fríggjadagur 24. apríl 1998síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
;
Nr. 76 — 24. APRIL 1998
Stevnuskrå Sjålvstyrisflok-
sins er og hevur verid trygd
fyri, at virkad verdur fyri
føroyskum sjálvstýri. Í
grundsjónarmiðum floksins
stendur m.a. soleiðis:
Flokkurin er sjálvstýris-
flokkur. Tað merkir, at virk
að verður fyri sjálvstýri.
Málið er, at føroyingar taka
fulla ábyrgd av tjóðini og
fáa fullan avgerðarrætt yvir
henni.
Henda stevna man ikki
vera so galin, tí nú taka so
at siga allir politisku flokk-
arnir á tingi undir við hesari
stevnu, ja, bæði sambands-
menn og tjóðveldismenn,
sum í hesum máli draga
somu línu — um tað er eftir-
farandi, sum teir siga al-
ment. Hetta er bara at
fevnast um, og sjálvstýris-
flokkurin fer at gera alt, ið
hann kann fyri at savna
hesar kreftir, so at úrslitið
verður so gott sum yvir-
høvur gjørligt.
At neyðugt verður at við-
gera viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark, skal
eg nevna við tveimum dóm
um, sum snúgva seg um, at
donsk lóg skúgvar føroyska
lóggávu til viks, tá tað sama
ikki stendur í teimum. Fyrra
dømid er um umhvørivs/
fiskivinnupolitikk og seinna
dømid er í sambandi við
lógina um lutasedlasølu.
Tað eru óivað fleiri við
mær, sum kundu hugsað
okkum ein bita av sildreka-
tvøsti. Hóast flestu føroy-
ingar og grønlendingar
ganga inn fyri burðardygg-
ari hvalaveiðu, tekur Dan-
mark í IWC - Altjóða
Hvalaveiðusteovninum -
ikki undir við sjónarmiði
føroyinga og grønlendinga,
hóast teir sita í IWC og um-
boða Grønland og Føroyar,
tí at tað eru hesir báðir
»donsku« landspartarnir,
sum fáast við hvalaveiðu.
Hetta eigur at verða rættað
— við skilagóðum samráð-
ingum. Forrestin, so fekk
tíðindablaðið
| Hví velja Sjálvstýrisflokki
Poul Nyrup Rasmussen
bræv frá undirritaða um
hvalaveiðu í 1994, men so
løgid tað ljóðar, havi eg
einki hoyrt frá honum enn
Hann hevur kanska nakað
nógv um oyruni
Og so eru tað lutaseðlar
nir. Stutt sagt sigur føroyska
lógin um lutaseðlasglu, at
vinningar kunnu einans lat-
ast sum gávukort. Hóast
undirritaði meldaði >Ekstra
Bladet< 6. desember 1995
fyri at selja lutaseðlar við
reiðum peningi, var svarið:
>... at dette ikke ses at være
i strid med færøsk lov-
givning«. Men í fóroysku
lógini um Jutasedlasølu
stendur sum sagt, at stórir
vinningar kunnu einans
latast sum gávukort, tó at
V4, Happadrátturin, Gekk-
ur og Itréttarvedding und-
antikin. Men tað, sum hev-
ur týdning her, er, at somu
treytir eru ikki galdandi fyri
føroyskar og danskar luta-
seðlar.
Tí er umráðandi at fáa
hesi viðurskifti upp á pláss
gjøgnum samráðingar. Men
feilurin liggur kanska ikki
bara hjå dønum, men held-
ur hjå okkara egnu politik-
arum, ti hóast undirritaði
hevur verid f sambandi vid
landsstyrid sidan heystid
1994 um hetta målid, hevur
landsstýrismáðurin — tað er
løgmadur — ikki so frægt
sum unt mær eitt aftursvar
Onnur mål treingja eisini
til at verða vidgjørd, m.a.
fóroyskt pass, rættarpoli-
tikkur, ferðslulógin, pen-
ingapolitikkur og annað.
Sjálvstýrisflokkurin fer at
stríðast fyri, at hesi mál og
onnur viðurskifti Danmark-
ar og Føroya koma upp á
pláss. Vit fara at reka ein
ábyrgdarfullan framtíðar-
politikk.
Hans J. Hermansen,
valevni Sjálvstýris-
floksins í Suðurstreymoy
ef
A sjá
Orsakað av bankamálinum
og tí hugburði mótvegis
Danmark, sum hetta mál
hevur skapt í fólkinum,
ynskja nú allir flokkar fram
móti vali at gera vart við, at
teir eru tjóðskaparligir, at
teir vilja virka fyri einum
frælsari Føroyum, ja, sjálvt
sambandsflokkurin sigur
seg nú sinnaðan fyri endur-
skipan av viðurskiftunum
Danmarkar og Føroya mill-
um, enntá fram at loysing-
ini, sum teir málbera seg.
