Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Turið Kjølbro Argjavegur 26, Argj r y um Pokadr Postsmide 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post & sosialurin.fo Bruk fyri góðum kreftum at stýra Oddagrein TORFØRT er at gera sær eina greiða meting av, hvussu eitt komandi landsstýri fer at síggja út eftir valið. Tað stendur tó greitt, at tjóðveldisflokkurin stendur rætti- liga einsamallur yðst á loysingarvonginum, meðan sambandsflokkurin somuleiðis stendur einsamallur yðst á sambandsvonginginum, taka vit úttalilsini frá fyrsta valevnisfundinum i sjónvarpinum fyri fult. SENDINGIN í sjónvarpinum gav okkum eina ábending um, at valið fer at snúgva seg um, hvar millum hesar vongirnar i føroyskum politikki ein komandi lands- stýrissamgonga fer at liggja. Tað ber helst til heilt at síggja burtur frá sambandsflokkinum í komandi lands- stýri, um so er, at flokkurin heldur fram á tí kós, sum núverandi formaðurin í flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku grøv. Helst eru tey tó mong, eisini í sambandsflokkinum sjálvum, sum halda, at best er fyri flokkin at leggja seg í dvala í eitt skeið. TÓ er eitt stórt men. Og hetta men eitur fólkaflokkurin. Hóast Óli Breckmann fleiri ferðir undir sendingini, eitt nú av formanni javnaðarfloksins varð mintur á úttalilsi hansara herfyri, um, at fólkaflokkurin helst sær seg í eini borgarligari samgongu saman við sambandsflokk- inum eftir valið, so vildi ovasti leiðari fólkafloksins kortini ikki vísa aftur hesum meguleika. Við oðrum orðum roynir fólkaflokkurin fyrst at billa fólki inn, at hann er ein sjálvstýrisflokkur fyri síðani at leggja út í valstríðnum við at siga somu fólkum, at hann helst vil í samgongu saman við sambandsflokkinum. Skiljið tað, hver, ið skilja vil. ! SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN hevur átt lykilin til nógvar samgongur, og spurningurin er so, um hann er lykilin til ta borgarligu samgonguna hjá Óla Breckmann og Edmundi joensen. Sá F gongu við Edmund, men skuldi løgmadur dumpað á valinum, so er tann forðingin burtur. Óli Breckmann, Såm: IT rund og Johannes Martin Olsen eru uttan iva eitt gott superborgarligt bod uppå eina sam gongu. Men tå hava bæði fólkaflokkur og sjálvstýris- flokkur avreitt alt teir siga seg standa fyri á sjálvstýr- isleid. Tí sjálvt uttan Edmund Joensen ber ikki til at fáa sambandið so langt á sjálvstýrisleið, sum hesir sokallaðu sjálvstýrisflokkar nú gera seg út til. EIN samgonga við tjóðveldisflokki, fólkaflokki og sjálv- stýrisflokki kann eisini blíva ein meguleiki. Men tá er vandi fyri, at tjóðveldið fer at lata seg toga so langt til høgru, at viger vandi er á ferð. Fólkaflokkurin fer at krevja borgarligan politikk, um hann skal geva seg í sjálvstýrisfevning tjóðveldisfloksins. HVAR finna vit so javnaðarflokkin og hinar smáu í hesi telving' Gamla „heimastýrissamgongan“ fer neyvan at fáa meiriluta. Tí er hon útilokað. Hon treytar so eisini, at sambandið stillar upp vid nýggjum formanni. Síðani er tað tann stóra samgongan við javnaðarflokki, tjóð- veldisflokki og fólkaflokki. Skuldi henda blivið til veru- leika, so vil javnaðarflokkurin vera tann, sum verður tungan á vágskálini, ti øårumegin skal hann ansa eftir, at tað ikki verður farið ov langt á loysingaleið og hinu- megin, at børgarligur politikkur ikki fær ov lætt spæl. Up ein møguleiki er tjóðveldisflokkur, javnað- arflokkur og sjálvstýri. Men ivasamt er um