Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: 4 5 Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Turið Kjølbro » EA og prent: Argjavegur 26, Argj vegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Térshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post &sosialurin.fo Fiskur - olja og mentan Oddagrein VIT blivu ikki nógv klókari eila ríkari vid send- ingini í sjónvarpinum um vinnumálini. Spurn- ingurin er um ikki hesin formurin fyri journa- listiskari valsending hóskar betur í útvarps- miðlinum. Tað er líkasum, at tú festir teg meira við persónarnar enn við sjálvt innihaldið í tí, sum sagt verður, í slíkari sjónvarpssending. At tað eisini eru so nógvir flokkar, sum skulu sleppa framat ger, at torført er at fáa nakað veruligt orðaskifti. ORÐASKIFTIÐ um vinnumålini snúði seg mest um fisk. Og tað er heldur einki skeivt í tí. Men tað er líkasum, at vit fáa ikki tað grundleggjandi fram, nevniliga vissiónir og itøkilig uppskot til ein heilt nýggjan fiskivinnupolitikk. Vónandi fara vit í sendingini sunnukveldið, sum snýr seg um mentan, at fáa nøkur verulig boð uppá ein itøki- ligan mentanarpolitikk. Her kundi foðingardag- urin hjá Norðurlandahúsinum í næstum, verið eittkærkomið høvid. Hesin stovnur hevur eftir okkara tykki havt ómetaliga stóran týdning fyri okkum feroyingar, ikki bara fyri at varðveita og menna okkara egnu mentan, men so sanniliga eisini fyri at lyfta okkum sum fólk uppá á altjóða pallin. Norðurlandahúsið hevur verið við til at víðka hugflog, skapanarevnið og ikki minst skapt størri virðing fyri eðrum menniskjum og ment- anum. HVAT orðaskiftinum um vinnumálini viðvíkur, so saknaðu vit boð uppá aðrar vinnumøguleikar her á landi enn bert fiskivinnuna. Vit hugsa her m.a. um ta komandi oljuvinnuna. Hon var nærum ikki tikin uppá tungu. Væl vitandi, at tað enn er ov tíðliga at gera sær stórvegis metingar, tí vit vita ikki, um undirgrundin goymir olju og gass, so eiga okkara fólkavaldu og tey, sum stilla upp til val, at leggja sjónarmið fram. Tað er sera umráðandi, at tað ikki bert eru embætismenn og fakfólk, ið sleppa at „eiga“ oljumálið. Tá hugs- að verður um, hvussu stóra åvirkan - positiva o negativa - ein oljuinnrás kann fáa fyri okkum ø - er tað sera avgerandi, at vit hava eitt livandi orðaskifti um hesar spurningar. Ein ítekiligur spurningur er m.a., hvussu vit skulu skipa okkum við føroyskum oljufelogum. Skulu vit hava fleiri pest og eitt alment felag og hvussu ætla vit, at esi skula virka innan fyri teir karmar, sum sam- felagid ynskir at seta fyri hesa vinnu og annars hugsar sær útbýtið frå hesi vinnu! OG hvat ætla vit við eitt nú spurninginum um útgerðarhavn. Her er neyðugt longu nú at stinga út í kortið, hvar í landinum hon skal vera. Skal tað vera vinnan sjálvan - kapitalurin - sum ger av einaferð med ala hvar henda útgerðarhavnin skal vera - ella skal politiski myndugleikin í Før- oyum eisini hava eitt orð at siga? Kann tað t.d. hugsast, at útgerðarhavnin skal verða tengd sam- an við spurninginum um livi- og arbeidsmøgu- leikarnar uttan fyri miðstaðarekið? Ella skal út- gerðarhavnin liggja, har flestu facilitetir finnast og har tað tí ikki verður neyðugt við stórum ílog- um? Hetta er ein sera sentralur spurningur. Áhugavert verður at vita, hvørja stødu eitt kom- andi landsstýri fer at hava til málið. Er tað so, at tann, sum er fyrstur á sjóvarfallinum „fær“ framí- hjárættin til útgerðarhavnina, ella fara vit at síggja fleiri oki t.d. midstadarøkid kontra Drelnes i kapping við hvert annað? Hvat vil vinnulívið - hvat vil politiski landsmyndugleikin - tosa tey í heila tíkið saman - skulu tey taðella?Landsstýrið fær nógvar heimligar spurningar at taka stoðu til og ikki bert ríkismálini, soleiðis sum formenninir í javnaðarflokkinum og tí kristiliga flokkinum eisini vóru samdir um á veljarafundi í Vágum í farnu viku. Valið komandi er tí bæði ein spurn- ng um, hvussu vit loysa millumlandamál og okka ra heimligu spurningar. . - ssp 8 Sosialurin Opið svar til Olav Rasmussen Olavur Rasmussen, valevni Tjóðveldisfloksins hevur í Sosialinum fríggjadagin ein opnan spurning til mín, sum eg hervið vil geva eitt opið svar uppá. Spurningurin var soljóð- andi: >Eru danir, íslending- ar, tyskarar 0.s.fr. primitivir, tí at teir hava egna grund- lóg?< Svarið upp á henda spurn- ing kann ikki verða annað enn eitt stutt og greitt: »Nei.« Men tå hetta er sagt, so lat meg greida tær og ødrum frå, hvi eg haldi, at n6gv av ti, sum kemur frå tj6dveld- isfólki í hesum døgum, er primitrvt Táein av stóru ideologum tykkara, nevniliga Finnbogi Isakson í réðu flytur fram, at tað er betur, at er verða dømdur órættvíst av før- oyskum dómara, heldur enn rættvist av einum donskum dómara, so er hetta eina sera primitiva uppfatan av viður- skiftunum. I hesum sam- bandi havi eg nytt ordingina primitiv nationalisma, og tad standi eg fast vid, og innast inni veit eg, at tú ert samdur. Tá onnur tjóðveldisfólk siga, at ein vánalig føroysk lærubók er betur enn ein góð donsk lærubók, so fær tað frá mær og Javnaðar- flokkinum sama dóm. Hetta er primitiv hugsan, ella rætt- ari fundamentalistisk. Tá Ólavur Rasmussen sigur, at eg haldi, at tjóð- veldisólk eru primitiv, tí tey eru so víðgongd við ríkis- rættarligu støduni vid Dan- mark, so er hetta ikki rætt. Tað er sum so ikki primitivt, men tað er sanniliga ábyrgdaleyst, so leingi ong- in av tykkum enn kann standa fram og siga føroy- ingum sannleikan um tær avleiðingar, tað fær fyri ger- andisdagin hjá hverjum ein- støkum okkara. Tað er sum at biðja før- oysku tjóðina taka lopið frá 5 metur vippuni og sam- stundis dyla sum mans- morð, um vatn er í hylinum ella ikki. Hetta er ábyrgda- leyst og møguliga eisini primitivt. Eitt av tykkara nyggju stjørnuskotum Olavur Waag Høgnesen segði annars i valstríðnum til fólkatings- valið, at hann fór at koma við uppstillingini av før- oysku fíggjarlógini eftir loysingina. Hana fekk Før- oya fólk heldur ikki. Um tað so var ein nyggj >prikka- lóg<, so var tað, tað tað var. Men gakk, deydatøgn, tí tit ræðast sjálvir úrslitið. Tað er eisini primitivt. At so onkur erligur tjóð- veldismaður hevur verið so bersøgin og sagt, at danski skattgjaldarin skal fíggja loysingina, tað er ein erligur boðskapur, men sanniliga ússaligur. Um onkur ST- samtykt skal koma tykkum til hjálpar, er eins ússaligt. Og geniala roknistykkið um mótrokning av blokki- num í skuldini hjá Finnboga Ísaksyni hongur eftir hans- ara høvdi saman, tí vit skylda so nógvar pengar. Skyldaðu vit einki, so hevdi heldur ikki Finnbogi funnið teir vísu steinarnar, tí tá hevði stykki. Viðvíkjandi okkara upp- skoti um eina sjálvstýrislóg, so trúgvi eg veruliga, at tað verður hon, sum vit kunna savna ein politiskan meiri- luta um, tå valstridid og val- ið er farið afturum. Jú, Olavur vit eru opnir fyri tí, tú kallar siviliserað samstarv tvørtur um floks- politisk mørk eftir valið. Livst so spyrst. hann einki rokni- Jóannes Eidesgaard Pensjonsvidurskifti Samhaldsfesti og trygd Uppskot Javnaðarfloksins um pensjóns eftirlønarskip- an er einasta trygd fyri at øll fáa munagóða og trygga inn- tóku tá tey røkka pensjóns- aldri Bebbaræddir. Frægari