Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA Nr. 73 — 21. APRIL 1998 saman i itrottar Fuglfirðingar tóku seg hálvleikinum Fótbóltur: Tað var eitt hamskift ÍF-lið, sum kom út aftur á vøllin eftir hálvleikssteðgin í dystinum leygardagin, tå ið tvøramenn vóru á vitjan í Fuglafirði Tað var av besta veðri til at spæla fótbólt í, tá ið ÍF og TB hittust til dyst í Fugla- firði leygardagin. Hetta sást eisini á åskodarafjøldini, sum ikki var rættiliga stór. Oivad hava nógvir fuglfirð- ingar heldur valt at farið ein túr í bátin ella kanska fríðka sær um húsini. Tamur fyrri hálvleikur Fyrri hálvleikur var rætti- liga tamur. Ikki vóru teir stóru målmøguleikarnir, og spælið hekk ikki serliga væl saman hjá hvørgum av lið- unum. Tvøramenn vóru nakað ágrýtnari, og hetta gav eisini úrslit, tá ið einir 25 minuttir vóru leiktir. TB fekk eitt horna í høgru síðu, sum bleiv sent væl inn fyri. Eftir nakað av ping-pong spæli endaði bólturin hjá Einari Petersen, sum úr 10 metra fjarstødu smekkaði bóltin í meskarnar aftan fyri Erling Joensen í fuglfjarða- málinum til støduna 1-0 til TB. Stutt eftir leiðslumálið hjá tvøramonnum fekk IF ein rimmar møguleika fyri at javna til 1-1. Tveir fuglfirð- ingar gjørdust einsamllir vid einum verjuspælara hjå TB. Bólturin endaði hjá Egili Zachariassen, sum púra einsamallur skeyt beint á málverjan Magna Peter- sen hjá TB. Piotr hevur óivað skeldað í hálvleikinum Sum áðurnevnt, so var tað eitt hamskift ÍF-lið, sum kom út eftir hálvleikssteðg- in. Tað sást týðiliga, at venj- arin Piotr Krakowski hevði tosað við stórum bókstavum í steðginum. Fuglfirðingar vóru eftir hvørjum bólti, og tvøråmenn fingu ikki frið til at spæla sítt spæl. Tað var helst ein skeiv av- gerð hjá TB-venjaranum Zoran at skifta bæði seg sjálvan og Eyðun >Gullok< Svalbard út í hálvleiks- steðginum. Einki flog var yvir spælinum hjá tvgrá- monnum, og tað tyktist, sum um alt spælið hjá teimum skuldi fara umvegis teir báðar Óla Johannesen og Sasha. Tað vóru bert farnir fýra minuttir av seinna hálvleiki, tá ið heimaliðið fekk javn- að. Sum í næstan gllum upp- spælinum hjá fuglfirðingum bleiv spælt umvegis høgru- síðu, har Eyðálvur og Ás- lakkur Petersen høvdu ov- mikið av plássi til at spæla sær. Alt endar við, at pól- lendingurin, Mariniak, bleiv feldur, og Niklas á Líðar- enda ivadist ikki og dømdi brotsspark. Bartal Eliasen sendi málverjan til aðra síð- una og bóltin til hina, og so var 1-1. Tá ið 18 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, legði IF seg á odda. Eyðálvur Petersen fekk bóltin einar 5 metrar uttan fyri brotsteigin. Hann ivað- ist ikki og smekkaði til, og bólturin smeyg sær inn við nærmastu stong til 2-1 til heimaliðið. Beint eftir hetta sendi Mariniak, fyri opnum máli, bóltin við síðuna av úr 3 metra fjarstødu. Tvøramenn høvdu ikki nógv at bjóða fram í seinna hálvleiki, men teir vóru tó nær við at javna, tá ið einir S minuttir vóru eftir av dyst- inum. Eitt horna kom úr vinstru, og Oli Johannesen fekk vinstra bein á bóltin, men Erling Joensen fekk hálvbjargað, og fuglfirðing- ar fingu so sparkað burtur. Fuglfirðingar settu punkt- um á, tá ið bert Í minuttur var eftir av dystinum. Aslakkur Petersen skeyt bóltin inn fyri úr høgru, og onkursvegna fór bólturin beinleiðis í málið til enda- ligu støðuna 3-1. Stutt eftir bríkslaði dómarin dystin av, og fuglfirðingar høvdu ogn- að sær 3 fult uppiborin stig. Sendi kavablak eftir linjuverja Sum heild kann sigast um dystin, at hann ikki var mill- um teir áskoðaravinarlig- astu. Nógv frispørk vóru, og summir av leikarunum hjá báðum liðum vóru meira upptiknir av kjaftasliti enn at spæla fótbólt. Dómarin hevði heldur ikki alt ov gott tamarhald á dystinum. Heldur ikki fekk hann tað við, at onkur á útskiftingar- bonkinum hjá fuglfirðing- um sendi eitt kavablak eftir øðrum linjuverjanum í sam- Tað leikadi mangan hart á framman fyri TB-målinum. Her er tað Bartal Eliasen, sum er hægstur Mynd: Terji Nielsen Eyðálvur Petersen hevur júst lagt ÍF á odda 2-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki Mynd: Terji Nielsen ÍF-TB 3-1 (0-1) 0-1: Einar Petersen T.N. 1-1: Bartal Eliasen (br.) 2-1: Eydålvur Petersen 3-1: Aslakkur Petersen Urslit frå FM i badminton fyri old boys og veteranar Old boys Einmansleikur, menn Bent å Lava-Heri Berg Tvimansleikur, menn Bent á Lava/Herman í Stórustovu- - Vagn Andersen/Petur Hansen 13-15, 15-8, 15-4 bandi við eina ivasama av- gerð! 15-8, 15-8 Einmansleikur, kvinnur Eingin kapping ov fáir luttakarar Tvímansleikur, kvinnur Eingin kapping ov fáir luttakarar Blandaður tvímansleikur Hergerð Joensen/Bent á Lava- Sólrun Michelsen/Sven Stensborg 15-12, 10-15, 15-8 Veteranar Einmansleikur, menn Hans Jacob Stenberg-Heri Berg = 15-8, 15-8 Tvímansleikur, menn Poul Michelsen/Hans Jacob Stenberg- Herman í Stórustovu/Vagn Andersen 15-5, 15-10 Tvimansleikur, kvinnur Tórgerð Niclsen/Sólrun Michelsen- Hergerð Joensen/Rigmor Berg 15-5, 15-6 Einmanslcikur, kvinnur | Eingin kapping ov fáir luttakarar | Blandaður tvímansleikur Tórgerð Nielsen/Hans Jacob Stenberg- Sólrun Michelsen/Sven Stensborg 15-6, 15-12 Allir luttakararnir eru úr HBE