Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 1998síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

30 ; tíðindablaðið S082/Vn Nr. 73 — 21. APRÍL 1998 Ússaligt! Hóskveldið 16.04.98 var skipað fyri politiskum fundi í Føroyahåsinum í Keyp- mannahavn. Við pallborðið sótu Bjarni Djurholm (A), Lisbeth Petersen (B), Jóan- nes Eidesgaard (C), Sámal Petur í Grund (D) og Finn- bogi Ísakson (E). Finnbogi Ísakson legði fyri. Hann segði at týdning- armesta málið á dags- skránni til komandi val, er loysing. Finnbogi róði framundir, at føroyingar endiliga hava sannað, at rík- isfelagsskapurin er av tí ónda, at at teir tískil nú vóru sinnaðir, meir enn nakrantíð áður, at taka stig mótvegis sjálvstýri. Jóannes Eidesgaard var ikki samdur við Finnboga Ísaksyni um settu dags- skránna. Jóannes helt at har vóru meira tyðandi mál at taka sær av, áður enn talan bleiv um loysing. Jóannes segði, at sosialpolitikkur átti at standa fremst. Lisbeth Petersen legði fyri við at siga, at onkrar broytingar skuldu fremjast í vidurskiftunum Føroya og Danmarkar millum. Hon tosaði um at dagføra heima- stýrislógina, men einki nærn um, hvussu hetta skuldi skiljast. Bjarni Djurholm tosaði um privatisering. Hann hevði sosialistaskrimsli á lofti tá hann tosaði um vinnulív í Føroyum, so Oli Breckmann var við okkum í andanum, hóast hann heyði givið avboð til fund- in Sámal Petur í Grund lat fundarfólkið vita, at sjálv- stýrisflokkurin er sosial- liberalur, og tiskil altid er mitt imillum. Nú var orðið frítt, og úr salinum varð spurt um val- evnini kundu greiða frå, meira konkret hvat lá aftan- fyri hetta tey høvdu ført fram. Hvussu skal føroying- urin hava tað? Flestu pall- borðsluttakararnir svaraðu, at hetta bar illa til at svara uppá, tí politikkur snyr seg fýrst og fremst um tær stóru linjurnar. Jóannes Eides- gaard skákaði sær tó ikki undan, men nýtti høvid til at greiða frá, at Javnaðar- flokkurin hevur sum aðal- mål, at allir føroyingar hava sømilig kor, og at tey sum, av einhverji orsøk ikki sjálvi orka at bera, skulu hava stuðul frá hinum, t.e. frá samfelagnum. Lisbeth Petersen svaraði, at hetta sum Jóannes hevði borið fram sum javnadarpolitik í veruleikanum var sam- bandspolitikkur, og at Jóan- nes Eidesgaard tískil als ikki var javnaðarmaður, men sambandsmadur. Eg skilti ongantid logikkin f hesum, sum Lisbeth segåi, tí fyri mær lá tað nærri fyri, at tað í so fall eru Lisbeth og sambandsflokkurin, sum reka javnaðarpolitik. Men soleiðis er tað tíverri í Før- segði oyum, at nógv av teimum »penu« fólkunum, sum kallað seg »borgalig«, í veruleikanum eru sosial- istar, sum bara rædast hug- takið. Nógv var spurt meira úr salinum, m.a. var spurt um hvussu Tjóðveldisflokkurin ætlaði sær at gjalda uttan- landsskuldina, um flokkurin fekk meiriluta og loysti I. mei. Eftir tógvi stríð eydn- aðist tað at enda orðstýrara- num og fundarfólkinum at fáa Finnboga Isakson at svara spurninginum. Svarið var, at politisk loysing ikki er tað sama, sum búskap- arliga loysing, og at Tjóð- veldisflokkurin var nøgdur við tað politisku loysingina fyrst. So vita vit tað!!! Eisini var spurt, hverja stóðu flokkarnir høvdu til ognarættin til landsjørdina. Pallborðsluttakararnir vóru á einum málið um, at hetta var ein trupul spurningur, tí hann, sum Bjarni Djurholm orðaði tað, var so kenslu- borin. Aftur her var Jóannes Eidesgaard tann einasti sum svaraði greitt: Javnaðar- flokkurin er ikki fyri at pri- vatisera landsjørdina!!! Samanumtikid var fund- urin av teimum frægu, men hetta var fyrst og fremst fundarfólkinum fyri at takka. Hugurin at spyrja var stórur, men hugurin og dug- urin at svara var meira at kalla vánaligur. Einasti, sum ikki mól uttanum, var umboð Javnaðarfloksins á fundinum, Jóannes Eides- gaard. Hann var greiður og stóð við tann politikk, tað menniskjasyni og tey virðir, sum flokkurin hvílir á. Tá eingin av hinum pallborðs- luttakarunum gjørdu sum Jóannes. so havi eg varhug- an av at hetta kemst av tí, at tey ikki koma sær at standa við tey mál, sum flokkar teirra í veruleikanum hava sett sær: Fólkaflokkurin eitt rátt og brutalt liberalistikt samfelag