mikudagur 22. apríl 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nl
Næmingar úr studenta-
skúlanum í Hoydølum
stormaðu Kambsdal!
Fyri umleið einum
mánaða síðan hevdu
summir av teimum
næmingunum, sum
ganga á síðsta árið á
Foroya Studentaskúla í
Hoydølum, avgjørt, at
tey skuldu hava sin
árliga “altjóða
skulkidag". Tað gekk
ikki stillisliga fyri seg.
Terji Nielsen
Ein fríggjamorgun seint í marts mánaða
fóru nakrir bussar, fullir av ungfólkum,
norður eftir alfaravegi við kós móti Stud-
entaskúlanum og Handilsskúlanum á
Kambsdali. Hesi ungfólkini, sum vóru í
bussunum, vóru næmingar frá Feroya
Studentaskúla í Hoydølum, sum ganga í
ávíkavist 3.g. og 2 H.F. Vanligt er, at
hesir næmingar hava ein skulkidag um
árið, har tey øll, uttan fráboðan, lata
verða við at meta til undirvísing. Soleiðis
var eisini hendan fríggjamorgunin.
Sótu sum kánus
Ein næmingur á Feroya Handilsskúla,
sum Sosialurin hevur prátað við, sigur, at
tey sótu øll sum kånus, tá ið tey hoyrdu
buldrini úti á gongini. “Tað ljóðaði sum
ein blandingur av omanlopi og einum
fótbóltsdysti, tá ið næmingarnir úr Havn
trinu inn á skúlan: "Við eitt blivu hurð-
arnar inn í floksstovurnar latnar upp, og
uttan fyri stóðu nakrir sjónliga ávirkaðir
næmingar við fløsku í hond. Tey komu
so rópandi inn í skúlastovurnar, traðkaðu
upp á borðini, stoyttu øl á borð og gólv,
samstundis sum tey gingu og válaðu uppi
á borðunum!
Opið er millum Handilsskúlan og Stud-
entaskúlan, so at vitjað var í báðum stød-
um. Tó er tað soleiðis, at á Studentaskúl-
anum á Kambsdali er eingin matarhøll,
og tískil hildu næmingarnir úr Havn fyri
tað mesta til niðri á Handilsskúlanum.
Fingu endurgjaldskrav, sum
bleiv tikid aftur
Nakrar dagar eftir hendingarnar inni å
Kambsdali fingu næmingarnir i Hoydøl-
um boð frå leiðslu skúlans um, at Føroya
Handilsskuli å Kambsdali hevdi sent
teimum eitt endurgjaldskrav upp å um-
leið 70.000,- krónur, av ti at ein mynda-
skannari skuldi verði farin fyri skeyti
orsaka av øli, ið var stoytt á hann.
Ein 3.g. næmingur sigur við Sosialin, at
tað tá vóru nógv reyð oyrir at síggja í
Hoydelum, og at tey vóru nógv, sum
gingu stillisliga við hurðunum, tá ið
kravið var komið. Tíbetur fyri tey, so
hendi tað, at nakrar dagar seinni komu
boð av Kambsdali um, at myndaskann-
arin ikki varð oyðilagdur hóast alt, og
harvið bleiv endurgjaldskravið tikið
aftur.
Ikki fyrstu ferð
Hetta er ikki fyrstu ferð, at næmingar úr
Havn hava “hertikið" skúlarnar á Kambs-
dali. Ein lærari á Kambsdali sigur við
Sosialin, at hetta sær út til at verða blivin
ein síður hjá næmingunum, men at tað er
vorðið alsamt ógvusligari ár um ár. Tó
hevur tað ongantíð áður verið so ógvus-
ligt sum í ár, men nú er nokk, siga tey á
Kambsdali. "I ár bar av, so at til komandi
ár verða fyrireikingar gjørdar til tess at
forða fyri, at slíkt hendur aftur," sigur
lærarin!