Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 15. APRÍL 1998 Í eini grein í Sosialinum herfyri tyktaði Bergur Dam fólkafloksmannin Óla Breckmann; orsøkin var, at stavnurin hevði manipuler- að við almennum tólum. Men Bergur skal ansa sær at kasta við gróti, tí sjálvur býr hann í glashúsi! I eini grein nevnir Bergur Dam Ísland sum fyridømi í sjálvstýrisspurninginum. Bergur Dam skrivar, at í 1918 fingu íslendingar eina sjálvstýrislóg, sum gav teimum møguleika fyri at gerast sjålvstøgugt land so pg a pø. Og tað hendi so í 1944, 26 ár seinni. Tað ljóðar álitisvekjandi. Einki við at fara buldrandi út í loysingar-óvissuna frá degi til dags. Trupulleikin fyri Berg og Javnaðarflokkin er bara tann, at tað er kolsvørt lygn, sum teir føra fram. Lygn og propaganda. Veruleikin er, at Ísland í 1918 gjørdist eitt fult sjålvstødugt land, ein BE Eft suverenur statur o.s.fr. > Tað fult sjålvstøduga Is- land valdi í sama viðfangi at vera í kongsfelagsskapi við eitt annað sjålvstødugt land, Danmark. Danska uttanríkismálaráðið útinti íslendska uttanríkispolitikk- in fyrstu árini. Danski hægsti rættur var hægsti rættur hjá Íslandi til 1920. Íslendingar og danir høvdu felags ríkisborgara- rætt í tíðarskeiðnum frá 1918 til 1944. Men alt hettar heyði einki við nakra sjálvstýrislóg og líðandi loysing at gera. Nei! Tað var tað fult sjålvstøduga Island, sum gjørdi eina av- talu við Danmark um hesi viðurskifti. Øll hesi vidur- skifti kundu broytast, sum Ísland vildi, sambært teirri avtalu, sum tað fult sjálv- støðuga Ísland hevði gjørt. Íslendska fyridómið er so- statt púra greitt: Politiska loysing fyrst! Síðani tosa vit um, hvussu viðurskiftini spurni Tað eru flokkar, sum bæði royna at gera eftirlønar spurningin til nakað nýtt og so eisini til teirra. Men eftuirlønarspurningurin man vera næstan lika gamal, sum lønarspurningurin. Og i Føroyum hava vit seinastu 40 årini bytt okkara pen- sionistar i tvey. Tey sum fåa fólkapension og tey, sum eisni fáa aðra eftirløn. Tað veri seg í samband við starvið, ein hevði ella vegna persónliga uppsparing av onkrum slagi. I 1977 segði tåverandi danski forsætisrådharrin, Anker Jørgensen, at nýggja øldin bleiv ikki gomul, so hevði danski staturin ikki pening til at gjalda teimum gomlu fólkapensión. Tí parturin av fólkinum, sum skuldi gjalda minkar, og parturin, sum skal fáa veks- ur. Hetta hava menn iva- leyst sagt, áðrenn Anker og aftaná. Hetta eru eisini føroyskir politikarar farnir at siga, og møguluvis hava teir rætt. Men teir hava bert tøl frå ðrum londum at byggja á. Og tað er, eftir mínum tykki, sera óheppið at koma við slíkum álvarsligum spá- dómum, uttan at hava tøl úr Føroyum, sum vísa á hesa gongd. Vit víkja í hvussu er frá ødrum londum hvat mynstrið í barnsburði við- víkur, og kanska hesin veruleiki gevur eina aðrar mynd av fólkasamanset- ingini (demografiini) í Før- oyum. Og eg fari fyri tað fyrsta at mæla til, at polit- ikarar fáa til vega tel um fólkasamansetingina yvir tíð í Føroyum, áðrenn nakar dómur verður feldur. Fleiri bólkar Men skulu vit, sum uppskot hava verið og eri frammi um, nevniliga at avloysa fólkapenstónina við eitt ella annað slag av persónligari tryggingaravtalu, er nógv ymist at hugsa um. Og kanska eiga vit ikki bert at hugsa um tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum. Tí flestu teirra er antin- ella verður eftirlønaravtala tryggjad. Nei, vit eiga held- ur at hugsa um teir bólkar, sum ikki fáa slíka avtalu tryggjaða av sær sjálvum. Ella kanska avtalu, sum verður