mikudagur 15. apríl 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 69 — 15. APRÍL 1998
tíðindablaðið SOM
19
Kvinnan og løgtingsvalið
Hvørjar ambitiénir hevur
kvinnan, tá ið hon fer upp i
politikk?
Beinan vegin fær man
hug at spyrja kvinnur. Hvi
tað? Jamen, hvgrjar ambi-
tiónir hava menn? Er nak-
að at snakka um?
Tí konan man eins væl og
maðurin fara upp í politikk,
tí at hon heldur seg duga
líka so væl at virka við í at
menna samfelagið. At bóta
um, leggja sín sjónarmið
fram, tí hon virðir tey og
heldur, hennara sjónarmið
hava tydning. At øll mál eru
kvinnumál eisini. At hon
dugir at taka dagar ímillum
í øllum samfelagsmålum —
tad er bara ein spurningur
um, at hava sett seg væl inn
i målini. Soleidis man vera
i øllum livsins vidurskift-
um. Kona ella maður.
Ja, hverjar politiskar
ambitiónir hevur kvinnan
so? Man hon hava serligar
ambitiónir? Og hvussu fær
hon tær?
Ambitiónin kann koma
av, at hon kanska sær, at her
manglar nakað. Her eru mál
og sjónarmið, sum vanta.
Hon veit, at skulu vit hava
eitt vælvirkandi samfelag,
er neyðugt, ja al neyðugt,
at kvinnusálin hevur sett
síni fingramerki á. Harra-
gud, vit eru helvtin av fólk-
inum! Og jú fleiri eygu, ið
skoða og úr fleiri sjónar-
hornum, jú størri trygd hev-
ur tú fyri, at allir partar í
samfelagnum verða tiknir
við.
Trupulleikin er bara, at
tað í stóran mun eru menn-
inir, ið seta dagsskránna —
tað eru teirra spælireglur.
Konan kemur so við sínum
ambitiónum, og eg havi var-
hugan av, at hon lagar seg
til systemið. Eitt system, ið
ofta ber dám av giganto-
mani.
Hon, sum betur enn nakar
annar dugir at síggja tað
stóra í tí smáa, og tað er ein
dygd; sum ættarlið eftir
ættarlið hevur verið føddur
fíggjarmálaráðharri, tí
hennara lutur hevur verið at
reka húsarhaldið — skuldi
hon ikki klárað, og tað við
hepnari hond at verið við
og rikið landshúsarhaldið?
Eg hugsi, at hon eisini hev-
ur hesa ambitiónina við sær
— at finna tað stóra í tí smáa.
Ikki tað, at hon skal standa
sum eksponentur fyri spar-
ingum. Hon er gløggari enn
so. Tað stóra finnur hon í
menniskjanum, og spyr —
hvussu hava fólk tað?
Hvørji lívsvirði endurspegl-
ast i samfelag okkara?
Kunnu vit yvirhøvur tosa
um fult fólkaræði, so leingi
kvinnan hevur so lítla ávirk-
an?
Tað heldur
flokkurin ikki.
Javnaðarflokkurin = vil
virka fyri at tryggja javna í
øllum samfelagsins viður-
skiftum. At konur og menn
kunnu virka og åvirka å
jøvnum føti. Tað prógvar
skrå Javnadarfloksins, sum
altid hevur lagt seg eftir at
bóta um m.a. umsorgarvið-
urskiftini. Viðurskifti, sum
mangan forða kvinnuni í
hennara leikluti uttan fyri
heimið.
Javnaðarflokkurin ásann-
ar, at brúk er fyri báðum
kynum, men fer ongantíð at
fáa menn á listan, bara tí teir
eru menn, og konur, tí tær
eru konur.
Javnaðar-
Katrin Dahl,
valevni
Javnaðarfloksins
Foroya Arbeiðsgevarafelag
skipar fyri tiltøkum í oljuhøpi
Føroya Arbeiðsgevarafelag
ætlar framyvir at leggja
stórri dent á tiltøk, ið kunnu
menna føroysku vinnuna til
eina komandi oljuvinnu.
Í februar varð skipað fyri
einari vinnuvitjan til Sta-
vanger, og í næstum verða
nøkur tiltøk. Í hesum sam-
bandi fer felagið nú undir
at skráseta teir limir, sum
hava áhuga í oljuvinnuni.
Ætlanin er eisini at fáa
tættari samstarv við Olju-
fyrisitingina um vinnulig
mál við tilknýti til eina
komandi oljuvinnu
Tiltøk higartil í ár
Í februar skipaði Arbeiðs-
gevarafelagið fyri einari
vinnuvitjan til Stavanger,
har føroysk virkir hittu
norsk virkir innan somu
vinnugrein. Luttakararnir
vóru sera vælnøgdir við
ferðina. Teir fingu holla vit-
an um, hvussu veitarar inn-
an oljuvinnuna arbeiða, og
í fleiri fórum var ítgkiligt
samstarv avtalað.
Í farna mánað hevur
Vinnuhúsið, í samstarvi við
Oljufyrisitingina, sent ein
faldara til tey feløg, ið hava
sýkt um forkanningarloyvi
á føroyskum øki. Faldarin
eggjar til at brúka føroysk-
ar tænastur og veitingar.
Tiltøk fyri framman
Næstu mánaðirnar verður
skipað fyri trimum tiltókum
í oljuhøpi
Mikudagin 22. apríl verð-
ur eitt seminar á Hotel Før-
oyum. Endamálið við hes-
um ein-dags seminari er at
geva virkjum eina greiða
fatan av, hvat kemur at
henda, tá royndarboringar
fara í gongd. Fyrst verður
ein simulering av royndar-
boringum og øllum avleidd-
um aktivitetum á so neyv-
um stødi, at greiða t.d. fæst
á allar nøgdir, ið skulu til
og frá og teirra títtleika.
