fríggjadagur 17. apríl 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 17. APRÍL 1998
Fótbóltur: Í tí fyrstu veruligu
styrkiroyndini í ár vísti HB, at liðið
fer at gera seg galdandi í í lands- og
steypakappingini í ár. NSÍ má
hinvegin taka sær um reiggj
HB legði seg klárt á odda í
bólki 1 í kappingini um løg-
manssteypið við at vinna 3-
0 á NSÍ í Gundadali miku-
kveldið.
Dysturin var linligur so at
siga allar 90 minuttirnar, og
serliga NSI hevði lítið at
bjóða upp á frammi á vøll-
inum.
Álopið við Óla Hansen
og Gert Langgaard fekk
ikki nógv burturúr, og ein
so góður offensivur trumf-
ur sum Jónstein Petersen
varð av onkrari orsøk brúkt-
ur í verjuni, har hann vísti
skjótleikan, sum Óli og Gert
ikki høvdu har frammi.
HB royndi seg við somu
uppstilling sum móti FS
Vágum mánakveldið. Súni
Fríði Johannesen var tendr-
aður móti gomlu lidfeløg-
unum hjá sær, og tað var
eisini hann, sum fekk hol á,
tá góðir 25 minuttir vóru
farnir av dystinum.
Eftir trunkaspæl í brots-
teiginum sendi NSÍ- verjan
bóltin eftir jørd út úr teig-
inum, men beint til Rúna
Nolsge, sum sendi hann
fyrstu ferð flatt inn aftur.
Har slapp hann at fara allan
vegin fram við NSI-beinun-
um til Súna Fríða, sum bert
skuldi seta fótin á, og so var
1-0. Nýggi HB-áleyparin sá
út til at vera rangstaddur,
men einki varð dømt, og
NSÍ-leikararnir mótmæltu
heldur ikki, so málið bleiv
standandi.
tíðindablaðið :
Fram til tá hevði tað ging-
ið rættiliga javnt á uttan teir
stóru målmøguleikarnar,
men nú kom eitt sindur
meira ferð á. Stutt eftir HB-
málið hevði Kaj Leo Jo-
hannesen eina frálíka re-
fleksbjarging, tá Helgi Pet-
ersen knappliga stóð leysur
inni í brotsteiginum, men so
líðandi tyktist tað, sum um
NSI-liðið misti trúnna og
fall í fátt.
HB yvirtók tað mesta.
Miðjan við Inga Rasmussen
og liðskiparanum Rúna
Nolsge arbeiddi nógv og
væl, Súni Fríði spældi, sum
ætlaði hann einsamallur at
vinna dystin, og tað lá í luft-
ini, at møguleikin fyri 2-0
var størri enn møguleikin
fyri 1-1.
Tveir torførar
útidystir eftir
Dysturin varð avgjørdur, tá
seinni hálvleikur var 10
minuttir gamal. Rúni Nols-
ge fekk bóltin úti í vinstra
borði og sendi hann innfyri
Súni Fríði Johannesen »in action< móti gamla liðfelaganum Arnfinni Langgaard. HB vann 2
hevur so at siga tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni
til ein púra leysan Andrew
av Fløtum, sum styrdi hon-
um inn í málið til 2-0. So
var lidugt hjå NSI, sum
hevði bóltin nógv, men ikki
megnaði at spæla seg til
nakran veruligan målmøgu-
leika.
2-0 bleiv til 3-0, tå eini
tiggju minuttir vóru eftir, og
Andrew varð feldur inni í
brotsteiginum. Brotssparkið
setti Allan Mørkøre trygt í
netið, og HB sær nú út til
longu at hava tryggjað sær
víðari luttøku í kappingini.
Enn vanta tveir torførir úti-
dystir móti KÍ og NSÍ, men
um liðið úr Runavík verður
eins tannleyst sunnudagin,
og tað var mikukvøldid,
skuldi HB ikki havt teir
stóru trupulleikarnar við at
fingið í minsta lagi eitt stig
við sær heimaftur. Og tað
verður nóg mikið til í øllum
fórum 2. plássið í bólkinum,
eftirsum málúrtgkan hjá
havnarliðnum nú er so sterk
sum 16-1.
elj
3-0 á NSÍ og
Mynd: Álvur Haraldsen
Tvær ferðir í komandi viku
Sambært nýggju skránni
fyri bólkaumfarið í kapp-
ingini um løgmanssteypid,
sum FSF kunngjørdi fyrr í
vikuni, so skuldu B68 og Gi
havt spælt å Toftum i fyrra-
kvøldid og í Gøtu komandi
mikukvøld.
