fríggjadagur 24. apríl 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 24. APRÍL 1998
tíðindablaðið SOS)
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil2sosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
j
Stridsandi og hepni ognadu
HB try stig i Klaksvik
Fótbóltur: Allan Mørkøre var við sínum
tveimum málum ein av høvudsorsøkunum til,
at HB ognaði sær try heppin stig í Klaksvík í
einum dysti, sum var merktur av stórum KI-
trýsti og ivasamum dómaraavriki
Effektivitetur er eitt orð, ið verður
nýtt í fåtboltshøpi, tá ið man ger
fulla nyttu av teimum møguleik-
um, ið man hevur. At HB-ararnir
kenna orðið, prógvaðu teir í fyrra
hálvleiki mikukvøldid, tå ið teir
bert tí einu ferðina vóru á vitjan í
brotsteiginum hjá KÍ, men fóru
til hålvleiks við 2-0 leiðslu!
Kl legði hart út
Heimaliðið legði harðliga til brots.
Teir fóru beinan vegin undir at
trýsta spælið yvir á HB hálvuna,
og tað lukkaðist teimum eisini.
Tað sást skilliga, at HB venjarin,
rumenin Ion Geolgau, hevði valt
eina varna útgangsstýðu, og hetta
gav eisini klaksvíkingum pláss at
spæla. Rumenin heyði m.a. valt
at seta landsliðsleikaran Jens Erik
Rasmussen á bonkin. Eisini hevði
hann sett Inga Rasmussen til at
fylgja pólendinginum hjá KÍ,
Marek Wierzbicki, um allan vøll-
in.
Tá ið einir 17 minuttir vóru
leiktir, mundi KÍ lagt seg á odda.
Harley Bertholdsen fekk ein bólt
í høgru, dróg nakað inn móti miðj-
uni, og úr 25 metra fjarstødu lang-
aði hann til, men Kaj Leo í HB-
málinum fekk fingrarnar á skotið
dygst undir samankomingini.
Tað var tó HB, ið legði seg á
odda, tá ið 19 minuttir vóru leiktir.
Andrew av Fløtum snytti ein KI-
leikara og sendi ein bólt fram
ímóti Súna Fríða Johannesen, men
hesin bleiv, sambært dómaranum,
hildin aftur av Kurt Mørkøre, og
so var brotsspark til HB. Hetta
sendi bróður Kurt, Allan Mørkøre,
trygt í netið.
Hetta málið setti, um møguligt,
bara enn meira ferð á spælið, og
tað leikaði mangan hart á framm-
an fyri Kaj Leo í HB málinum, tó
uttan at teir stóru målmøguleik-
arnir spurdust burturúr.
Einir 11 minuttir vóru eftir at
leika av fyrra hálvleiki, tá ið dyst-
urin helst í veruleikanum bleiv
avgjørdur. HB fekk eitt frispark
einar 15 metrar uttan fyri málteig-
in, nakað miðskeiðis fyri málið,
og tað skeyt Allan Mørkøre bein-
leiðis í málið til hålvleiksstøduna
0-2! Hetta var eitt sera gott mál.
KI var nær við at minka um
munin, tá ið einir 5 minuttir vóru
eftir av fyrra hálvleiki. Eftir horna
varð leingi spælt ping-pong inni í
brotsteiginum hjá HB, og tað
endaði við, at KÍ leikari úr stuttari
fjarstødu sendi bóltin beint við
síðuna av málinum.
Lítil ferð á seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur var ógvuliga
tamur heilt inn til einir 13 minuttir
vóru eftir at leika. Tá fekk Kl
horna, bólturin varð skotin væl inn
fyri, har var ein klaksvíkingur
fyrstur á honum og sendi móti
málinum, men á sjálvari málstrik-
uni stóð HB-leikari og vardi fyri
við hondini. Hetta sá dómarin tó
———
HB-ararnir vóru sjáldsamir gestir i KÍ-brotsteiginum, men við fyrimyndarligum effektiviteti
eydnaðist tað teimum at vinna 3-1
Heðin á Lakjuni í atsókn móti HB-málinum
ikki, so HB-leikarin slapp undan
bæði brotssparkinum og reyða
kortinum.
