hósdagur 16. apríl 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blái Krossur
landsstevnu
> Vit veita fólki hjálp til
likams og sálar< er
slagorðið fyri lands-
stevnuna hjá Bláa
krossi í ár. ið verður
hildin í KFUM/K í
Klaksvík komandi viku-
skifti. Nógv áhugavert
verður á skránni, bæði
til børn, ung og vaksin,
og Blái Krossur leggur
dent á, at landsstevnan
er almenn, so øll eru
vælkomin bæði blá-
krosslimir og ikki blá-
krosslimir.
Leygardagurin
Landsstevnan byrjar
leygarmorgunin 18. apr.
kl. 11.00 við bíbiltíma,
har Jóhannes Johannesen
úr Klaksvík fer at tosa
yvir evni: Menniskjan —
likam, sål og andi. Eftir
degurða, kl. 14.00, hev-
ur adalskrivarin Åsbjørn
Jacobsen hugleidingar
um árið, ið fór og um
framtidina. Kl. 16.00
hevur Diana Borgnyar-
dóttir, alkoholrådgevi,
fyrilestur yvir evni:
Bern, foreldur og rús-
drekka. Kunning og
orðaskifti = verður á
skránni kl. 17.00, har
møguleiki er at velja ein
av tveimum bólkum: 1)
Blái Krossur í gerandis-
degnum, um arbeiðið á
Blákrossheiminum 2)
Blái krossur í nærum-
hvørvinum, um stad-
bundin blåkrossfeløg og
hvat hin einstaki og fe-
lagið kann gera.
Eftir nátturða kl. 19.30
verður filmurin >Hver er
næsti min« sýndur og kl.
21.00 skipar Blåkross-
Eydkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tif. 18820.
ungdómur fyri ungdóms-
meti, har Kristian á
Reynatrød talar og gent-
urnar av Toftum og Jón
Poulsen úr Leirvík
syngja
Berið byrðar
hver hjá eðrum
Sunnumorgunin verður
farið í kirkju í Christians-
kirkjuni. Kl. 14.00 verð-
ur familjumøti við Krist-
ian Martin og Birnu Pet-
ersen og barnakór úr
Klaksvík syngur. Kl.
16.30 tosar Asbjørn Ja-
cobsen yvir evnið:
Hvussu byrja vit eitt
blákrossarbeiði? Sunnu-
kveldið kl. 18.00 verður
meti, har Thomas Dam
av Nesi talar yvir evnið:
Berið byrðar hvør hjá
ødrum. Sangkórið úr
KFUM/K syngur og
landsnevndarformadur-
in, Sverri Steinhólm,
endar.
Tekning til máltíðir
neyðug
Neyðugt er at tekna seg
á Blåkrossskrivstovuni
tlf. 449343 til døgurda
og nátturða á Sjómans-
heiminum. Innivist kann
fáast á Sjómansheimin-
um við serstøkum lands-
stevnuluttakaraprísum.
Møguleiki er eisini at
gista á vallaraheimi ella
privat, men tá má sigast
Blákrossskrivstovuni frá
í góðari tíð.
Barnaansing
Skipað verður fyri barna-
ansing við ymiskum
virksemi, undirvísing,
itrivi 0.9., meðan tiltøk
eru fyri vaksin í KFUM/
K.
Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persónlig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.
Ær Gott inniklima
Få Turran bil
= Deggfríar rútar
tíðindablaðið
Nr. 70 — 16. APRÍL 1998
Steinbjórn B. Jacobsen
>Um tú kanst koma við
einum roknistykki, sum
vísir, at vit kunnu vera
eina milliard fyri uttan,
so skal eg vera fyri loys-
ing<.
Tá ið eg var ungur var
tað nakrar milliónir tað
galt.
Sjálvandi kunnu vit
gera eitt ótal av rokni-
stykkjum. Men hvat
skulu vit brúka tey ti; í
tí veruliga lívinum?
