mikudagur 15. apríl 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— 1
Poul Horsdal
í Listaskálanum
Framsýning Poul Horsdal til áminningar letur upp í
Listaskálanum leygardagin 18. apríl kl. 16.00
Andrea Heindriksdóttir og Bjarni Restorff spæla
stutt verk eftir Carl Nielsen og kaffimunnur verður
at Faa
Málarin Poul Horsdal (1936-81) livdi og virkaði
stóran part av ævi síni í Føroyum. Hann hevði serliga
kenslu fyri féroyskari náttúru og mentan, og íblást-
urin hiðani fekk stóran týdning fyri list hansara.
Valevnislistin fyri Sambands-
flokkin í Eysturoy
Samhald, valfelag Sambandsfloksins í Eysturoy, hevur gjørt
henda valevnislista til løgtingsvalid 30. apríl
Hansen, løgtingsmadur, Gøta
und Joensen, løgmadur, Oyrarbakki
Jåkup Lamhauge býráðsformaður. Saltangará
Olga Magnussen, sjúkrasystir, Lamba
Ifred Olsen. kommunuskrivari, Saltnes
Johannes Martin Olsen, maskinmeistari, Strendur
lavur Olsen, stýrimaður. Leirvik
ir Toftegaard, útróðrarmaður, Fuglafjørdur
Norðoya Sambandsfelag
I løgtingsvalid 30
ppstillingina ti april, og
eru valevnini hesi
Eyðfinn Hansen, lærari, Klaksvík
Elisabeth (Betta) Joensen, býráðslimur, Klaksvík
Jústines Poulsen. útróðrarmaður, Hvannasund
Símun Michael Sørensen. elektronikmekanikari, Klaksvík
Sambandsflokkurin
í Norðurstremoy
løgtingsvalid 30. apríl hevur Sambandsflokkurin stilla
hesi upp i Norðurstreymoy
Eirikur Dam sjómaður, Streymnes
Terje Davidsen, tannlækni, Kollafjørdur
Bárður Nielsen lesandi, Vestmanna
Mikkjal Samuelse, arbeiðsmaður, Haldarsvik
Fólkaflokkurin í Vágum
er liðugur við uppstillingina til løgtingsvalid. Á valinum í
1994 var Jorgen Niclasen valdur á ting fyri Fólkaflokkin í
Vága valdømi. Jørgen Niclasen stillar upp aftur til valið
hesaferð. Bygdaráðsformaðurin í Miðvági, Jóhannes Klein,
er uppstilladur, og úr Sandavági eru Jóanis Nielsen og
Svend Aage Ellefsen á listanum
tíðindablaðið
Í Sosialinum týsdagin og
mikudagin í farnu viku, ger
Felagið hjá foreldrum at
smábernum í Havn, nakrar
viðmerkingar til førda poli-
tikkin á barnagardsøkinum
i Havn. Tad er glediligt at
síggja at felagið enn er virk-
ið og at tey koma við itøki-
ligum ætlanum, men bert
spell, at felagið ikki framm-
anundan hevur sett seg inn
í málini viðvíkjandi barna-
ansingini í Havn.
Fleiri itøkiligar ætlanir
liggja á borðinum
Felgið sigur ósatt, tå ið tað
sigur, at bert tvær itøkiligar
verkætlanir liggja á borð-
inum hjá Tórshavnar býráð,
og eru tær býlingahúsið inni
á Gøtu og barnagarðurin í
Sjónleikarhúsinum. At fel-
agið í hesum føri sigur ósatt
er kanska tí tey hava ikki
spurt seg fyri í býráðnum
Hesar báðar omanfyri
nevndu ætlanir eru tvær av
fleiri itøkiligum ætlanum,
sum byrådir arbeiðið vid
Tekningar og kostnadar-
metingar eru gjørdar til at
utbyggja fyra av verandi by-
lingahúsum, soleiðis at
pláss verður fyri 20 børnum
afturat í hverjum húsi, ella
tilsamans 80 børn afturat.
