fríggjadagur 24. apríl 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 24. APRIL 1998
- DIF >MG Mn nrfår
tíðindablaðið SOSAMNMN
Tjóðveldisflokkurin
Nógvir sosialráðgevarar á
Almannastovuni eru súrir
um grein mína: Endurskoð-
an av almannaverkinum.
Hon var ikki meint sum nið-
urgerðing av sosialráðgev-
arunum.
Eg havi fingið nógvar
reaktiónir upp á atfinning-
arsomu grein mína um al-
mannaverkið herfyri, og eg
takki ikki minst javnaðar-
valevni fyri umrøduna. Bert
kundi eg hugsað mær, at
javnaðarvalevið eg sipi til
lærdi seg betur at lesa, hóast
fyritreytir fyri hesum áttu at
verið til staðar. Í øðrum lagi
* hevði verið skilabetur, um
viðkomandi bert setti seg
eitt lítið inn í tað, sum fyri-
ferst innan almannaverkið.
Men tað er soleiðis við
javnaðarfólki, og hevur
altíð verið soleiðis, at tey
pr. automatikk gerast firtin,
tá ein tjóðveldismaður dittar
sær at nevna Teirra al-
mannaverk. Eitt almanna-
#4 VD VG VER 2 SER
verk, sum javnadarmenn
hava latið ligið í Grøkt sein-
astu átta árini.
Rósti
sosialrådgevunum
Men tå minir starvsfelagar
kenna seg nidurgjørdar av
grein mini, gerist eg ikki
sért bilsin. Tí í veruleik-
anum rósti eg teimum bæði
til evnir og førleika. Tað eg
segði var, at hugsónarleysa
leiðslan ikki dugdi ella vildi
gagnnýta hesi evnir og
henda førleika. Eg segði, at
sosialráðgevarar á Al-
mannastovuni í alt ov lítlan
mun verða settir til at útinna
tað arbeiði, sum teir av rgtt-
um eiga at útinna.
At tit ikki eru samd við
mær við mær í hesum, bæði
ørkymlar og ræðir meg.
Men eg hugsi, at orsøkirnar
til hetta munnu vera, at tit
eru merkt av óhepnu stød-
uni, og tí fara í verjustødu
móti réttum og viðkomandi
Tað verður nógv tosað um
6lønsama vinnu. Fyri mær
at visa seg eru tað nøkur, ið
halda, at tann lønsama vinn-
an er tann, sum tekur nógv
úr sjónum til fáar menn og
dýrar bátar; men hvar fer
peningurin? Sjáldan til fólk-
ið.
Økismenning er bygda-
menning. Tí má útróðurin
(bæði lína og snella) fáa all-
ar tær sømdir, sum hesar
vinnur hava fyri neyðini.
Og eg ætli mær at stuðla
línu og snellu fult og heilt.
viðmerkingum. Symptom-
atiskt fyri strongd fólk er
eisini, at tey mangan fata
rós sum skammrós.
Eg havi skrivað hesa og
aðrar greinar, tí eg dugi ikki
at síggja aðra møguliga
loysn fyri viðgerðargkið á
Almannastovuni, enn at
sosialráðgevararnir fara
undir at gera sosialráðgev-
araarbeiði. Og tá stovnurin
hevur eina „jeg alene vide“
niðurgerðing
leiðslu, sum ikki hevur vilja
at loysa trupulleikarnar, so
er neyðugt, at sosialrådgev-
ararnir taka stigið og taka
tað fult út. Hetta hóast 6-
menniskjasligt arbeiðstrýst,
strongd o.a.
Ég fari við hesum at mæla
til, at settur verður ein
skikkaður og sera skjótt-
arbeiðandi bólkur at kanna
almannaverkið nágreiniliga.
Og at úrslitið av hesi kann-
ing eigur at verða vidgjørt
alment.
Eg rokni ikki við, at henda
kanning fer at seta spurn-
artekin við førleika og ar-
beidssemi hjå sosialrådgev-
arunum, men heldur um ar-
beidsuppgåva tykkara er
vidkomandi nokk. Annars
rokni eg vid, at slik kanning
hevði havt nógvar viðkom-
andi spurningar og avdúk-
ingar við sær.
