Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. APRÍL 1998 tidindabladid 0527 9 Ein heilsan til strandingar Tøkk til tykk 10 fó Hóast Strandabygd ikki er Ein av døgunum, tá ikki beiggi Marnar, Heðin, vóru beidsplåssi. Hann lærdi nøkur lítil bygd, so er hon heldur ikki stórri enn so, at øll kenna hvønn annan. Tá tey eldru fara, tey sum fingu árini, so syrgja tey nærm- astu, vinirnir kenna saknin og bygdin minnist tann sum nú er langdur undir grónu torvu. Ørvisi og meira bonskur er deyðin, tá fólk í besta blóma verða tikin úr virknum lívi og mangan fáa våtu grøvina. Tá herjar sorgin sum eldur um bygd- ina, tá hanga allir teir ósvar- aðu spurningarnir í luftini, tá bera tey syrgjandi klump- in í flatbróstinum, hesin klumpur, sum er so meinur í fyrstuni og sum ofta ikki linnast fyri árini so holl leggjast afturat. Sorgarravnarnir gorra í fjøllunum fyri norðan, í frostbitnu bjørgunum úr Mýlingi í Kall. Enn einaferð hava hesi reystu bjørg, sum eru so vekur á summri og so veldur, døkk og dragandi á vetri, verið vitnið til sorg- arleik, ið sløkti ljós undir lågari lon. Reystu bjørgini og ravnarnir í teimum hava sæð sorgarleik fyrr. Heilar bátsmanningar týnast í havsins myrkbláa vetrarliti. Heilar bygdir eru næstan týndar av tí gávuríka Norð- havi, sum er fongríkt, men sum eisini krevur og iað nógv. Bert Mýlingur veit at siga um seinastu ferðina hjá Sjóborgini, ferðin, sum enn einaferð hevur lamt Strandabygd í sorg og Myl- ingur er eisini tættur hesu- ferð. Strendur var fyrsta vind- eyga hjá mær út í heim og her møtti eg lívinum á tor- fóru breytini frá barni til hálvvaksnan ungling.. Úr fjálgu tryggu vøgguni i Oyndarfirði, trein eg inn í buldrasligu teenage árini. Eg lærdi eisini sorgina at kenna, tá fólk íð besta blóma doyðu og tey eru nógv á Strondum seinastu 30 árini. Børnini í skúlanum kendust og sjálvsagt so kom eg eisini at kenna tey vaksnu sum árini liðu. Øll skålabørnini úr Oynd- arfirði høvdu eisini eitt heim á Strondum. Her gistu vit, tá kalda høgættin stongdi Heltnina og av- byrgdi okkara heim mót- vegis útheiminum. Mítt heim á Strondum var uppi á Lánni Hjá Hannu, Sigurd og Marjun. Kennskapur var millum húsini framman undan, men eg og Sigurd gjørdust skjótt vinmenn í skúlanum. Longu á Lánni møtti eg sorg. Hanna var einkja og Sigurd og Marjun vóru farðileys. Pápi teirra druknaði , meðanTinganes, skipið hann sigldi við lá á Havnini. Tey høvdu lært at liva við sorgini i teirra hugnaliga heimi og ein mynd á stovuvegginum minti tey um tann ið farin var. var koyrandi norður til Oyndarfjarðar, hann var brostin knappliga á, var ein bátur á Strondum saknaður. Meðan leitingin fór fram gekk bygdin og hugdi kyk suður í Tangafjørð. »Munnu teir ikki fara at koma aftur í aftur allíkavæl, < hugsaðu fólk. Men veðrið var vána- ligt, glaðurnar lógu eftir fjørðinum og vónin mink- aði, sum tímarnir liðu. Fyrst mistu tey vaksnu vónina, tey høvdu fleiri royndir at byggja á. Okkurt sprek á bátinum varð funnið og so slóknaði øll vón. Sjálvt vit børn vistu, at menninir ong- antíð fóru at koma aftur í aftur á lívi. Teir ið fórust vóru pápi Tonna, skiparan á Sjóborgini, sum nú eisini er sjólátin. Eftir hann sótu kona og seks vaksin børn. Hin var Frits, sonur Gigga, ið var ein bygdarmynd á Strondum. Øll kendu Gigga og tey flestu