Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 26. apríl 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

USA OS DAÐA Nr. 78 — 28. APRÍL 1998 tíðindablaðið Felagið hjá foreldrum at småbørnum í Havn: 11 Býraðið útsetir trupulleikarnar — Við at veita foreldrum 2000 krónur fyri at for ansa børnum heima, vrakar tad eina var- | andi loysn til frama fyri eina loysn, ið ong- an trupulleika loysir. Samstundis stuðlar tað svórtum arbeiði, tí tað eru foreldur, sum ikki fáa longt barnsburðarfarloyvið og tí finna eina aðra loysn, til dømis svarta dagrøkt ella gentu í húsið, sigur foreldra- asta hóskvóld TURIÐ KJøLBRO A býráðsfundi hóskveldið í farnu viku legði Elin Lin- denskov, formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð, óvæntað uppskot fram um, at kommunan skal gjalda foreldrum 2000 krónur, sum vilja ansa børnum heima, ið eru millum 6 og 12 mánaðir Uppskotið hevur ikki fingið politiska viðgerð í sosialu nevnd, áðrenn tað varð lagt fram á býráðsfundi Eftir uppskotinum frá Elini verður sambært felag- num hjá foreldrum at smá- børnum í Havn henda stutt- freistaða loysnin tikin fram um eina langfreistaða loysn, sum er lyklaklár í sept. — nevniliga barnagarðurin til uml. 45 børn i Sjónleikar- húsinum, ið svara til uml. 10 % av samlaða tørvinum fyri = ansingarplássum í kommununi. Foreldrafelagið mótmælir harðliga mannagongdini í málinum um barnaansing- ina í kommununi og gongur ikki inn fyri uppskotinum um kontantan stuðul, tí tað ikki loysir ansingartrupul- leikarnar hjá foreldrunum. Trupulleikarnir verða bert útsettir og ein langfreistað loysn, sum er í eygsjón verður vrakað. Verri fyri Sambært kanningini, sum býráðið gjørdi millum for- eldur í kommununi, ynskja tey ikki eina slíka loysn. Foreldur, ið ikki hava ráð at fara í longt barnsburðar- farloyvi uttan løn, kunnu felagið í mótmæli til av gerð býráðsins sein- søkja Almannastovuna um pening eftir forsorgarlógini Øll inntøka verður tíkin framum forsorgarhjálp, tað vil siga, at tey foreldur, sum fáa 2000 krónur frá komm- ununi fáa hægri inntøku og harvið minni pening frá Al- mannastovuni. Við ødrum orðum åtekur kommunan sær em kostnað sum Almannastovan annars hevði åtikid sær. Um for- eldrini taka ímóti 2000 krónum frá kommununi fyri at ansa børnunum heima, yvirtaka tey samstundis ábyrgdina fyri ansingini frá kommununi. Tí dettur grundarlagið fyri at fáa for- sorgarhjálp orsakað av ans- ingartrupulleika = burtur. Hesi foreldur kunnu ikki fáa forsorgarhjálp t.d. vegna ar- beiðsloysi. Orsøkin er, at tey ikki eru arbeiðsleys, men í longdum barnsburð- arfarloyvi. Uppskotið um kontantan stuðul førir við sær, at tey sum frammanundan eru illa fyri verða verri fyri, ímeðan tey sum hava ráð til longt barnsburðarfarloyvi og ti ikki lúka treytirnar fyri for- si fáa 2000 krónur í lummapeningi frå komm- ununi. Tey sum ætla at vera heima hjá børnum sínum og tí ikki hava brúk fyri ans- ingarplássi fáa somuleiðis 2000 krónur í lummapen- ingi. Tískil stuðlar komm- unan teimum, sum eru best fyri, sigur foreldrafelagið. Varandi framum fyribils Foreldrafelagið mælir bý Gravgangur eftir pedagogum TurIÐ KigLBRO Gravgangurin eftir útbún- um pedagogum er ógv uliga stórur. Dagliga eru lýsingar í blødunum, har sekt verður eftir pedagogum til barna- garðar, vøggustovur og aðr- ar stovnar. Og nú útlit eru til, at fleiri ansingarpláss verða í hóvuðsstaðnum og aðra staðni úti um landið, fer tørvurin at vaksa enn meir. I løtuni eru triggir peda- gogflokkar å Føroya Lær- araskúla, tað vil siga uml. 70 næmingar. — Í seinastuni hava vit tik- ið ein flokk inn um árið, og tí miða vit framvegis ímóti. Men vit kundu væl tíkið tveir flokkar inn. Vit hava gjørt vart við tað yvir fyri myndugleikunum, og hava stríðst fyri at fáa heimild og játtan ul tess. Men tað er eisini ein spurningur um húsarúmd og sum er er ikki nóg mikið av plássi. — Dugi ikki at siga, hvussu stórur tørvurin er á útbúnum pedagogum, men hann er í gllum fórum so stórur, at