Sosiala nevnd hevur mælt
býráðnum til, at fara ígongd
við at byggja tað eina út í
ár
Pláss fyri 62 børnum
Felagið sigur, -bara helvtin
av samlaðu víddini í ætlaða
býlingahúsinum Inni á Gøtu
verður til ansingarpláss hin
helvtin fer til umsiting og
annað. Hvaðani felagið
hevur hesi vrongu tíðindi
veit eg ikki. Felagið heldur
at barnagarðurin skuldi
verði bygdur til 60 - 80 børn
heldur enn sum er til 40
barnagarðsbern og sigur at
býráðið oyðslar við plássi-
num. Her er als ikki talan
um umstitingarhølir.
Býlingahúsið inni á Gøtu
verður bygt til 42 barna-
garðsbórn umframt eina
spælistovu til Dagrøktar-
skipanina har plåss verdur
fyri 20 børnum. Spælistov-
an er ein liður í ætladu um-
skipanini av dagrøktar-
skipanini soleidis, at trivn-
aðurin og arbeidsumstødur-
nar verda munandi betri.
Eitt rúm verður til Eigara-
felagið inni á Gøtu, sum
annars kemur at húsast í
bygninginum saman við
dagrøktini og barnagarði-
num
Tórs Cafeteria og Mitens
hús eru kannað
Felagið sigur seg hava ar-
beitt við nøkrum alternativ
um møguleikum fyri at fáa
fleiri pláss, tey nevna tey
mest itøkiligu uppskotini,
sum eru Mitens hús og Tórs
Cafeteria, umframt at um-
leggja stovnarnar í KFUM
og Miðstovnin í Gundadali
til at hava barnagaråsbørn
heldur enn skulabørn
Býráðið hevur kannað
Mitens hús og Tórs Cafe-
teria. Mitens hús krevur
sera stórar og dýrar um-
vælingar. Tórs Cafeteria
hevur einki uttanduraøkid.
Hini bæði uppskotini eru
vidgjørd í ålitinum um børn
og ung í Tórshavnar komm-
unu, á bl. sidu 27. Sum stød-
an er, eru Frítíðarskúlanir
úti á skúlunum ikki klárir
at taka ímóti øllum skúla-
børnunum, ti er henda ætl-
anin ikki sett í verk, men er
møguleiki at taka uppaftur,
tá ið Frítíðarskúlin er farin
at virka til fulnar
Felagið vísir á at byggja
uppí verandi stovnar og
býlingahús, tað arbeiðir bý-
ráðið við, og kann eg enn
einafeð vísa á, at ætlanin at
útbyggja verandi býlingar-
Nr. 69 — 15. APRÍL 1998
hús er sett í verk.
Uppskotið at umbyggja
gomul sethús, sum í Kvívík,
kann sjálvandi verða ein
loysn, men enn hava vit ikki
sæð nakað brúkbart hús,
sum kann umvælast bíligari
og bertri, enn at byggja
nýggjan stovn. Tær royndir
sum eru í býnum at um-
byggja sethús til barnagarð
hava ikki verið bíligari.
Dagrektarskipanin er
undir umskipan
Felagið vísir í aðari grein á,
at trivnaðurin hjá dagrøkt-
armammunum kundi verið
broyttur til tað betra, um
kommunan, foreldur og
dagrøktarmammurnar settu
seg niður at tosa um hesi
viðurskiftini
Her kundi felagið eisini
víst á, at býráðið arbeiðir
við trivnaðinum hjá dag-
gøktarmammunum. Lesið
álitið um Bern og ung í
Tórshavnar Kommunu, á
síðu 12- 14, har eru ætlanir
lagdar fyri dagrøktarskipan-
ina í kommununi. Tær eru
samtyktar av býráðnum.
Umsitingin arbeiðir við at
skipa dagrøktina samsvar-
andi. Nakrar broytingar eru
gjørdar og aðrar eru væl á
veg, m.a. er eisini ætlanin
við Býlingahúsinum inni á
Gøtu, sum skal rúma spæli-
stovu til 20 børn.