hesir fáa meiriluta. Aftrat hesum eru so eisini møguleikar við minnilutalandsstýrum. Og loksins at onkur av hinum smáu flokkunum eru við til at fáa eina av teimum mongu kabalunum at ganga upp. TAÐ skulu og eiga at takast stórar og álvarsligar avgerð- ir í førøyskum politikki í komandi skeiði. Vit meta, at hetta ber til, uttan at tað skal vera neyðugt at taka til ekstrem, víðgongd tiltøk ella bara at lata standa til. Vit mugu fóta okkum eftir kreppuna og menna samfelagið til at fara inn í eina nýggja eld uttan at kollveltandi stig verða tíkin frá degi til dags - ella at eingin broyting hendur í heila tíkið. Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvørji vit eru, hvat vit eru og hvussu vit skulu samvinna við umheimin í 20. eld. Og hetta megna vit, um vit fáa eitt samstarv millum flokkar, ið standa fyri ektum sjálvstýri, sterri sjálvsábyrgd, einum sosialum meira tryggum og rættvísum samfelag, einum sunnari vinnulívi - og sum haraftrat vilja varðveita og menna okkara mentan í góðum samljóði við umheimin Sosialurin Var Sigmundur Brestisson ein visionerur føroyingur - ella bara »ein kristin sambandsmaður:-? Um tvey ár verður stórt 1000 ára hátíðarhald í Føroyum fyri bragdið, sum Sigmundur Brestis- son gjørdi, tá hann krist- naði Føroya fólk. Sam- stundis sum hann kristn- aði føroyingar innlimaði hann eisini Føroyar í rík- isfelagsskap við eitt ann- að norðurland. Nú 1000 ár eftir eru Feroya fólk framvegis kristin, og Føroyar eru framhald- andi í ríkisfelagsskapi við eitt annað norður- land. 1000 ár sum kristin tjóð hevur evnað okkara sidalagslyndi soleiðis, at vit f dag eru sum kristin tjóð at rokna. Eitt sindur ødrvisi er tað við rikis- felagsskapshugsjónini hjá Sigmundi. Hon nær- mast dumpaði til fólka- atkvøduna í 1946, og eft- ir figgjargøluna í áttati árunum og tí eftirfylgj- andi bankakanningini kom rættur kinkur á í rík- isfelagsskapinum, tá tað seinni kom fram at bankaloysnin úr Dan- mark hevði ein innbak- aða revakøku uppá 1,5 milliardir krónur, sum vit standa til at gjalda. Vit løgdu sjálvir lunnar undir okkara skuld f åtta- tiårunum, men tad skort- aði ikki uppá åvaringar uttanífrá. Nú standa vit eftir við eini landskassa- skuld uppá 4,5 milliardir krónur umframt tær 1,5 milliardirnar, sum stava frá okkara egna kleyvar- skapi, er lítil og eingin áhugi fyri at finna polit- iska åbyrgdarar til. Gam- ani, ein politisk $ 19 nevnd er sett at kanna føroyska leiklutin í áttati árunum, men hetta er mest eitt slag av retro- spektivum sjálvstudium - uttan deadline sjålvandi, ti hvat eru 4,5 milliardir krónur millum vinir? Skil tað hver ið vil? Helst er tað meiri gevandi bert at síggja flisina í eygan- um á bróðurinum og ign- orera bjálkan í eins egna? Men vónandi finna vit skjótt eina manssømu- liga loysn av hesum eftir- hondini penibla banka- máli, sum báðir partar kunnu liva við. Hvussu hevur annars gingið við ríkisfelags- skapshugsjónini hjá Sig- mundi nú 1000 ár eftir? Vit hava framvegis ríkis- felagsskap við eitt norð- urland, og hesin felags- skapur er neyvan upp- runaliga sprottin av at Sigmundur hevði minni- lutakenslur, tí hann var kendur fyri at trúgva á egnan mátt og megi, men hann valdi kortini at stríðast fyri ríkisfelags- skapi við eitt annað norð- urland. Tað munnu vera fá lond í heiminum ið eins og Føroyar eftir 1000 ára ríkisfelagsskap (við lutfallinum 1:100), sum kunnu príða seg við framvegis at eiga sítt egna mál