Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A— Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur Frádráttur fyri gávur til vælger- andi endamál KrF hevur á løgtingi fleiri ferðir havt uppskot um, at vit í Føroyum eins og í t.d. Danmørk stuðla tí sjålv- bordna arbeiðinum, ið gjørt verður. Í Danmørk fáa kristilig feløg stóra fíggjarliga hjálp gjøgnum frádrátt í sjålv- uppgávuni við upp til 5.000 kr. til hvønn persón, sum gevur 5.500 kr. Fyri hjún er tað 10.000 kr. Harumframt kann eisini gåvubræv, sum er rætsliga bindandi í 10 ár, geva fólki ein frádrátt við upp til 15% av persónligu inntøkuni. Hvør persónur kann á tann hátt draga upp til 15.000 kr. frá. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ein stórur stuðul til øll tey feløg, sum royna at hjálpa fólki bæði á ein og annan hátt. Og kristiligu feløgini í Føroyum høvdu fingið munagóða hjálp, um vit her heima høvdu eina líknandi skipan. So var eisini óneyðugt, at nøkur feløg fingu jåttan á fíggjarlógini. r R Tá ið uppskotið hjá KrF hesum viðvíkjandi var til viðgerðar í síðstu tingsetu, varð tað samtykt við 2. við- gerð, men fall við 3. við- gerð, tí at sambandsflokk- urin leyp frá og vildi ikki vera við til at veita teimum kristnu feløgunum henda stuðul. Tað er m.a. til hetta pol- itiska arbeiðið, vit í KrF koma til tygara í dag og biðja um tygara atkvødu hin 30. apríl. Niels Pauli Danielsen, valevni KrF í Norðoyum Nýggja stuðulsskipanin Fyri stuttari tíð síðan legði landsstýrismaðurin í skúla- málum. Eilif Samuelsen, upp- skot fram á ting um, at stuð- ulskipanin skuldi broytast, og er tað sera gott, at landsstýr- ismaðurin endiliga er komin til hesa niðurstøðu. Serliga tá ið hugsað verður um, at síðan verandi stuðulskipan varð sett á stovn. eru útgjaldini mink- að við 10%, meðan pristals- vøksturin hevur verið 34,3% Størsti trupulleikin við nýggja uppskotinum var tó, at ung undir 18 år skuldu missa tær 7.296 kr., ið tey í løtuni fåa. Hetta hevdi so ført vid sær, at tað hevði verið sera trupult at gingið í einum skúla, ið ikki er á oynni (sum t.d. húsarhaldsskúlan) tí at nýggja uppskotið setti heldur ikki pening av til ung undir 18 ár, ið eru útibúgvandi. Teir pengar, ið vórðu spard- ir av teimum ungu, og so eitt sindur afturat, skulu so nýtast til bókaískoyti og til meir stuð- ul til tey eldru. Bókaískoytið haldi eg vera púra burturvið, av tí at hetta hevði tikið møgu- leikan vekk, at selt bøkur víð- ari til næsta árgang, og vildi landið tískil økt innflutningin av skúlabókum til miðnáms- skúlar við 100-200%. Hetta vóru so grundirnat til, at undirritaði í politiska orða- skiftinum í útvarpinum tann 19.04.98 setti spurningin, um tey ungu undir 18 ár verða so illa viðfarin, tí at tey ikki hava valrætt. Tí at, vit vita jú allir féroyingar, at øll eru mest lærunom í ungdómsárunum, og tað ongantíð ov tíðliga. Eis- ini vita vit øll, at tað ikki er verri, at fólk fara í skúla, áðr- enn tey fáa onnur forpliktilsir, sum t.d. børn. Meiningin hjá KrF er, at tey ungu fáa meir enn tær verandi 7.296 kr., og at tey eldru fáa meir enn tær verandi 17.343 kr. Eisini er vónin, at hesar upphæddir