Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 22. APRÍL 1998 tíðindablaðið S082/ Pliktsigrar til GÍ og B68 Fótbóltur: Tey bæði 1. deildar- feløgini vóru ov stórur biti hjá hvalbingum á góða grasvøllinum í Hvalba Gøtumenn og toftamenn vóru í Hvalba ávikavíst leygardagin og sunnudagin, og felags fyri bæði 1. deild- arliðini úr Eysturoy var, at teir fóru úr Hvalba við sigr- inum, og at teir megnaðu at halda málið reint. GI var á odda 3-0, tá tað var hálvleikt. Sambært upp- lýsingum úr Gøtu, so hildu teir tætt 2. hálvleik, uttan at teir løgdu so nógv fyri í á- lopspartinum. Teir mundu halda seg hava meiri tor- føran dyst á, tí sunnudagin skuldu teir á Vágseið at spæla móti 1. deildarliðnum í Vági. Hol á beinanvegin Tað kom sera illa við hjá heimaliðnum, at GÍ fekk mál mest sum beinanvegin. Verjan hjá Royn hevði ruddað upp og fingið bóltin út frá aftur, men ólukkutíð fyri teir, so hekk ein verju- spælari eftir í borðinum, so Henning Jarnskor var ikki rangstaddur, tá Pauli Jarn- skor stútaði inn um verjuna aftur. Henning sneiddi framvið málverjanum, og trillaði í málið. Næsta málið var úrslit av eini frísparkskombinatión: Henning stillaði seg í verju- garðin, Pauli lyfti inn um, Henning fekk fatur á, spæl- di upp á tvørs til Sámal Jo- ensen, verjan var ikki nóg ansin, og so var 2-0. Síðsta málið átti Magni Jarnskor, hann sneiddi fleiri av fram eftir miðásinum, áðrenn hann skoraði. Tíðliga í 1. hálvleiki fekk GI brotsspark, men Pauli Jarnskor misnýtti gylta møguleikan. Fleiri um bodid Gøtumenn høvdu Rúna Jo- ensen i målinum. Hann verður fyri tíðina tikin fram um Sunnvard Joensen, sum hevur mist nakað nógv í venjingini, eftir at hann hev- ur verið sjúkur. Í miðverjuni vóru Svend Olsen, Pól Ennigarð og Jan- us Rasmussen, og í borð- unum ungu menninir Leivur Hansen og Súni Olsen. Á midvøllinum vóru Sámal Joensen, Pauli Jarnskor og Samson Nesá, og frammi vóru Magni og Henning Jarnskor. Jóan Petur Olsen kom inn í verjuna, og umframt hann vóru á bonkinum álopsmað- urin Søren Skov Jørgensen, sum hevði lítlan skaða at dragast = við, umframt Magna Jacobsen, sum tykist hava torført við at bíta seg fastan á liðnum. B68 eisini tak á Tá toftamenn vitjaðu í Hvalba, høvdu teir á heima- liðnum onkrar leysar møgu- leikar, men teir fingu ikki bóltin í málið, og eftir at B68 hevði fingið tvey mál í I. hálvleiki, var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna. Øssur Hansen setti hol á, tá hann fekk ein stikkbólt fram um verjuna og lyfti upp um málverjan, tá hesin kendi seg noyddan at leypa út. Tá var eitt korter farið. Jan Petersen er altíð vanda- mikil, tá tað ræður um deyð- bóltar, og tað vísti hann eis- ini, tá hann sendi horna- spark úr vinstru og beinleið- is í málið. Slíkt eigur ikki at koma fyri, og tí mugu málverji og verja taka á- byrgdina av málinum. I 2. hálvleiki var korter farið, tá Ossur Hansen gjør- di nyttu burturúr returbólti frá málverjanum, eftir at Øssur Jacobsen hevði roynt seg. Smáar tíggju minuttir fyri leiklok staðfesti Jákup Djurhuus sigurin við lang- skotsmáli Fleiri útskiftingar Magnus Poulsen var í mál- inum hjá toftamonnum, og frammanfyri hann í mið- verjuni spældu Niels Suni Poulsen, Edmund Jacobsen og Jóhannes Danielsen, í borðunum vóru Jan Peter- sen og Jákup Djurhuus, á midvøllinum vóru Serghéy Kréksjin, Såmal'Erik Hent- ze og Øssur Hansen, og í álopinum hevði Øssur Jac- obsen Inga Hansen við síð- una av sær. Í 2. hálvleiki komu Olaf Højgaard, Arnfinn Olsen og Fróði Benjaminsen inn. Fróði hevur drigist við skaða í økslini, síðani B68 var í Klaksvík. Jákup Eli Olsen var ikki vid, ti hann vard skaddur, tå B68 spældi i Vågi leyg- ardagin. Annar