Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

GA javegur 26, Argjum na Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post &sosialurin.fo CD í herferð móti foroyingum Oddagrein SJALVANDI skulu danskir politikarar hava loyvi at siga sína og um feroyingar og Feroyar. Bæði uppá gott og ilt. Vit liva í einum frælsum og demokratiskum samfelag. og partur av tí almenna orðaskiftinum vil altíð vera atfinningar móti hesum og hasum. MEN atfinningar valdast. Konstruktivar atfinningar og viðmerkingar eru væl tað, ið vanlig fólk vænta at hoyra og síggja frå serstakliga framstandandi politikarum o ikki minst frá formonnum í flokkum, sum hava týðandi leiklut í teimum avgerðum, sum verða tiknar. VIT hava í seinastu bitið merki í, at formaðurin í CD- flokkinum í Danmark, Mimi Jacobsen hevur havt sera niðurstandi úttalilsi um feroyingar og Feroyar. Sjálv- andi skal hon hava loyvi til at finnast at viðurskiftum her, men tað tú uppdagar, tá tú hyggur nærri eftir úttalilsum hennara, er ein so niðurgerandi tóni, at tær kemur til hugs tí, ið nærkast rasismu. VIT halda okkum hvørki vera erkvisin ella sjálvupp- tikin, tá vit fella henda dóm yvir orð Mimi Jacobsens Hetta eru nevniliga meira enn bara tilvildarliga brúkt orð. Tað liggur nakað nógv djúpri, nakað ódemokrat- iskt og nakað óhugaligt í tí atburði, sum Mimi Jacobsen vísir feroyingum sum heild. Leggið til merkis, at hon tosar ikki um ella við feroyskar politikarar. Adressa hennara er Føroya fólk ......de færinger. OG tå tå so veit, at formadurin i CD sjåldan byggir sini åttalilsi å nakra eksakta vitan, so er tad eisini uppaftur meira átaluvert. Vit sóu úttalilsi hennara i Ekstra Blaðnum, eftir at bankakanningin varð liðug. Uttan at hava lisið hesa frágreiðing komu nekur sera niður- gerandi orð um „de forb..... færinger“. Eitt fullkomiliga órættvíst og óumhugsaðð úttalilsi, nú kanningin vísti, at foroyingar vórðu snýttir av hennara egnu. og soleiðis kanst tú halda fram. Jóannes Eidesgaard, ólkatings- maður vísir í UF herfyri á, at sama Mimi hevði als ikki sett seg inn í føroysk viðurskifti, tá hon gjørdi ålop henda vegin. Og hetta er helst ein stórur partur av frágreiðingini til ne av niðursetandi álopunum á feroyingar. Hon veit bart út ikki, hvat hon tosar um. ORSØKIN til at vit taka júst Mimi Jacobsen fram er tann, at hon sigst vera partur av grundarlagnum hjá stjórnini - bara ikki tá formaður í fólkatinginum skuldi veljast. Eftir úttalilsum hennara i Berlingske Tidende letst Mimi Jacobsen sum um, at hon vil stuðla stjórn- ina, fær hon trupulleikar av einum feroyingi. .....de kan rende, kan de færinger.....sigur hon við blaðið og sigur niðurlátandi, at einki nýval skal vera orsakað av einum førovingi. Álvaratos - hví skal ein føroyskur fólkatings- maður, sum ynskir at hava sína egnu stødu í dans fólkatinginum, revsast og hunddálkast fyri tað, at tann danski veljarin ikki hevur givið nekrum av vongunum meiriluta! Er hetta ikki partur av valskipanini, at tað kann enda við javnleiki! TAÐ skal vera okkara vón, at formaðurin í CD brúkar annan málburð í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Hennara