Sjálvt í støddfrødini
gongur ikki alt upp, og
har hevur man eitt hug-
tak, sum eitur tað
irrationella, og hvat so
við lívinum sjálvum?
Tað eru livandi menn-
iskju, ið tað snýr seg
um.
Langt áðrenn menn-
iskjuni høvdu gingið á
mánanum, og fleiri klók
roknistykki høvdu sagt,
at har komu tey ongan-
tíð at ganga, segði ein
klókur maður, at tað var
lættari at koma upp á
mánan enn at broyta
heilan og hugan á fólki.
Ein annar klókur maður,
ja fleiri, hava bent á, at
um eitt menniskja fyrst
av álvara vil nakað, so
kann tað gera tað mest
ótrúliga.
„Eiler Jacobsen segði í
Útvarpinum frá, tá ið
teir fingu sítt fyrsta
glæsiliga og tá sera
kostnaðarmikla skip, at
verpápi hansara, Petur
Háberg, segði upp eftir
Jens av Reyni, at teir,
Hví koyra í einum fugtigum
bili, við døggutum rútum,
tá aircondition
kann loysa trupulleikarnar
— tí hevur FORD MONDEO aircondition
sm sf
| vom sf som |
= sum standard
% QOilsnakka um veðrið, men FORD MONDEO
| FS ger nakað við tað ger nakað við tað
tr >
FORD MONDEO hevur
aircondition sum standard
Øll snakka um veðrið, men FORD MONDEO
få €C2Ð P/F WENZEL
Akranesgøta 5 - Box 3043 - Havn - Tlf. 13873
sum keyptu og bygdu
skip, máttu vera eitt
sindur ørir (ella okkurt
tílíkt).
Roknistykki jú, men
hvussu við gllum tí
ókenda?
Fleiri søgur eru um
skiparar, sum søgdu, tá
teir sóu ta veldugu last-
ina á línubátunum, at
tær blivu ongantíð full-
ar. Í allar flestu fórum
kom hetta at verða mót-
satt. Tær blivu altíð
fullar á grónlandstúrun-
um.
Tað er okkum í kjøti
borið at leingjast eftir
onkrum tryggum. Hesin
dreymur kann, um hann
tekur megina frá okkum,
vera sera skaðiligur, og
| júst fáa okkum í ófgri.
Dømini eru óteljandi.
Hvussu við suðurkore-
anska ella japanska
búskapinum? Bara fyri
ári síðani høvdu nógv
sagt, sum føroyingar
plagdu at siga: »Hatta er
trygt sum Bank of Eng-
land ella pundið<.
Og hvussu við rokni-
stykkjunum í okkara
bankum? Og hin veldugi
tryggleikin í ríkisfelags-
skapinum?
Hesin tryggleikin er
falskur, romantiskur og
veruleikafjarur.
Sjálvandi sigi eg ikki,
at okkara nógvu væl-
lærdu serfrødingar ikki
skulu arbeida vid tølum
og gera roknistykki fyri
framtidina, men tey
mugu lesast við skili og
ikki takast sum átrúnað-
arligir lærusetningar.
Men altíð tá ynski um
tílík roknistykki hava
verið borin fram, rennur
fram fyri meg: Øsku-
dólgur og sópingarkona.
Tað ger tað sama, hvat
tú sigur við tílík fólk.
Tey vilja altíð hava
okkurt annað at spyrja
um. Og so er spælið
gangandi.
Um vit hugsa, at tey
eftirlýstu roknistykkini
vórðu gjørd í sekstiårun-
um ella sjeytiárunum
ella áttatiárunum. Ja, so
kundu vit sjálvandi
brúkt tey nú at flent at,
sum undirhald. Ikki tí,
nógv er skrivað um
evnið undir >rokni-
stykkinum<. Erlendur
t.d. og D. P. Danielsen
skrivaðu ein Roðan fyri
og annan eftir júst um
búskap og peningaviður-
skifti millum lond og
tað einstaka landið.
