mikudagur 15. apríl 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 69 — 15. APRÍL 1998
tíðindablaðið S08/2/U7%
Við Tjóðveldisflokkinum
á odda, inn í næstu old
Tíðin aftaná marglætisárini
í åttatiårunum hevur fyri
okkum verið ein royndar:íð.
Alt hetta endaði sum gllum
kunnugt við einum skralli í
1992. Alt samfelagið lá í
skeljasori.
Skulu vit ikki enda í slík-
ari stóðu aftur, so er neyðugt
at vit taka fulla ábyrgd av
okkum sjálvum. Tann stóða,
ið nú er galdandi og tann
skipan vit nú í fimti ár hava
livað undir, er ikki haldbar
og hevur heldur ongantíð
verið tað. Hetta hevur Tjóð-
veldisflokkurin ført fram,
uttan slit síðani 1948, tå ið
flokkurin varð stovnaður
fyri at fremja fólkaviljan við
fólkaatkvgðuna 14. septem-
ber 1946. Henda dag, tá ið
fólkið segði frá, at land okk-
ara var sjålvstødugt.
Í hesum sambandi kann
skoytast uppí, viðvíkjandi
uppskotinum hjá Sjálvstýr-
isflokkinum um fólkaat-
kvødu ár 2002, samband —
loysing, at henda fólkaat-
kvgða hevur verið. Nevni-
liga 14. september 1946.
Eisini uppskot Javnaðar-
floksins um sjálvstýrislóg,
ístaðin fyri heimastýrislóg-
ina, >vakrasta blað í Dan-
markar søgu«, er eftir okk-
ara tykki burturvið, tað
verður bert ein regulering
av somu lóg og í øllum før-
um verður hetta ein lóg, tá
til skarpskeringar kemur,
upp á danskar fortreytir.
Tað, ið fram er farið, t.d.
hvussu danska stjórnin,
bæði undir Javnaðarleiðslu
og eisini, meðan teir kon-
servativu sótu við leiðsluni,
ið viðgerini av bankamáli-
num, eigur at fáa sjålvt tann,
ið treytaleyst helt, at alt, ið
kom úr Danmark var gott,
at skifta hugsan. Og tá ið
ein nú veit, at alt hetta er
sett í verk fyri nógvum ár-
um síðani, væl umhugsað,
av donskum serfrødingum
og politikarum. Takka verið
blaðmonnum, er nógv kom-
ið fram í ljósið, petti fyri
petti og neyvan er alt komið
undan kavi.
Vit kunnu av réttum ilsk-
ast inná danir, fyri viðferð-
ina ímóti føroyingum, fyri
arroganta framferð og
mangt annað, men innast
inni vita vit gll, at teir gera
tað, ið tænir danska stati-
num best. Minnist til, at tað
er donsku borgarunum hesir
skulu standa til svars yvir
fyri og ikki okkum.
Tí er tíðin komin at gera
upp ímillum londini. Ikki so
at skilja, at vit skulu kvetta
alt samband við hetta ríkið,
ið vit hava havt samband
við í øldir, men vit skulu
gera upp og taka fulla
ábyrgd av okkum sjálvum.
Vit skulu taka loysing fyri
at fáa samband, bæði við
Danmark og onnur lond.
Fyrst ta politisku loysingina
og síðan samráðast við dan-
ir um eina tillaðingartíð við-
víkjandi tí fíggjarliga parti-
num av loysingini.
Tann, ið heldur, at vit
hava avgerðarrættin yvir
landinum, hann fer skeivur.
Í onkrum fórum, kann tykj-
ast so, men okkara avgerð-
arrættur gongur bert hartil
danir loyva.
Danir hava higartil latið
okkum spælt harrar í egnum
húsi, men uppá teirra treytir.
Vit kenna gongdina frá
bankamálinum, hetta mál,
ið hvert mansbarn í Føroy-
um kennir. Og hver kann
eftir hetta, líta dónum til, at
t.d. samráðast okkara vegna
um ráevnini í undirgrundini.
Hesa undirgrund, vit uppá
kvamsvís fingu til gávis frá
dønum og kortini onki hava
at siga yvir, tá tað kemur til
ráevnini. Tjóðveldisflokk-
urin heldur fast við, at und-
irgrund og ráevni í undir-
grundini, er ogn føroyinga;
men hetta verður ongantíð
veruleiki fyrrenn vit hava
tikið fulla ábyrgd av okkum
sjálvum. Ikki fyrrenn Tjóð-
veldið Føroyar er sett á
stovn.