Seinnapartin verða triggjar
workshops: 1. Kontraktir/
treitir o.a. í samband við
umbiðing, 2. Góðskustýr-
ing/trygd og 3. Logistik
Seminarið verður gjørt í
samstarvi við Amerada
Hess bólkin, og teir koma
við royndum frá oljufeløg-
unum og teirra undirleve-
randørum.
Í næstum er ætlanin at
gera skrivlig tilfar, ið lýsir
teir limir, ið er áhugaðir í
oljuvinnuni. Tilfarið verður
sent til feløgini, sum hava
sýkt um forkanningarloyvi
á føroyskum øki, og annars
til øll feløg, ið venda sær til
Vinnuhúsið. Hetta er part-
vís uppfylging av oman fyri
nevnda faldara, og umframt
at eggja til at brúka føroysk-
ar tænastur og veitingar,
skal tilfarið itøkiligt vísa á,
hvat føroysk virkir kunnu
veita.
Eftir vinnuvitjanina í Sta-
vanger í februar hevur Sta-
vanger Næringsforening
gjørt av at gera ein tilsvar-
andi tår til Føroya. Henda
vitjan verður í døgunum
21.-24. mai, og fríggjadagin
22. mai verður skipað fyri
fundum millum føroysk og
norsk virki, og høvi verður
eisini hjá gestunum at vitja
føroysk virki.
Skráseting av
oljuáhugaðum virkjum
Í sambandi við komandi til-
tøkini verður gjørd ein
neyvari skráseting av virkj-
um, ið eru áhugað í olju-
vinnu
Skriv verður sent til lim-
irnar, og teir, ið skráseta seg,
gerast partur av oljubólkin
um hjá Arbeiðsgevarale
lagnum og fáa møguleika
fyri at ávirka arbeiði okkara
innan hetta gkið. Hesi virki
verða framyvir altíð kon-
taktað, tá vit skipa fyri til-
tókum í oljuhøpi.
Luttakarar í oljubólkinum
velja sjálvir, um teir luttaka
í einstøkum tiltøkum, gjalda
bert fyri tey tiltøk, sum teir
luttaka í, stendur í tíðinda
skrivi frå Føroya Arbeiðs
gevarafelag
Ætlað
Jóannes Eidesgaard
formanni Føroya Javnaðarfloks
Tveroyri
Tú stendur sum ein drangur í 6dn
ein viti sum lýsir á leið
stóð stinnur sum Nýpan á Kristiansborg
tú vallyftir svíkti ei.
Mær rennur í huga abba tín sála
tað fer mær ikki úr minni
tá hann vid Grønlands ísbardu strendur
tók róðrið á »Finsen« á sinni.
Nú taka okur lógvatak saman
og stevna á sigursleið
Knørrur skal leggjast við Kngrraborð
vit heilsast hin 1. maí.
Heygsmaður
Skal samskipa
GEM-verkætlan
Atlanticon hevur sett Dávid
Reinert Hansen í starv at
samskipa GEM-verkætlan-
ir. Hann tók við starvinum
1. april. Dåvid Reinert Han-
sen er civilverkfrødingur og
hevur frammanundan verið
deildarleiðari hjá Lands-
verkfrødinginum. Eisini
hevur hann arbeitt hjá
Landsbyggifelagnum.
Uppgáva hansara er at
standa fyri umsitingardepl-
inum, ið, vegna GEM-lut-
takararnar, skal gera sátt-
málar fyri kanningararbeið-
ini, sum skulu gerast í sam-
bandi við einstøku verkætl-
anirnar.
Millum uppgávurnar
verður eisini at vísa á før-
oysk feløg og stovnar, sum
kunnu hugsast at vera før
fyri at luttaka í kanningun-
um, og at leiðbeina hesi um
arbeiði, ið tey taka upp á
seg at gera.
GEM-verkætlanirnar, ið
23 oljufeløg samstarva um,
hava sum endamál at savna
upplýsingar og at gera
kanningar av økinum rund-
an um Føroyar, við atliti til
geoteknik, umhvørvi, ved-
ur, streym og aldur
Sjålvstyrisflokkurin
nyggjan
landsnevndarformann |
Á fundi í Havn í dag bleiv Sår
fyrrverandi landsstýrismað
arformann Sjálvstýrisfloksins
Til næstformann bleiv valdur Schumann Hansen,
deildarleidari, Klaksvík
Skrivari hjá landsnevndini er Edvard Hermansen í
Hósvík.
Hinir nevndarlimirnir eru
ur, val
Gutti Petersen, lærari,
Sandavági, Absalon Absalonsen, skipari, Tórshavn,
Ronald Poulsen, verkfræðingur, Tórshavn, og Annie
Jensen, húsmóður, Skopun
Ungdómsfelag Sjálvstýrisfloksins hevur eisini
fingið nýggja nevnd og í henni sita Dan Lamhauge,
Lamba, Rúna Hansen, Klaksvík, og Jákup Sverri
Kass, Tórshavn.
Miðflokkurin
i Suðuroy
Valevni Miðfloksins í Suðuroy til løgt
april 1998 eru: Hjørdis Jørgensen, Tveroyr
svalið
Karl av
Hvalba
Miðflokkurin stillar upp í øllum valdómum
ialt 28 valevni
Rana, Trongisvágur Thoms
og Ró
Li