Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mr. 39 — 15. APRÍL 1998 Fótbóltur: Við at vinna 3-0 á Lillestróm legði Kongsvinger seg á odda í bestu norsku deildini eftir fyrsta umfar. Julian Johnsson spældi allan dystin og legði upp til triðja málið Julian Johnsson og Kongs- vinger fingu eina flúgvandi byrjan í norsku landskapp- ingini, sum byrjaði mána- dagin. A útivelli móti Lillestrøm eydnaðist tað framman fyri norska landsliðsvenjaranum Egil »Drillo« Olsen og 5.999 ødrum áskoðarum Kongsvinger at vinna 3-0, og liðið er nú á odda í bestu norsku deildini saman við Viking úr Stavanger eftir 1. umfar. Julian spældi allan dystin á defensiva midvøllinum og spældi væl. Hæddarpunktið hjá før- oyska landsliðsspælaranum í dystinum kom, tá hann við eini sending tvørtur um vøllin spældi Sven Erik Sætre leysan í vinstru síðu til triðja málið hjá Kongs- vinger. — Eg eri stak væl nøgdur vid mitt egna avrik, sigur Julian. — Tað hevði tydning fyri okkum at fáa eina góða byrjan, og tað hava vit fing- ið nú, sigur hann og dylur ikki fyri, at tað eisini heyði týdning fyri hann persón- liga at koma væl frá sínum fyrsta landskappingardysti fyri nýggja felagið hjá sær. Venjarin hjá KIL, Per An- ders Sjøvold, var eisini væl nøgdur vid føroyska mid- vallaran hjá sær og við úr- slitið av dystinum. — Eg eri heilt greitt best nøgdur við spælið í fyrra hálvleiki. Tá áttu vit at havt eina størri leiðslu, enn vit høvdu. Vit høvdu fult tam- arhald å allan dystin, og fyri meg var tað ikki óvæntað, at vit vunnu á Lillestróm, segði Per Anders Sjøvold aftan á dystin. Sum KIL-venjarin segði, var tað serliga í fyrra hálv- leiki, at Kongsvinger hevði yvirvágina. Teir høvdu tveir stórar målmøguleikar fyrsta korterið, sum Andreas Alm og Vidar Evensen skoraðu uppá, og seinni í hálvleik- inum gkti Sven Erik Sætre við at skjóta bóltin millum beinini á svenska málmann- inum hjá Lillestróm eftir uppspæl frá Julian. — Eitt frálíkt mál. Vit vunnu uppiborið og fingu váttað, at vit hava eitt sterk- ari lið, enn vit høvdu í fjør, segði Sætre. — Vit hava fingið góðan styrk á miðjuni (Andreas Alm úr Hammarby og Juli- an Johnsson úr B36), og moralurin á liðnum er sera góður, segði málskjúttin. Í seinna hálvleiki tók KIL seg eitt sindur longur aftur á vøllin, og Lillestrøm kom meira vid í spælið. Men ti- verri fyri teir hvarv øll vón- in hjá teimum, tá teirra besti spælari, áleyparin Mama- dou Diallo, varð ríkin av vellinum eftir at hava fingið tvey gul kort. Fyrrverandi norski lands- liðsspælarin Arne Erland- sen, sum saman við einum øðrum fyrrverandi lands- liðsspælara, Halvar Thore- sen, er venjari hjá Lille- stróm, segði: — Vit vóru bara ikki betri í dag. Soleiðis er lívsins harði veruleiki. Disciplineraður fótbóltur Julian Johnsson hevur nú verið í Kongsvinger í meir enn tríggjar mánaðir, sum hava gingið við at fyrireika seg til, at Tippeligaen skuldi byrja. Liðið hevur verið á venj- ingarlegu á Kypros fyrr í ár, og fyrst í hesum mánaðin- um gekk leiðin til Onglands fyri at fáa tað seinasta upp á pláss áðrenn kappingar- byrjanina. Ætlanin var upprunaliga at spæla ímóti Nottingham Forest ella Manchester City, men tað varð av ongum, so í staðin spældi Kongsvinger móti 3. deildarliðnum Macclesfield og vann sann- førandi. Á ferðini fingu spælararnir eisini høvi til at síggja Premier League- dystin millum Blackburn og Manchester United, sum United vann 3-1. Tað hevur verið eitt sind- ur av einum umskifti hjá Julian Johnsson og Kongsvinger fingu eina góða byrjan upp á landskappingina mánadagin Julian at fara úr føroyskum til norskan fótbólt. — Fótbólturin her yviri er sera disciplineraður, sigur Julian. — I Føroyum kundi eg renna nógv aftur og fram á vellinum og fara við í álop, men her hava allir spælar- arnir meir ella minni bund- nar uppgávur. Her hevur tú ikki so góða tíð og skal hugsa meir og skjótari. So skiótt tú hevur bóltin, eru eini tveir-tríggir mótspælar- ar rundan um beinanvegin, og ferðin er nógv hægri. Kongsvinger spælir 4-5- 1, og tað er ein spælistílur, sum krevur nógv av miðj- uni. Endamálið hjá Kongs- vinger við hesum spælistíl- inum er at geva mótstýðu- liðnum so lítið pláss sum gjørligt til at fara í álop. — Tá hitt liðið fer í álop í vinstru síðu, fer alt liðið hjá okkum móti vinstru síðu av vellinum, og øvugt. Við hesum gera vit tað trongt hjá hinum liðnum, men tað krevur, at vit flyta okkum nógv, sigur Julian. Ein spælistílur, sum hósk- ar væl til mannin, sum í Før- oyum fyrst og fremst er kendur fyri at renna meir enn nakar annar á vøllinum. Í fjør var tað ov lætt hjá mótstýðuliðnum at renna ígjógnum miðjuna hjá Kongsvinger, og tað hevur venjarin roynt at rætta upp á í ár, millum annað við at fáa Julian Johnsson til Nor- egs, har hann mánadagin vísti seg at vera ein góður styrkur hjá liðnum í mun til í fjør. Næsta umfar í Tippeliga- en verður komandi sunnu- dag. Tá skal Kongsvinger á heimavglli spæla móti Brann úr Bergen, sum á heimavelli tapti 0-. móti Moss mánadagin. elj Sosialurin fylgir við føroysku fotboltsutisetunum Tippeligaen 1. umfar, 13. april Brann-Moss 0-1 FK Haugesund-Molde 2-3 Lillestrøm-Kongsvinger 0-3 Sogndal-Tromsø 0-0 Stabæk-Bodø/Glimt 3-2 Strømsgodset-Rosenborg 0-2 Viking-Vålerenga 3-0 Stødan 1. Kongsvinger 1. Viking Stavanger 3. Rosenborg 4. Molde 4. Stabæk | 6. Moss | 7. Sogndal 7. Tromsø 9. Bodø/Glimt 9. FK Haugesund 11. Brann Bergen 12. Strømsgodset 13. Lillestrøm 13. Vålerenga 2. umfar 18. april Molde-Lillestrøm 19. april Bodø/Glimt-Sogndal Kongsvinger-Brann Moss-Stabæk Rosenborg-Viking Tromsø-Strømsgodset Vålerenga-FK Haugesund Kongsvinger og Julian a odda eftir fyrsta umfar mi 2) 2 59 19 9 -— ta NY ta NY að 0 NI == "49 4 SODS == 1 1 9 Solen