Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 17. APRÍL 1998 Sjálwstýrisflokkurin. Hvat bjóða vit teimum brekaðu Hverja ferð val stendur fyri durum, so er tað ikki smávegis, ið verður lovað, serliga tá tað kemur til tey gomlu, brekaðu og sjúku. Sum starvsfólk, har nógvir av hesum bólkum eru umboðaðir, so er tað sera hugstoytt at sanna, at tá valið er av, so er tað summir bólkar, ið eru heilt burturgloymdir. Um vit eitt nú hugsa um, at tað er so stutt síðani, at vit høvdu år teirra brekaðu, so er tað sera undrunarvert at síggja, hvussu lítið verður hugsað um tey, ið ikki hava sín fulla førleika. Fyri stuttari tíð síðani, so var eg niðri í Løgtinginum, og tað fyrsta eg hugsaði um var, hvussu kann nakar, ið situr í rullistóli sleppa inn her? Tað er sera hugstoytt, at landsins stovnar ikki kunnu innrætta seg soleiðis, at persónur, ið situr í rullistóli kann sleppa inn á stovnin, uttan at møguliga fleiri fólk skulu til, fyri at bera viðkomandi inn. Alt okkara samfelag er bygt upp uppá, at tey, ið mynda hetta samfelag, eru frísk. Alt ov lítið verður hugsað um tey, ið møguliga ikki hava sín førleika. Eg veit væl, at tað eru summir flokkar, ið taka sær patent uppá tey sjúku og veiku, men eru hesir fiokkar ikki komnir til kort, tá tað kemur til tey brekaðu? Hvussu nógvir stovnar eru í dag, ið kunnu siga, at teirra framtíðarætlan er løgd soleiðis til rættis, at ein kann seta hendan bólk í starv? Vit mugu bert sanna, at tað eru fólk, ið ikki hava sama førleika sum vit, og hvussu skulu vit innrætta okkara samfelag eftir tí? Ein kann byrja við, at teir almennu stovnarnir hava umstødur, soleiðis at tey brekaðu ótarnað kunnu koma inn og starvast á sama stóði sum onnur. Verður hugsað um hetta, tá framtíðarætlanir verða gjørdar, so er tað sera smá- ar iløgur, ið skulu til fyri at broyta hesi viðurskifti. Hetta er nakað, eg, sum valevni Sjálvstýrisfloksins, vil arbeiða fyri. Ása Djurhuus Útjaðarapolitikkur Føroyar eru um at detta sundur í tvey. Vit hava eitt meginøki, har fólkatalið øk- ist: Streymoyggin og Eyst- uroyggin, og vit hava eitt útjaðaragki, har fólkatalið stendur í stað ella minkar: Norðoyggjar, Sandoy, Suð- uroy og partvís Vágarnar. Tað eru tey, ið halda, at henda gongdin er púrasta í lagi, tí at tað, sum hini minka, kemur okkum til góðar. Men soleiðis kunnu vit bara ikki hugsa! Tað er eitt eyðkenni fyri útjaðaragkini, at alt ov nógv orka hevur verið brúkt til at berjast fyri at varðveita sekunderu tænasturnar, sum eitt nú smá posthús, illa virkandi ferðasamband, 54- tænastur o.tl. Hetta er verju- stóða, sum onki munar í longdini. Í staðin fyri eiga vit at spyrja: hvgrji virkir, stovn- ar og tænastur krevjast fyri at útjaðaragkini kunnu mennast og fyri at liviligt skal vera å hesum økjum. Hví krevja fólk í Klaks- vík ikki, at Telefonverkið leggur onkra uppgávu innan kunningartøkni har á stað- num, heldur enn at stríðast fyri at varðveita eina gamla tænastu, sum kanska ikki hevur nakra veruliga funk- tión longur? Mugu duga at síggja avleiddu møguleikarnar Ofta siggja vit eisini, at eitt gki fær onkran stovn, uttan tó at duga at síggja veruligu, ella vit kunnu siga avleiddu møguleikarnar við hesum „Son. Tad ræður ofta bara um