Ofta havi eg roynt at
seta meg í støðuna hjá
hesum fólkum við milli-
ardini.
Sjálvandi er hetta eitt
lætt »prégv« fyri tey,
sum ikki trúgva uppá, at
tað ber til at liva í hes-
um landi. Hetta stødgar
mótpartin, halda tey, við
einum einasta setningi.
Smart. Omakaleyst.
Í staðin fyri at bróta
upp um armar og fara til
verka, kanst tú seta teg
upp afturá, njóta lívið,
nýra um tínar egnu
ognir. Samfelagið tørvar
tær ikki at hugsa um.
Tað mugu hini um. Tú
vísir ábyrgd. Hini eru
ábyrgdarleys. Tú sær
veruleikan í eyguni.
Hini eru romantikarar.
Kanska tad mest
óhugnaliga og skadiliga
við hesum >prógvum<
er, at hesi fólkini so
líðandi fara at arbeiða
ímóti, at nakað kann
bera til í Føroyum. Alt
føroyskt verður vånaligt
ella hålvvånaligt. Dittar
onkur sær til at siga
teimum ímóti. Gleðast
um okkurt føroyskt. Ja,
so er hann romantikari,
tjóðskaparfanatikari.
Fríggjadagin 17. apríl og
leygardagin 18. apríl
skipar 1. flokkur á Lær-
araskúlanum fyri barna
sangkapping og stórum
mattombola í SMS.
Kappingin er skipað
soleiðis, at hvgr bólkur
velur sær ein sang, hev-
ur fløguna við, trínur á
pallin og spæla at tey
syngja. Kappingin byrjar
fríggjadagin kl. 15.30 og
leygardagin kl. 12. 30.
Eir vinnand bólkur verð-
ur funnin hvgnn dag og
I
Í
|
}
Í
Barnatiltak
i SMS
vinningurin er ein fløga
til hvønn frå 3'aranum.
»Hatta sigur tå bara, ti
tad er føroyskt«. Tey
lasta tað, tí tað er før-
oyskt. Sanniliga. >Tjóv-
ur trýr at hvør maður
stjelur<. Teirra rokni-
stykki skulu passa, og
tað gera tey bert, um
einki ber til í Føroyum,
og føroyingar eru eitt
útvalt fólk av ódugna-
kroppum.
Men aftur til milliard-
ina. Hvussu trygg er
hon? Er ikki farið at
máast burtur av henni?
Og hvussu sunn er hon?
Í einum stuttum les-
arabrævi sóknast ein
ungur politikari, Bill
Justinussen úr Mið-
flokkinum, eftir rokni-
stykkinum, sum sigur
nakað um, hvat vit lata
aftur fyri hesa nú nógv
tødnadu milliard! Jú, so
er, roknistykkini eru so
ymisk, og so legið er
lívið, at sumt í tí ikki
kann gerast um til eitt
roknistykki.
Arið er ungt enn, men
nógv er broytt hesar 100
dagarnar. Royn so at
minnast aftur tosið fyri
fýra árum síðani.
Sjálvandi skulu vit
viðgera peningamál í
fullum álvara. Gev
keisaranum tað, sum er
hansara, men heldur ikki
meir.
Vit kunnu ikki bara
stara at hesi milliardini.
Vit verða starblind.
Síggja einki annað.
Hava vit gloymt, at
„ikki er alt gull, ið
glitrar«, og at okkara
forfedrar bóðu: >Gev
mær ikki rikidømi ella
armóð, men mítt dagliga
breyð<.
Steinbjørn B. Jacobsen
Tað kunnu í mesta lagi
vera 5 í hvørjum bólki
og luttøkan er avmarkað.
Kappingin er ókeypis.
Tekningarlisti liggur í
3'aranum í SMS.
Mattombola byrjar
fríggjamorgunin kl. 10
við nógvum góðum
vinningum.
1. L á Føroya
Læraraskúla
—