fara at verða nærri hvør aðrari, enn tær eru í løt- uni. Eisini halda vit, at tað er rætt, at útibúgvandi fáa meir enn heimabúgvandi, men har- umframt halda vit, at tey, ið t.d. hava langan veg til skúla (eins og uppskotið hjá Eilif Samuelsen) og tey, ið hava børn (hvørki núverandi skip- an ella nýggja uppskotið hava hetta við) eisini skulu fáa eykaískoyti fyri hesar eykaút- reiðslur. At enda vil eg heita á mein- iga føroyingin, um at hjálpa Kristiliga fólkaflokkinum at hjálpa og verja tey veiku í samfelagnum. Mátin at meta livikorini í samfelagnum er jú ikki at telja nýggjar bilar, men at hyggja eftir, hvussu meinigi føroyingurin og hvussu teir veikaru borgararnir hava tað. Reimund Langgaard Valevni Kristiliga Fólkafl. Landsformaður: Niels Pauli Danielsen Tingmenn: Lasse Klein Nú er stórur áhugi fyri pensjónistunum Nú eru oll áhuga í viðurskiftunum hjá pensjónistunum, hví fyrst nú? Eingin bati er hendur á økinum síðan undirritaði kravdi grundupphæddina á pensjónini skattafría. Skattingin av krígspensjónini er enn ikki komin niður á tey 22 prosentini. Síðani undirritaði undan seinasta vali setti sum treyt, at pensjónin skuldi verða skattafri av grundupp- hæddini, eru eingir batar hendir, og hóast hendan vøkstur í pensjónini uppá uml. 25%, so er pensjónin kortini afturútsigld. Í mun til danskar pensjónistar eru okkara pensjónistar aftur- útsigldir við uml. 1.000 kr. um mánaðin, ella 12.000 kr. árliga. Eingin skipaður pen- sjónista- og eldrapolitikk- ur finst í Føroyum yvirhøv- ur, og var hetta eisini or- søkin til, at undirritaði legði uppskot á ting — løg- tingsmál nr. 117: um fyri- reiking av at kanna viður- skiftini hjá pensjónistum og eldri, livikor og møgu- leikar. Hóast viðurskiftini hjá pensjónistum og eldri fólk- um í Føroyum fleiri ferðir hevur verið umrøtt á tingi, so hevur ongantíð verið tal- an um eitt samskipað orða- skifti. Asannað er frá føroysk- ari síðu, at tá ið vit saman- bera fíggjarligu støðuna hjá pensjónistunum her á landi við aðrar danskar ríkis- borgarar, verður komið til eitt sjónligt verri fíggjarligt úrslit, bæði tá hugt verður eftir teimum almennu veit- ingunum, og tá hugt verður eftir føstum útreiðslum. Íbúðarmynstrið er eisini Ikki tagna Føroyingar hava brúk fyri eini frælsari rødd í løgtinginum, so háttað, at nógvir pensj- ónistar búgva í egnum húsi, ið er goldid, men hevur tørv á stórum viðlíkahaldi, sum kann gerast ein stór eingangsiløga, og alt ov nógv rørslubrekad og gom- ul búgva í ov vánaligum íbúðum. Ogvuliga fá gomul fólk og pensjónistar í Føroyum, sum búgva í egnum húsum, hjálpast bert við vanligu fólkapensiónini. Tørvur á viðgerð av hes- um viðurskiftum og at betra um umstødurnar hjá teimum er stórur, og tí hev- ur tað skund, at viðurskift- ini hjá pensjónistunum og eldri í Føroyum verður tik- in upp til politiska viðgerð. Frælsa røddin má | har politikkurin seinastu mongu árini hevur gingið út uppá at áleggja borgarum landsins skyldir og ábyrgdir, sum tey onki eiga í. Tjóðveldisflokkurin livir í dag á eini hatursbylgju til danir. Flokkurin hevur fingið stuðul í fjølmidla- fólki, sum einvegis hava út- rópt danir