mikudagur 15. apríl 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Steypakappingarnar
eru lagdar av nýggjum
Fótbóltur: Nógvir dystir skulu avgreiðast í hesi vikuni og um vikuskiftið,
men so mugu veðrið og feløgini hjálpa til
á ið Ívar og hinir í útvarp-
inum fara at tosa um eitt
håtryst yvir Sudurgrønlandi
er skjótt til kava á okkara
leiðum. Soleiðis plaga teir,
sum í teirra dagliga yrki eru
ella hava verið so knýttir at
teimum treytum, ið veðrið
setur, at taka til, og at teir
vita, hvat teir tosa um, fingu
vit aftur prógv fyri nú á
páskum
Kuicin og Kavin ste
jum øðrum so at siga øØll-
rd
gaðu
Vit hava gjørt eina
nýggja kappingarskrá fyri
bólkaumfarið í kappingini
um løgmanssteypid og i
steypakappingini hjá kvinn-
um. Vit hava fund seinna-
partin í dag, og tá fara vit at
taka stødu til, hvussu allir
teir dystirnir, sum hava hóp-
að seg upp í yngru deildun-
um, skulu fåast frå hondini,
segði Jens Erik Magnussen
fyrrapartin igjår
Ov nógv at útseta
Formaðurin í kappingar-
nevndini hevur í påskafri-
tíðini staðið í sambandi við
ábyrgdarpersónar í feløgun-
um kring alt landið. Í fyrsta
atløgu varð ein og ein dyst-
ur útsettur, men so náddu
teir til tað, at alt skuldi
leggjast av nýggjum:
— Felggini eru sjálvsagt
hugaði at koma í gongd, og
tað varð tosað um at finna
nýggjar dagar fyri einstøku
rnar. Men royndirnar
siga okkum, at tá avtalur
verða gjørdar, uttan at teir
dysti
hava møguleika NY
heildarmyndina fy
ikki møguleil
vit leygardagin, at bæði
kappingin um løgmans-
steypið og steypakappingir
hjá kvinnum skuldu leggjast
av nýggjum.
I vikuskiftinum
og mitt í viku
Tey fýra feløgini í Suðuroy
eru øll við í bólkaumfar-
inum, og at tey eru flokkaði
tvey og tvey í bólkunum
tvey og trý ger, at tað er
lagaligari at leggja kapping-
ina til rættis av nýggjum,
enn tað hevði verið, um bara
eitt lið úr Suðuroy var í
hverjum bólkinum:
— Tað er altíð keðiligt, tá
lið hava ferðast, og tað so
er neyðugt at avlýsa, og tað
er sjálvsagt serliga óheppið,
tá ferðateinurin hevur verið
langur. Skírisdag høvdu vit
vónað, at tað fór at bera til
at avgreiða dystirnar hjá
Royn og VB móti åvikavist
B68 og GI, og suðuroying-
arnir komu eisini norður. Á
Toftum gjørdu teir eitt stórt
arbeiði fyri at rudda vøllin,
yg vit ætladu, at báðir dyst-
irnir skuldu avgreiðast har,
men tá teir so at siga vóru
lidnir, brendi hann á aftur,
og so noyddust suðuroying-
arnir allan vegin suður aftur,
uttan at hava spælt, tíverri
nbært nýggju ætlanini
skulu B68 og GI í bólki trý
til Suðuroyar at spæla tveir
dystir í part komandi viku-
skifti
I bólki tvey eru eisini tvey
feløg úr Suðuroy og tvey
norðanfjørðs, og har er lagt
upp til, at Sumba og TB
koma norðurum komandi
vikuskifti og spæla tveir
dystir í part.
Innanhýsis dystirnar mill-
um felggini í Suðuroy og
millum tey norðanfjørðs eru
ásettir til at verða avgreiddir
mitt í viku.
Í bólki eitt eru bara feløg
nordanfjørds, og har verður
nógv virksemi mitt í viku. Í
Sosialurin —
vit, við ti føroyska ítróttinum
kveld verða tveir dystir,
komandi mikukvøld verða
tveir dystir, og um fjúrtan
dagar verða aftur tveir dyst-
ir.
