týsdagur 21. apríl 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 21. APRIL 1998
itrottar
17
Stødugt VB-trýst | stevvshastø
gav bert eitt stig
Fótbóltur: VB hevði yvirvág allan dystin móti B68, men fekk tá avtornaði
bert eitt stig burturúr
VB hevði allar møguleikar
fyri at fáa í minsta lagi stig
burtur úr vikuskiftinum,
men tað blivu bert til tvey,
tå fyrst B68 og síðani GÍ
vitjaðu í Vági.
Leygardagin var tað B68,
sum bjóðaði VB av vesturi
á Eiðinum. Og tað skuldi
skjótt vísa seg, at vágbingar
als ikki høvdu eydnuna við
sær henda dagin.
VB hevði meginpartin av
spælinum í dystinum og
spældi seg til eina rúgvu av
målmøguleikum, men Mag-
nus Poulsen í B68-målinum
tók nógy, og træverkið
bjargaði eisini toftamonn-
um, tá Magnus ikki kláraði
tað.
B68 stillaði upp við
tveimum áleyparum — Aksel
Højgaard og ødrum av russ-
isku spælarunum, sum eru
komnir at hjálpa toftamonn-
um í ár — men lá annars
defensivt frá byrjan.
Tað kom heldur ikki væl
við, at Jákup Eli Olsen
noyddist út við skaða, tá
bert tíggju minuttir vóru
farnir av dystinum.
Fyrri hálvleikur endaði
uttan mál, men seinni hálv-
leikur var ikki gamal, tá VB
endiliga fekk løn fyri stríð-
ið. Nýggi jugoslaviski spæl-
arin hjá vágbingum, Milan
Kulic, sendi eitt fríspark úr
vinstru síðu innfyri málið,
har Mikael í Lågabø setti
høvdid undir og fult uppi-
borið legði heimaliðið á
odda 1-0.
Málmanskiks
Toftamenn høvdu framveg-
is trupulleikar og spældu
seg ikki til nakran veruligan
målmøguleika. I stadin var
tað VB-målverjin Bjarni Jo-
hansen, sum ikki hevði havt
tað stóra at gera í dystinum,
ið var óheppin.
Ein bóltur, sum bert
skuldi sparkast burtur, varð
kiksaður og endaði beint hjá
Øssuri Hansen, sum púra
blankur takkaði fyri og
javnaði til 1-1. Tá vóru eini
sjey minuttir eftir av dyst-
inum, og hóast vágbingar
royndi at taka leiðsluna aft-
ur, hendi ikki stórt meira í
dystinum, sum sostatt end-
aði við javnleiki. Eitt úrslit,
sum toftamenn kundu vera
væl foreintir við, so sum
dysturin myndaði seg.
elj
VB-B68 1-1 (0-0)
1-0: Mikael í Lågabø
1-1: Øssur Hansen
Jákup Eli Olsen år B68 noyddist út við skaða, tå dysturin í Vági bert var tíggju
minuttir gamal
(Savnsmynd)
Vågbingar og gøtu-
menn eitt stig i part
Fótbóltur: Eitt stig í part varð úrslitið av dystinum
millum VB og GI sunnudagin
VB og GI fingu eitt stig í
part burtur úr dystinum í
Vági sunnudagin, og tað var
sum so eitt rættvíst úrslit.
Heimaliðið hevði fleiri
kjansir, men GI hevði eisini
fleiri góð álop. Tað var eis-
ini GI, sum fekk fyrsta mál-
ið í dystinum, tá fyrri hálv-
leikur var komin í helvt. Ein
verjuspælari hjá VB misti
bóltin, Henning Jarnskor
fekk fatur á honum og lyfti
hann hegnisliga upp um
Bjarna í VB-målinum.
VB megnaði ikki at svara
aftur í fyrra hálvleiki, sum
sostatt endaði 1-0 til GI.
