Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 73 — 21. APRÍL 1998 tíðindablaðið 3082 5 Hugburðsbroyting skal til — Vit hava øll ábyrgdina av at hugsa um brekað, rórslutarnað, menningartarnað, deyv og blind í allari planlegging, segði Kristian Magnussen í orðaskiftinum, sum MBF skipaði fyri leygardagin um eitt samfelag fyri øll TurID KJøLBRO Bustadarmøguleikarnir hjá menningartarnadum í Før- oyum eru ut av lagi våna- ligir. I Havn eru seks sam- byli til menningartarnad, 1 er í Vági og I í Runavík. Kristian Magnussen, und- anfarni landsstýrismaður í Almannamálum og valevni Javnaðarfloksins til løg- tingsvalið, tók lut í politiska orðaskiftinum í Læraraskúl- ahøllini leygardagin, sum MBF skipaði fyri. Í innleggi sínum segði hann, at vit eiga at gera fleiri smærri eindir til menningartarnað. Í landsstýrissessinum setti hann eina bygginevnd, sum skuldi arbeiða við at finna eina loysn í Norðoyggjum. Eingin bústovnur er til menningartarnað har og lagt varð upp til, at fara undir at byggja, so skjótt byggi- nevndin varð liðug við sítt arbeiði. Á fíggjarlógini í ár eru 2 milliónir krónur settar av og ætlanin er so, at pen- ingur verður settur av á fíggjarlógini komandi eis- ini. Um tað nektar tørvin í Norðoyggjum, sigur Krist- ian Magnussen. — Tað hevði í øllum fórum munað væl. Eg kann í- mynda mær, at tvær eindir verða bygdar við felags- hentleikum. Smærri búeindir í heim- liga umhvgrvinum er tann leiðin, vit eiga at ganga. — Í tann mun tað ber til, eiga vit at síggja til, at menningartarnað verða ver- andi í heimliga umhvørv- inum, og pedagogiskt sæð er tað eisini tann frægasta loysnin. Útviklingurin hev- ur verið tann gvugti, sigur Kristan Magnussen. Eingi tilboð Eru bistadarmøguleikarnir hjá menningartarnaðum vánaligir um landið, er stød- an nógv verri hjá rørslutarn- aðum. Sum er, hava fólk við rørslutrupulleikum ongar møguleikar at setast í egið búgv. Roynt hevur í ein mun verið at gjørt broyting- ar í heiminum hjá rørslu- tarnaðum, men tað er ikki altíð ein so heppin loysn, tí tað bindir viðkomandi til foreldrini. — Sum landsstýrismaður í almannamálum tók eg stig til at seta ígongd alternativa íbúðarbygging til rørslu- tarnad vid at mæla til, at 10 milliónir krónur úr Íbúðar- grunninum hjá Húsaláns- grunninum verða brúktir til endamálið. Uppskotið fall burtur, tí løgtingid varð sent heim; men Javnaðarflokk- urin fer at arbeiða fyri, at tað kemur í tingið aftur. Tað verða fleiri og fleiri við rørslutrupulleikum, eitt nú fólk við ferðsluskaðum, og eisini eldri fólk við vantandi rørsluførleika. Kommunur- nar eiga at seta øki av til alternativar bústaðarmøgu- leikar. Her eru nógvir møguleikar, spurningurin er bara um politiska viljan. Javnadarflokkurin fer at royna, hvat hann kann fyri at fåa lands- og kommunal- myndugleikar at fara i- gongd vid alternativa bygg- ing úti um landið, sigur Kristian Magnusen. Hugburðsbroyting Nógvir almennir bygningar og strandfaraskip eru ikki atkomilig fyri fólk, ið bera brek. Tað eru ikki bert rørslutarnad, ið merkja sviðan av hesum, men eisini deyv og blind. Eitt nú vanta nýggir bygningar teleslyng- ur og ávaringarskipanir til deyv og blind. — Her skal ein hugburðs- broyting til hjå øllum, id eru við í planlegging. Vit hava lyndi til at halda, at tad er almannamål. Tad er heilt skeivt, ti tad er uppgåvan hand ukurin — Í tann mun tað ber til, eiga vit at síggja til, at menningartarnað verða verandi í heimliga umhvørvinum, sigur Kristian Magnussen hjå øllum at hugsa um rørslutarnad, deyv og blind, tå id talan er um