fríggjadagur 24. apríl 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 24. APRÍL 1998
36
aftur
a odda |
i bólki 2
Fótbóltur: John Petersen fekk tvey
mál í fødingardagsgåvu móti ÍF, men
hepnasti maður á vellinum var Jens
Kristian Hansen — heppin tí hann
fekk loyvi til at spæla allan dystin
B36 dróg longra stráið í ein-
um dramatiskum dysti móti
IF í Fuglafirði mikukveldið.
Tvey brotsspørk og ein
rúgva av kortum umframt
seks mál. Nógv fyri peng-
arnar til áskoðararnar, har
av í llum fórum helvtin
vóru havnarfólk.
Tað vóru bert spældir átta
minuttir, tá John Petersen
varð togaður niður í brots-
teiginum, og dómarin peik-
aði á 11-metra blettin. Poul
Thorsteinsson varð settur at
skjóta, men hann rakti beint
á Erling Joensen í IF-mål-
inum, so einki kom burtur-
úr.
Stutt eftir hetta hevði Ják-
up á Borg eina góða skot-
roynd, sum endaði á stong-
ini/f síðunetinum.
Sum heild fekk B36 betru
byrjanina upp á dystin.
Spælið hjá teimum hekk
meira saman enn hjá fugl-
firðingum, og tað var eisini
í lagi, at John Petersen í 27.
minutti staddur inni í brots-
teiginum fekk sent bóltin
framvid Erlingi til 1-0 til
B36.
IF stilladi upp vid Egil
tíðindablaðið SOSTAVUKN
15
Rógvi Larsen royndi seg fyri fyrstu ferð i B36-búnanum móti sínum gomlu lidfeløgum úr ÍF og slapp væl frá
dystinum, áðrenn hann varð skiftur út nakað inni í seinna hálvleiki
Zachariasen og Mariniak
Maciej í álopinum, og teir
vístu báðir tenn í løtum. Tað
gjørdi IF-verjan við Bartal
Eliasen, Torstein Joensen
og Torkil Hansen eisini.
Verjan spældi hart, og at
allir ikki fóru at sleppa kort-
leysir frá dystinum, sást
skjótt.
dali
1998
UNDIRHALD:
Niels Midjord
og onnur
1.-3. mai
Eyðver Pállsdóttir (ársins
songredd 1997)
Magni Christiansen
Fuglafjarðar Manskór
SSLUSTINNAN 98
SSLUSTINNAN 98
Sølustevnan '98 verður
i Itróttar- og Samkomu-
hellini á Kambs-
Jens Marni og Signar
; RN-Booking/ Ítróttarfelag Fuglafjarðar (ÍF)
Parfumarí Ninni
P/F Trygd og Feroya Banki
Thomas Dam á Hálsi
Meinhardt Arge
Esmar Simonsen
JB Trade
P/F Wenzel
Sparta Sport
Hárstovan Yndi
Rokoko
Fa. Eilif Arge
Feðgar
Toystovan
KJ-Hydraulik
FX-micro
Opus Radio
Elding
AD Import
All-inter
Shop-inn
Koyrir væl i løtum
B36-venjarin Tomislav Siv-
ic hevur roynt seg vid fleiri
ymsum uppstillingum hig-
artil i år. Mikukvøldid
spældu Jens Kristian Han-
sen og Poul Thorsteinsson í
miðverjuni, meðan Arn-
bjørn Danielsen, sum van-
liga spælir í miðverjuni, var
fluttur út á vinstra bakk.
Spælið hjá B36 koyrir
væl í létum, men enn eina-
ferð visti tað seg, at tað ikki
kom verulig ferð á spælið,
fyrr enn Sivic sjálvur kom
á vøllin tidliga í seinna hålv-
leiki. |
Aðrenn tað hevði IF fing-
ið útjavnandi málið, sum
kom upp á eitt ivasamt
brotsspark. Maciej gjørdist
leysur vid Egini Høgnesen,
sum kom út ímóti. Póllend-
ingurin trekti framvið B36-
málverjanum og datt/lat seg
detta. Egin Høgnesen í ød-
ini, men einki hjålpti, og
Bartal Eliasen setti brots-
sparkið trygt í netið til 1-1.