skúlabýrnini kendu eisini Frits. Hann var næsti granni skúlans og vit sóu hann og pápan dagliga. Hann var forlovaður, hevdi bygt vgkur hús tætt við skúlan. Hann var komin til giftingar. Seinni í lívinum kom eg familjuni hjá Frits enn nærri og lærdi at kenna hvussu svárur missurin var. Standingar høvdu enn einaferð mist tveir av sýn- um synum og hendan hend- Har ljós brenna fá undir lágari lon sæst gjølla, tá eitt av teim slóknar - tá maður verður fúkandi fon hitt fámenta liðið hoknar J. H. O Djurhuus (1944) ingin brendi seg fæst inn i mina vidkvomu ungu sål. Mánaðarnir aftaná varð tos- að lágmælt um teir báðar, ið farnir vóru í handlunum á Strondum, Í gamla handli- numniðri á Høvdanum, hjá Gynnu, uppi hjá Elspu ella niðri við Sjógv, heilt niðri í fjørduni, niðri hjá tí gamla manninum innan úr Bø, sum eg akkurát nú havi gloymt navnið á. Tað vóru vekur og virðilig orð strand- ingar høvdu at bera teimum báðum. Teir troysiaðu hvønn annan sum frægast, tá veruleikin var so beiskur sum deyðin 'ovæntaður al- tíð er. Býlingurin uppi á Lánni stendur uppi í brattlendi- num omanfyri fyrndar- gamla býlingin við Sjógv á Strondum. Her er útsýnið vítt yvir Skålafjørdin, Tofta- landið og suður í hav. Higani síggjast eisini fleiri heim, har sorgarleikir eru farnir fram tey árini síðan eg lærdi strandingar at kenna. Hetta eru heim, har eg plagdi at spæla og har eg fekk vinfólk fyri lívið. Omanfyri Lánna standa eini hús einsamøll. Í hesum húsinum búði Johan, ein vakur og eygagóður ung- lingi, sum var sera evnalig- ur umborð á skipi. Hann kom fyri vannlukku umboðr á einum føroyskum rækju- trolara og doyði. Úr býlinginum sæst beint oman yvir barnaheimið hjá Solberg. Solberg lýsir bjart í minninum. Ein stak dám- ligur maður sum droymdi um at gera brøgd. Hann hevði útferðarhug. Hann vildi gera roynsið við segl- um at sigla opnan føroyskan bát úr Noregi til Føroya. Hann gekk burtur á ferðini. Eg og beiggin Jón vóru javngamlir og vinmenn. Hann sitir í dag avlamin av sjúku og ikki heilt í hesum heimi. Ymiskt er sum lagn- an fer við. Longur inni hjá Dáva í Bø var barnaheimið hjá Marn- ar. Eg kom nógv har, lå eg var halvvaksin. Eg og næstan javngamlir og vin- menn og her lærdi eg Marn ar at kenna, eg kendi hann eisini frá skúlanum. Seinni í lívinum hittust vit av og á í góðum vertskapi og høvdu tað gott saman. Marner fórst, tá Sjóborgin, sigldi á ein flúr úttanfyri Scrabster fyri nókrum árum síðan Heimið er hart rakt. Ein beiggi doyði at sjúku, Marner sjólátst og pápin Dávur i Bø doyði av ferðsluvanlukkum um sama mundi. Longur inni á Byrgi búði Agnar. Hann var eitt sindur yngri enn vit, men slapp uppí vidhvørt. Seinni hittust vit nakrar ferðir í lívinum Hann hevði nógvan mót gang men innan bankaði eitt hjarta av gull. Fyri nøkrum arum síðan tók havið hann Niðan aftur á Lánna Sambygt í húsini hjá Honnu, Sigurd og Marjun vóru húsini hjá Jógvani og Ketty Fredriksberg. Her vaks sonurin í húsinum Henry til manns og her komu hann og konan Si- mona niðan við børnunum javnan at vitja. Teirra heim, sum stendur inni í Bø, er so serdeilis hart rakt av sjónum seinastu árini. Ja ber næstan ikki til at ímynda sær, at tað skal bera til, at hendan dám- liga og væl samansjóvaða familja skal hava fingið so knúsandi sløg av tí góða havi, at hon í dag