Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjórt: Blaðfólk: : Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820 | em ur 26, Argj il Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen Lý og sola: javegur 26, Argjum e-mail: - | Eirikur Lindenskov Sveinur Poulsen Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post Øsosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Tórshavn Uppgávur hjá nýggja landsstýrinum Oddagrein HÓAST tað helst ganga nakrar vikur, áðrenn vit hava eitt nýtt landsstýri, so ber til longu nú at seta upp ein lista yvir nakrar av teimum mest týðandi uppgávunum hjá einum nýggjum landsstýri eftir valið. Áðrenn farið verður til verka er sjálvandi neyðugt at hava eitt lands- stýri, og her mugu vit seta okkara álit á, at veljarin greitt fer at geva eitt boð uppá eitt nýtt stýri, og at flokkarnir, sum halda seg kunna samstarva um ein realistiskan politikk, finna saman sum skjótast og skipa landsstýri. Tað er greitt, at nógv leikar á hjá einum nýggjum stýri, tá hugsað verður um turbolentu tíðirnar í 90-unum. Ein hin mest týðandi uppgávan er alt fyri eitt at biðja um samráðingar við donsku stjórnina um bankaendurgjald og um skuldarspurningin. Men tað eru eisini nógvir aðrir spurningar, sum vit skulu tosa við donsku stjórnina um. Ein teirra er viðurskiftini sum heild millum londini og stødutakan til ynski foroyinga at fáa størri sjálvstýri. Í tí sambandinum verður eisini áhugavert at vita, hvat danir halda um henda spurning - og hvussu teir fara at fyrihalda seg til hann. AÐRIR spurningar eru m.a. ætlanin at útbyggja flog- vellin í Vágum. Hetta er eitt mál, sum tíanverri er komið í drag. Ikki kann sigast, at sambands-og fólkafloks- landsstýrið hevur lagt so stóran dent á at fáa gongd á eina slíka útbygging heldur. Nú má tað so verða upp- gávan hjá nýggja landsstýrinum at prioritera henda spurningin, tí vit kunnu ikki bara bíða og bíða við at fremja tær neyðugu ílegurnar í ein tryggari og betri flogvøll. Hvat vit enn halda um flogvøll aðrastaðni í landinum, so má vøllurin í Vágum hava fyrsta prioritet nú. Hetta má vera greiða avgerðin hjá komandi lands- stýri, tá tað fer til Danmarkar at samrådast. SÍÐANI er tað spurningurin um undirgrundarmarkið, sum legmaður hevur biðið donsku stjórnina hjálpa okkum við. Tað var annars danska stjórnin, sum á sinni legði upp til, at føroyingar sjálvir skulu standa fyri og greiða samráðingar við bretar um markið. Hetta hevur verið gjørt, men er steðgur komin í samráðingarnar. 27. januar i ár skrivaði løgmadur til Nyrup og bað hann fáa í lag fund við Blair. Síðani kom fólkatingsvalið og nú legtingsvalið. Sostatt liggur hetta málið og bíðar. Spurningurin er tá, um linjan hjá løgmanni skal førast víðari, ella eitt nýtt landsstýri fer at royna at loysa málið uppá annan og kanska meira hegnigan hátt. Tað kann ikki vera nakað galið í at tosa við danir um málið, men eftir okkara tykki er undirgrundarmark Foroya eitt mál, sum eitt foroyskt stýri og føroyskir samrådingarmenn eiga at taka sær av. Ein hjålpandi hond frå dønum er tó ikki at forakta. Ein annar spurningur, sum eisini hevur tilknýti til umheimin, eru viðurskifti okkara við ES. Hetta málið eigur nýggja landsstýrið at taka upp, tí tað hevur eisini nakað við eina meguliga EBS-skipan at gera. Vit mugu somuleiðis prioritera samvinnuna við okkara útnoðurgrannar. Aftrat hesum umreddu málum eru nógv mål, sum ikki hava nakað beinleiðis við umheimin at gera. Tað eru mál, sum leika á her og sum vit sjálvi mugu loysa. Her er tað ikki minst spurn- ingurin um, hvussu vit við nýggjum hugburði og bjar- tskygni kunnu menna fiskivinnuna. Í hesum sambandi vilja vit enn einaferð vísa til tey mongu og frálíku uppskotini, sum John Smith er komin við og sum hava til endamál at benda okkum inn á nýggjar tankagangir, har vit fáa optimalt burtur úr tilfeinginum. EITT annað mål er útbjóðingin av føroyska landgrunn- inum til oljuleiting Her eigur landsstýrið at verða meira virkið enn tað undanfarna hevur. Fyri tað at markið við bretar ikki er ásett, so eigur hetta ikki at nerva tær stóru