Dan Nielsen
Valevni Tj6dveldisfloksins
i Suduroy
Javnaðarflokkurin
garanturin fyri
sambandi og ófrælsi
Málið hjá Sambandsflokkinum er á ymiskan hátt at leggja lok á frælsisviljan,s um
lýsir av Føroya fólki. Men nú rekur hart á kíkin hjá teimum, sum umboða ófrælsi í
fóroyskum politikki
Sum blaðstjóri á 14. Sep-
tember (1986-1991), nýtti
eg rættiliga fitt av tíð og
orku til at vísa á, hvussu væl
Javnaðarflokkurin hevur
dugað at tikið atkvødur frå
Tjóðveldisflokkinum, hóast
flokkurin í stevnu síni er ein
samríkisflokkur (les: Sam-
bandsflokkur), meðan Tjóð-
veldisflokkurin vil hava
eina skipaða loysing. Tað
einasta, sum kom burtur úr
hesum, var, at Javnaðar-
flokkurin vaks sum eitt trøll,
til hann at enda hevdi 10
tinglimir!
Væl vitandi, at slik um-
røda kann fåa uppaftur fleiri
(kanska serliga sambands-
fólk) til at velja flokkin, so
var hetta sjálvsagt ikki øll
søgan aftanfyri hesa stóru
framgongd. Men tá ið eg
nevni tey »tiggju bodini«,
sum flokkurin >fangaði<
fólk við, munnu tey flestu
minnast, at hesi mongu val-
lyfti góvu atkvødur. Og aft-
an á valið stóðu tey 10 javn-
aðarumboðini sum ryssa
yvir deyðum fyli!
Men hitin var stokkutur.
Tí, tað vóru so sanniliga eis-
ini hesi somu vallyfti, sum
førdu til, at fólk mistu álitið
á Javnaðarflokkin. Tey, sum
lótu seg villleiða, mundu
væl halda, at valevni floks-
ins dugdu gand! Tí svøldgu
tey alt rått, ið borðreitt varð
við.
Garanturin fyri ófrælsi
Eg skal ikki endurtaka tað,
sum áður er sagt og skrivað.
Tó skal eg minna veljarar
á, at hesin flokkur fer ikki
longur á sjálvstýrisleið, enn
hann verður drigin. Hetta
hevur søgan ferð eftir ferð
prógvað. Tað var t.d. Javn-
aðarflokkurin, ið syrgdi
fyri, at sambandamaðurin,
Jógvan Olsen, varð valdur
til formann í nevndini, sum
eftir uppskoti Tjóðveldis-
floksins skuldi viðgera við-
urskiftini millum Føroyar
og Danmark. Og tað var eis-
ini hesin flokkur saman við
Fólkaflokkinum, ið hevði
ein avgerandi leiklut, tá ið
løgtingid í vetur feldi upp-
skot Tjóðveldisfloksins um
yvirtøku av fólkakirkjuni.
Men skal Javnadarflokk-
urin ikki missa sinar sjålv-
styrissinnadu veljarar,
noyðist hann — tå ið harðast
rekur á kíkin — at egna við
onkrum, sum er latið í sjálv-
stýrisklæði. Og júst soleiðis
er tað við nýggju sjálvstýr-
islågini. Men ein lóg, ið
byggir á donsku grundlóg-
ina, verður ongantíð annað
enn ein sambandslóg.
Ein alsamt vaksandi part-
ur av Føroya fólki vendir
sær nú ímóti Ofrælsinum,
men tad ger Javnadarflokk-
urin ikki. Hóast hann letst
at fylgja rákinum fyri ikki
at fara í fisk, er og verður
endaliga fasittið altíð tað
sama: Samband og ófrælsi
og harvið framhaldandi
ruðulleiki millum Føroya
og Danmark.
Málgagn Javnaðarfloks-
ins, Sosialurin, hevur verið
heitasti talsmaður fyri frælsi
til øll onnur lond í heimi-
num, sum hava ressast og
viljað sloppið sær burtur úr
trælabandinum. Ja, hver
minnist ikki drúgvu skriv-
ing blaðsins um rættvísa
frælsisstríðið hjá namibiska
fólkinum mótvegis Suður-
afrika?
