týsdagur 21. apríl 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 21. APRÍL 1998
æ
Fótbóltur: Eftir eina trilvandi byrjan er ferð nú komin á kappingina
um løgmanssteypid, og um vikuskiftið vórðu ikki færri enn 10 dystir
spældir, harímillum eini tveir, sum fingu eitt rættiliga óvæntað úrslit
Tey flestu av teimum tólv liðun-
um, sum framvegis eru við í kapp-
ingini um løgmanssteypid, høvdu
úr at gera um vikuskiftið, tå allir
teir útsettu dystirnir frá kavadøg-
unum um páskirnar skuldu av-
greiðast.
Suðuroyarliðini TB og Sumba
hildu vikuskifti norðanfyri og
spældu tveir dystir hvgr, meðan
B68 og GI fóru til Suduroyar, eis-
ini at spæla tveir dystir í part.
Tey flestu úrslitini vóru, sum
fólk høvdu væntað, men tað var
eitt sindur óvæntað, at TB koppaði
B36 í Gundadali, og at NSÍ vann
ikki minni enn 3-0 á HB í Runa-
vík. ,
Bæði B68 og GÍ vunnu á Royn,
men spældu javnt móti VB, og ÍF
vann higartil størsta sigur í bólka-
spælinum — 11-0 á Sumba.
Ein annar stórsigur var í Klaks-
vík, har KÍ við Olgar Danielsen á
odda vann 8-0 á FS Vágum.
Nú hava flestu liðini bert tveir
dystir eftir í bólkaspælinum, og
teir verða spældir mitt í vikuni og
komandi vikuskifti.
Longu nú kann sigast við rími-
ligari vissu, hvørji trý lið enda
niðast í hvør sínum bólki, men í
hinum endanum er einki avgjørt í
nøkrum av bólkunum.
Umframt tey trý niðastu liðini
skal eitt lið afturat sáldast frá,
meðan hini átta øll sleppa víðari í
fjórðingsfinaluna. Men tað er ikki
líkamikið, hvat lið vinnur bólkin,
|
og hvgr endar nummar tvey og
trý. Fjórðingsfinalurnar verða
nevniliga ikki spældar yvir tveir
dystir, men bert ein. Bólkavinnar-
arnir fáa heimavøll í fjórðings-
finalunum og skulu spæla ímóti
teimum báðum 3'arunum um-
framt einum 2'ara.
Fjórðingsfinalurnar verða so
spældar Dýra Bididag 8. mi, og
hålvfinalurnar verða 21. mai
(Kristi Himmalsfaradag) og 30.
mai.
Sjálv finalan verður sum nakað
nýtt spæld áðrenn summarsteðgin,
tann 5. juli.
Higartil hevur tað víst seg at
rigga væl við nýggju skipanini við
bert trimum bólkum. Hetta hevur
Lesið eisini
itrottin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
essere —— Ar?
Eitt tad mest
óvæntaða úrslitið um
vikuskiftið var í Havn,
har TB vann 2-1 á
B36
Mynd:
Alvur Haraldsen
havt við sær, at bert fáir dystir
hava verið so láturliga ójavnir,
sum teir ofta fyrr hava verið í
steypakappingini
Steypakappingin er eitt gott
høvi hjá liðunum at fáa dystar-
venjing, og hon fæst bert, um mót-
stóðuliðið megnar at geva mót-
stóðu.
Tað hava tey higartil megnað,
so tað er eingin umbering, um
liðini ikki eru komin í venjing, tå
landskappingin byrjar um góðar
tvær vikur
elj