Tvey mál í
fødingardagsgåvu
Seinni hálvleikur var bert
tíggju minuttir gamal, tá
John Petersen — fylti 26 ár
mikudagin — gjørdi sítt
næsta mál í dystinum. Hesu
ferð var tað IF-verjan, sum
ikki fekk bóltin burtur, og
eftir eitt sindur av trunka-
spæli kundi fødingardags-
barnið enn einaferð vísa, at
hann hevur máltev sum fá-
ur.
Jens Kristian heppin
IF trýsti nú frameftir, og
stutt eftir málið til 2-1 miss-
ur Jens Kristian sum aftasti
maður bóltin til Egil Zach-
ariasen, sum setir ferð á
móti málinum.
Jens Kristian fær hann
aftur, tekur í armin á hon-
um, Egil skrykkir seg leys-
an, Jens Kristian dettur, og
linjudómarin veittrar fyri
frisparki. Tey flestu ivadust
ikki í, at nú fekk B36-lið-
skiparin sín marsjordra,
men frísparkið verður givið
til B36!
Fuglfirðingar vóru i ø0-
ini, og Jens Kristian kundi
kenna seg sera hepnan um
at fáa loyvi til at spæla rest-
ina av dystinum.
Við tíggju monnum er
sera ivasamt, um B36 hevði
kunnað farið aftur til Havn-
ar við trimum stigum, men
soleiðis gongur onkuntíð.
Næstu minuttirnir var lít-
ið skil á, og dómarin hevði
úr at gera við at varðveita
tamarhaldið á dystinum, har
ónollurnar vóru um at taka
yvirhond.
Dómarin eigur rós fyri, at
hann megnaði at dempa
spælararnar aftur, men tað
kostaði serliga fuglfirðing-
um nógv kort, sum øll vóru
gul, hóast okkurt lættliga
kundi verið reytt
Stokkut gleði
IF tók nú yvir, og tað var í
lagi, at póllendingurin Jazek
kundi skora til 2-2 við at
takkla seg igjøgnum B36-
verjuna og næstan heilt inn
í málið saman við bóltinum
Fuglfirðingar ovurfegnir,
men teir vóru nóg illa lidnir
at fegnast, so lá bólturin aft-
ur í teirra egna máli.
B36 tók dystin upp aftur,
og Tomislav Sivic fekk
bóltin inni í brotsteiginum,
nakað úti í høgru síðu. Hann
lyfti fyrst upp um ein verju-
leikara og síðani upp um
málverjan, so bólturin legði
seg pent niður í vinstra mál-
horn. Eitt sera vakurt mál!
Málið var ikki bert vak-
Sosialurin - fimm ferðir um vikuna
Mynd: Alvur Haraldsen
urt, men eisini sera tydning-
armikið, tí tað kom beint
eftir at ÍF hevði javnað
Tíggju minuttir vóru nú eftir
at spæla, og hóast ÍF nú
tveitti alt fólkið fram,
megnaði B36 at verja leiðsl-
una og enntá fáa eitt mál
afturat. Tá eitt lið loypir á
við øllum, endar ofta galið
í hinum endanum, og tað
var eisini eitt typiskt kontra-
álop, sum endaði við, at
Carl Høgnesen kundu skora
til 4-2 í seinasta minutti av
dystinum
Ikki dagurin hjá IF
IF vísti gott spæl, bæði í
álopinum og í verjuni, men
hetta var ikki teirra dagur.
Høvdu teir spælt ellivu
móti tíggju seinasta hálva
tíman av dystinum, hevði
úrslitið kanska verið ødrvisi
— tað hevði tað í roynd og
veru uttan iva verið — men
soleiðis skuldi tað ikki
ganga
Jens Kristian Hansen og
hinir B36-leikararnir kundu
aftan á kenna seg eitt sindur
hepnar um at hava vunnið
henda javna og spennandi
dystin, sum heyði við sær,
at B36 nú aftur er á odda í
bólki 2 og sær út til at hava
tryggjað sær víðari luttøku
í kappingini. Tað verður
endaliga avgjørt sunnudag-
in, tá seinastu dystirnir í
bólkinum verða spældir. Tá
skulu bæði B36 og ÍF til
Suðuroyar. B36 skal spæla
móti Sumba, meðan IF fer
at vitja TB á Sevmýri
; elj
IF-B36 2-4 (1-1)
0-1: John Petersen
1-1: Bartal Eliasen (br.)
2: John Petersen
-2: Jazek
3: Tomislav Sivic
-4: Carl Høgnesen