Her eru nýggir tónar eisini
hjá øðrum flokkum; men
hjá sjálvstýrisflokkinum
hevur tann setningur altíð
staðið ovast í stevnumið-
inum, at vit føroyingar
skulu ganga fram í øllum
lutum til tess at gerast
sjálvbjargnir.
Men øll, sum hava sett
seg inn í okkara politisku
søgu, kenna ta syndarligu
lagnu, sum føroyska sjålv-
styr.srørslan hevur verið
fyri, kenna ta óndsinnaðu
og sannleikareingjandi út-
spilling okkara bestu menn
vóru fyri, sum um aldar-
mótið og frameftir tóku til
orða til tess at vekja Føroya
fólk til sjálvbjargnishugsan
og sjóðskaparligt medvit.
Sarabandsfólk eru ikki so
ólátað í dag, men samfe-
lagsligt = afturhaldslyndi,
mistreysti um føroyskt
sjálvræði og loyalitetur yvir
fyri ti danska eyðkennir enn
henda flokk.
Vit kenna søguna um,
hvussu sjálvstýrisflokkurin
í triatiårunum orsakað av
tvídrátti á sosiala økinum
fór í tvíningar, hvussu
høgrivongurin við loka-
brøgdum og harðrendum
vstýrisleið
rakstrarrópum setti óbóta-
ligt split í sjålvstyrisrørsl-
una. Um enn gott og tjóð-
skaparliga sinnað fólk eisini
er at finna í hesum flokki,
hevur fólkaflokkurin tó alt
síðan meira verið merktur
av persónliga sjålvsøkjandi
nøran at sær enn av mentan-
arligum og samfelagsligum
hugsjónum, so sum aðal-
eyðkenni gamla sjálvstýris-
floksins altíð hevur verið.
Tá ið á stóð og menn
høvdu møguleikan at fremja
síni herróp í verki, lupu
hesar tjóðarhetjur frá, og ein
nýggj grein tók seg upp úr
sjálvstýrisjórðildinum, sum
fekk navnið tjóðveldis-
flokkurin. Hansara stevnu-
mid hevur bygt å tad, at
Føroya fólk við fólkaat-
kvøduni í 1946 valdi loys-
ing frå Danmørk og tí skal
henda loysing setast í verk
í morgin, heldur enn í ovur-
morgin.
Men hetta við fólkaat-
kvøduni er jú ikki fullur
sannleiki. Tá ið bert tvinnir
kostir vóru í at velja: aftur í
amtsstøduna ella loysing,
valdi tjóðin frælsisvegin;
men eftirfylgjandi løgtings-
valið visti jú, at okkara fólk
tå als ikki var hugað fyri
beinleiðis loysing frá Dan-
mørk. Kortini hava tjóð-
veldismenn alt síðan júkað
um at stovnseta føroyskt
tjóðveldi sambæri hesum
fiktiva fólkavilja.
Men um enn tann vón
man búgva flestøllum før-
oyingum í barmi, at vit
skulu kunna gerast sjálv-
bjargin, er tað tó uttan iva
sannføringin hjá stórum
meiriluta í fólkinum, at tað
ikki ber til soleiðis at leggja
frá landi uttan rímiliga vissu
fyri, at vit duga at halda
okkum uppi sum egin tjóð.
Tjóðveldisflokkurin, sum
tó má hava samhuga hjá
øllum sjálvstýrishugaðum
føroyingum, hevur við sín-
um ovræsni og sínum utop-
isku sjónarmiðum, ikki
dugað at víst á nakra itøki-
liga leið fram móti fullveldi.
Men nú hoyrast aðrir tón-
ar. Í einum >Fjúrtanda< her-
fyri er stór andlitsmynd av
nýggja ljósi tjóðveldisflok-
sins í grein, hann kallar
»Soleidis fíggja vit loys-
ingina<. Men ikki verður tú
sannførdur av hesum
nýggja floksboði. Nú verð-
ur talað um, at vit skulu
hava eina skipaða loysing,
har vit fyrst skulu fremja
loysingina — ikki skal fólk-
ið spyrjast, tí tað hevur jú
talað í 1946! — síðan skulu
vit fara undir at gera okkum
eina grundlóg, hvgrs para-
graffir tjóðin skal sleppa at
taka stóðu til við atkvødu,
og so skulu vit taka upp
samráðingar við danir um
framhaldandi peningaveit-
anir frá teimum í eini 6-8
ár. Besta agnið í hesari
valskrá er helst tað, at tjóð-
veldisflokkurin, eins og
javnaðarflokkurin, við
sínari sjálvstýrislóg, lovar
okkum trygd og framhald-
andi vælferð, ikki vælferð
eftir okkara egnu fortreyt-
um, men hana, sum vit hava
havt, Le. somu vælferð sum
gamla móðurlandið Dan-
mark.