Finnur Helmsdal,
tjóðveldismaður.
bygdamenning
Ongin ivi um tað.
Tí missa vit útróðurin,
missa vit ikki bert ein part
av okkara lívsuppihaldi,
men ein part av okkara
fólkamentan. Slíkt kann
ikki metast í pengum!
Vit mugu lata teir smærru
útróðrarbátarnar sleppa út at
fiska. Og hesir menn mugu
sleppa at selja fiskin í heim-
bygdini. Hetta kann lata seg
gera við smáum uppboðs-
søl''m í bygdunum, har út-
róður er!
Latið fólkið sleppa til ar-
beiðis, soleiðis at streym-
talvan er neyðugari at
kenna, heldur enn ALS
mánadagarnir!
Latum okkum standa
saman um tjóðveldisflokk-
in. Vit vilja skapa trygg og
skipað viðurskifti á Føroya-
landi!
Við vón um bjarta fram-
tíð fyri hetta land!
Sámal Jákup Sakarisson
valevni Tjóðveldis-
floksins í Norðoyum
Hvi velja tjóðeldisflokkin?
Ti sambandið spældi fallit!
Nú stundar aftur til val, júst
eitt val, ið allir føroyingar
eiga at taka sær nærri hjart-
anum og spyrja seg sjálvan,
hvat er tað, sum er hent
millum Danmark og Føroy-
ar tey seinastu árini.
Spurningurin um sam-
band ella tjóðveldi skuldi
verið greiðari nú enn nakr-
antíð, eftir fýra ár við ein-
ari sambandsstjórn, ið hev-
ur kollsiglt so dyggiliga og
"hevur tveitt yvirmenn sínar
fyri borð á hálvari leið, og
nú loðsur var komin um-
borð, segði skiparin upp.
Álvaratos at so lítil merg-
ur er í monnum, at ein lítil
ósemja í einum valfelag
skuldi fornerma skiparan
so, at hann ofraði samráð-
ingarnar um eitt endur-
gjaldskrav (1,5 milliard kr.).
Nú skal hann so stevna og
aftur ofra milliónatal av
krónum upp á stevning, sum
vit neyvan vinna.
Nei, góðu veljarar, við
tjóðveldisflokkinum við
róðrið verður vælferðar-
samfelagið tryggjað:
Barnafamiljurnar betri kor,
øll ung, uttan mun til før-
leika til líkams og sálar, fáa
í boði nóktandi útbúgvingar,
arbeids- og fritidarmøgu-
leikar. Gomlum og sjúkum
verður tryggjað dagrøktar-
skipan. Fólka- og avlamis-
pensiónir í framtíðini ger-
ast tryggari og nøktandi.
Serfróðingar innan al-
mannaøkid, sosialrådgev-
ararnir i framtidini gera
uppsøkjandi arbeiði.
Alt lógargrundarlagið á al-
mannaøkinum verður gjørt
av syggjum og einfaltgjørt,
tillagað føroyskum viður-
skiftum.
Almannaverkið verður
umskipað í smærri eindir
kring landið, soleiðis at av-
gerðirnar kunnu verða tik-
nar skjótari og nærri borg-
arunum.
Farið tí á val 30. apríl og
veljið ein sterkan tjóðveld-
isflokk at stýra tey komandi
fýra árini.
Gott tjóðveldisval.
Billy Petersen,
valevni Tjóðveldis-
floksins í Norðoyggjum
Ikki meint sum Hvor skal ráða
i Føroyum,
vit ella danir?
Eftir løgtingsvalid skulu
tydandi avgerdir takast i
vidurskiftum okkara vid
Danmark. Endurgjaldskrav-
ið í bankamálinum er ein av
hesum, men avtalan um utt-
anlandsskuldina og vidur-
skiftini millum londini ann-
ars er ein uppaftur størri og
meira týðandi spurningur.
Stórar broytingar henda
eisini í ES, samstundis sum
Danmarkar ríki letur ein al-
samt stórri part av sínum
valdi til Bruxelles. Ahugin
fyri oljuleiting á føroyskum
øki er stórur, og longu nú
hava útlendsku oljufeløgini
gjørt sinar ætlanir fyri Før-
oyar.
