Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið S0sSjalufin Nr. 74 — 22. APRÍL 1998 Fiskirånsokn ikki fiskirannsokn Å leidini nordanfyri liggur ein tyskur trolari »Walther Her- wig Il< og ger fiskirannsóknir við loyvi frå Fiskimálastýri- num og landsstýrismanninum i fiskivinnumålinum John Pet- ersen. Men snellumenninir norðanfyri kallað tað fiskirán- sókn ístaðin SVEINUR POULSEN Snellumenninir norðanfyri eru í ødini og tað er Heini O. Heinesen eisini Orsøkin er, at ein tyskur trolari, Walter Herwig III, hevur fingid loyvid til at gera fiskirannsóknir á eini leið norðanfyri, sum annars er bannað fyri trolarum - Og hetta loyvid hava Kaj Mortensen og John Pet- ersen skrivad undir, sigur ein uppøstur Heini O. Hein- esen — Skal hesin båturin hava fiskiloyvið, so er tað ikki sandsstýrið, men legtingið sum skal geva tað, og tí hev- ur John Petersen brotið før- oyska lóg, sigur Heini O Heinesen Við fiskiloyvinum, sum Heini hevur avrit av, hevur båturin loyvi til at fiska heilt inn á tríggjar fjórðingar og tað heldur Heini verða ov galið — Tad er so grovt, at tað eru ikki orð fyri ti Ránsókn ikki rannsókn Tað, sum Heini heldur verða so grovt er, at báturin fiskar á eini leið, sum er stongd fyri øllum trolarum. — Báturin fer heilt inn ímóti landið og støvsigur grunnin fyri upsa. Hann ger sum skipini, sum skjóta seismik, hann trolar í geir- um. — Fyri stuttari tíð síðani fingu snellubátarnir væl av upsa, men nú fáa teir stórt sæð einki Heini O. Heinesen heldur ikki tað kann kallast rann- sóknarveiða, tá báturin tráð- roynir grunnin á henda hátt — Tað má heldur kallast ránsókn, sigur hann Brot á føroyska lóg Sum nevnt heldur Heini, at talan er um brot.å føroyska lóg, at landsstýrið hevur givið týska trolaranum fisk- iloyvið : — Tí fari eg at royna at fáa løgtingið kallað saman til at viðgera málið, og møguliga eisini at leggja eitt misálituppskot fram ímóti John Petersen, landstýris- manni, sigur hann. John Petersen segði við útvarpið í gjár, at skiparin ikki hevði fingið fráboðan um, at henda leiðin var stongd, og at hann hevði biðið VÆB um at kanna skipið. Vaktar- og Bjargingar- tænastan veit ikki um tað er nakar føroyingur við um- borð á >Wlather Herwig ITI«. Sosialurin royndi seinna- partin í gjár at fáa eina vid- merking bæði frá landsstýr- ismanninum og frå Fiski- rannsóknarstovuni, men tað var ikki møguligt. John Petersen lýgur John Petersen segði við út- varpið í gjár, at hann ikki var greiður um fiskiloyvið, men tað er sambært Heina O. Heinesen kola svert lygn — Eg havi prógv fyri, at John Petersen og hansara umsiting hevur verði vit- andi um málið alla tíðina. Heini O. Heinesen sigur eisini, at landsstýrismaðurin er úti eftir at fáa hesar kass- arnar burtur. — Hetta málið steðgar ikki her, tað kann eg lova John Petersen. SØ1.US SOLUS Sølustevnuni TINNAN 98 TIEVNAN 98 "98. verður i Ítróttar- og Samkomu- høllini å Kambsdali 1.-3. mai 1998 UNDIRHALD: JB Trade P/F Wenzel Sparta Sport Parfumari Ninni Hårstovan Yndi P/F Trygd og Føroya Banki Rokoko Thomas Dam å Hålsi Eyðver Pállsdóttir, ársins songredd 1997 Magni Christiansen Fuglafjarðar Mansgarð Niels Midjord Jens Marni og Signar og onnur RN-Booking/ Ítróttarfelag Fuglafjarðar ( Fa. Eilif Arge F) Tjóðveldisflokkurin bjóðar til samstarv A tíðindafundi um valskránna hjá flokk- inum bjóðaði Tjóðveldisflokkurin til sam- starv um loysingarspurningin SVEINUR POULSEN Teir politisku flokkarnir hava fingið størri sans fyri at brúka fjølmidlarnar Í útheiminum hava teir gjørt hetta leingi og lýsing- arrødirnar í samband við val uttanlands eru væl tilrætt- islagdar Tað tekur sína tíð, at fáa hetta igjønum i Føroyum, men nú sær út til at fara at bragda Seinasta hosdag helt Tjóðveldisflokkurin tidind- afund, fríggjadagin var túr- urin komin til Kristiliga Fólkaflokkin og í gjár helt Javnaðarflokkurin tíðinda fun Tó ger Tjóðveldisflokk- urin nógv burtur úr at gera veljararnar varugar við, at teir ikkibara eru ein loys- ingarfjokkur, men eisini ein serigsur politiskur flokkur, sum m. a. hevur eina al- mannaskrá og eina vinnu- skrá Tað skerst ikki burtur, at tað eru nógv nýggj andlit í Tjóðveldisflokkinum og eitt teirra, Høgni Hoydal greiddi frá valskránni. Hann legði dent á, at hetta er eitt framhald av førdum politikki Fólkaatkveðan í 1946 er ikki gloymd, men nú vilja t koma til næsta stig Vit bjóða hinum flokk unum Í ert samstarv um era eina føroyska grund- | g. sum síðani skal sendast Ikaatkvødu — Vit hava ein einastand- andi møguleika júst í hesi løtu, sigur flokkurin. — Blokkurin figgjar einki virksemi i Føroyum f løtuni, og tidarbilid at sleppa sær av við blokkin nú er júst tað rætta. Politiskt frælsi Tjóðveldisflokkurin er av tí áskoðan, at fyri at fáa fíggj- arligt frælsi, so er neyðugt fyrst at taka politiskt frælsi. — Vit koma ikki víðari um vit ikki fyrst taka politiskt frælsi. — Tá tað er gjørt, so skulu vit undir samráðingar við danir um hvussu vit gera endaliga upp landanna mill- um, sigur Tjóðveldisflokk- urin. Flokkurin ger greitt, at tað ikki er møguligt, at kvetta á stokkinum fíggjarliga, men politiskt er tað møguligt Samstarva við danir Tjóðveldisflokkurin ger vart við, at teir ikki ynskja at kvetta alt samstarv við danir Tjóðveldisflokkurin bjóðar seg fram, at taka við landsins leiðslu, varð sagt á tíðinda- fundinum hósdagin. —Vit skulu samstarva við danir, sigur flokkurin og nevnir heilsumál og undir vísingarmál, sum dóm ir — Vit hava góðar útbúgv- ingarmøguleikar í Dan mark, og teir skulu vit halda fast við, men tað skal gerast í samstarvið millum tvær tjóðir Flokkurin ger samstundis vart við, at tað hevur verið skotið føroyingum í skógv- arnar, at Vit Inissa teir góðu åtbågvingarmøguleikarnar sum eru í ES londunum Hesar hava vit igjøgnum Danmark sum er Hesum er flokkurin ikki samdur i Íslendingar hava í nógv år havt møguleika at sam starva við aðrar tjóðir á út- búgvingargkinum og teir hava m.a. møguleika at lesa í ES londum fyri sama kostnað ella minni kostnað enn hini ES londini, og teir møguleikarnar kunnu vit eisini fáa við samráðingum sigur Tjóðveldisflokkurin.