at hava alla ábyrgdina fyri óskilinum og ólevnaðinum í landinum seinastu mongu árini. Soleiðis hevur tað eydn- ast Tjóðveldisflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sam- bandsflokkinum, Fólka- flokkinum og Sjálvstýris- flokkinum at fjala sín egna leiklut og egnu ábyrgd fyri ránsmannaferðina í før- oyskum lummum í áttati- árunum — í bankamálinum. FOLKAVILLEIDINGIN Hesir flokkar hava havt so stóra åvirkan á almennu- og politisku fjølmidlarnar, at tað hevur eydnast at pota egnar meiningar í fjøl- miðlafólk, sum teir so seinni hava biðið stilla upp til løgtingsvalid at verja rættleikan av. Slíkt er fólkavilleiðing og so avdúkandi, at hetta ikki minnir sért um pol- itiskar skipanir við stýrdum fjølmiðlum í ðrum ófræls- um londum, sum ikki virða demokratiið tað allar minsta. Tað er heilt skilligt, at tíðindaflutningurin í Før- oyum í dag er merktur av, at ávísir — sera týdningar- miklir miðlar, beinleiðis eru partur av valstríðnum, tá tíðindasendingarnar ikki geva rúm fyri politiskum meiningum hjá eitt nú Kristiliga Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Verka- mannafylkingini. Tá ið eg sigi, at hinir flokkarnir vilja leggja alla ábyrgd fyri ólevnaðinum í Føroyum seinastu mongu årini, yvir å danir, so mangla hinir flokkarnir i veruleikanum at takka dønum. DANSKI VEIKLEIKIN BJARGADI Tað var just veikleikin hjá dønum i at åkæra og døma í skipamálinum, sum nú gevur hinum flokkunum eitt alibi til at leggja alla ábyrgdina fyri óskilinum á danskar herðar. Danski ríkisumboðs- maðurin átti, í somu løtu hann hevði skipadómarnar í hondini, sum søgdu, at tað bar íkki til at dóma í hesum málum, tí landsstýrið visti um svikini, farið til ákæru- valdið og bíðið fútan um at víðka ákæruritið til eisini at umfata politiska mynd- ugleikan fyri svik ímóti landskassanum og harvið ímóti okkum øllum. Danir vildu tó ikki skapa eina politiska kreppu mill- um londini, og tí komu pol- itisku flokkarnir í Føroyum undan ábyrgd, sum aftur- fyri varð løgd á aðrar herð- ar, sum eg tó ikki skal koma nærri inn á her Nú er uppskotið fallið burtur orsaka av valinum Okkara Jluttøka uppafturtøku av tí! Nú er stórur áhugi fyri pensjónistunum, og vit kunnu siga betur seint enn ongantíð, og eg eri takk- samur fyri, at mín leiklutur liggur ikki eftir Men eitt er føgur orð, annað er hvussu tú umset- ur tey til veruleika í ger- andisdegnum hjá okkum vanliga føroyinginum. Vit hava vist at vit tora, og hava dirvi, og hava tikið avleidingarnar av stødu okkara. treytar Lasse Klein, valevni KrF, Eysturoy Hesin veruleiki ger, at vit mugu, um vit vilja tad ella ikki, hava broytingar i rik- isrættarligu vidurskiftun- um millum Danmark og Føroyar, soleiðis at føroy- ingar allir verda lika fyri lógini, at vidurskiftini mill- um tvey lond ikki skal verda avgerandi fyri, um persónar ella politiski myndugleikin kann åbyrgdast fyri sínar gerðir. Skulu vit aftur fáa skapt virðing og rættartrygd í hesum landinum, so er neyðugt við grundleggj- andi politiskum broyting- um. Veljið Kristiliga Fólka- flokkin, Føroya Fram burðs- og Fiskivinnuflokk Dan Klein, valevni fyri KrF i Suðurstreymi