Men tad var eingin dyst-
ur å Svangaskardi miku-
kvøldid. Vit hava frætt, at
tað er avgjørt, at liØini hitt-
ast å Toftum tyskvøldid i
komandi viku og i Gøtu
hóskveldið í komandi viku.
Toftamenn og gøtumenn
fara sostatt at siggja n6gv
til hvørjar aðrar komandi
dagarnar.
vikuskiftinum skulu
bæði liðini til Suduroyar.
Leygardagin spæla tofta-
menn í Vági og gøtumenn í
Hvalba, og sunnudagin skal
GI til Vágs, meðan B68 skal
til Hvalbiar.
Í bólki I hevur HB spælt
triggjar dystir, meðan Kl
enn bert hevur spælt ein.
Klaksvíkingar fáa nógv at
gera komandi dagarnar,
men teir eru í tí hepnu
stóðu, at øll hini liðini í
bólkinum eisini eru norðan-
lið, og tí skuldi ferðingin
ikki verðið ov mødandi hjá
KÍ-liðnum.
jWwelj
HB annað beinið
i fjordingsfinaluni
Bólkur |
FS Vágar-HB 0-7
KI-NSI 2-1
HB-FS Vågar 6-1
HB-NSÍ 3-0
Stødan
I. HB
2. KÍ |
3. NSÍ
4. FS Vágar
Komandi dysti
16/4: FS Vágar- KÍ
19/4: NSI-HB
19/4: KÍ-FS Vágar
22/4: KÍ-HB
3
|
Á
>
r
Steypahagtøl
22/4: NSI- FS Vågar
26/4: HB-KI
26/4: FS Vågar-NSI
29/4: NSÍ-KÍ
Bólkur 2
TB-B36 2-2
Sumba-IF 2-4
TB-Sumba 4-1
B36-IF 2-0
Stødan
I. TB
2. B36
3. IF
4. Sumba
Komandi dysti
18/4: B36-Sumba
18/4: IF-TB
19/4: B36-TB
19/4: IF-Sumba
22/4: IF-B36
NY ÞJ NY NY
r
22/4: Sumba-TB
26/4: Sumba-B36
26/4: TB-ÍF
Bólkur 3
GÍ.- Royn rå
B68-VB 3
VB-Royn Få
Stødan
i. Gl
2. B68
3. VB
4. Royn
Komandi dysti
18/4: Royn-GI
18/4: VB-B68
19/4: VB-GI
|
|
;
a
r
19/4: Royn-B68
21/4: B68-GI
23/4: Royn-VB
23/4: GÍ- B68
26/4: GÍ-VB
26/4: B68-Royn
lel-0
1-1-0
1-0-1
0-0-2
1-0-0
1-0-0
1-0-1
0-0-2
16- I 9
2- | 3
l- 5 0
1-13 0
Démarar
Petur Hansen (LIF)
Birgir Sondum (B36)
Kim Ejdesgaard (Fram)
Bergur Magnussen (Str.)
Oddmar Andreasen (HB)
Birgir Sondum (B36)
Jóhan Carl Dam (HB)
Kim Ejdesgaard (Fram)
6- 3 4
4- 2 4 |
4- 4 3 |
3 8 0
|
Dómarar |
Jóhan Carl Dam (HB) |
Niklas á Líðarenda (GI |
Suni Johansen (SIF) |
Í
Í
|
|
Petur Hansen (LIF)
Kim Ejdesgaard (Fram)
John Eystberg (VB
Suni Johansen (SIF)
Lassin Isaksen (KÍ)
7 | |
0
{
>
- 4 3
10 0
me 9 0
Démarar
Bergur Magnussen (Str.)
Petur E. Kjærbo (Sumba)
Bergur Magnussen (Str.)
Sjúrður Norðbúð (B36)
Birgir Sondum (B36)
Frits Poulsen (Sumba)
Oddmar Andreasen (HB)
Suni Johansen (SIP)
Oddmar Andreasen (HB)
Hóast hetta skuldi verið tann endaliga skráin, sum
FSF nú hevur lagt, kunnu broytingar koma í seinni,
og dystardagarnir skulu tí takast við fyrivarni