og mentan. Hetta má sigast at tæna okkara verandi ríkisfel- agsskapslandi til miklan sóma. Tað er kanska ikki fyri einki at Danmark er kent fyri sínar ekstenti- alistisku frælsishugsjón- ar ondsmenskur. Okkara ríkisfelags- skapur gevur okkum søg- ulig rættindi, men hesi rættindi ganga báðar vegir, tað eiga vit ikki at gloyma. Í einum ríkisfel- agsskapi er tað tí neyð- ugt við góðum sam- starvsvilja og evnum fyri at fáa haldgóðar loysnir og avtalur partanna mill- um. Ríkisfelagsskapurin gevur okkum møguleikar og rættindi verðina runt, og hevur einki við nass at gera. Fara vit hinvegin út um ríkisfelagsskapin til onnur lond fyri at fáa stuðul, eins og vit gjørdu í sambandi við Norður- landahúsið í Havn, tá gevur tað meining at tosa um at nassa, tí har hava vit ikki somu søguligu rættindi at vísa á. Sagt verður at ein upp- loysing av ríkisfelags- skapinum hevði givið føroyingum meiri frælsi. Hesin pástandur er eitt sindur av einum para- doksi, tá vit samstundis kunnu staðfesta, at fleiri danskar lógir ikki kunnu fáa gildi í Føroyum, tí tær eru ov frælsar. I okkara nútíðaraltjóða virknisfýsni eru 45.000 sálir á 1400 kvd. km mitt úti í Atlantarhavinum ov lítil eind til at bera eina globala umboðan við hartil hoyrandi fasilitet- um. Eisini á tí sosiala-, útbúgvingar- og arbeiðs- marknaðar økinum hava vit ov lítlan buffarakap- asitet, meðan ein stórri eind gevur báðum pørt- um fyrimun. Sjålvt koll- firðingar hava ni 1000 ár eftir Sigmund funni út av hesum fyrimuni og hava lagt saman vid Havnini, og fleiri koma at gera líknandi. Kollfirdingur ella Havnamaðir, føroy- ingur ella danskari? Tað tú ert, ert tú millum oyr- uni og ikki hvat ið onnur royna at skriva á ryggin hjá tær. Onki koma koll- firðingar at fela seg minni nú enn áður, tvørt- urímóti koma teir at fáa nógv fleiri fasilitetir og valmøguleikar, uttan at tað kostar teimum meiri, og báðir partar eru væl nøgdir - ein symbiotisk loysn, ikki ólík tí vit hava í ríkisfelagsskapinum. Í altjóða hópi eru Føroyar ikki størri enn ein evarska lítil kommuna ella landsbýur, sum EU næstan ikki tímir at tosa við, tí tað er ov orku- krevjandi hjá teimum í mun til hvat tað gevur. Danmark er og hevur verið mongum føroyingi ein góður platformur eis- ini til víðari flog út í heim. Ein skal heldur ikki ferðast nógv úti í heimi, áðrenn ein finnur út av fyrimuninum við at hoyra til ein ríkisfelags- kap, sum sæst á verðins- kortinum uttan lup. Hjá okkum føroyingum er nógv at vinna við at vera knýtt at einum stórri landi onkusvegna, har báðir partar kunnu dugna hverjum øðrum - eitt slag av symbiosu. Eingin sátt- máli ella avtala er so lýta- leys, at hon ikki krevur broytingar og åbøtur av og å. Opportun illsinnis- gleps og perfid bakbit fremja ikki nakran fel- agsanda og byggja onki land hvørki fyri seg sjålvan ella saman vid ødrum, tad eiga vit at åsanna. Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga! Yvirorðnaða 1000 ára ríkisfelagsskapshugsjóa- in hjá Sigmundi - hóast ikki lýtaleys - hevur tó higartil víst sína dygd. Ein upploysing av 1000 ára ríkisfelags- skapshugsjónini hjá Sig- mundi, rúmast ikki í ein- um nationalromantiskum fata morgana, har skal annað og meira til. Ein- faldar svart/hvítar loysnir hoyra til eina farna tíð. Jú, Sigmundur Brestis- son var ein visionerur føroyingur og realpolit- iskur skilamaður, hvers hugsjónir nú skjótt hava staðið sína roynd í 1000 ár. Regin Eikhólm I ————————————