leygardagur 25. apríl 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 77 — 25. APRÍL 1998
tíðindablaðið SOS)
15
Fótbóltur: Kortini vóru ikki so mong
í tali, tå gøtumenn aftur vóru eitt mål
betri enn toftamenn
Nú er greitt, at GÍ er vinnari
av bólki 3 í kappingini um
løgmanssteypid. Tað hevur
við sær, at teir í fjórðings-
finaluni 8. mai, sum er
Kristi Himmalferðardagur,
skulu spæla á heimavølli
móti tí betra av teimum báð-
um liðunum, ið sleppa víð-
ari úr bólkaumfarinum sum
tríarar.
Málríkt
GI og B68 hava spælt tvær
ferðir móti hvørjum øðrum
í hesi vikuni, og skulu vit
dóma út frá málunum, so
hevur tað verið undirhald-
andi. Týskveldið komu
fimm mál á Svangaskarði,
og héskvøldid vóru tey sjey
í tali í Gøtu.
GI kom á odda, tá 10 min-
uttir vóru farnir, og teir øktu
eftir 31 minuttir. Fyrra mál-
ið stútaði Magni Jacobsen
eftir fríspark, og tað seinna
skoraði Henning Jarnskor
uppá brotsspark, eftir at
Søren Skov Jørgensen varð
feldur. i
Fyrra umfarið var GÍ fyri
tað mesta leikliga omaná,
og teir høvdu eisini teir
flestu møguleikarnar. Síðstu
løtuna mentist B68, og Øss-
ur Hansen kundi havt mink-
að um munin, tå hann kom
einsamallur móti Rúna Jo-
ensen, men vinkulin gjørd-
ist ov brattur.
Seinna umfarid hekk tad
væl saman hjå B68 fyrstu
løtuna, tå teir fleiri ferðir
struku igjøgnum í høgra
borði. Øssur Jacobsen, sum
var í álopinum saman við
Andréy Stokhánov, minkaði
beinanvegin um munin, tá
hann lobbaði upp um mál-
verjan, eftir at Jákup Eli Ol-
sen, sum var við aftur eftir
skaða, hevði sneitt tveir av.
Men í staðin fyri vantaðu
útjavningina, var tað GI,
sum eftir 59 og 63 minuttir
økti og aftaná í langa løtu
hevði spælið í síni hulu
hond. Í sambandi við bæði
málini sást, at toftamenn
hava trupulleikar í verjuni.
Fyrru ferðina sendi Samson
Nesá høgt og snúrandi í
málteigin, har Súni Olsen
(verður heilt skjótt lykla-
spælari) fekk góða tíð at
temja og skora, og seinnu
ferðina sendi Súni Olsen frí-
spark úr høgru innfyri, har
mammubeiggin, Henning
Jarnskor, var fyrstur á við
nærru stong og við høvd-
inum snittaði í málið, með-
an teir reyðu hugdu at.
Tað gjørdist ongantíð
spennandi aftur, tí tey bæði
síðstu B68 málini komu
ikki fyrrenn eftir 86 og 89
minuttir. Dómarin, sum fýra
ferðir hevði gula kortið á
lofti, skrásetti bæði sum
sjálvmál. Hitt fyrra eftir eitt
av fleiri góðum innleggum
frá Jan Petersen í høgru, og
hitt seinna eftir horna úr
vinstra borði frá sama spæl-
ara.
Kappast við tíðina
Fyri bæði liðini hava inn-
anhýsis uppgerðirnar iva-
leyst verið kærkomin høvi
at pussa formin av, áðrenn
tað um eina viku verður far-
ið undir landskappingina.
Hjá GI var Magni Jarn-
skor, sum er liðformaður,
eftir at Símun Petur Justin-
ussen er givin, ikki við
Hann er skaddur í knænum.
Sámal Joensen fekk á mið-
vellinum hjálp frá Súna Ol-
sen, Samson Nesá og Mag-
na Jacobsen, og teir funnu
væl saman frammanfyri
miðverjuna, sum fyri tað
mesta var hampuliga trygg.
Hjá B68 er talan um nógv
nýtt fólk. Hjá teimum tykist
tað hanga saman í løtum,
men so finna teir ikki so væl
hvønn annan, og í verjupart-
inum restar framvegis nógv
í at koma upp á pláss.
Andréy Stakhánov er
vandamikil í álopinum, men
teir hava ilt við at fáa hann
við í spælið. Hin russarin,
Serghéy Kréksjin, er mið-
vallari, men hann sat á
bonkinum til tað restaði eitt
korter. Hann er góður við
bóltinum, men hann mangl-
ar saft og kraft í nærdyst-
unum, og tað må vera 6-
heppið, at ein spælari, sum
er komin heilt úr Russlandi,
ikki telist millum lyklaspæl-
ararnar. jh
GÍ-B68 4-3 (2-0)
1-0: Magni Jacobsen
2-0: Henning Jarnskor (br.)
: Øssur Jacobsen
: Súni Olsen
: Henning Jarnskor
: Sjálvmál
: Sjálvmál
lið DA ek ek —
29
GÍ fær heimavøll
I fjordingsfinaluni
> SALTANDARÅ ||
TT ——02"
Ossur Jacobsen var einasti B68-ari, sum kom á
málskjúttaralistan i Gøtu héskvøldid. B68 fekk
annars try mål, men tvey av teimum vóru sjålvmål
Jåkup Danielsen, deild-
arleidari, 38 år, Velba-
staðvegur 50, Tórshavn,
tel 315634
Bergur Dam, skriv-
stovumaður, 46 ár,
Vardagøta 53, Torshavn,
tel 315016
— Vit
Joan Ziskason, fak-
felagsformadur, 41 år,
Millum Gilja 179, Hoy-
vik, tel 315563
Heri Niclasen, sølu- og
marknadarleidari, 52 år,
Sleipnisgøta 11, Tórs-
havn, tel 317484
ætla okkum at vinna
Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri, 31 år, í
Gongini 8, Tórshavn,
tel 316409
Bjørghild Djurhuus,
heimasjúkrasystir, 44 år,
Gardstøta 15. Argir, tel
312890
Eydolv Dimon, lærari,
38 år, Marinnargøta 3,
Hoyvik, tel 312406
Hans Martin Hansen,
fabriksformadur, 44 år,
Nólsoy, tel 327092
Kristian Magnussen,
løgtingsmadur, 42 år,
Dungagøta 13, Tórs-
havn, tel 316935
valið
Magni Dalsgaard, de-
signari, 46 ár, Smæru-
geta 27, Tórshavn,
tel 316369
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Katrin Dahl Jakobsen,
lærari, 45 ár, Villingar-
dalsvegur 61, Tórshavn,
tel 315519
Javnaðarflokkurin í
Suðurstreymoy ætlar at
vinna valið hesaferð -
við í minsta lagi at fáa
tveir tingmenn
UR OD