Tað vóru eini 20 minuttir
eftir av dystinum, tá VB
uppiborið fekk javnað. John
Eystberg takklaði seg
ígjógnum úti í vinstru síðu.
Hann fekk drigið so nógvar
Gl-arar til sin, at Birgir Jør-
gensen varð rættiliga leysur
inni í 16-metrinum. John
spældi Birgir, og so stóð á
jøvnum aftur.
Fleiri inál komu ikki, hó-
ast bæði liðini høvdu brúki-
ligar møguleikar fyri fleiri.
Nýggi danski álopsspælarin
hjá GI fekk ikki so nógv
burturúr, men VB-verjan
ansaði væl eftir honum, og
hann skal sjálvandi eisini
spælast meira inn á liðið,
áðrenn GI veruliga kann fáa
gleði av honum.
GÍ ella B68
vinnur bólkin
Við tveimum javnleikum á
heimavelli sær tað út til, at
VB má lata sær lynda at
enda sum nummar trý í
bólkinum, men tað kann
eisini geva víðari atgongd í
kappingini
VB hevur longu tapt å
Svangaskarði, og teir hava
eisini ein dyst eftir í Gøtu.
Sostatt bendir alt á, at
spurningurin um, hver
vinnur bólk 3, skal avgerast
í dystunum millum GI og
B68 seinni í hesi vikuni.
elj
VB-GÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henning Jarnskor
1-1: Birgir Jørgensen
Bólkur |
FS Vágar-HB 0-7
KI-NSI 2-1
HB-FS Vågar 6-1
HB-NSI 3-0
FS Vágar-KÍ 1-7
NSI-HB 3-0
KI-FS Vágar 8-0
Stødan
I. KÍ 3 3-0-0
2. HB. 4 3-0-1
3. NSI 3 1-0-2
4. FS Vágar 4 0-0-4
Komandi dystir
22/4: KI-HB
22/4: NSI-FS Vågar
26/4: HB-KI
26/4: FS Vågar-NSI
29/4: NSI-KI
B6lkur 2
TB-B36 2-2
Sumba-IF 2-4
TB-Sumba 4-1
B36-IF 2-0
B36-Sumba 4-1
IF-TB 3-1
B36-TB 1-2
IF-Sumba 11-0
Stødan
1. IF
2. B36
3. TB
4. Sumba
+ 4 5 I
ONN UW
Komandi dystir
22/4: IF-B36
22/4: Sumba-TB
26/4: Sumba-B36
26/4: TB-IF
Bólkur 3
GÍ-Royn 7-0
B68-VB 3-0
VB-Royn 3-1
Royn-GI 0-3
VB-B68 1-1
VB-GI 1-1
Royn-B68 0-4
Stødan
1. GI
2. B68
3. VB
4. Royn
NY NY
OY 1
NJ) mes sem
i
+ + 0 A
Komandi dystir
21/4: B68-GI
23/4: Royn-VB
23/4: GI-B68
26/4: GI-VB
26/4: B68-Royn
Hóast hetta skuldi verið tann endaliga skráin, sum
FSF nú hevur lagt, kunnu broytingar koma í seinni
17- 2 9
16- 4 9
4- 5 3
2-28 0
Dómarar
Bergur Magnussen (Str.)
Oddmar Andreasen (HB)
Birgir Sondum (B36)
Jóhan Carl Dam (HB)
Kim Ejdesgaard (Fram)
IN
10
> VOV
>
tg)
0
Dómarar
Kim Ejdesgaard (Fram)
John Eystberg (VB)
Suni Johansen (SIF)
Lassin Isaksen (KT)
Démarar
Birgir Sondum (B36)
Frits Poulsen (Sumba)
Oddmar Andreasen (HB)
Suni Johansen (SIF
Oddmar Andreasen (HB)
og dystardagarnir skulu ti takast vid fyrivarni
Vit eru eisini å netinum
www.sosialurin.fo