Men álvaratos, hvat halda
tit, at Nyrup á Co., soleiðis
sum vit kenna teir, fara at
siga, tá ið vit koma við
biddaraposanum, eftir at
soleiðis hava fingið sett
fótur undir egið borð og
hava víst teimum durafjórð-
ingin?
Gleðiligt er tað kortini, at
tjóðveldisflokkurin í sínari
nýhugsan er við at koma inn
á fornar sjálvstýrisræsur aft-
ur, hetta at stig skulu takast
fram móti sjálvræði og
sjálvsábyrgd. Men mær
tykir, at dyggari stóði er
undir teirri stigsætlan, sum
sjálvstýrisflokkurin = ber
fram: hetta, at allir sjálv-
stýrishugaðir politikarar —
og teir tykjast nú at vera í
stórum fleirtali — skulu
finna saman um eina sjálv-
styrisætlan, har øll samfe-
lagslig, figgjarlig og ment-
anarlig aspekt verða tikin
upp tl gjølla viðgerð.
Hendan ætlan verdur so at
leggja fyri fólkið at taka av-
gerð um eftir eitt avmarkað
tíðarskeið.
Í einari slíkari skipaðari
loysn mugu øll verulig
sjálvstýrisfólk kunna hittast
við samráðingarborðið, før-
oysku tjóðini til bót og
mannsømiligan bata.
Heini Hátún, valevni
Sjálvstýrisfloksins
í Norðstreymoy
25
n! Vidurskiftini hjá
teimum lesandi
Tad hevur verið frammi at
broyta stuðulin til næming
ar á miðnámsskúlunum
Sum er hava øll tey, sum
byrja upp á eina miðnáms
útbúgving, rætt til stuðul
Landsins myndugleikar
hava í hesum valskeiði havt
frammi at seta eitt 18 ára
aldursmark á rættin hjá
hvørjum einstókum næm
ingi at fáa stuðul til eina
miðnámsútbúgving. Grund-
gevingin fyri hetta tykist
vera, at landið skal spara
Um hetta uppskotið verður
góðtikið, so fer tað at hava
við sær, at mong foreldur,
ið møguliga ikki eru so væl
fyri fíggjarliga, als ongan
møguleika fara at hava at
senda børn síni á eina
miðnámsútbúgving.
Sjálvstýrisflokkurin
meinar harafturímóti, at øll,
sum fara undir eina mið-
námsútbúgving, skulu hava
rætt til stuðul uttan mun til
aldur. Um man er 17 ella
22 ár, so skal hetta ikki av-
gera, um man kann fara
undir víðari lesnað ella ikki
Vit mugu víðka
sjónarringin
Mong hava klagað um, at
okkara almennu stovnar
líkjast ov nógv teimum
»kkara
Men er hetta
donsku. Har undir
skúlaskipan
so løgid?
So gott sum allur okkara
ungdómur verður noyddur
at fara til Danmarkar at fáa
sær víðari lesnað. Hetta
kemst av at hetta er tað ein-
asta, sum er fíggjarliga
møguligt. ;
Mangan verdur Island
tikid fram sum fyrimynd
fyri eitt sjålvstyrandi tjóð-
veldi. Ísland hevur megnað
at eggja ungdómi sínum at
fara undir víðari lesnað utt-
anlands. Hett hevur havt við
sær, at Ísland nú hevur eitt
sera gott og umfatandi sam-
starv við fleiri ymisk lond,
og ikki sum vit, bara eitt.
Teirra skipan hevur eisini
megnað at lagað seg til
teirra tørv. T.d. er teirra al-
mannaverk tillagað teirra
samfelagi. Okkara al-
mannaverk harafturímóti er
tillagað einum samfelag, ið
er nógvar ferðir stórri enn
okkara. Tað er sjálvsagt, at
livir tú í einum samfelag,
so kann ikki umgangast at
hugburðurin verður ávirk-
aður av tí
Vit hava tískil brúk fyri
at hjálpa og stuðla okkara
ungdómi at finna aðrar
leiðir enn tær donsku. Vit
mugu láa I
samstarv
3 rrannar
Har
VI era KKara. Har
hugsi eg ser
Ísland og nærmasta gran
okkara, Stóra Bretland. Við
verandi skipan eru tað bert
tey allar fægstu, ið hava ráð
til at fara aðrastaðni enn til
Danmarkar at byrja uppá
eina útbúgving.
Einki ringt um sambands-
viðurskiftini við danir. Vit
hava í nógv ár fingið nógv
gott úr okkara samstarvi við
danir, bæði búskaparliga og
mentanarliga. Men við at
stuðla ungdómi okkara, so
fáa vit møguleikan at fáa
mest møguligt burtur úr ti,
sum londini rundan um
okkum hava at bjóða uppá.
Veljið ein búnan flokk,
ein ábyrgdarflokk, ein frí-
sinnaðan flokk: Veljið
Sjálvstýrisflokkin.
Jákup Sverri Kass,
Sjálvstýrisflokkurin
í Suðurstreymi
po w
øen rappe