bygging, sigur Kristian Magnussen. Sparingar innan sjiikra- húsverkið hava ført við sær, at fólk við ymsum brekum ikki fáa tað viðgerð, sum tørvur er á. Av tí, at eingin loysn er funnin viðvíkjandi barnapsykiatara, verða børn send til Danmarkar til við- gerð. Tað kostar landinum nógvan pening. At fyri- byrgja sjúkur og brek er sparing, men nógv fólk við kroniskum sjúkum og brek- um verða ikki regluliga kannað og vidgjørd. — Sjálvandi eiga viðgerð- armøguleikar at vera í Før- oyum, men stóri trupulleik- in er, at vit hava ikki ser- læknarnar í landinum. Tað er ógvuliga trupult at fáa fatur á barnapsykiatara í danska kongaríkinum, og tað nyttar einki at fáa ein higar onkra aðra staðni frá, ið ikki skilir okkara mentan og mál. Í Føroyum er veru- leikin tann, at psykiatriin ongantíð hevur verið pri- oriterað sum hon eigur. Eitt itøkiligt stig kundi verið, at stuðla hjálparlæknum og ødrum at farið undir at út- búgva seg innan hetta økid Men tað krevur sjálvandi góðar umstødur at virka undir, sigur Kristian Magn- ussen Mynd: Jens Kr. Vang Eingin flokkur fer at arbeiða fyri einum máli, sum er ósjónligt, tí ræður um, at kunna um korini hjá brekaðum og sjúkum í Føroyum, segði Doris Hansen á fundinum leygardagin Doris Hansen, formaður i MBF: Eitt samfelag fyri øll — Føroyar eru eftirbåtur at veita brekaðum og sjúkum mann- sømilig kor, og eru langt aftanfyri hini norðanlondini hesum viðvíkjandi TuRIÐ KJØLBRO Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum arbeiðir miðvíst fyri at bóta um umstødur og kor hjá brekaðum. Eitt av aðalmálunum er at arbeiða fyri, at okkara samfelag er líka fyri okkum øll. Seinasta leygardag skipaði megin- felagið fyri politiskum orðaskifti, har umboð fyri politisku flokkarnar tóku lut. Doris Hansen, formaður felagsins legði fyri við at siga, at MBF arbeiðir fyri at føroyska samfelagið skal veita teimum fólkum, ið bera brek, somu møguleikar sum aðrar samfelagsborgar- ar hava, og at samfelagið verður útbygt soleiðis, at tað verður eitt gott samfelag fyri øll. ST hevur gjørt nakr- ar reglar um somu møgu- leikar fyri fólk, ið bera brek Hesar vórðu samtyktar í 1993, og verða týddar til fóroyskt. Tær kunnu nýtast sum amboð, ið vit kunnu brúka sum fyrimynd í ar- beiðinum at tryggja øllum, ið bera brek, somu rættindi, og somu skyldir sum allir aðrir borgarar. Danska meg- infelagið hevði til tann so- siala toppfundin, ið var i Keypmannahavn, gjørt eitt spurnarblað, ið skuldi vísa, hvussu langt var komið í arbeiðinum fyri at seta ST- samtyktina í verk. Norður lond fingu úr 58 uppí 64 stig, meðan Føroyar fingu bert 22 stig. Vit kunnu sam- anbera okkum vit Kenya Vit eru sannførd um, at stødan kann bøtast um pol itikarar åsanna, at vit eru eftirbåtar og taka hetta i fullum ålvara, m.a. vid at gera eina heildarætlan fyri tann politikk, ið løgting og landsstýri ætla at fremja á hesum øki fyri eitt åvist ára- mál. Allir flokkar siga nak- að soleiðis í stevnuskrå síni Flokkurin vil virka til at betra um korini hjá teimum veiku, gomlu, sjúku og brekaðu, men vit eru iva- leyst mong, ið sakna at hoyra hvussu og ikki minst, nær flokkarnir fara í gongd at loysa hesi álvarsmál Eitt av endamálum MBF er at virka fyri at fáa ávirkan og at vera hoyrd í málum, ið eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek. Eitt annað er at kunna um teir trupulleikar, ið standast av tí breki, ella av tí sjúkuni sum limirnir í tí einstaka felagnum hava. Kunningin hevur týdning, tí ongin flokkur fer at brúka orku sina til at loysa ósjónligar trupulleikar, segði Doris Hansen