fleiri flokkar kundu verðið tiknir inn um árið, sigur Pauli Nielsen, stjóri á Læraraskúlanum. ráðnum til at brúka peningin til alternativar loysnir at finna varandi loysnir. Kon- tantur stuðul er ikki ein var- andi loysn. Felagið er av teirri áskoðan, at peningurin må brúkast soleiðis, at børn kunnu fáa gagn av honum ár undan ári. Býráðið hevur fleiri ferðir einmælt samtykt at seta barnagarð á stovn í Sjónleikarhúsinum saman við uppskoti um at útbyggja býlingahús. Uppskotið um barnagarð í Sjónleikarhúsi- num er lagað til tær treytir kommunan hevur sett og er klárt at seta í verk Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd: Kontantgjaldið ein neyðloysn — Sjålv trúgvi eg ikki, at kontantgjaldið fer at minka bíðilistan, men eg mátti broyta stóðu fyri at vit ikki skulu missa útbyggingina av barnagarðinum á Flat, sigur Elin Lindenskov TURIÐ KJøLBRO Mótmælið frå Felagnum hjá foreldrum at småbørnum í Havn ímóti avgerðini at veita kontantan peninga- stuðul til foreldur fyri at ansa børnunum heima, er lutvíst vent ímóti for- manninum í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, Elini Lindenskov, fyri at hava broytt stóðu í málinum. — Eg skilji støðuna hjá foreldrunum væl, men tað er ikki heilt rætt, tá ið tey siga, at málið um barna- garðin í Sjónleikarhúsinum er samtykt. Tað er í grundini ongantíð endaliga samtykt, — tað hevur verið í viðgerð, har onnur viðurskifti vórðu vavd uppí, men nakrir bý- ráðslimirnar hava mælt ímóti tí, sigur Elin Linden- skov. Hví hevur tú broytt stóðu? — Eg havi broytt stóðu, tí eg sá, at eg fekk ikki málið ígjógnum um barnagarðin í Sjónleikarhúsinum. Meiri- luti er ikki fyri tí og kon- tantgjaldið var eitt trýst frá Fólkaflokkinum. Eg var bangin fyri, at útbyggingin av barnagarðinum á Flat fór at verða av ongum. Tí varð semja ístaðin gjørd um pen- ingaligan stuðul til foreldur. At málið ikki fekk nakra politiska viðgerð, áðrenn tað kom í býráðið, komst av tíðarneyð. Men tað kemur so aftur í nevnd, sigur Elin Lindenskov. — Hetta er ein neyðloysn, sum eg als ikki eru so glað fyri. Hon varð tikin fyri ikki at missa útbyggingina á Flat. Men sjálv trúgvi eg ikki, at tað fer at hjálpa stór- vegis uppá akutta tørvin, sigur Elin Lindenskov. Greiðar reglur Foreldrafelagið vísir á, at kontanti stuðulin til foreld- ur, fer at gagna teimum, ið hava ráð at vera heima, meðan tey, ið eru illa fyri, verða verri fyri. — Sjálvandi skulu vit syrgja fyri, at Almannastov- an ikki roknar pengarnar aftur ímóti tí, foreldur, ið fáa forsorgarhjálp, fáa og ann- ars hava greiðar reglur. Tal- an verður als ikki um at stuðla svørtum arbeiði, sum tey siga, sigur Elin Linden- skov. Hvussu verður við barna- garðinum í Sjónleikarhúsi- num, er ivasamt. Hóast tað hevur ljóðað, at býráðið hevur samtykt at játta at taka av tilboðnum frá Sjón- leikarhúsinum, hevur tað ikki gjørt annað enn at ar- beiða við málinum í prin- sippinum. — Eg avvisi als ikki, at barnagarður verður í Sjón- leikarhúsinum. Málið kom alt ov tíðliga út til almenn- ingin eg tí hava fleiri fingið fatan av, at tað er samtykt Hetta málið hevur fingið eina løgna viðgerð. Men vit eru altíð til reiðar at sam- ráðast við Sjónleikarhúsið, men peningurin, ið er settur av til alternativar ella aðrar loysnir, verður ikki brúktur til Sjónleikarhúsið, sigur Elin Lindenskov. Bíðilistin Bíðilistin við børnunum, ið skulu hava vøggustovu- ella barnagarðspláss, økist í hverjum. Býráðið setti sær Elin Lindenskov fyri at miða ímóti, at 30 pláss verða fingin til vega um árið — Tað er alt ov lítið og allir býráðslimir eru greiðir yvir, at vit mugu fáa fleiri. Í summar skuldi listin komið niður á 300, í oktober verða 20 pláss afturat á Flat og í jan. 42 pláss Inni á Getu Tískil skuldi listin verið um 250 um ársskiftið. Og vón- andi verða 60 pláss afturat, um býlingahúsini verða út- bygt næsta ár. Tað er ein lutfalsliga løtt loysn, men tað velst sjálvandi um, um Landsstýrið góðtekur tað, sigur Elin Lindenskov at enda