russarin, Andréy Stakhánov, var heldur ikki við. Hann er eis- ini skaddur. Tvær ferðir upp í slag Eftir vikuskiftið er greitt, at tað verða GI og B68, sum fara at stríðast um fyrsta plássið í bólkinum. Hver teirra fer at enda ov- ast, verður avgjørt í innan- hýsis dystunum teirra mill- um. Tann fyrri var í gjár- kvøldið á Svangaskarði, og í annadkvøld hittast liðini í Jan Petersen úr B68 skoraði beinleiðis upp á hornaspark í Hvalba sunnudagin Sarpisgerði í Gøtu. Nú kavin lá so treiskur var tað nakað av iva um, um tað í vikuskiftinum fór at bera til at spæla á grasvøll- inum í Hvalba, og tað var upp á tal, at dystirnir báðir kanska skuldu flytast til Tvøroyrar ella Vágs. Men bæði gøtumenn og toftamenn ásannaðu, at vøllurin var stak góður. Hann var fastur og turrur, og hann var góður at spæla á. jh Royn-GÍ 0-3 (0-3) 0-1: Henning Jarnskor 0-2: Såmal Joensen 0-3: Magni Jarnskor Royn-B68 0-4 (0-2) 0-1: Øssur Hansen 0-2: Jan Petersen 0-3: Øssur Hansen 0-4: Jákup Djurhuus Logtingsvalið Sum áður er boðað frå, fer fram í Ítróttarhellini í Klaksvík hósdagin 30. april 1998 fyri bygdirnar Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar og Strond. Atkvødutidin er frå kl. 10.00 til kl. 14.00, og heldur fram frå kl. 16.00 til 20.00, ella til steðgur kemur i. Veljarar, ið sambært vallógina hava rætt at nýta brævatkvoðu, kunnu atkvoða á fólkayvirlitinum á býráðsskrivstovuni í Klaksvík frá hósdegi 23. apríl til og við mikudagin 29. apríl 1998 kl. 16.00. Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á val- staðið, kunnu velja heima frá hósdagi 23. apríl Boðað verður frá hjá fólkayvirlitinum, tlf. 456388, í seinasta lagi mikudagin 29. apríl kl. 16.00. Fólkayvirlitið hevur opið kl. 10.00-12.00 og kl. 14.00-16.00. ÆRA VOSS í Klaksvík 20. april 1998 Åby. Karl Johansen, form. Vestmanna itrottarhøll Stórur dansur við countrybólkinum úr Klaksvík verður leygarkvoldið frá kl. 23.00 til kl. 4.00. Náttbussurin koyrir kl. 23.10 Kolla- fjørd, Kvívík, Vestmanna og kl. 4.10 Vestmanna, Kvivik og Kollafjorð. Restaurant LaCarreta er opin til kl. 22.00 við einum góðum bita til tin sum vil njóta ein góðan bita áðrenn dansin. Piparbúffur, kaffi og dessert kr. 130,- Ungtemplarafelagið Heyggur, Vestmanna Íbúð/hús ynskjast til leigu í Tórshavn Valfundir í Eysturoy Politisku valfelggini í Eysturoynni hava á fundi skip- að fyri politisku valfundunum í Eysturoynni upp undir løgtingsvalid. ; Fundirnir verða soleiðis: . tyskvøldid 21. april i Eyduni å Oyrarbakka hóskveldið 23. apríl í Ítróttarhellini á Skála fríggjakv. 24. apríl í Ítróttarhellini á Kambsdali mánakveldið 27. apríl í Ítróttarhellini í Runavík Allir fundirnir verða kl. 20. Fundirnir verða skipaðir soleiðis, at hver flokkur í innleiðandi umfarinum fær 4 minuttir í part. Síðani verður aftur eitt umfar á 4 minuttir til hvønn flokkin, har møguleiki verður at svara spurningum frá fyrra umfarinum. Síðan verður høvi hjá fundarfólkinum at seta fram stuttar og konkretar spurningar. Til at svara hesum spurningum fær hver flokkur 6 minuttir. Fundurin endar við, at hvør flokkur fær 4 minuttir í part. Til ein av starvsfelagum okkara ynskist til leigu íbúð ella hús við í minst alagi tveimum sovirúmum, í umleið 2 ár frá 1. juni 1998. Telefonverkið Att: starvsfólkaleiðarin Postboks 27 100 Tórshavn Tlf. nr. 31 14 33 lok. 377 Frå Stokkastovuni i Runavik Årsadalfundur Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður hevur ársaðalfund í felagshúsinum mánadag- in 27.4. kl. 17.30. Pizzakøkurin er opin hvønn dag Mimnist til dagsins rætt og A la carte matseðilin! Vit skipa eisini fyri stórum sum smáum veitslum. Skrá sambært lógini. Nevndin Stokkastovan - Tlf. 48850