið áðrenn veljarin hev- ur fingið orðið og harvið fingið høvi at siga sína hugsan m.a. um eftirlgnar- politikkin í framtíðini. Teir taka veljaran, og harvið tað løgting, sum veljarin skal kjósa sær á valinum 30. apríl, av ræði. Til valið fara t.d. javnað- arflokkurin og fólkaflokk- urin út til veljaran við hver sínum eftirlønarpolitikki. Fólkaflokkurin bjóðar velj- arunum einstaklingaloysnir, meðan javnaðarflokkurin bjóðar veljarunum eina samhaldsfasta (solidariska) loysn á eftirlønarspurning- inum. Síðani stendur tað upp til veljaran at taka stóðu. Valúrslitið og urslitid av samgongusamráðingunum eftir valið verða avgerandi fyri, hvør eftirlønarpolitikk- ur verður rikin tey næstu fýra árini, og tí er tað heilt burturvið, at ein landsstýr- ismadur í eini starvsstjórn setur eina nevnd og gevur henni ein arbeiðssetning. Hetta eigur sjálvandi at bíða til eftir valið. Hetta eigur ein komandi landsstýrismaður í almanna- og arbeiðsmarkn- aðarmálum at gera. Eitt er, at Oli Jacobsen situr sum bráðfeingis lands- stýrismaður í eini fyribils starvsstjørn, men nakað annað er, at hann alment hevur boðað frá, at hann tekur seg burtur úr politikki og tí ikki er valevni til løg- tingsvalið, sum verður tann 30. apríl. Alt talar tí fyri, at Óli Jacobsen við avgerð síni um at seta hesa nevnd, hev- ur blandað seg í viðurskifti, sum hann als onki hevur við at gera. At seta eina nevnd av ser- frødingum at gera eitt åvist arbeiði og eitt tilmæli til landsstýrið kostar sjálvandi pening. Og vandi er fyri at soen hesin peningur verður nýtt- ur til onga nyttu. Tí vil eg hervið heita á Ola Jacobsen um at lata vera. Skattgjald- arin hevur ikki ráð til slíkt oyðsl við almennum pen- ingi. Við hondini á hjartað trúgvi eg neyvan, at hetta er nakað, sum Oli Jacobsen ger av sínum eintingum. Eg giti helst ógvuliga rætt, um eg sigi, at ein annar Óli hevur lagt trýst á hendan Óla, fyri at fáa hann at seta nevndina. Tað er tann Oli, sum vil hava einstaklinga- loysnir fram um samhalds- fastar loysnir, og sum sær ein fyrimun í tí, at eitt til- mæli í tráð við hansara sjón- armið liggur greitt eftir val- ið. , Um Oli Breckmann hev- ur hug at seta eina nevnd at gera eitt tilmæli um, hvussu ein eftirlønarpolitikkur, sum byggir å einstaklingaloysnir skal skipast, so hevur hann fullan rætt til tess. Men tå er tad ikki landskassin og skattgjaldarin, ið skulu gjalda, men fólkaflokkurin og Oli Breckmann. Á Summarmála 1998 Vilhelm Johannesen Samferðsluiløgur Týdningurin av réttum sam- ferðsluíløgum eigur ikki at undirmetast. Oyggjarvegurin gav okk- um í síni tíð eitt rímuligt flutningssamband til Havn- ar, men var ikki grundarlag fyri stórri samvinnu. Kollafjarðartunnilin har- afturímóti var ein rættari iløga, ið skapti grundarlag fyri tí samvinnu vit nú síggja eina byrjan til. Gamla Rætt var ein onn- ur stór íløga. Hon er í dag grundarlag undir vinnuvirk- semi í Sandoynni og hjá sandoyingum, ið starvs í Streymoynni Hesar báðar fløgurnar vóru sanniliga ikki >popu- lerar«, kanska serliga í høvudsstadarøkinum, har aðrir trupulleikar sjálvandi hava hægri prioritet í ger- andisdegnum. Tíðin hevur víst, at hesar fløgur vóru rættar og eru við til at skapa einar betri og liviligari Føroyar. Javnaðarflokkurin var við til at fremja hesar íløgur. Sum liður í javnaðarpoli- tikki, at virka fyri at livs- korini — hjá føroyingum sum heild og teimum veiku og fámentu serliga — eiga vit ikki at smæðast fyri at siga, at peningur, um ráð eru til tað, skal nýtast til sam- ferdslufløgur árini fram yvir — bæði til oyggjasambind- ing og til smærri bygdir, t.d. Tjørnuvik, Gásadals, Við- areiði 0.s.fr. Fyri hinar flokkarnar var bygdarmenning eitt popp- hugtak. Vit í Javnaðarflokkinum arbeiða miðvíst fyri menn- ing av útjaðaragkjunum. Tástaðni fáa vit einar sam- anhangand' Føroyar. Thomas Arabo