Tað er mær ein gáta,
hvussu tað ber til, at teirra
frælsishugsjón ikki røkkur
her heim á klettarnar, og hví
Javnaðarflokkurin ei trúgv-
andi garanturin fyri før-
cyskum ófrælsi.
Hevur Javnaðarflokkurin
ikki álit á Føroya fólki?
Vilmund Jacobsen,
valevni Tjóðveldisfloksins
í Suðurstreymi
Útróðrar-
vinnan má
bjargast
Í borgarliga politiska
leirinum, sum hevur
stýrt hesum landi sein-
asta Í 1/2 árið, er útróðr-
arvinnan illa sædd. Með-
an sambandsmenn kalla
útróðrarmenn fyri sam-
felagsnassarar, so hava
fólkafloksmenn skorið
inntøkutrygdina hjá út-
róðrarmonnum at beini,
so teir nú liva undir sera
ótryggum fíggjarligum
korum.
I Føroyum hava vit
havt útróðrarmenn í
mansaldrar. Hví hesir nú
brádliga vóru so illa
kendir av politiska
meirilutanum er ilt at
skilja.
Mett verður, at eini
1.000 føroyingar fáast
við útróður, harav nakrir
eru fulltíðar og aðrir
parttíðar útróðrarmenn,
summir við snellu, aðrir
við línu og fleiri við báð-
um.
Javnaðarflokkurin
metir, at tað er óneyðugt
ai býta fiskidagar út til
smærru útróðrarbátarnar
undir 15 br. reg. tons.
Tað er stór umsiting av
hesum fiskidagarokni-
skapi og lítil ella eingin
firnd í skipanini.
Javnaðarflokkurin vil
tí, at smærru útróðrarbát-
arnir sleppa at fiska frítt
tí hesir eru í stóran mun
tarnaðir frammanundan
av veðri og streymi. Og
eingin trýr upp á, at hesir
bátar við húki tóma nakr-
ar grunnar. Náttúran
regulerar hendan fiski-
skapin av sær sjálvum.
Vit hava havt stórt ar-
beiðsloysi og hava tað
partvíst enn. Tað var tí
fyri at hava útróðrar-
menninar í síni vinnu —
einki annað var og er at
bjóða teimum — at táver-
andi javnaðarlandsstýri
við hjálp frá øðrum setti
lógina um inntøkutrygd
útróðrarmanna í gildi
Meiningin var tá, at
henda nýggja lóg skuldi
endurskoðast, tá ið hon
hevði virkað eitt ár ella
so, ment að komu at
ganga trý ár
Tað var í lagi at Lands-
stýrið endurskoðaði lóg-
ina og tætti onkran
óhepnan leka, men at
skera so hart og bjóða
1.000 monnum kr. 8,0
mill. á fíggjarlógini, sum
inntøkutrygd ella kr.
8.000,- árliga í meðal,
tað var ikki rætt. Er mon
kr. 8.000,- nøkur trygd
fyri årslønina hjá nøkr-
um bólki??? Svarið er jú
sjálvandi nei, eingin
samfelagsbólkur er
tryggjaður við kr. 8.000,-
árliga.
Meira ans áttu útróðr-
armenn okkara uppibor-
ið, teir hava ført mangan
fongin til lands í góðum
sum ringum tíðum.
Síðan varð eitt av-
reiðingar-minstamark
sett pr. mánað pr. útróðr-
armann á kr. 9.000,-
bæði fyri snellu- og línu-
fiskarar. Við tí veðri, vit
hava havt í 1998, eru
flestu snellufiskarar á
veg út ella eru úti av
skipanini, meðan línu-
fiskarar so dámt halda
seg innanfyri, tó tað man
standa á hjá summum.
Henda skipan má end-
urskoðast. Líkasum
nógvu og ógvusligu frið-
ingarnar eiga at vera
endurskoðaðar.
Best hevði verið, um
vit lótu smábátarnar
fiska frítt, so hevði helst
tørvurin á inntøkutrygd
verið nakað minni, enn
hann hevur verið og er í
dag
Hesum fer Javnaðar-
flokkurin at virka fyri
eftir komandi løgtings-
val, um flokkurin fær
styrki frá veljarunum at
koma í samgongu og
landsstýri
Javnaðarflokkurin á-
sannar, at brúk er fyri
útróðrarmonnum okkara
og vil bjóða hesum rímu-
lig kor at virka undir
Veljið tí JAVNAÐAR-
FLOKKIN tann 30. apríl
1998.
Birgir Mohr