at fáa, og so halda fast, men at fáa nakað burturúr, tað knípir sum regul. Tí hevur tað nógv stórri týdning at duga at fáa í lag eina samvinnu ella sam- virkan millum teir stovnar, sum eru í gkinum. Tað veri seg skúli, og stovnar ella feløg, sum til dømis fáast við ítrótt, mentunar- og fri- tíðarvirksemi og ferða- vinnu, bara fyri at nevna nøkur dómi. Vit hava til dómis sæð, at nógv hevur verið gjørt til tess at fáa hægri skúlar sett- ar á stovn úti um landið. At fáa slíkan stovn gevur pre- stisju, men mangan gloyma teir og tey, ið fáa hesar stovnar til sítt øki, at ofta skulu aðrar tænastur til, fyri at eitt nú hægru skúlarnir skulu virka eftir ætlan. Til dømis ein væl útbygd bóka- savnsskipan, sum ikki bara tænir skúlanum, men øllum økinum. Menna allar Føroyar Spurningurin um menning- ina av øllum Føroyum, eis- ini av útjaðaragkjunum, eig- ur at fáa fyrsta prioritet í eini komandi løgtingssetu. Mið- savningin hevur nógvar óhepnar avleiðingar við sær: stórri eftirspurning og hægri prísir á býli, stórri trýst á ansingarstovnarnar, sosialar trupulleikar av ymsum slag, samstundis sum útjaðaragkini vikna og gerast fátækari. Eitt komandi løgting cig- ur at gera sær greitt, at ein undirsjóvartunnil ella fast samband um Vestmanna sund kann vera við til at minka um útjaðaratrupul- leikan, men tingið eigur eisini í eini komandi fíggj- arlóg at avseta pening, sum er beinleiðis ætlaður til menning av útjaðaragkjun- um. Sjálvstýrisflokkurin fer at virka fyri at eisini útjað- aragkini skulu mennast. Vit tosa ikki so nógv um bygda- menning, men heldur um eginmenning: tað vil siga, at initiativid og viljin skal koma úr økinum, og so kann tað almenna hjálpa til við neyðugum stuðli. Ikki bara tilvildarlig hug- skot. Nei, vit eiga at hugsa um góðsku og veruligan tørv og um tað sum munar. Fólk í hesum økjunum, sum vit her hava rópt útjaðara- øki, skulu sjálvandi hava fleiri vinnumøguleikar, men so sanniliga eisini tær tæn- astur, sum gera, at fólk vilja búgva uttan fyri Havnina Tað ræður um at krevja, men at krevja vid skili! Erhard Jacobsen Tjóðve Frambrot í Suðuroy Farnu 4 árini hava vit hoyrt ikki so lítið um samferðslu- viðurskifti i Féroyum. Um Leirvíksfjórð og Vest- mannasund halda menn so vánaligt samband vera, at neyðugt er við tunnlum undir firði og sundi, skal ikki stóðgur koma í vinnu- lívið og menningina annars í hesum økjum. Um Suduroyarfjørd hava vit åleid nakad tad sama mynstrid um vikuna, sum hinir hava um dagin, men her verdur hildid væl til standa. Nærum eingin tekur hesa farleid upp å tungu, og so slettis ikki nakar við politiskari ábyrgd. Suðuroyggin hevur tveir høvudstruplleikar á sam- ferðslugkinum. Annar er um fjørdin, og hin er um Hovsegg. Tann fyrra loystu vit úr lagdi fyri fjørdingsøld síð- ani við keypinum av Smyrli, og síðani tryggjaðu vit hann enn betur við keypinum av Teistanum. Í báðum fórum var tað Tjóðveldisflokkurin í Tinganesi, sum stóð aftan- fyri frambrotini. Síðani tá hevur farleiðin ongan góðan átt, og haraft- urat hevur hon verið fyri beinleiðis afturstigið við gávubrævinum til italiu- menn. Ein komandi olju- vinna hevur harðliga brúk fyri Teistanum, men hon kemur neyvan higar, um samferðslumymstrið stend- ur