arbeiðsuppgávur, sum okkara egnu fakfólk og embætisfólk hava í sambandi við eina fyrstu útbjóðing. Tað er eisini vón okkara, at nýggja landsstýrið fer at prioritera almanna- og heilsumálini uppaftur meira og her hugsa vit ikki minst um at fáa primera sektorin og sjúkrahúsverkið at virkað betur saman í eini heildar- plantegging. Vit vóna , at nýggja landsstýrið fer at seta mentanina í hásæti. Ikki bert í orðum men í gerðum Mentan kostar, og tað mugu teir politikarar, sum koma at manna tingið eftir valið, sanna , . Sosialurin Blaðið aftur í fasta legu eftir valið Valstríðið eigur stóran part av tíðini og plássinum í gllum føroysku fjølmidlunum hesar dagarnar. So er eisini vid Sosialinum. Vegna avmarkaða bladstødd hevur blaðið tí verið tvingað til at taka út okkurt av vanliga tilfarinum, men hetta kemur alt í rætt lag aftur í næstu viku. Avgerðin at skriva út val við so stuttari ávaring hevur gjørt, at eitt nú fjølmidlarn- ir, sum jú eru sera avmark- aðir við bæði fólki og pen- ingaorku annars, hava ikki heilt megnað at fótað sær í tilrættaleggingini av oll tí nógva valtilfarinum. Vit hava ikki havt umstødur at leggja upp fyri eins og var talan um eitt val, sum vit vistu um í kanska mánaðir frammanundan. Hvat fólk enn halda um politikarar, um flokkar og politikk sum heild, so byggja vit okkara demo- kratisku samfelagsskipan á eina parlamentariska skip- an við politiskum flokkum. Tað er okkara skylda at velja tingmenn 4. hvort ár, sum so aftur skipa lands- stýri, ið skal reka hetta sam- felagið. Samskiftið millum valevnini og fólkið í land- inum annars er ein avger- andi fortreyt fyri, at oll henda skipanin kann virka. Og her hava fjølmiðlarnir, blød, útvarp og sjónvarp ein týðandi leiklut. Tað er m.a. at lata tey mongu val- evnini í teimum ymsu flokkunum sleppa at gera brúk av tí samskiftistóli, ið miðlarnir eru. Vit á blaðnum hava tí gjørt av at seta ein stóran part av blaðnum av til val- stríðið - til tað almenna orðaskiftið - um hvussu land okkara skal stýrast og skipast langt inn í fram- tíðina. Tíanverri eru vit á blaðnum í løtuni skerdir til bert at kunna prenta 32 síðir. Tað merkir - at skal tú hava valtilfarið við frá teim- um mongu valevnunum og skal tú viðgerða politiskar spurningar annars - so má okkurt annað víkja. Síður- nar fyri tey ungu, , YNGD" máttu tí fara úr blaðnum í gjár, og í dag verða vanligu skrásíðurnar fyri loftmiðl- arnar ikki við. Vit vera kanska noydd til at leggja okkurt annað til viks eisini komandi dagarnar. Men talan er bert um sera av- markaða tíð. Frá fríggja- degnum í næstu viku verð- ur blaðið aftur at líkjast sær sjálvum. Og tá fara vit aftur at leggja okkara áherðslu á tíðindatilfar, reportasjur, tænastutilfar ol. Vónandi bera tit, sum helst einki valtilfar sóu, yvir við okkum. Vinarliga Jan Miiller, ábyrgdarblaðstjóri —— SS UISNNUSJUU JURE Tað er lætt at koma í samband við Javnaðarflokkin! Norðoya Javnaðarfelag Noomi Nielsen, formaður Telf. 456499 Klaksvík Telf. 422145 450 Oyrabakki Eysturoyar Javnaðarfelag Eyðun Johannesen. formaður Norðstreymoyar Javnaðarfelag Jógvan Mørkøre Telf. 422148 Hósvík Vága Javnaðarfelag Heldur til í húsum Miðvágs i , darflokkurin hevur 11 lokalfeleg hvers Æg fremsta endamål er at vera sambindingarlið millum allar limir Javnaðarfloksins, og floksins viðurskifli-eg annars mát = felags áhuga. Sum limur í einum javnaðarfelagi hevur tú meguleikan at gera tíni politisku áhugamál galdandi, og har ert tú altíð vælkomin. Til høgru er yvirlit yvir javnadarfeløgini. Tú ert vælkomin at ringja til valfelagið í tínum valdømi fyri at fáa nærri at vita um eitt og annað. Sama um tú ynskir at gerast limur. Arbeiðsmannafelag Telf. 333371 - Fax 333430 Hans Jergensen, formaður Telf. 332318 Suðurstreymoyar N. Finsensgeta 12 Telf. 320343 Anna Johannesen, formaður Telf. 317561 Jákup Birgir Mohr, formaður Telf. 361115 Sandur Hvalbiar Sóknar Javnaðarfelag Manne Næs, formaður Telf. 375072 Hvalba Froðbíar Sóknar J Johan Joensen, formaður Telf. 371710 Tvøroyri Telf. 373396 Vågur Sosíalistiskt U Maria Petersen, formaður Telf. 422268 Hvalvik