Tað eru hesi viðurskifti,
sum gera løgtingsvalid so
ógvuliga týdningarmikið
fyri okkum sum tjóð. Taka
vit ikki fyrst politisku av-
gerðina um at skipa Føroyar
sum frælsa tjóð, verða tað
ikki vit, sum koma at avgera
lagnu og framtíð okkara,
men aðrir. Tær politisku,
fíggjarligu og búskaparligu
kreftirnar í heiminum hava
síni egnu áhugamál at røkja
og sum ófræls tjóð, verða
vit ikki eftirspurd, hvat
tænir føroyskum áhuga-
málum og Føroya fólki best.
Hetta er tí eitt søguligt val.
Burtur úr øllum hurlivas-
anum, sum stendst av okk-
ara ófrælsi, er bert ein
gongd leið, og tað er tann
greiða og mannsømiliga
tjóðveldisleiðin, sum byggir
á Føroyar sum frælsa tjóð.
Vit hava livad í einum 6-
tryggum samfelag, har tey
veikastu er meinast rakt og
har bygdirnar, sum eru
grundvøllurin undir sam-
felagnum, eru niðurbundnar
av politiskum krepputil-
tøkum, sum aftur eru ein
avleiding av politiskum å-
byrgdarloysi. Vid høgum
skattum, tungum avgjøldum
og skilaleysum utlånspoli-
tikki róku vit fólk í stórum
tali av landinum fyrst í níti-
árunum. Hví? Jú, tí danir
søgdu, at vit skuldu gera
tað. Danska fíggjareftirlitið
niðurskrivaði øll virðir í
Føroyum, so fólk, ið høvdu
slitist við at gjalda ovurstór
sethúsalán, eftir einari nátt
sótu eftir við virðisleysum
húsum.
Eingin hevur álit á teirri
samfelagsskipan, vit hava
livað undir, hvørki í Før-
oyum, Danmark ella í út-
heiminum. Ein skipan, har
avgerðir og endalig ábyrgd
ikki fylgjast, er deydadømd.
Hon fremur grovt ábyrgd-
arloysi, spekulatión og
knúsar rættartrygdina.
Nú okkara skuld til danir
er vorðin so stór, at allur
blokkurin um stutta tíð fer
niður aftur til Danmarkar
sum rentur og avdrøg, er
ruðulleikin fullkomin. Tað
verður tí ikki danski blokk-
urin, sum í framtíðini kem-
ur at tryggja okkum nakra
vælferð í Føroyum, men
bert tað, vit sjálv kunnu
skapa.
Henda stóða ger stigið til
at skipa Føroyar sum frælsa
tjóð nógv greiðari enn áð-
ur, samstundis sum allar
rædusøgurnar um loysing-
ina fella til jardar
Tjóðveldisflokkurin vil
hava eina skipaða loysing,
har vit fyrst taka tað polit-
iska frælsið og gera okkara
egnu grundlóg. Tá ið tað er
gjørt, fara vit til samráðing-
ar við donsku stjórnina sum
javnbjóðis partar og ikki.
sum higartil, har vit hava
verið tvingað til at skriva
undir alt, ið danir hava lagt
fyri okkum
Sambært altjóða fólka-
rætti og ST-reglum, sum
eisini danir noyðast at
ganga undir, fara vit eftir
stovnseting tjóðveldisins
undir eina skipan, har
blokkstuðulin tey næstu
árini verður brúktur til aftur-
gjalding av skuld tilúanska
statin. Somuleiðis fáa vit
eina búskaparliga tillaging-
artíð í nøkur ár. Hana skulu
vit brúka til at útvega Fer-
oyum størri inntøkur við
vinnuligum nyskipanum og
ítókiligum menningarætlan-
um å øllum økjum. I skift-
istíðini skal alstórur dentur
leggjast á, at vælferðin hjá
tí einstaka føroyinginum
ikki verður verri enn í dag
Skulu vit sjálv taka av-
gerð um okkara egnu fram-
tíð, ella skulu vit lata onnur
gera tað fyri okkum? Hetta
er spurningurin valdagin
Avgerðin er ikki torfør, men
hon er tín.
Vilmund Jacobsen,
valevni Tjóðveldis-
floksins í Suðurstreymi