kann stóða Fólkafloksins ikki lysast, tá talan er um samhaldsfasta eftirlgnar- grunnin. Júst tí hann er samhalds- fastur — solidariskur — er hann eitt einkarbarn Javnað- arfloksins og ein marra Fólkafloksins. Javnaðar- flokkurin vil at øll skulu hava eina trygga tilveru — eisini eina trygga pensjóns- tilveru. Tí leggja vit so stór- an dent á at styrkja og menna samhaldsfasta. P Seinnu árini hevur stungið seg upp eitt støðugt stórri tal av ymsum eftirlønarskipan- um. Bankar, sparikassar og tryggingar hava lokkandi til- boð. Tey vilja rímuligt hava hendur á pengum, sum kunnu geva partaeigarunum so stórt avkast sum gjørligt. Harafturat hava alt fleiri fak- feløg sett á stovn sínar egnu skipanir — annahvørt umsitn- ar av felagnum sjålvum ella av einum peningastovni ella tryggingarfelag. Royndirnar úr ødrum londum — eins og úr Føroy- um — eru, at hesar einstak- lingaskipanir verða so ómetaliga fløktar og dyrar í umsiting, at stórur partur av rentuvinninginum hvørvur. Ahaldandi ójavni Men hóast ørgrynnu av skip- anum, eru framvegis sera stórir bólkar í samfelagnum, sum einans hava lógarfestu pensjóns skipaninar at dúva uppá. Og vandi er fyri, at hesir bólkar ikki orka at trýsta myndugleikarnar so at hesar lógarfestu skipanir verða dagførdar. Soleiðis er vandi fyri, at ójavnin millum pensjónistar bara verður stórri sum frá líður. Leys av skatti Felags fyri mangar av skip- anunum er, at tær ikki skulu tyngja skattin hjá teimum, ið eru á arbeiðsmarknaðinum. Tí verður goldið inn í tær av lønini, meðan fólk forvinna pening. Meiningin er so, at upphæddin skal geva rentu, tí han verður lænt út aftur. Síðan skal uppspararin fáa tað uppsparda og rentuna út- goldnað, tá hesin verður pensjónistur. Men framvegis verður ógvuliga ymist, hvussu stór upphæddin verður. Mong hava ikki ráð at gjalda so nógv inn, sum krevst fyri at fáa eitt rímuligt útgjald nógv ár seinni. Onnur koma ong- antíð inn á arbeiðsmarkn- aðin og hava als ikki ráð at tekna egnu eftirlønartry gg- ing. Sterkur og solidariskur Javnaðarflokkurin setti sær fyri árum síðan tað mál, at gera eina skipan í Føroyum, sum samstundis loysti allar hesar trupulleikar. Skipanin skuldi ikki tyngja skattin og skipanin skuldi tryggja øll- um borgarunum. Stutt sagt: skipanin skuldi verða soli- darisk. Urslitid gjørdist >Hin Samhaldsfasti«. Samhalds- fasti er so, at hann ikki er skattafiggjadur, men figgj- aður av pørtunum á arbeids- marknadinum. Inngjaldid er brotpartur av lønarupphædd- ini og åtgjaldid er javnt fyri øll. Og eftirsum hann fevnir um øll, krevst ikki stór um- siting at halda skil å, hvusuu nógv hver einstakur nú eigur í uppsparing og rentu. Og somuleiðis ti hann fevnir um oll, verður samhaldsfasti skjótt ein sera sterkur grunn- ur, sum fær ein alsamt vaks- andi part av inntgkum sín- um frá útlánsvirksemi — tað vil so aftur siga, at inngjalds- parturin fer at viga stødugt minni. Einasti »vansi« er, at samhaldsfasti ikki gevur partabrævaánarunum avkast. Framtíðar Fyrst og fremst av politisk- ari mótstøðu, men eisini av búskaparkreppuni, bleiv burðurin ógvuliga tungur, og burðarvektin alt ov lítil. % frå hvørjum parti á arbeiðs- marknaðinum er jú ómeta- liga lítið. Men bert ein lítil vøkstur í inngjaldinum fer at muna. Tí hevur Javnaðar- flokkurin skotið upp at vaksa inngjaldið stigvíst, til Samhaldsfasti kann gjalda út eina upphædd, sum í minsta lagi er ájgvn vid fólkapensjónsupphæddina. Stendur tað til okkara, verð- ur Samhaldsfasti = um skamma stund álit hjá før- oyskum pensjónistum. Bergur P. Dam Valevni Javnaðarfloksins í Suðurtreymoy