við fríari kapping har tann sterkasti yvirlivir og tann veiki má víkja; Tjóðveldisflokkurin eitt dunnugarðssjálvstýrið, har føroyingar ráða, men danir gjalda; Sambandsflokkurin eitt álmussusamfelag, har danir bæði skulu gjalda og ráða; og endiliga Sjálvstýr- isflokkurin, sum er so ov- byrjaður av hugsjónarligu barlast síni, at flokkurin >setir sitt mandat uppá fast samband um Vestmanna- sund< (citat Sámal Petur í Grund). Ussaligt, at tey sum bjóða seg fram til at stýra Føroya- landið, ikki koma sær at standa vid tann førning tey hava i politisku skjåttum sinum. Ussaligt — men skil- ligt — ti førningurin er ikki borðbærur Keypmannahavn 16.04.98 Jóanes N. Dalsgaard M r á Tá ið javnaðarhugsjónin í Føroyum mentist og so við og við noyddi hinar stirðn- aðu afturhaldsflokkarnar — Sambandið og Sjálvstýrið — at hugsa um annað, enn at keglast um hverjir av teim- um vóru betri ella verri føroyingar, brast av álvara fyri nevi í føroyskum poli- tikki. Hvinini vóru ønskrilig, og rædsluslignir vendu hesir flokkar sær nú móti javn- aðarflokkinum, tí teir kendu seg hóttar. Og tað er júst tað sama, sum enn sjeyti ár seinni er veruleiki í føroysk- um politikki. Allir sum ein venda teir sær — heilt frá tí dekka sam- bandinum til hin innantóma tjóðveldisflokkin — ímóti javnaðarflokkinum, tí teir vita, at hann er einasti flokkur, sum arbeiðir fyri áhugamálunum hjá fjøldini og ikki rekur einstaklinga- politikk til frama fyri teim- um fáu. Føroyskir javnaðar- menn vóru tjóðskaparsinn- aðir. Alskurin til land og tjóð brann teimum í barmi, men teir vildu varðveita ríkiseindina. Og tað vil javnaðarflokk- urin enn, men í broyttum líki. Hann vil, at talan skal vera um tvey fræls lond og tvær frælsar tjóðir á jøvn- um feti í einari ríkiseind! Teir, ið stovnaðu javnað- arflokkin, vistu, at um før- oyingar skuldu fåa betri kor í egnum landi, so mátti fólk- ið gerast fíggjarliga frælst og ikki knógva undir til- vildarligum einstaklinga- veldi. Og javnaðarflokkurin hevur ikki broytt hugburð á hesum øki, tí vælerðin hjá hvørjum mansbarni í hes- um landi liggur honum fremst í huga. Tað er fyri at tað skal verða liviligari á øllum øk;- um hjå fjøldini, at javnad- arflokkurin stridist. Ikki løgid, at flokkarnir, sum berjast fyri áhugamál- unum hjá teimum fáu, sum vilja ræna fólksins ognir við privatiseringum, eru ræddir. Teir eru nevniliga deyða- ræddir fyri, at føroyski veljarin skal skoða aftur um hin kapitalistiska gekka- skortin, tf tad er eingin tespilig sjón! Tað var slitmadurin — hann sum f stormi og kava- roki bardist vid ís og ódnir á nær- og fjarleiðum, sum bygdi hetta land! Men, tå id hann vendi sær til hasar afturhaldsflokk- arnar, sum hugsaðu á hús- kallastødi, var svarið oftast eitt tvørt nei. Og hugburðurin hjá okk- ara mótstøðuflokkum er so syndarliga lítið broyttur! Tað gevur at býta, hvussu fiskivinnupolitikkurin hjá tí landsstýrinum, sum enn hýkur í Tinganesi, sær út. Og eina grefligast er hann móti teimum smærri útróðr- arbátunum. Tí líkist tað nøkrum, at teir smáu útróðrarbátarnir ikki sleppa at fiska frítt, men eru bundnir av ávísum dagatali? Fiskimálaráðharrin og hansara ráðgevarar halda kanska, at fiskurin, sum av hungri kemur inn undir land, ger størri nyttu, um hann doyr i raki, enn at hann verdur fiskadur, og kemur útróðrarmonnum til gagns. Í skjótt fýra ár hava vit nú havt ta vanlagnu, at vit hava havt ein løgmann, sum summir av hansara egnu partamonnum siga er óút- rokligur og tí kann finna upp á hvat sum helst. Javnaðarflokkurin vildi ikki finna seg í at vera i. samgongu við einum løg- manni, sum førdi seg fram sum einarædisharri og forð- aði nærum øllum javnaðar- áhugamálum at vinna minsta frama, og tí fór hann eisini úr samgonguni. Hann vónaði nýval, men tað glapp, tí fólkaflokkurin tevjadi fong og helt, at nú vóru løgir at sorla allar tænastur sundur, sum javn- aðarflokkurin hevði slóðað fyri, og tað almenna átti. Tí kom hann løgmanni til flokkum! | hjálpar, og samgonguskjal- ið hjá samgonguni, sum hvarv, varð drigið framaft- ur. Nýggj samgonga varð gjørd, og veldugar privati- seringsætlanir vórðu settar út í