orð gagna hverki denum ella før- oyingum, men eru bert við til at grava ta gjógv, sum eitt nú bankamálið er orsekin til, enn djúpri. Vit skilja væl torferu steðuna hjá Nyrup-stjórnini, men hon ag vera varin ikki at stuðla seg ov nógv til ein CD- lei , sum tykist hava eitt endamál, og tað er at brúka føroyingar sum einki annað enn påskot fyri at kunna seta kílar í hjá Nyrup og hansara stuðulsflokkum. HVOR heldur, at CD, sum jú fór úr javnaðarstjórini fyri valið, so fegið sær, at flokkar sum SF og Einheits- listin saman við Nyrup-stjórnini fáa síni hjartamál í gene Nyrup eigur at vara seg fyri, at Mimi Jacobsen ikki í veruleikanum er ein borgarligur trojanskur hest- ur, plantadur av høgravonginum i donskum politikki. Man CD ikki bara bida eftir einum høvi - eftir ti røttu letuni - til at vippa Nyrup år sessinum og fåa eina borgarliga stjórn! Her eru føroyingar kanska eitt sera hent amboð. Við ikki at stuðla Nyrup stjórnini í at seta Birthe Weis til formann í fólkatinginum - legið, tí nett- up CD hevur fingið fleiri av týðandi nevndarformenn í tinginum - kundi CD harvið brúka føroyska fólka- tingsmannin í eini roynd at skapa Nyrup trupulleikar og samtíðis seta kílar millum føroyskt javnaðarum- boðog danska javnaðarflokkin. Eftirrationalisering? Møguliga. Men ikki óhugsandi. „CD bag Nyrup mod færinger“ ljóðaði yvirskriftin í Berglingara.. Ein dekk- andi yvirskrift fyri CD-formannin. Sosialurin Arbeiði til allar hendur Vit eiga at fáa meira fyri fiskin, men samstundis eiga vit at tryggja, at arbeiði verður til allar vinnuforar hendur, bæði á sjógvi og á landi. Men spurningurin er, hvussu vit rokka málinum, til gagns fyri allar partar Tað er ein sannroynd, at feskur fiskur hevur hægri prís á marknaðinum, enn frystar fiskavørur hava, men útflutningurin av rundum feskum fiski, sum hevur verið alt ov stórur tey sein- astu árini, førir sjálvandi við sær, at nóg mikið av stød- ugum arbeiði ikki er í flaka- vinnuni á landi. Við heimild í løgtingin- um, hevur landsstýrismað- un í fiskivinnumålum gjørt eina roynd, við tí fyri eyga at avmarka útflutning- in av rundum, feskum fiski. Men tann royndin tykist ikki at hava givið tað ætl- aða úrslitið. Spurningurin er tí framvegis, hvat kann ger- ast, fyri at tryggja meiri ar- beiði í flakavinnuni á landi, uttan at hetta nervar land- ingarprisirnar í Føroyum. Ein gongd leid kundi verid, at flakavinnan f Før- oyum legdi seg eftir at framleitt fesk fløk til ut- flutnings, ístaðin fyri rund- an feskan fisk ella frystar fiskavørur. Harvid hødu vit fingid tann prisin å mark- nadinum, sum feskur fiskur altíð hevur, og samstundis høvdu vit tryggjað alt tað arbeiði, sum føroyska fesk- fiskaveiðan kann geva, í flakavinnuni á landi. Hetta er ein spurningur um at motivera føroysku flakavinnuna og sølulidid fyri, at vit í framtíðni skulu leggja okkum eftir at fram- leiða og útflyta fesk fløk. Nú veit eg væl, at almennur stuðul til vinnuna er eitt ljótt orð í hesum tíðum, men kortini hevði tað helst verið rætt, at vit í eina avmark- aða tíð lótu almennan stuð- ul til eina slíka umlegging av framleiðsluni og útflutn- inginum. Ein