Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið 500 Nr. 75 — 23. APRÍL 1998 Peter T. Haar, stjóri á Búnaðardeplinum: Svartaspillan kann avmarkast Svartaspilla, ið hevur verið í fóroyskum eplaveltum í nók- ur ár, yvirlivir í setinum, og tí eiga fólk at keypa nýtt set, um tey ivast í, um sjúka var í veltuni í fjór TURIÐ KJøLBRO Fólk um landið eru so smátt farin undir at gera seg til reiðar at seta eplir niður, gera veltuna klára og hugsa um, hvat set skal brúkast í ár. Svartaspilla hevur verið í nógvum veltum í nøkur ár, henda sjúkan spreiðist við luftbornum sporum, sum herja á, tá ið slokkarnir eru våtir og hitun liggur um 10 sug Hava fólk lagt set av frá veltuni í fjør og ivast tey í, um spilla var í, skulu tey heldur keypa nýtt enn at seta tað gamla niður, tí sjúk- an yvirlivir í setinum. Sjúk- an yvirlivir ikki í moldini orsakað av kuldanum, sigur Peter T. Haar, stjóri á Bún- aðardeplinum Tað er altíð góð venja at halda eitt vakið eyga við veltuni. Um veltan er fongd við hesi sjúkuni, síggjast modnir blettir á undirsíðuni á blødunum. Sjúkan kann avmarkast ella steðgast við at spræna við einum vatn- blandaðum soppaevni. Eru flestu slokkarnir brúnir ella svartir, mugu teir beinast burtur fyri at sleppa undan, at eplini verða smittað eis- mi Góð ráð Ov nógv taðing kann eisini oyðileggja eina eplaveltu Vaksa eplini ov skjótt, kunnu tey fáa ein harðan blett í miðjuni ella fáa eitt op innan. Hetta er ein av- leiðing av skjótum vekstri og ov nógvari taðing, ser- liga við kálksalpetri — Fólk hava lyndi til at taða ov nógv. Føroyingar brúka tvifalt so nógv tød sum tey eiga og tað gera tey, tí tað fruktar betri. Eitt sind- ur av tødnum regnar burtur og tí kemur alt ikki til fulla nyttu, sigur Peter T. Haar. Góðu ráðini frá Peter T. Haar eru, at 5-10 gr. av kálki er nóg mikið til hvenn slokk, yvirkálking gevur skrubb á flusið á eplinum. Fleiri trupulleikar við epla- góðskuni kunnu koma av ella gerast verri við yvir- tading, serliga køvievni ella salpetur. Eitt rímiliga gott úrslit fæst við at nýta 40 kg. av klorfátækum NPK, 14- 3-18 (eplatød) til ein 50 kg. sekk av seteplum. Nýggj eplasløg Búnaðardepilin hevur fing- ið 9 nýggj eplasleg til royndirnar, og Peter T. Haar vónar, at nøkur av hesum sløgum visa seg at vera hóskandi til føroysk vidur- skifti. — Try sløg eru reydepli og tey eru væl umtókt i Føroy- um. Tey hava reytt skal og mjølsmakk. Annars heldur Peter T. Haar, at tað er ikki so stórur munur á seteplum, ið fáast til keyps. Tey líkjast nógv í smakki og útsjónd. Góð- kend seteplir eru frí fyri smittu av svartaspillu. Kunnu vit tosa um eitt reint fóroysk eplaslag? — Tað er eitt slag, ið vit kalla gomul dimmreyð epl- ir, ið uttan iva eru tey elstu Búnaðardepilin hevur fingið 9 nýggj eplasløg til at gera royndir við, trý teirra eru reyðepli í Føroyum. Tey eru reyð- stríput innan og myrkareyð uttan, hava ein mjølsmakk og kunnu goymast leingi. Tað eru framvegis fólk, ið eiga set av hesum eplaslagi, men hóast tey eru tey elstu í Føroyum, eru tey eina ferð komin higar onkra staðni frá, kanska fyri einum 100 árum síðani, sigur Peter T. Haar. Ymiskt = er, hvussu årtøkan av eplaveltum er. — Hevur tú eina flagveltu, hevur hampiliga mold, og góðan sólargang, kanst tú fáa væl burtur úr. Ein góð úrtóka er 7—9 fold. Í fjør gav ein flagvelta við Lands- sjúkrahúsið 13—14 fold. Í dag eru flagveltur van- ligari enn tær gomlu mold- velturnar. — Minni stríð er av flag- veltum og tær egna seg best til fóroyska veðurlagið, sig- ur Peter T. Haar, stjóri á Búnaðardeplinum at enda. Músin åvegis at verða viðurkend — Granskað verður nú av álvara í músaskaðum, og helst verður hetta fyribrigdið