Hetta fekk sjálvsagt ødi í klaks-
víkingar, men minuttin seinni
royndi dómarin at bøta um skað-
an, tá ið hann dømdi brotsspark
til KI, tí at Hans Fróði Hansen hjá
HB skuldi havt skumpað Kl-lid-
skiparan, Kurt Mørkøre. Símun
Waag Høgnesen skeyt brotsspark-
ið í netið, og so var bert eitt mál á
muni og 12 minuttir eftir at leika!
KI royndi nú at senda nógv fólk
niðan í brotsteigin hjá HB í roynd-
ini at fáa eitt útjavnandi mál, men
Mynd: Terji Nielsen
hetta gav ístaðin nógv pláss til
álopsleikarnar hjá HB. Tá ið tveir
minuttir vóru eftir at leika, átti HB
at fingið enn eitt brotsspark, tá ið
beinini týðiliga blivu tikin undan
Hallur Danielsen. Í næstsíðsta
minutti fekk útiliðið so málið, sum
tey ótvað fara at tosa leingi um í
Klaksvík.
Ein bóltur verður prikaður út í
vinstra borð til Jens Erik Rasmus-
sen, linjuverjin veittrar fyri rang-
stóðu, allir spælarnir steðga á, utt-
an Súni Fríði Johannesen, sum
hevur fingið bóltin frá Jens Erik.
Hann trillar av vana bóltin í málið,
og so standa allir og hyggja hver
eftir øðrum. Ongin veit, hvat er
hent. Dómarin hevur ikki bríkslað
fyri nøkrum. Kl-leikararnir vísa
á, at linjuverjin hevur veittrað fyri
rangstøðu, og at tað tiskil ikki skal
verða mál. Dómarin og linjuverji
tosa saman, og dómarin ger so
tekin um, at málið er góðkent
Seinni varð greitt frå, at orsøkin,
til at málið bleiv góðkent, var, at
tað var ein Kl-leikari, sum hevði
spælt bóltin til Jens Erik, men at
linjuverjin ikki hevði sæð tað og
tískil veittraði fyri rangstøðu. Tó
hevði dómarin lagt til merki hetta,
og tí gjørdist endaliga stødan 3-1
til HB.
Leikara- og dómaraavrik
Sum sagt, so var tað heimaliðið,
sum myndaði so at siga allan dyst-
in.
Leikarar sum Arnold Joensen
Mynd: Terji Nielsen
og Marek spældu sera væl, men
eisini Harley Bertholdsen spældi
ein góðan dyst. Hjá HB var tað
serliga verjan, sum stóð seg væl,
og ikki kann ein lata vera við at
nevna Hans á Lag, sum spældi ein
branddyst í miðverjuni
Dómarin hevði ikki ein av sín-
um bestu døgum. Sum ådurnevnt,
so vóru tað fleiri ivasamar av-
gerðir, men eisini hevði hann hug
til at fara heldur lættliga um kort-
ini. Tó so, summi av kortunum
vóru fult uppiborin, meðan onnur
vóru heilt úti av lagi. Tað er týði-
ligt, at leikararnir hava ilt við at
síggja eina linju hjá teimum før-
oysku dómarunum, tí at tað er sera
ymiskt frá dysti til dyst, hvussu
dømt verður. Vónandi kann hetta
fáast í rættlag til frama fyri kapp-
ingina og leikararnar!
T'N.
KI-HB 1-3 (0-2)
0-1: Allan Mørkøre (br.)
0-2: Allan Mørkøre
1-2: Simun W. Høgnesen (br.)
1-3: Såni Fridi Johannesen