annar spurningur, sum er ógvuliga nær tengd- ur at hesum spurninginum, er ferðasambandið millum Føroyar og Skotland. Eitt gott og støðugt ferðasam- band á hesi leiðini, soleiðis at tey fesku fløkini kunnu fara á hjólum á marknaðin í Bretlandi og í øðrum lond- um á europeiska megin- landinum, er ein avgjørd treyt. Men her hava sambands- flokkurin, fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin skert okkara møguleikar. Til óbótaligan skaða fyri før- oyska samfelagið seldu teir Teistan av landinum, við tí úrsliti, at Smyril varð tikin úr siglingin millum Føroy- ar og Skotland. Ein privat roynd við at sigla hesa far- leið er fullkomuliga mis- eydnað og heldur uppat. Fyri at skapa møguleikar fyri støðugum útflutningi av feskum fiskafløkum úr Føroyum, verður ein upp- afturtøka av Smyrlasigling- ini eitt av målunum, sum javnaðarflokkurin vil stríð- ast fyri eftir valið. Skot- landssiglingin hevur eisini aðrar fyrimunir fyri før- oyska samfelagið. Eitt er tann bíligi innflutningurin úr Skotlandi. Eitt annað eru ódýru ferdamøguleikarnir hjá pensionistum og øðrum. At skapa arbeiði til allar hendur á sjógvi og landi, er eitt gamalt stríðsmál hjá javnaðarflokkinum, og hes- um fara vit framhaldandi at virka fyri. Vit eiga ikki at gloyma, at tað framvegis eru umleið 2000 føroyingar, sum eru tøkir á arbeids- marknaðinum. Vónandi fara tit mann- sterk á val og sláa mann- garð um javnaðarflokkin. Setið krossin við lista C ella eitt av valevnunum á javn- aðarlistanum. Gott val. Tann 20. apríl 1998 Vilhelm Johannesen Javnaðarflokkurin hevur 11 lokalfeløg hvers fremsta endamál er at vera sambindingarlið millum allar limir Javn- aðarfloksins, og floksins politisku leiðslu. Tað er í javnadarfeløgunum kring landið, at javnaðarfólk hittast fyri at tosa um politisk viðurskifti og annars mál av felags áhuga. Sum limur í ein- um javnaðarfelagi hevur tú møguleikan at gera tíni politisku áhugamál gald- andi, og har ert tú altíð vælkomin. Niðanfyri er yvirlit yvir javnaðarfel- øgini. Tú ert vælkomin at ringja til valfelagið í tínum valdømi fyri at fáa nærri at vita um eitt og annað. Sama um tú ynskir at gerast limur. Norðoya Javnaðarfelag Noomi Nielsen, formaður Telf. 456499 Klaksvík Eysturoyar Javnaðarfelag Eyðun Johannesen, for- maður Telf. 422145 450 Oyrabakki Norðstreymoyar Javnað- arfelag Jógvan Mørkøre Telf. 422148 Hósvík Vága Javnaðarfelag Heldur til í húsum Mið- vágs Arbeiðsmannafelag Telf. 333371 - Fax 333430 Hans Jørgensen, formadur Telf. 332318 Tað er lætt at koma í samband við Javnaðarflokkin Suðurstreymoyar Javnað- arfelag N. Finsensgøta 12 Telf. 320343 Anna Johannesen, for- maður Telf. 317561 Sandoyar Sýslu Javnaðar- felag Jákup Birgir Mohr, for- maður Telf. 361115 Sandur Hvalbiar Sóknar Javnað- arfelag Manne Næs, formaður Telf. 375072 Hvalba Froðbiar Sóknar Javnað- arfelag Johan Joensen, formaður Telf. 371710 Tveroyri Javnaðarflokkurin Tvøroyrar Sosialdemo- kratiska Felag Ketty Andreassen, formaður Telf. 371208 Tvøroyri Vågs Javnadarfelag Elsebeth Vågsheim Telf. 373396 Vågur Sosialistiskt Ungmannafelag Maria Petersen, formadur Telf. 422268 Hvalvik