Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. APRÍL 1998 Elias Joensen úr Havn: tíðindablaðið S05/2/7 - Eg havi ongastaðni at búgva Á einum kamari í Havn situr ein maður. Hann er gamal og hevur ongastaðni at búgva. Kamarin- um sleppur hann at búgva í til 27. apríl og aftaná tann dag hev- ur hann einki at búgva í SVEINUR POULSEN Hann situr á seingini tá vit opna hurðina. Hann biður okkum koma innar og bíður okkum sess. Kamari er trongligt og lít- il møguleiki er at gera tað heimligt. Og tað er tað so lítil mein- ing í, tí hann sleppur bara at vera her til 27. apríl. Tá skal hann aftur flyta úr kam- arinum. Tí er tað einasta hann hevur við sær ein telda. Hana brúkar hann til ætt- argransking. Hann hevur meginpartin av familjuni skrivaða niður á blað. Tað er alt savnað saman í einum bláum ringbindi. — Men tað er ikki so gott, tí tað ferst so illa, sigur hann. Tí eri eg byrjaður at leggja alla ættargransking- ini inn á teldu, sigur hann. — Men teldan skikkar sær so illa f løtuni, eg veit ikki hvat feilar henni. Maðurin vit tosað við eit- ur Elias Joensen. Hann er føroyingur, men tosar hålvbrotid, tí hann hevur båd i Danmark i næstan triati år. Flutti hagar í 1964 og heimaftur í 1992. Fyrstu tíðina niðri búði hann á Sælandi, men flutti seinni til Jútlands, tí hann helt, at tað var meiri heim- ligt har. Tá hann gjørdist einsa- mallur valdi hann at flyta aftur til Føroya. — Hetta er mitt heim - her trívist eg best, sigur Elias. Men tað vísti seg eitt sindur truplari enn hann hevði roknað við. Fekk fatur á eini íbúð Elias er ikki múgvandi maður og hevði tí ikki møguleikar at ognað sær hús. Inntøka hansara er ein avlamispensjón, sum hann fær tí hann er epileptikari. Ein avlamispensjón klár- ar illa at gjalda fyri eina íbúð og enn minni fyri eini hús. Men Elias var heppin at enda, tí hann fekk hendur á eini íbúð. — Hon var dýr. Kostaði 3.500 krónur um mánaðin, sigur hann. — Men leigunevndin setti leiguna niður til 2.800 krón- ur, tí teir hildu ikki tað var rætt, at leigan skuldi verða so høg. Men, sigur Elias, tað var — Eg sleppi at búgva har eg eri nú til 27. apríl, men aftaná tað havi eg ongastaðni at vera og tað sær ikki út til at bustadarmøguleikarnir hjá eldri illa hjålpnumgerast berri, sigur Elias Joensen ikki eg sum boðsendi leigu- nevndini, eg haldi tað var Almannastovan, sum hevði boðsent teimum, tí tey hildu at leigan var ov høg. Almannastova syrgir fyri at leigan verður goldin til tíðina. Elias líður nevniliga av epilepsi, men tað nervar hann ikki so nógv. Tað sum hevur nerva hann meir er, at hann hevur havt trupul- leikar við beinunum Í vetur varð Elias við- gjørdur fyri trupulleikarnar í beinunum, men tá hendi tað, at Almannastovan í tveir gloymdi at gjalda leig- una fyri hann. Tá gjørdi eigarin av at siga hann upp. Ti situr hann, sum hann ger. Møblarnir f eini goymslu - alt uttan teldan. - Tad er ov galið Elias Joensen heldur tað verða ov galið at hann nú stendur, sum hann ger. — Nú havi eg einki heim - ongastaðni at búgva. Eg sleppi at búgva í hesum kamarinum til 27. apríl. Aftaná tað eri eg heimleys- ur. Kann tað verða rætt í einum samfelag sum okk- ara, spyr hann. Hann hevur verið hjá kommununi, men teir fáa ikki hjálpt honum, tí teir hava ongar íbúðir. Almannastovan roynir hvat tey kunnu, men úrslitið er tað sama. Íbúðarmarkn- aðurin er sperdur - ov fáar íbúðir til ov nógv fólk, og tí er leigan høg. Men tað er Elias, sum merkir trupulleikan á egn- (Mynd: Jens Kr. Vang) um skinni. Hann ánar ikki hvar hann skal búgva. Fær hann kanska eitt kamar sum hetta, einaferð enn; í eina stutta tíð og so aftur at flyta, ella verður hann bara fluttur til okkurt, sum Almannastovan leigar til onnur sum hann, sum ikki hava so nógvan pen- ing? Hann veit tað ikki sjálvur, men hann sær eitt sindur ræddur út við tankan. Landaðu yvir 400 tons Aki BERTHOLDSEN Klaksvíkingar hava altíð verið raskir við línuni. Ikki minst hava teir verið fegnir um teir stóru línubátarnir, sum hava verið í Klaksvík. Í Klaksvík eru sjey stórir línubátar. Nú á páskum lógu fimm av teimum lið um lið við bryggju undir Kósavirkin- um har teir avreiddu. Tilsamans avreiddu teir yvir 400 tons, sum tey á Kósavirkinum arbeiða hesa vikuna. Farið var undir at landa á midnátt annað påskakvøld, fyri at hava fisk niðurfyri at arbeiða í gjár. Og allir bátarnir vóru tómir beint eftir døgverda. Tað hevur roynst avbera væl hjá línubátunum. Og tað gjørdu tað eisini hesu- ferð: Pison hevði 2.200 sentn- war, Klakkur hevði 2.000 Jákup B hevði 1.800, Núpur 1.600 og Kvik hevði 850 seninarar. Tilsamans høvdu teir sostatt 8.450 sentnarar, ella 845.000 pund. Tað var ein stásilig sjón at síggja fimm av teimum sjey línubátunum í Klaksvík lið um lið við bryggju undir Kósavirkinum nú á páskum. Teir eru Jákup B, Klakkur, Kvik, Pison og Núpur. Hinir báðir línubátarnir í Klaksvík eru Polarstjórnan og Ágot Frá Madam L Vit flyta í nýggj holi Fríggjadagin er seinasti dag- ur, vit hava opið í Bøkjara- brekku. Henda dagin selja vit | t.d.: „allar restir fyri lítið og lætt > I + Niðurdeilar ......50-75 kr. | * Vestar ....--ece........ dl kr. % % % % * T-shirt ......... 50 & 75 kr. Troyggjur ............ 75 kr. Jakkar í bummull... 75 kr. Kjólasett ............ 328 kr. Dynujakkar, s-M-L-x1,298 kr. Madam 4 Bokjarabrekka 9 - Tlf. 315180