verri enn hjá teimum flestu. Eg hugsi her m.a. um av- lamispensionistar, sum hóast inntøka teirra er kom- pensatión fyri vantandi ar- beidsførleika, ikki fáa aðra eftirløn tryggjaða enn fólkapensiónina. Eg hugsi um tey, sum ikki kunnu fara á arbeiðsmarknaðin, tí tey eru bundin av at vera um onnur. Eg hugsi um tey, sum eru úr arbeiði í longri og styttri tíðarskeið. Vegna arbeiðsloysi, tí tey (oftast kvinnur) velja at vera heima, meðan børnini eru smá. Fáa tey nakra avtalu, SENE URNE ARE ONE BR ER SON? SNOR #0 HF í tíðindablaðið Bergur bluffar! okkara millum skulu vera framyvir. Og tað er eisini uppskotið hjá Tjóðveldis- flokkinum. Antin Bergur veit betur og bara bluffar, tí hann íkki ynskir loysing, ella hann ikki veit betur um íslendska fyridømid, so verður nidur- stødna tann sama: Boðskap- urin hjá Javnaðarflokkinum um politisku stóðu okkara í framtíðini er ógreiður. At senda Bergur Dam & co. niður at samráðast um fram- tidarstødu okkara eru tískil óráð. Ødrvisi við Tjóðveldis- flokkinum: Av íslendska dóminum veit Nyrup á co., at Tjóðveldisuppskotið er púra greitt. Tí fáa vit eisini púra greiðar samráðingar við Tjóðveldisflokkinum á odda. Politiska loysing fyrst! Síðani tosa vit um, hvussu viðurskiftini okkara millum skulu vera framyvir. Stutt sagt: Ein skipað loys- ing! ella verður hon skerd í mun til aðrar, av hesum ávum. Ein annar avgerandi spurningur er, um tað skal verða, sum Fólka- og Javn- aðarflokkurin skjóta upp, nevniliga at fólkatryggingin ella hvat hon skal eita verð- ur goldin yvir afturhald- skipanina, og at gjaldið verður sami prosentpartur av lønini. Í.v.s. at fólk gjalda ymist inn, og at tey eisini fara at fáa ymist út- gjald. Her loyvir Tjóðveld- isflokkurin sær at seta spurnartekin við tað, at ein skipan, sum verður fíggjað yvir afturhaldsskipanina ikki verður solidarisk. Tjóðveldisflokkurin hevur Ólavur Waag-Høgnesen Tjóðveldisflokkurin irlønar- ngurin ta áskoðan, at vilja fólk fáa meiri í eftirløn, so mugu tey tekna privatar tryggingar Um tað verður ein almennur tryggingargrunnur, ella tað verða tryggingarfeløgini, sum skulu tekna hesar tryggingar, so eigur partur av yvirskotinum at verða nýttur til at gjalda ein part av vælferðini í samfelag- num. Partur av hesum yvir- skoti kundi hóskandi verið nýttur til at gjalda trygg- ingaravtalur fyri tey fólk og teir bólkar, sum bert eru før fyri at gjalda partvíst ella als ikki. Og so kemur spurningur- in, sum Tummas Eliasen á Livstryggingini reisti í fjøl- miðlunum herfyri. Nevni- liga spurningin um vit skulu hava bæði arbeiðsmarkn- aðareftirlón og fólkapen- sión, soleiðis sum fleiri hava tað í dag. Men kann hesin spurningur neyvan svarast nøktandi, fyrr enn tól fyriliggja, sum greitt vísa hvussu demografiska gongdin er her á landi. Og annars hvussu munadyggar avtalur kunnu fáast um eftirlønartrygging fyri van- liga føroyingin. Tó kann hugsast, at báðir pensións- hættirnir verða aktuellir í eini skiftistid. Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður 25 Vel livi0!!! Í døgunum 15. til 22. april fær >Fóroya Pro Vita« vitjan av enn einum mannarætt indastríðsmanni. Hesa ferð er tað norski presturin Ludvig Nessa At stríðast fyri mannavirði er fyri hin kristna ikki ein søk út úr rúgvuni av søkum. Nei, hetta er sjálv høvudssakin. Í hesum stríði er eingin valmøguleiki her ber ikki til at velja frá í mun til hverjar aðrar góðar sakir eg valdi at taka lut í. Tí alt annað er treytað hetta eina: Menniskjað er skapað av Gudi Hansara mynd, og við Gudi einsamgllum