við og versnar Fleiri uppløgd høvi — eitt nú hesuferð Smyril fer í dokk — hava verið til at bróta uppúr nyggjum, eitt nú við at royna onnur skipa- sløg, td. katamaranar, aftur- at Smyrli á hesi leið. Eisini átti møguleikar fyri smærri flogførum, ið nyta 850 metra grusvøll, at verið kannaðir Stórsti meingbogin um Suduroyarfjørd er íkki støddin á Smyrli. Hon er á einari leið, og eingin suðr- ingur vil av við Smyril. Tað stendur rimmarfast. Hinvegin er stórur tørvur á at menna títtleikan, sum er ov lítil, og sum serliga vinnulívið líðir undir Oyggin fær ikki tær neyð ugu tænastuveitingarnar, tí at sambandið er ov tvørligt Neyvar kanningar áttu tí at veri gjørdar fyri at finna fram til, hvørjar skynsami ligar åbøtur kunnu fremjast Um Hovseggina er ein fløskuhålsur, sum ikki kann livast við framyvir Vegurin um Eggina er ikki nútíðarhóskandi, og treingir undir øllum um stóðum til ábetur. Ein breiðking av vegnum kostar meira enn eitt berghol, og er tí skilaleys. Tí vilja vit nakað annað, skjótari, betri og bíligari. Tað er eitt berhol millum Øravik og Hos Heilsu- og skúlaverkið setur stór krøv til dagligu samferðsluna og komandi oljuvinnan og ferðamanna- vinnan, sum vit sjálvandi skulu hava okkara part av her suðuri, setur ikki minni krøv Sum skjótast eigur berg- holsleiðin millum norðaru og sunnaru helvt av Suður- oynni at koma á fíggjarlóg- ina. Tvinni uppskot eru, og liggur kostnaðurin um 100 til 120 mió.kr. Fíggjarlig orka eigur at vera útvegað til hetta arbeiði, sum er eitt náttúrligt framhald av tí virksemi, ið verið hevur í oynni. Hergeir Nielsen Fólkaflokkurin Kalsoyggin farin í søguna sum útoyggj? Sambært krommisorium hjá kommununevndini skal nevndin koma við tilmæli um møguligar serskipanir viðvíkjandi útoyggjunum. Í hesum sambandi hevur kommununevndin útvalt tær fýra kommunurnar, sum hon heldur eru/umboða út- oyggjarnar í Føroyum og boðað teimum til fundar. Harímillum er ikki Kals- oyggin. Ikki ein útoyggj Hetta sigur í skrivandi løtu so mikið sum at kommunu- nevndin hevur gjørt av, áðr- enn hon hevur tosað við út- oyggjafólkini í Kalsoynni, at Kalsoyggin er eingin út- oyggj. Eisini sigur hetta so mikið sum at nevndin metir viðurskiftini í Kalsoynni vera so lík teimum í Klaks- vík at neyðugt er ikki við nakrari serskipan fyri Kals oynna Heilt burtur við At hetta er skotið langt við síðuna av og er at van irða fleiri av okkara útoyggjum, skilja bara tey sum geva út- oyggjunum ans og ynskja av varðveita tær sum bú- pláss. Bakbitnar Tað má kennast tungt hjá teimum útoy ggjum sum ett- ir tógvið stríð hava fingið ferðasambandið eitt sindur betur, men langt frá nekt ndi. at verða soleiðis við farnar av landsins myndug leikum at tær ikki verða virdar eitt orð og sleppa at svara fyri seg sjálvar. Og hjá okkum sum royna at beta um ferðasambandið tykist tað hugstoytt og drepandi fyri virkishug at síggja, hvussu myndugleikar venda framburði til bakbit Ti krevst… at vit seta fólk á ting,sum virða alt føroya land - eisini útoyggjarnar Tí heiti eg á allar Norð- ingar eisini tykkum Klaks- víksingar, sum hava hjartað á útoyggj, um at hugsa um hetta valdagin 30. apríl Svínoy á summarmála 1998 Jógvan Edmund á Geilini Svínoy valevni á lista A