kortið. Men, tað kann sigast, at tað mundi vera lagnunnar speisemi sum gjørdi, at sami løgmaður, sum av sínum egnu var sagdur at vera óútrokniligur, fyri stuttum kendi seg so fast traðkaðan á tærnar í sínum egna valfelag, skrivar út val og soleiðis á hesum sinni forðaði fyri, at teir gyltu dreymarnir hjá fólkaflokk- inum vunnu frama. I sinari ótráligu nalva- skoðan júkar sami løgmad- ur í tíð og ótíð, at tað er sambandsflokkinum mest fyri at takka, at umstødur- nar eru batnaðar. Við honum á odda er gongdin vend, sigur hann. Men hann gloymir at siga, at toskafiskiskapurin er meira enn seksfaldaður við Føroyar í hesum tidarskeidi, hann hevur verið lógmaður. Hann gloymir eisini at siga, af sildin, sum var horv- in úr føroyskum havøki, er komin aftur. Og hann gloymir eisini at siga, at rentustødid hesi årini hevur verid sera lågt. So at samgongan vid sambandsflokkinum og honum á odda hevur vent nakrari gongd, er beinleiðis ósatt. Heldur enn dugnaskapur var hetta ber tilvild — ein tilvild, sum vit kortini eiga at fegnast um, tí uttan hana hevði myndin sæð heilt ødr- vísi út. Og tá hevði verið lítið um okkara breggjandi løgmann. Fólkaflokkurin rósar sær av skattalættanum, men sjálvandi gloymir hann at siga, at tað var meðan Jóannes Eidesgaard hevði fíggjarmál um hendi í lands- styrinum, at skjøtil varð settur á skattalættan. Hetta gjørdi hann, hóast sambandsflokkurin av øll- um alvi spenti im6ti. Eisini eiga vit at hava í huga, at skattalættin til fiski- og sjómenn gevur teimum, sum hava eina góða inntøku, mest. Ein maður, sum vinnur 150 túsund kr. fær 22.500 kr. í skattafrádrátti, meðan ein, sum vinnur eina milli- ón, fær 150 túsund í skatta- frádrátti, ella tað sama sum fyrrnevndi hevdi í årsinn- tóku. Men soleiðis er fólka- flokspolitikkur! Javnaðarflokkurin byggir sínar hugsjónir á tað besta, sum er í fólkinum. Hann hevur álit á, at tað býr eitt gott fólk í hesum landi. Hann trýr at føroyingar eru førir fyri at menna hetta samfelagið á øllum økjum. Og hann byggir sína stevnu á, at øll í samfelagnum eiga at fáa lut í samfelagságóð- anum. Tí stríðast vit eisini av øllum alvi fyri at gomul og sjúk, einkjur og faðir- ella móðurleys skulu fáa so góð kor sum møguligt. Enn eru vit ikki komnir å mål, men ivist ikki i, at vit fara at halda fram vid at stridast fyri einum betri og rættvisari samfelag å øllum økjum. Men, fyri at nåa ti målin- um er neyðugt, at veljarar- nir standa manniliga saman um javnadarflokkin valdag- in 30. april. Gott val. Jógvan Adolf Johannesen Rætting I greinini hjå Regin Eik- holm í Sosialinum leygar- dagin datt ein linjur burtur, og tí kann samanhangið misskiljast. Vit prentað tí eitt brot í greinini aftur: „Vit løgdu sjålvir lunnar undir okkara skuld í áttati- árunum, men tað, men skortaði ikki uppá ávaringar. Nú standa vit eftir við eini landskassa- skuld uppá 4,5 mia. kr. um- framt tær 1,5 milliardirnar, sum bankaloysnin kostaði okkum. Hesa seinastu skuldina fráa vit helst nakað endurgoldið av, men tær 4,5 mia. kr. , sum stava frå okkara egna kleyvarsskapi, er lítil og eingin áhugi fyri at finna politiskar ábyrgd- arar til...... (Greinin stóð á síðu 2 í Sosialinum fríggjadgin 17. apríl) Haldið okkum til góð- ar. Blaðstjórin Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30—12.30 Hósdag kl 8.30—16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin måna- dag til hósdag frå kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf foGpost.olivant.fo Javni N. Finsensgøta 32 Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 10—12, mikudag kl. 10-12 og kl. 14-15.30, hósdag kl. 14-18 og friggjadag kl.10-12. Tilhaldið er opið 1. fríggja- dag í hvørjum mánaði kl. 14.30—16.30. Epileptikarafelag Feroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við felag- ið fæst á tlf. 13978, Rand- fríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hós- dag og friggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Sjómansheimið »Ørkin« Brautarholt 29, 105 Reykjavik Sunnudag møti kl. 17. Månakvøld bibliutimi kl. 20.30. Øll eru hjartaliga væl- komin. Nærri upplysingar å tlf. 009 354-568-0777 | A EA ER ——