349 nyggj plåss eru komin
I einum føri hevur felagið
rætt. Tað er tá útspælið frá
kommununi um at útbyggja
við 30 plássum um árið í
10 år als ikki er nøktandi
Hesum hevur felagið púra
rætt í, og er tað eisini tí, at
vit arbeiða við at skaffa
nógv fleiri pláss.
Eg kann vísa á, at
31.12.1995 vóru 1207 børn
í kommunalari ansing. Í dag
eru 1306 børn sum hava
Elin Lindenskov, formadur
i sosialu nevnd i Tørs-
havnar byråd
ansing, hesi tøl visa, at viljin
er til at skaffa enn meira enn
30 pláss um árið. Býráðið
arbeiðir í løtuni við fleiri
ítskiligum ætlanum.l ár
verða væntandi fleiri enn
100 nýggj pláss sett á stovn
Eisini fyrireikar býráðið
útbyggingar til komandi
árini.
Afturat teimum barna-
garðsplássunum sum eru, er
Frítíðarskúlin, til smæstu
skulabørnini settur á stovn,
har er pláss fyri 250 børn-
um, sostatt eru 349 nýggj
tilboð til børn 0 - 10 ár
komin aftaná 1. januar
1996.
At siga, at býráðið einki
ger, er púra burturvið at føra
fram
Hví ikki spyrja seg fyri
heldur enn at blaka um seg
við slíkum veruleikafjar-
um? Felagið er vælkomið
at tosa við býráðið, at koma
við uppskotum, so vit í felag
finna góðar loysnir.
Elin Lindenskoy,
forkvinna í sosialu nevnd
Innsavning til 50 ára stovningardag Ísraels
Føroysk vinarlund
i Israel
Felagið »Vinir Israels i Føroyum« skipar fyri innsavning av peningagåvu til
gróðursetan av trøum í føroysku vinarlundini, sum varð vígd 27. mars 1989 i
Yatirskóginum
1988 hátíðarhelt ísrælska = þók felagsins hin
tjóðin sín 40 ara stovning- 22.11.1988 »Hugsan hevur
ardag (14. maí 1948)
Nevndin fyr! „Felagið Før.
um nú er far“
aði tá Í gerða-
verið frammi um, at vit gera
sum onnur lond og aðrir fel-
agsskapir, at vit planta eina
vinarlund í Israel - helst í
Negevoyðimerkini<. Sam-
tykt varð, at felagið vildi
gróðurseta trø í Ísrael sum
ein gáva til 40 ára stovn-
ingardag Ísraels
Byrjunarplantingin av
teimum fyrstu trøunum
skuldi fara fram í samband
við páskaferðina, sum P/f
Hermon Tours v/ Svenning
av Lofti gjørdi á páskum
1989.
Vígslan fór fram í Yatir-
skógini undir lítlum hátíð-
arhaldi, har Dåvidstjørnan,
Merkið og Dannebrog veitr-
aðu lið um lið. Róður vórðu
hildnar av Benny llsar frá
K.K.L., Jødisk National-
fond, danski sendiharrin
Jacob Rytter, føroyski
ferdaleidarin Svenning av
Lofti og umboð fyri Felagið
Føroyar-Israel, Lydia Arge,
sum handaði gåvu frå før-
oyska fólkinum - gróðurset-
an av fyrstu trøunum.
Ahugin millum føroying-
ar var stórur fyri at gróður-
seta trø í Israel og á tann
hátt vera við til at hátíðar-
halda 40 ára stov Nn
Ísraels. Israelska fólkið
gleddist ikki minni um, at
eitt so fjarskoðtið lítið land
sum Føroyar vildi heiðra
teimum á 40 ára støvning-
ardegi Ísraelska tjóðarinnar.
Vónandi vil tað føroyska
fólkið eisini nú, tá ið Israel
hátíðar heldur teirra 50 ára
stovningardag, ynskja til-
lukku við at stuðla okkara
innsavnin til gróð-rsetan av
fleiri trøum í føroysku vin-
arlundini sigur nevndin í
skrivi.
Frá mikudegnum hin 1.
apríl eru girokort at fáa á
øllum føroyskum posthús-
um. Gironr. er: 78603.
€Buwer er livbetti Í