sum harra yvir lívi og deyða. Megna vit ikki at halda hesum sannleika føstum, fellur alt annað til jarðar sum eitt korthús. Evangeliið, tann glaði boðskapurin, er besti boðberin um, at soleiðis er stødan: Tað at Guðs sonur fer í deyðan, til tess at frelsa mannabørnini, sigur frá, hvussu stórt virði tey hava í Guðs eygum. Nið- urskriva vit hetta mannavirði, tøva vit, og evangeliid tódnar. »Føroya Pro Vita< hevur tað kristna menniskjasýn- ið sum sítt grundsjónarmið og sær tað sum sína fremstu avbjóðing, at vekja og kalla til lívs kirkju og allar kristnar meinigheitir inn í stríðið fyri, at bíbli- unnar mannasýn gerst høvudsspurningurin. »Føroya Pro Vita« fer aftur og aftur at heita á teir, sum boða Guds orð, um at taka hetta álvarsemið við í teirra boðan, við inn í bíbliutímarnar og undirvísingina Vit vilja fegin hjálpa ungdómsleiðarum til at síggja álvaran í hesum og læra tey ungu, at her stendur tað avgerandi slagið. Tey, ið ganga undan í stríðnum, og sum á ymiskan hátt í verki royna at kasta ljós á hetta mannasýn, megu vit geva okkara fulla stuðul. Vit eiga at vera ein mannavirðis frelsunarherur, ið letur orð og gerð ganga hond í hond, bert soleiðis gerast við trúverdug, tað trúvirði, ið orð aleina ongantíð megna at skapa. Men tað byrjar við orðinum. Tað er Guds orð opinberað í Bíbliuni, sum má vera útgangs- stødi í stríði okkara við myrkursins lívsfíggin maktir. Ti er spurningurin um Bíbliunnar trúvirði og myndugleika av sonnum ein spurningur, sum viðkem ur »Føroya Pro Vita«. Viknar álitið á Guðs orð, viknar samstundis stríðið fyri rættinum til liv virði Okkara grundstødi í tí bibilska mannasýninum í byrgir okkum ikki frá at arbeiða saman við einstak lingum og felagsskapum, sum hava eitt an gangsstødi í hesum felags stríði. Tað fløvar hjart at síggja, at tað eru menniskju við heilt aðrari lívsá skoðan, sum vamlast við fosturdráps-ræðuleikan. Á samfelagsins vígvelli vilja vit standa saman við øllum teimum, sum vilja vera við til at lyfta mannavirðið uppaftur úr fosturdråpsins díki og lyfta tað so høgt at tað gerst lívsrættur til øll, fødd eins væl og ófedd I døgunum 15. til 22. apríl fær »Føroya Pro Vita« vitjan av enn einum mannarættindastridsmanni. Hesa ferð er tað norski presturin Ludvig Nessa Um Knudsen og Nessa skrivaðu norskar avísir Um teir megna at avtaka >fosturdrápslógina<, vita vit ikki. Men at teir hava bjargað liv, er eingin ivi um. Tað er heldur ikki óhugsandi, at teirra virksemi í longdini fer at vera við til at bjarga túsindum av 6føddum børnum, tí norskar mammur og pápar við teirra virksemi fingu kjøthjørtu og opin eygu. Og tá ið tað snýr seg um at bjarga lív, ger tað einki, um onkur metir bjargingarmenn og bjargingarringar óverdugar at vera Ludvig Nessa er ein dugnaligur og samvitskufullur prestur. Hann boðar Guds orð einfalt og klárt og er trúgvur ímóti sínum kalli, sigur Odd Sverre Hove, aðalskrivari Ludvig Nessa er tann óræddi stríðsmaðurin, sum setir lívið og sítt góða umdømi í váða í stríðnum fyri lívi. Ludvig Nessa vísir til Luthers frágreiðing til 5 boð, har Luther sigur soleiðis: Um tú sært ein ósekan verða dømdan til deyða, ella koma í eina líknandi neyð, og tú ikki bjargar honum, um tú hevur møgu- leikan til tess, so hevur tú dripið hann. Saman við Børra Knudsen mótmælir hann á sjúkra- húsum, og tað hendir av og á, at børn verða bjargað undan fosturtøkulæknans livtinandi hondum. Feroya Pro Vita Lýsing um nær og hvar fyrilestrarnir verða er prentað aðrastaðni í blaðnum i dag! | | | | | | | |