liggur illa særd eftir. Henry sigldi við Stathav og hann var við sorgartúrin, tá Stathav gekk burtur við Hólman í Nólsoyarfirði, ongin kom livandi frá van- lukkuni. Og sonurin var við Sjóborgini nú, hann er eisini sjólátin, kona og børn sita eftir hann. Tonny hevur verið ein fyrimynd gjøgnum lívið Hann var ein virkin ung- lingi, musikalskur, dugdi at práta og koma í samband við fólk. Hann var eisini framúr maður á sjónum Saman við John dreiv hann Morning Star. Vit í Oynd- arfirði fingu meir og meir at hoyra um hetta skip, tí at abbi mín Jógvan í Hoyriks- stovu sigldi við . Bróðurnir Tonny og John hava gjørt stórt intrykk á hann. Tað vóru altíð føgur orð hann hevði at bera teimum. Hann smíltist, tá hann tosaði um saltfiskatúrarnar við snellu undir Íslandi. Teir vóru vinir fyri lívið. Seinni hevur tætt sam- band verið millum mítt heim í Oyndarfirði og bæði Tonna og John í samband við fiskiskap og vinarlag Yngsti beigzi mín, Sjúrður og sonur Tonna, ið eisini fórst við Sjóborgini, vóru bestu vinmenn Tonny var ein framúr góður vinnulívsmaður Heilt frá ungum árum hevur hann átt part av sínum ar ungur at taka ábyrgd og nú hann fórst, átti hann tvey skip, sum bæði góvu peng ar Tonny hevði eginleikar sum skipari, ið ein vidhvørt kann øvunda. Hann hevði nøs fyri at finna fisk og fyrst og fremst so var hann ein sera vitugur maður. Tað svingaði í erva hjá honum og skjótt eisini. Eg lærdi hann eisini at kenna sum journalistur og her stóru vit kanska mótpartar vidhvørt Mín skylda er at lýsa frá báðum síðum og tá verður ofta annar parturin stoyttur Men ongantíð oyðilegði hetta okkara vinarlag . Hann var ov vitugur til at gerast fornermaður Tonny var ikki maðurin sum leyp á báðum beinum tá okkurt hugskot vid løtu vinning gjørdist >inn.- Hann var maðurin, sum dugdi at síggja fleiri leikir fram í talvinum og hann var varligur eisini. Samfelags- liga skyldan var fyrst og fremst at fáa sína egnu fyri- tóku at ganga. Hetta var ein setningur hjá Tonna. Tí gjørdist hann ein sannur knassi at finna nýggjar og meira lønandi marknaðar fyri fiskin. Hann dugdi at síggja, at gamli, avoldaði og stirvni fiskasølupolitikkurin heima i Føroyum, kundi køva sjalvt tad best rikna skipid i flotanum. Tonny hugdi seinnu árini út um landoddarnar, ikki bert tá tað snúði seg um at selja fisk, men eisini tá tað snúði seg um at geva okkara skipasmiðjum kapping. so- leiðis at skipið kundi standa seg best. Sum vinnulívs- maður gekk hann við lív og sál upp í friða kapping, sum vegin til avlop Hendan minnisgrein er tankar savnaðir seinastu 30 árini. Ongin ivi er um, at onkur er gloymdur, men tit skulu vita, tað ikki er við vilja. Menninir eg her havi nevnt eru teir, sum frískastir hava rikið fram í minni mín um Til øll tykkum sum sita eftir veit eg væl, at troyst er so fátæk. Vit hava bert tann góða Gud at halda okkum til og vit mugu vóna, at tá vreiðin og sorgin einaferð hevur lagt seg eitt sindur, tá fer tann góði gud at vísa okkum hansara ætlan, um ikki her, so fyri handan Maxim Gorkij var ein fram- úr góður russiskur rithøv- undur. Hann livdi fyrr i hesi øldini. Hann var eisini góð- ur mannakennari og eina- ferð kom hann til ta niður- stóðu, at í veruleikanum, so eiga vit ikki at taka synd i fólki, vit eiga heldur at hjálpa teimum Blíðar heilsur Jústinus