Ovissan
Farið verður til verka eftir
nýggju skipanini í kvold, og
stóri spurningurin er so,
hvussu tað verður við veðr-
inum:
— Tí eru vit ikki harrar
yvir, og um tað framvegis
verður vindur og kavarok,
so verður trupulleikin sjálv-
andi nógv størri, enn tann,
sum vit nú halda okkum
hava loyst. Men um tað ikki
fer at kava stórvegis, so
rokna vit við, at tað fer at
bera til at avgreiða kapping-
ina, sjálvt um tað tekur sína
tíð, áðrenn kavin hvørvur av
sær sjálvum. Vit vóna, at
feløgini royna at rudda vøll-
irnar, soleiðis at tað fer at
bera til at venja aftur og at
avgreiða steypakappingarn-
ar, sigur kappingarstjórin
Jens Erik Magnussen.
Einki er at ivast í, at fel-
øgini í hesi vikuni fara at
rudda vøllirnar, men at tað
ikki verður gjørt eftir einari
lítlari løtu sást í Gundadali
2. páskadag. Har fóru teir
at rudda tíðliga fyrrapartin,
og teir vóru ikki lidnir fyrr-
enn klokkan fimm seinna-
partin. jh
Nr. 69 — 15. APRIL 1998
Spælararnir
hava mist nógv
Fótbóltur: Kavin hevur gjørt, at
fótbóltsspælararnir eru ikki á tí
stóði, sum teir annars eiga at
vera á hesa ársins tíð
Tá ið landsliðið um
mánaðarskiftið februar/
mars kom aftur av venj-
ingarlegu í Spania, segði
Allan Simonsen, lands-
liðsvenjari, at spælarar-
nir vóru betri fyri, enn
teir høvdu verið undan-
farin ár.
Men síðani hevur
kavin verið føroyska
fótbóltinum til so stóran
ampa, at spælararnir nú
ikki hava tann førleikan,
sum teir eiga at hava
mitt í apríl mánaði. Tað
heldur Petur Simonsen,
venjarin hjá B68, sum
er ein tann royndasti
venjarin í landinum:
— Eg havi tosað við
onkrar av hinum venj-
arunum eisini, og teir
eru av somu áskoðan. Í
mars lá kavin leingi, og
tá bar illa til at venja,
og tað bar als ikki til at
venja við bólti undir
vanligum treytum. Nú
høvdu vit roknað við at
fingið fínpussað formin,
men so kom hesin kav-
in, og í staðin fyri at
spælararnir komu í ta
venjingarstødu, sum teir
eiga at vera í, tá farið
verður undir landskapp-
ingina, so hevur venj-
ingin ligið meiri ella
minni still, og tað merk-
ir, at teir eru verri fyri
nú, enn teir vóru fyri
einari góðari viku síð-
ani.
Tronga skipanin
Petur Simonsen sigur, at
í B68 tóku teir sær av
løttum i venjingini í
slóð
Petur Simonsen, venjari hjá B68, sigur, at teir
vikuni undan páskavik-
uni:
— Vit so at siga ladaðu
upp til allar dystirnar,
sum eftir ætlanini
skuldu vera í bólkaum-
farinum í steypakapp-
ingini. Ætlanin var jú, at
vit skuldu spæla fýra
dystir í átta dagar. Tað
er strevið, men tað hevði
verið gagnligt.
Petur Simonsen held-
ur, at í landskappingini
hevði tað ikki borið til
at spælt fýra dystir í átta
dagar, men hann heldur,
at hetta bæði hevði borið
til og verið gagnligt í
steypakappingini:
— Í steypakappingini
snýr tað seg sjálvsagt
um at kvalifiserað seg til
endaspælið, men eg
haldi, at flestu feløgini
eisini síggja bólkaum-
farið sum eitt gott høvi
til at pussa formin av,
áðrenn tað verður farið
undir landskappingina.
Tá spælararnir spæla
nógv, verður boltførleik-
in, taktiska medvitið og
kropsligi førleikin betri,
men hesum fáa vit altso
ikki gagn av á hesum
sinni.
Nú verða nógvir dyst-
ir spældir mitt í viku, og
tað fer so aftur at hava
við sær, at venjingin úti
í feløgunum ikki verður
tann, sum hon hevði
verið, um eingir dystir
vóru. Men hetta eru kor-
ini, sum føroyingar og
føroyskur fótbóltur liva
undir
tóku sær av løttum í vikuni upp til påskir. Tað
kann koma aftur um brekku nú