viðurkent sum arbeiðsskaði um ikki so langa tíð Turm KJGØLBRO Skadar, ið standast av stød- ugum telduarbeiði, eru ikki viðurkendir arbeiðsskaðar enn hóast fleiri og fleiri fáa trupulleikar av hesum ar- beiði. Fyribrigdið er so mik- ið ungt, at lítil skjalfesting finst. Sviiar eru av álvara farnir undir at granska ar- beiðsumhvervið, og danir arbeiða saman við svium í einum ES-netverki, sum eisini fatar um gransking- arstovnar í Ítalia og Sweits. Danski Arbeidsumhvørvis- stovnurin skal eisini í holt við at granska músaskaðar og onnur árin av telduar- beiði og hevur fingið 11 mill. krónur játtaðar til endamálið . Byrjað verður í juni og verkætlanin er vænt- andi liðug í juli ár 2001. Nú peningur er játtaðar til gransking, eru útlit fyri, at viðurkenningin av músa- skaða sum arbeiðsskaða er ávegis. Í næstum verður músaskaðin, ið á fakmåli eitur RSI — Repetetive Strain Injurie, lagdur fyri Erhvervssygdomsskadel- sesudvalget i Danmark. — Eg rokni vid, at skadin verdur vidurkendur. I mun til adrar skadar i rørslulag- num, sum standast av ar- beidsumhvørvinum, meti eg, at tað verður lutfalsliga lættari at ávísa skaðar av telduarbeiði, sigur Pál Granskað verður nú innan músaskaðar og aðra åvirkan av skíggjaarbeiði. Pål Weihe, stjóri á Deildini fyri Arbeids- og Almannaheilsu metir ikki, at børnini eru i serliga størum vanda fyri at fåa trupulleikar av at sita nógv framman fyri telduni nú teldan av álvara er á veg inn í hvønn skúla og hvørt heim. Savnsmynd: Jens Kr. Vang. Weihe, stjóri á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Fyribyrging Teldan er ivaleyst eitt hitt mest nýtta arbeiðstólið í dag. Hon er á øllum arbeiðs- plássum, í nógvum heimum og er av álvara á veg inn í allar skúlarnar í Føroyum. Vanligt telduarbeiði, sum eitt nú skrivstovuarbeiði, har tú situr framman fyri telduni dagin langan og ger sama arbeiðið við lítlari og ongari variasjón, kann geva tær støduga pínu í øksl, arm, alboga, handlið, fremsta- fingur og tummil. — Teldan er eitt gott dómi um, at støðugt arbeiði við fáum rørslum er av tí ónda. Tí er sjálvandi umráðandi, at fólk verða greið yvir, at tað ber til at brúka knappa- borðið í nógv stórri mun. Annars eru skaðar í rørslu- lagnum ógvuliga truplir at viðurkenna, tí tað kunnu vera so nógv viðurskifti, ið spæla inn, sigur Pál Weihe. Vanligu musaskadarnir vísa seg við, at fólk hava ilt í høvdinum ella ilt í nakka- num. Fólk gera ikki vart við seg, fyrr enn tað er komið hartil, at tey ikki eru pínu- leys í frítíðini. Og tá tosa vit um arbeiðsskaða. Ein varandi loysn er hin- vegin, at ein og hvør inn- rættar sær arbeidshølid eftir egnum tørvi og har eru nógvar loysnir. Tað ber eis- ini til at broyta arbeiðið hjá tær, so tað ikki alla tíðina verður tað sama. Mest um- ráðandi av øllum er, at tú avmarkar nýtsluna av mús- ini, tí ongar arbeidsstødur eru so góðar, at tú kanst sita fleiri samanhangandi tímar uttan at fáa trupulleikar. Kent fyribrigdi Av tí, at skaðar av telduar- beiði ikki eru vidurkendir sum arbeiðsskaðar enn ber ikki til at fáa endurgjald frá arbeiðsplássinum, um ein hevur fingið varandi skaða. — Vit skráseta ikki fólk, ið fáa trupulleikar av teldu- arbeiði, men tað er eitt væl- kent fyribrigdi í Føroyum og vit vita um, at tað eru heilt nógv fólk, ið hava trupulleikar av hesum slag, sigur Hanna á Reynatúgvu, ergonomur ráðgevi hjá Ar- beiðseftirlitinum Nær teldu- ella músa- skaði kemur á listan yvir viðurkendar arbeiðsskaðar er ilt at meta um. Lógar- verkið í Føroyum er ikki til reiðar at viðgera slíkar skaðar og at áseta trygging- arvidbøtur, men tá ið vidur- kenningin er komin uppå pláss, kann hugsast at farið verður undir tað arbeiðið.